leygardagur 13. september 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 173 -13. september 2003
ÚTVARPSRØDD
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einki er at ivast í, at mest sum
hvørt mansbarn í Føroyum ber
kenslu á navnið, Suni Merki-
stein. Seinnu árini man hann
hava staðfest seg sum ein hin
mest fólksligi útvarpsmaðurin í
landinum við sendingum, har
frítíð og frítíðarítriv onkursvegna
hava staðið í fokus. Sendingar,
sum avgjørt eiga eina stóra
lurtarafjøld, og sum uttan iva
hava gjørt hann til eina trúgva
gestarødd í mongum føroyskum
heimum.
Gjørdi drama sum 10 ára
gamal
Men at Suni soleiðis á hendan
hátt skuldi gerast ein mest sum
almennur persónur, tykist ikki
vera nakað, sum soleiðis lá í
kortunum. Og tó kanska kortini.
Longu sum 14 ára gamal var
hann nevnliga fyrstu ferð partur
av eini útvarpssending, og tað
var enntá ein, sum hann sjálvur
hevði stjórnað.
- Fyrstu ferð eg hevði eitt
beinleiðis tilknýti til Útvarp
Føroya, var við einum hoyri-
spæli, sum eg hevði í Barnaút-
varpinum, greiðir Suni frá.
- Eg búði úti á Landavegnum
beint við síðuna av Óla Kurt
Hansen, og tá vóru nógv hoyri-
spøl at hoyra. Sjálvur dámdi mær
væl Kim-bøkurnar, sum eg haldi
vóru eini 25 í tali, og hevði so
baksast við at dramatisera eina
av hesum.
- Eg mundi vera eini 9-10 ár,
tá eg hevði fingið eina skrivi-
maskinu í jólagávu. Eg royndi
mítt besta at gera brúk av hesari,
og skjótt hevði eg spurt Óla, um
ein slík dramatisering var nakað,
sum tey kundu brúkt.
- Ta ferðina kom tað so ikki
upp á tal, men manningin í
Útvarpinum skifti so líðandi, og
eg gjørdi líka sum fleiri royndir,
og at enda tóku tey meg so í
álvara. Eg hevði valt mær »Kim
og bankaránarnir« burturúr
rúgvuni, og manuskriptið hevði
eg jú liðugt. Sigmund Poulsen,
sum um tað mundið var við til at
gera fleiri hoyrispøl, hjálpti so til
við at fínpussa tekstin.
- Alt endaði so við, at vit vóru
fýra av Venjingarskúlanum, sum
fóru oman á Bryggjubakka at
spæla hoyrispælið inn. Eg skuldi
sjálvandi hava høvuðsleiklutin
sjálvur, og so vóru Páll Daniel-
sen og beiggi hansara, Súni. Og
so hevði Malan Thomsen leik-
lutin sum Katja.
Segði nei til ítróttatíðindi
Hetta var so fyrsta ferðin, at Suni
veruliga hevði tilknýti at Útvarp-
inum. Eitt tilknýti, sum kanska
kundi verið fastari, men tá í tíð-
ini tók Útvarpið ikki starvs-
næmingar inn úr fólkaskúlanum,
og tí mátti ungi maðurin noyðast
við plássum á Dimmalætting og
Sosialinum.
Á Dimmalætting fall tað tó
soleiðis út, at hann eisini eftir
tær báðar vikurnar í starvsvenj-
ing slapp at halda fram við
einum talvteigi. Hetta slóðaði
seinni fyri einum starvi sum
hjálpari hjá Hanus Joensen, sum
tá hevði talvteigarnar í Útvarp-
inum. Hanus búði í Kollafirði,
og tað var ikki altíð so lætt at
koyra eftir Oyggjarvegnum um
veturin, og tí var oftani tørvur á
hjálp.
Talvtímin var so ein uppgáva,
sum hekk við í nøkur ár, og
brádliga vóru so eisini boð eftir
honum til ítróttartíðindini.
