leygardagur 13. september 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
LIST
Øssur Johannesen
Ein tann kendasti surrealistiski
listamaðurin í nýggjari tíð er
Magritte (1898-1967). Hann var
føddur í Belgia. Mamma hansara
beindi fyri sær, tá ið hann var
ungur. Hann flutti til París og
varð hugtikin av einum málningi
hjá Giorgio De Chirico. Sang-
urin hjá kærleikanum kallaðist
hesin málningur. Meðan hann
var í París, kom hann í samband
við m.a. Breton, Max Ernst Joan
Miro og poetin Camille Goe-
mans. Seinni flutti hann við kon-
uni til Brüssel.
Surrealisman sum listagrein er
ein samanrenning millum veru-
leikan, sum man sær og upplivir
og tí súmbolsku dreymaverðina,
undirvitskuna. Surrealisman
hevur sínar røtur aftur í miðøld-
ina til listamenn sum Hiero-
nymus Bosch og Breughel. Tað
var Salvador Dali sum m.a. kom
fram við navninum surrealisman.
Hann er helst kendasti listamað-
ur undir hesum heiti og somu-
leiðis Max Ernst og Magritte.
Listin hjá Magritte er sera
kompleks. Hann hevur at kalla
markleyst, til tíðir, svakt og sýrut
hugflog, sum fær ein at undrast,
hvat Magritte vil við sínum
myndum. Hann setir tankar í
gongd hjá mær og hann tekur
fram tað mystiska, tað ótilvitaða
og tað filosofiska við løgnum
organiskum og eisini abstraktum
formum mangan sett saman á ein
løgnan hátt. Hann er djúpt origi-
nalur. Spreingir mørk, er heilt
týðiligt svakur og undarligur,
stundum bæði abstraktur,
anarkistiskur, naturalistiskur og
surrealistiskur. Alt í senn. Hann
málar uppá ein penan og poler-
aðan hátt. Hann er ofta fínur,
mildur og friðarligur, men eisini
svakur, sýrutur og provokerandi
uppá ein stillan, filosofiskan
hátt. Hann er ikki ráur, illur og
áleypandi sum ekspressiónist-
arnir eru tað. Í litavali spennir
hann víða. Tað ber ofta illa til at
greiða frá hansara myndum og at
skilja tær er uppaftur verri, men
hvør sigur, at list skal skiljast.
Hon skal fyrst og fremst upp-
livast. Listin hjá Magritte er
árvakin, eksperimenterandi og
tankavekjandi á sín egna heilt
serliga hátt.
Ræðandi
The Rape (Neyðtøkan) kallast ein
av hansara kendastu myndum.
Eg síggi eitt andlit við hálvlong-
um, ljósabrúnum hári. Andlitið
er umskapað til ein kvinnukropp,
og niðanfyri hálsin er hárið í
smálutum málað uppá ein virtu-
osan máta. Aftanfyri bláa luftin
og síðan brúna jørðin niðurundir.
Hetta er ein hugsaður málningur,
eitt originalt hugskot. Har eyguni
eiga at vera eru stóru
bróstvørturnar og bróstini. Har ið
muðurin er, eru kynshárini.
Nøsin er nalvin. Tað er heilt
givið, at hesin maðurin sær eina
kvinnu á gøtuni og eyguni vilja
síggja bróstini á hesu kvinnuni
og muðurin vil smakka kynið
millum beinini.
Teir flestu menninir hava
fantaserað um at neyðtaka og
nógvir hava gjørt tað. Og tær
flestu kvinnurnar hava fantaserað
um at verðið neyðtiknar og fleiri
eru tað. Møguliga tí, at tær ótil-
vitað ynsktu tað. Hetta er, haldi
eg, ein sera ræðandi mynd. Hon
órógvar ikki, tí hon er aggressivt
ella ágangandi málað, men tað er
meira innihaldið í myndini, sum
órógvar. Litirnir eru dempaðir,
komposisjónin er sera original og
einføld. Litirnir hava ein inni-
ligan klang og eru meiri hugsanir
enn upplivingar og somuleiðis
myndin, sum er frá 1934.
