leygardagur 13. september 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 173 -13. september 2003
BØKUR
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Søgan um Harry Potter tykist
ongan enda at taka.
Viðurkendi bestseljara-listin
hjá The New York Times vísir, at
als einki kann sammetast við
metstóru undirtøkuna, sum bøk-
urnar hjá J.K. Rowling um lítla
gandakallin við arrinum á pann-
uni hava fingið.
Á listanum yvir mest seldu
bøkurnar við harðari permu, sum
hava selt mest, liggja fimm titlar
um Harry Potter millum tær
fyrstu seks barnabøkurnar. Fimm
bøkur eru komnar út um Harry
Potter, so tað er mest sum
gandur.
Ovast liggur nýggjasta bókin
»Harry Potter and the Order of
Pheonix«, sum enn ikki er komin
á føroyskum. Hon var eisini
nummar eitt í síðstu viku og
hevur ligið tíggju vikur á hitt-
listanum. Tað vil siga síðan, hon
kom út. Harry Potter og fangin
úr Azkaban er nummar tvey og
hevur ligið 177 vikur á listanum,
og síðan koma hinar slag í slag.
Á fimta plássið kemur ein bók
sníkjandi, ið kallast »Artemis
Fowl: The eterenity Code«, men
á sætta plássi liggur aftur Harry
Potter og kamarið við
loynidómum.
Á listanum yvir bøkur við
bleytari permu er sama skilið.
Ovast liggur Harry Potter og
eldbikarið og næstu tvær bøkur-
nar eru eisini um Harry Potter,
og á sætta plássið kemur hann
afturíaftur.
Forlagið Bloomsbury kann
sjálvandi bara fegnast um góðu
undirtøkuna, tí rithøvundurin
J.K. Rowling hevur syrgt fyri, at
næstu árini hjá forlagnum vera
gylt.
Bloomsbury hevur longu
staðfest, at tvær bøkur afturat
koma um Harry Potter, og at
hildið verður fram at gera filmir
til bøkurnar. Samstundis við-
gongur forlagið, at seinasta
bókin »Harry Potter and the
Order of Phoenix« hevur økt
søluna av teimum undanfarnu
bókunum.
Bókin seldi 1,77 milliónir
eintøk longu fysta dagin, sum
var næstan fimm ferðir so nógv
sum fjórða bókin seldi, og hevur
sum nevnt ligið ovast á best-
seljaralistanum síðani. Blooms-
bury kann fegnast um, at parta-
brøvini hava fingið tvífalt virði
seinastu tólv mánaðirnar og eru
áttafaldað síðstu fimm árini.
Bergur Rasmussen kýtir seg í
løtuni við at umseta seinastu
bókina til føroyskt, og hon
kemur væntandi út til jóla.
Harry Potter eigur bestseljaralistan
Tær fimm Harry Potter bøkurnar, sum
higartil eru útkomnar, liggja allar ovarlaga
á bestseljaralistunum fyri børn. Nýggja
bókin økir søluna av hinum fýra, sum
longu eru komnar út, og forlagið hevur
góðar dagar
Bókadeild Føroya Lærarafelags
hevur givið út fimm bøkur.
Smábarnabøkurnar Suttan hjá
Peri og Potturin hjá Peri eftir
Barbro Lindgren og Evu
Eriksson, mynda- og spælibókina
Húsið hjá Malju eftir Lucy
Cousins, myndabókina Hvussu
víða røkkur Álvur! eftir Gunillu
Bergström, og ungdómsbókina
Tú, tú & tú eftir Per Nilsson.
Suttan hjá Peri og Potturin hjá
Peri eru fittar, lítlar bøkur til tey
smæstu. Onnur søgan er um lítla
Per, sum elskar suttuna hjá sær
mest av øllum. Hana vil hann
eiga, og eingin skal taka hana frá
honum.
Hin søgan er um, tá ið Per er
vorðin so stórur, at tíðin er
komin at læra seg at sita á
pottinum. Men tað tímir Per ikki.
Men kanska vovvurin tímir?
Niels J. Thomsen týddi, og
Hestprent stóð fyri prentgerðini.
Bøkurnar eru 26 síður í litum og
kosta kr. 38 hvør.
Húsið hjá Malju
Fyri einum góðum ári síðan gav
Bókadeildin út
Bóndagarðin hjá Malju. Henda
bókin gjørdist ógvuliga væl
umtókt, og varð útseld eftir
stuttari tíð.
Børnum um allan heim dámar
so væl Malju, og teimum fer
heilt vist eisini at dáma húsið hjá
Malju. Tá ið tú letur bókina upp
og setur hana á borðið, verður
hon til húsið hjá Malju við køki,
baðirúmi og sovikamari. Í hvørj-
um rúmi er eitt ark við smálutum
at trýsta út og spæla við, okkurt
at toga í, hurðar at lata upp og
nógv annað. Her er eisini ein
Malju pappírsdukka, ið kann
røra armarnar, ein fótur at seta
hana á og klæði at lata hana í.