Sensuell og erotisk
Galateas Rope kallast ein mynd
frá 1961. Hetta er ein rættiliga
mystisk og ræðandi kvinnumynd.
Vit síggja hennara vakra andlit,
eyguni eru stór og myrk. Tað er
heilt givið, at henda kvinnan
hevur upplivað og roynt nógv
sexuelt, men hon er eisini vøkur
og kensluborin og mystisk.
Kanska er hon er spákona, ein
heks, ein poetur ella ein hora, eg
veit ikki, og so tað sera langa
svarta hárið, tey flottu bróstini,
tær stívu bróstvørturnar og so
stóru lendarnir. Kynshárini eru
rakað burtur. Hvønn hevur hon
latið seg úr fyri. Hyggur hon í
eitt spegl ella vil hon tekkjast
einum stórum listamanni, sum
stendur nakin framman fyri
henni og vísir ógvusligu
greiðirnar. Eg veit ikki, og so
bláa havið afturfyri. Mánin, sum
ikki er fullur og skýggini.
Formarnir á hesi naknu kvinnu
eru flottir og nágreiniliga mál
aður. Hvat Magritte hugsaði, tá
ið hann málaði henda málningin,
um hann brúkti modell ella ikki,
ja tað veit eg ikki, men eg vænti,
at hann hevur upplivað hesa
kvinnuna tætt inn at sær og
inniligt. Henda kvinnan er ein
stór persónligheit. Tað sæst og
merkist alt fyri eitt. Ein sera
sensuell og erotisk mynd, ið
virkar bæði dragandi og ræðandi
uppá meg. Tað langa ravnasvarta
hárið ger, at myndin fær ein
ófrættakendan og ræðandi
okkultan stemning. At sæð hesa
kvinnuna nakna í veruleikanum
hevði sjálvandi verið uppaftur
deiligari, men hon er langt síðani
deyð, men livur tó í hesum
málningi.
Litklangirnir og kontrastirnar
millum ta bláu luftina, hvíta
mánan, svarta, langa hárið og
ljósa kroppin eru sera intimt,
intenst og nágreiniliga fullfíggj-
að. Tað er sum um at henda
nakna kvinnan vil í song við tí,
sum hyggur at myndini. Meiri
dugi eg ikki at siga, men tað er
sjáldan, at ein listamaður megnar
at mála eina kvinnu við sovorð-
nari gandakendari auru av
grotiskari atdráttarmegi, sum
Magritte hevur megnað í hesari
myndini.
Sterk líðing
The Discovery of Fire (At
varnast eld) kallast ein mynd frá
1934. Vit síggja eina trompet ella
eitt horn, og so appilsinlitta
eldin, sum hevur breitt seg um
hornið. Og aftanfyri myrkir,
svart-bláir djúpir flatar, sum seta
eldin og trompetina í fokus.
Kanska hevur henda trompetin
verið nýtt til at spæla fasistiskan
tónleik, møguliga tað, tí Magritte
upplivdi fasismuna. Ella er tað
tónleikurin, sum hevur ein
sterkan mátt, sum eldurin. Talan
er um sterkar líðingar og helviti.
Ja, eg veit ikki. Hetta er ein
ræðandi mynd. Hví tað veit eg
ikki, men eisini poetisk.
Personal Values (Persónlig
virðir) eitur ein mynd frá 1952.
Hetta er ein uppstilling av lutum
og øðrum. Fremst eitt grønt
vínglas, sum er tómt, undir tí eitt
teppi, ein stórur kambur sæst
eisini. Eitt skáp við spegli og ein
pensil, sum kvinnur brúka at
smyrja seg við, ein song sæst
undir yvirstóra kambinum og so
luftin, sum blálitt, og hvít skýggj
og so eitt loft. Henda myndin er
ein samanrenning millum litir,
tað menniskjaskapta, material-
istiska og so náttúruna. Alt sett
saman av listamanninum á ein
provokerandi løgnan hátt, men
menniskjað er ikki til staðar.