Litfagurt søguhefti er eisini lagt
hjá. Í heftinum læra børnini um
gerandisdagin hjá Malju, og tað
gevur íblástur til at spæla við
Malju.
Við tað at so nógvir smálutir
eru, er bókin ikki hóskandi fyri
børn, ið eru yngri enn trý ár.
Húsið hjá Malju kostar kr. 148 í
bókabúðunum. Hestprent stóð
fyri prentgerðini.
Hvussu víða røkkur Álvur!
Ein bók
um Álv
til tey eitt
sindur
eldri! Tá
ið børn
eru 6-7
ára
gomul
kemur
tann
stóri
spurn-
ingurin: Hvat er ein
menniskja? Hvussu víða røkkur
lagið á okkum, okkara gerðir og
hugskot? Soleiðis hugsar Álvur á
sín egna sniðfundiga hátt.
Teksturin er fullur í rímum og
hugskotum at spæla sær við og
so er bara at halda fram sjálvur.
Hvussu víða røkkur Álvur! er
myndabók við teksti. Niels J.
Thomsen týddi, og Hestprent
stóð fyri prentgerðini.
Bókin er 31 síður í litum og
kostar kr. 75.
Tú, tú & tú
Himmalin er bláur og
sólin skínur, tað er
leygardagur og fyrsti
summardagur. Í
grøna grasinum í
lundini liggja trý
fólk opin. Ein er í
hvítum klæðum, ein
í svørtum, og tann
triði hevur skitnar
føtur. Tvey teirra
hava als einki hár,
blonku skallar
teirra bleiktra í
sólini.
Tað eru Anon,
Zarah og Nils,
sum liggja har.
Anon er tólv ára
gamal, Zarah er seytjan og Nils
er tjúgu. Fyri nøkrum vikum
síðani kendu tey ikki hvør annan.
Men teirra lív vavdust inn í hvørt
annað, í einum meldri av lívi og
deyða og kærleika og hati og
longsli. Nú liggja tey her í
lundini, við rygginum ímóti
jørðini og andlitinum móti
summarsólini. Tey liva, øll trý.
Tú, tú & tú er spennandi
ungdómsbók um kærleika, men
eisini um happing og tað at tora
at vera tann, tú veruliga ert.
Hetta er fjórða ungdómsbókin
eftir Per Nilsson, sum Bókadeild
Føroya Lærarafelags gevur út.
Áður eru komnar Hjartans frygd,
Gorpur krunkar og Anarkai.
Jákup í
Skemmuni
hevur týtt allar.
Tú, tú & tú
er 279 síður,
heft við
klaffum. Bókin
kostar kr. 140.
Fimm bøkur til børn og ung
Sosialurin Nr. 173 -13. september 2003
7
Berghild Gullaksen, tannarøktari í Klaksvík, hevur útvegað sær flytibara útgerð til tannarøkt. Hetta ger, at hon kann fara út til fólk, sum á ein ella
annan hátt ikki kunnu fara til tannlæknan, kortini kunnu fáa teirra tenn kannaðar
Tannarøkt
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Hvør kennir ikki henda serliga
luktin, tá ein kemur inn til ein
tannlækna. Summi ræðast
tannlæknan og kunnu ikki
fordraga henda luktin. Onnur
vita bara, at soleiðis luktar tað
hjá tannlæknanum, og tað má ein
taka við viðgerðini. Men so eru
tað eisini mong, sum kanska
fegin vildu sloppið til
tannlæknan, men av eini ella
aðrari orsøk ikki kunnu. Hjá
hesum er nú hjálp á veg. Og hesi
kunnu í fyrstu atløgu fáa sínar
tenn kannaðar heima við hús.
Berghild Gullaksen úr
Klaksvík hevur starvast sum
tannarøktari í 17 ár. Næstan alla
tíðina hjá skúlatannlæknanum.
Men hon er nú farin undir ein
øðrvísi hátt at røkta tenninar hjá
teimum, sum á ein ella annan
hátt ikki sleppa til tannlækna.
Hon hevur av sínum eintingum
keypt sær flytibara útgerð til at
kanna, reinsa og pussa tenn. Tað
sær júst út sum eitt
tannlæknaborð við amboðum,
sum ein kennir aftur. Bara tað, at
tað stendur á einum stativi við
hjólum undir. Í kjallaranum í
heiminum hevur Berghild
innrættað sær eitt høli, har hon
vaskar øll amboð og hevur allar
hentleikar, sum ein tannarøktari
hevur tørv á.
Hon sigur, at hetta serliga er
ætlað eldri fólki, sum kanska eru
illagongd og øðrum, sum ikki
sleppa so lættliga út um
dagarnar. Eisini má hetta sigast
at vera gott til ellis- og
røktarheim, har Berghild kundi
farið til stovnin og so kanna
tenninar hjá teimum eldru.
– Tað eru alt fleiri og fleiri
eldri fólk, sum framvegis hava
teirra egnu tenn, og eg haldi, at
tað er av alstórum týdningi, at
tey kunnu varðveita sínar tenn so
longi sum tilber, sigur Berghild.
Hon hevur lisið um hesa
flytibara tannarøktina, og hon
fekk so hugskotið at royna tað.
– Nú havi eg arbeitt í sama
stað so at siga í 17 ár, so um eg
skal royna nakað annað, so skal
tað verða nú, sigur hon smílandi.
Reinar tenn eru vælvera
Berghild vísir eisini á, at reinar
tenn eru vælvera.
– Eldri fólk hava ofta
trupulleikar frammanundan við
øðrum sjúkum, so tað hevði
verið eitt pluss fyri tey, at havt
reinar og góðar tenn, sigur hon.
Eldri fólk taka eisini nógvan
heilivág, og hann er ikki altíð so
góður fyri tenninar. Og hartil
hoyrir ein ofta eldri fólk klaga
um, at tey gerast so turr í
munninum av heiliváginum. Og
tað hevur Berghild eisini nakað
fyri.
Sum sagt so er hon ikki komin
í gongd av álvara enn, tí hon
hevur eitt fulltíðarstarv við
síðuna av, so hon sigur, at hon
tekur tað, sum tað kemur. Men
hon ásannar tó, at hon má gera
eitt sindur við hetta, um hon skal
fáa nakrar fastar avtalur.
– Um hetta fer at vísa seg at
eydnast væl, so kann tað vera, at
eg fari at umhugsa, hvussu tað
verður við mínum starvi, sum eg
havi í dag. Tað er eitt avbera gott
arbeiðspláss, men dreymurin er
nokk at fáa mína egnu klinikk,
sigur Berghild.
Hon heldur ikki, at hon við
eini klinikk hevði flutt seg inn á
arbeiðsøkið hjá tannlæknunum.
– Um eg hevði funnið hol, so
hevði eg víst teimum til ein
tannlækna, og tannlæknarnir
hava so øgiliga nógv at gera í
dag, so eg trúgvi ikki, at tað
hevði bilað nakað, sigur hon.
Góðar tenn
Í sínum dagliga starvi hjá
skúlatannlæknanum fær Berghild
eina góða mynd av, hvussu tað
stendur til við tonnunum hjá
børnum og ungum í dag. Hon
greiðir frá, at fyri nøkrum árum
síðani, merktu tey ein týðuligan
bata í tonnunum, men í dag er
gongdin við at venda aftur tann
skeiva vegin – serliga hjá
teimum í framhaldsdeildini.
– Vit vita sjálvandi ikki við
vissu, hví so er. Men vit hava
hug at geva sodavatni skuldina.
Serliga síðani skrúvupropparnir
komu. Nú ganga tey ungu við
sodavatn allan dagin og fáa sær
smakk av og á. Og sukrið legst á
tenninar og verður liggjandi har,
sigur hon.
Hon heldur fram, at tey ofta
fáa næmingar úr
framhaldsdeildini inn á
klinikkina, sum hava bæði reinar
og penar tenn og frískt tannkjøt,
men tá tey so taka røntgenmynd,
so vísir tað seg, at tey hava hol
ímillum tenninar. Og tað heldur
Berghild so avgjørt kann koma
av sodavatni.
– Tað er í øllum førum ikki
nakað, sum bendir á, at tey í
framhaldsdeildini ikki busta
tenninar nóg væl, sigur hon.
Berghild fæst eisini við
tenninar hjá teimum allarminstu.
Hon hevur í fleiri ár nú saman
við Boga á Steig,
skúlatannlækna, kallað foreldur
inn til fund at greiða frá
tonnunum og tannarøkt. Og har
hava tey víst á, hvussu ómetaliga
týdningarmikið tað er, at børnini
læra at busta tenn, og at tey
vaksnu hava eftirlit við
tannbustingini tey fyrstu mongu
árini av livitíðini hjá einum
barni.
Henda sokallaða herferð gav
úrslit fyri nøkrum árum síðani,
og tey sóu týðiligar batar í
tonnunum hjá smábørnunum.
Men sum sagt, so er tað við at
vera galið aftur hjá næmingum í
framhaldsdeildini.
– Tað er ikki gott at vita,
hvussu ein basir hesum
trupulleikanum, tí at biðja tey
gevast við at drekka sodavatn,
tað fer neyvan at hjálpa. Vit biðja
tey um at nýta tanntráð eisini og
so busta tenninar so væl, sum
gjørligt. Tað er helst ikki annað
at gera, sigur Berghild
Gullaksen, tannarøktari í
Klaksvík.
Flytibar tannarøkt
Berghild Gullaksen, tannarøktari í Klaksvík, hevur útvegað sær útgerð, sum ger, at
hon kann fara út til fólk, sum á ein ella annan hátt ikki kunnu koma til tannlækna.
Enn er hon ikki rættuliga komin í gongd, tí hon er í fulltíðarstarvi hjá
skúlatannlæknanum, men hon hevur fingið nakrar áheitanir gjøgnum summarið
C
M
Y
K
29
28