Hetta er ein absurd uppstilling,
skapt av listamanninum fyri at
framprovokera ein stemning,
vekja tankar og kenslur um lívið,
tilveru, filosofi, mystikk, tøgn
o.s.fr.
The Dominion of Light frá
1952 kallast ein mynd. Hetta er
ein næstan naturalistisk mynd.
Sosialurin Nr. 173 -13. september 2003
5
4
Sosialurin Nr. 173 -13. september 2003
Vit síggja nakrar bygningar í
svørtum skugga, ein gøtulampa
vekir veikt gulligt ljós og somu-
leiðis ljós úr trimum vindeygum.
Hvar henda myndin er málað,
veit eg ikki. Trøini eru myrk og
reisa seg upp ímóti ljósabláa
summarhimmalinum og so hvít
skýggj á luftini. Henda myndin
fortelur um dynamikkin millum
svørtu skuggarnar í húsinum,
trøunum og stórbýnum og ta
ljósu luftina.
Blood will tell (Blóð vil siga
frá) kallast ein mynd frá 1959.
Hví hon kallast so, ja tað veit eg
ikki. Miðskeiðis á myndini
síggja vit eitt veldugt, sera
vakurt, grógvandi, tigandi,
organiskt træ. Trøini siga sum vit
vita einki. Tey liva í tøgn, vind-
urin hoyrist røra bløðini, ið gevur
eitt heilt serligt ljóð. Hetta træið
er nógv størri og helst eisini
nógv eldri enn nakað menniskja.
Úr trærótini í neðra er eitt hol og
so sæst ein evarska lítil bygn-
ingur við ljósum vindeygum og
omanfyri enn eitt hol við eini
kúlu í. Og so eitt landslag aftan
fyri og blálig luft rundan um
hetta veldiga flotta og poetiska
træið, sum er málað virtuost. Tað
er heilt týðiligt, at listamaðurin
hevur upplivað hetta træ og sett
tað inn í sín filosofiska hugsaða
listaheim, ið skapar ein serligan
eksistensiellan natúr- og tanka-
mystikk. Ein sterk mynd, ið talar
til mín. Ein musikalsk og poetisk
mynd.
Sum regdropar
Golconda kallast ein mynd frá
1953. Vit síggja ein turrisligan
og keðiligan betong-bygning við
reyðum taki og í luftini fleiri
myrkar menn við hatti, vektleysir
um alla myndina, sum vóru teir
regndropar sum fella frá himli.
Vit menniskju duga ikki at
flúgva, menninir á hesi mynd
hava ongar veingir, vit duga
heldur ikki at ganga á vatninum
ella luftini, men andarnir hjá
teimum deyðu ferðast frælsir við
vindinum sum fuglarnir. Hvat
Magritte vildi fortelja við hesi
myndini, veit eg ikki rættiliga.
Eg skilji ikki ordiliga hesa
myndina, - ongin skilur lívið,
segði Torbjørn Olsen eina
ferðina við meg. Um so er kunnu
vit so heldur ikki skilja listina?
List, sum er nýskapandi, er ofta
torfør at skilja, men hevur ofta
ein gandamátt innan í sær. Hon
vekir tankar, kenslur og sál fram
hjá tí, sum sær við opnum
sansum og opnum, árvaknum,
fordómsfríum eygum og sinni.
Markleys verð
Reconnaissance Without End
eitur ein onnur meiri einføld
mynd við nøkulunda sama
boðskapi. Vit síggja eina grøna
jarðfløtu og so hvít skýggj, bláa
luft og so tveir menn. Annar
brúkar stav, báðir hava hatt. Teir
práta saman. Teir eru vektleysir
miðskeiðis í luftini, helst práta
teir um andalig, filosofisk evnir,
eg veit ikki hvat teir práta um.
Kanska eru teir deyðir, leysir av
øllum, tí materialistiska og eru
ávegis inn í ta andaligu verðina,
sum er markleys og til staðar
allastaðni.
Ein sera fangandi og sigandi
mynd, sum talar í tí stilla og talar
um ein longsul úr tí materialist-
isku verðini og inn í ein ríkari,
andaliga verð, ein longsul eftir
frælsi, sum tey hvítu skýggini jú
tala um. Hava skýggini eina sál?
Vit síggja tey, síggja tey okkum?
Búgva andar í teimum? Sjálv-
andi. Markleys náttúra í øllum
førum. Litklangirnir í hesi mynd
eru niðurdempaðir og stillir.
The Heart String (Hjarta-
strongur) kallast ein mynd frá
1960. Vit síggja sum so ongan
strong, men eitt tómt glas. Tá ið
tímaglasið er runnið, prátar man
ofta um, tá ið lívið er at enda
komið, og hvat so?
Henda mynd talar um sálar-
ligan reinleika. Eitt hvítt skýggj
sæst oman á glasinum. Hetta
skýggj súmboliserar helst reinu
og góðu sálina hjá listamannin-
um sjálvum, sum umskapast til
eitt hvítt skýggj, ið síðani ferðast
úr tí jørðiska inn í ta markleysu,
andaligu verðina. Ljósu litirnir í
hesi mynd tala heilt greitt um
frið og paradís. Magritte doyði
bert sjey ár aftaná, at hann
málaði hesa myndina. Henda
myndin talar um deyðan sum frið
og frælsi.
Egið myrkur
The Subjugated Reader frá 1928.
Vit síggja ein mann við myrkum
hári og ógvusligum eygum lesa
úr eini sterkari bók, sum hann
lesur hart úr. Fyri hvørjum veit
eg ikki, kanska fyri sær sjálvum.
Andlitsbráið er eitt sindur
óhugnaligt, sum um hann við
hesi bók konfronterar seg sjálvan
við sítt egna myrkur, sum hann
síðani hyggur djúpt inn í.
The Central Story kallast ein
onnur mynd frá 1928. Vit síggja
eitt stórt horn. Eingin spælir upp
á tað og hvør, ið hevur spælt
uppá tað, tað veit eg ikki.
Kanska maðurin aftanfyri, ið
hevur eitt hvítt klæði fyri høvdið
og hevur hondina um hálsin.
Ætlar hann at kvala seg sjálvan
ella bara fjala andlitið hjá sær, tí
hann ikki orkar sítt lív, verðina.
Luftin er melankolsk blá aftan
fyri og fremst liggur eitt kuffert,
sum súmboliserar, at hesin
ørkymlaði maðurin vil burtur,
har hann er og vil royna eydnuna
onkra aðra staðni. Hornið, ið
vendir á høvdinum, súmboliserar
helst, at maðurin følir seg
andaliga deyðan. Men hvaðani
hann og kuffertið fara fáa vit
einki at vita um. Komposisjónin
er rættiliga einføld, so eru fleiri
av øðrum myndum, sum hann
málaði sum eru so mikið
torgreiddar og abstraktar í sínum
innihaldi - ikki málingahátti, at
eg dugi ikki at greina tær.
Magritte er ein klassikari
innan surrealismuna. Hann fann
sín heilt egna stíl innan hesa
listagrein. Hann hevði eitt sera
umfatandi hugflog, sum er
hugvekjandi og hann var eisini
fjølbroyttur, bæði surrealistiskur,
abstraktur og naturalistiskur og
filosofiskur og eksistensiellur,
alt í senn.
Sýrut hugflog og surrealisturin Magritte
Magritte er djúpt originalur. Hann
spreingir mørk, er heilt týðiligt svakur og
undarligur, stundum bæði abstraktur,
anarkistiskur, naturalistiskur og
surrealistiskur. Alt í senn. Í litavali
spennir hann víða. Tað ber ofta illa til at
greiða frá hansara myndum og at skilja
tær er uppaftur verri, men hvør sigur, at
list skal skiljast. Hon skal fyrst og fremst
upplivast
La Robe de Galatée, 1961
Le Viol, Neyðtøkan, 1934
Reconnaissance Without End
René Magritte er ein klassikari innan surrealismuna. Hann fann sín heilt egna stíl innan hesa listagrein
La Voix du sang, Blóð vil siga, 1959
C
M
Y
K
27
26