Róliga røddin við spennandi
frásagnunum
Bert tíggju ára gamal skrivaði hann fyrsta handritið til eina
útvarpssending. Men kortini var tað mest sum av tilvild, at Suni
Merkistein skuldi gerast røddin, sum fyri nógvar lurtarar er
sammerktur við tónleik, mentan og ítrótt
- Eg havi sum so ongantíð kent meg drignan at tíðindameldrinum. Hetta við at taka ting fram, sum eru áhugaverd
júst nú, og so ikki meira. Hjá mær er tað meira nøkur grundleggjandi ting, sum eg havi áhuga fyri
Mynd: Álvur Haraldsen
Sosialurin Nr. 173 -13. september 2003
9
Jógvan Arge hevði spurt seg fyri,
hvørt hetta var nakað fyri hann,
men at byrja við hevði talvmað-
urin ikki nakran serligan hug til
hetta.
- Eg segði nei fyrstu ferð,
hann nevndi hetta. Hevði líka
sum betri hug at vera á vøllunum
og síggja dystirnar, heldur enn at
skula sita uppi í Sortudíki, men
tá hann so aftur spurdi meg í ’89,
tók eg av.
- Mín leiklutur var so at vera
akkerið á redaktiónini, meðan
teir báðir, Magni og Jógvan,
varpaðu út, og tað var sum so
fínt. Hetta var so arbeiði, sum eg
hevði um vikuskiftið, meðan eg
annars arbeiddi í asfaltinum hjá
kommununi.
- Hetta broyttist tó í 1990. Eg
hevði sagt upp hjá kommununi,
og gjørdi sum so einki, tá
Útvarpið søkti eftir trimum
programm-medarbeiðarum. Eg
søkti starvið, men hevði ikki tær
heilt stóru vónirnar. Eg havi jú
ikki aðra útbúgving enn fólka-
skúlan, og so hevði eg eisini
givið til kennar, at eg ikki hevði
hug at gera tíðindasendingar.
Vildi heldur sleppa at gera nakað
av tí, sum eg longu hevði gjørt,
og so eisini gera okkurt við
tónleik og mentan.
- Eg havi sum so ongantíð
kent meg drignan at tíðinda-
meldrinum. Hetta við at taka ting
fram, sum eru áhugaverd júst nú,
og so ikki meira. Hjá mær er tað
meira nøkur grundleggjandi ting,
sum eg havi áhuga fyri.
Fylgdi huginum
Og verður tosað um áhuga, so er
einki at ivast í, at tað serliga eru
ítróttur, tónleikur og so fólkslig
mentan annars, sum Suni hevur
áhuga fyri. Heima í stovuni eru
hópin av bandaðum fótbóltsdyst-
um, og bøkurnar og fløgur/plátur
eru eisini heilt nógvar í tali.
- Tað var kanska fyrst og
fremst ítróttin, sum eg slapp inn
uppá, men tað kom so ymiskt
annað afturat. Vikuskiftissend-
ingarnar gjørdust skjótt fastur
táttur, og spakuliga kom so eisini
annað afturat. Mentanartátturin
var so eitt av teimum, sum kom
afturat, og eitt skifti var eisini
ein, sum æt frítíð og ítriv.
- Í hesari bleiv tað nóg so
nógv til tað, at eg portretteraði
ymsar persónar innan tónleik og
bókmentir.
Ein av hesum var Kári P., og
Suni dylir ikki fyri, at tað er eitt
av teimum projektunum, sum
hann er fegnast um.
- Hann var nóg so trekur at fáa
eina samrøðu við. Og hann hevur
sjáldan gjørt nakað við at greiða
frá, hvat innihaldið í skaldskap-
inum er. Men tá hann so at enda
játtaði, so var tað eins og hann
hevði sett sær fyri, at nú skuldi
hann leggja kortini á borðið.
- Tað er absolutt eindømi við
mínum arbeiði. Eg havi ongantíð
arbeitt við einum, sum gjørdi so
nógv við málið sjálvur. Áðrenn
vit fóru ígongd samskiftu vit
dúgliga um, hvussu hetta skuldi
gerast, og tá hann so var í Før-
oyum, settu vit ein heilan dag av
her heima hjá mær, soleiðis at vit
kundu ganga alt ígjøgnum. Tað
var ein ótrúliga spennandi at
arbeiða við, men har vóru eisini
aðrir. Hanus Andreasen og
Jóannis Nielsen vóru eisini aðrir,
sum eg havi verið fegin um at
gjørt prát við.
- Hetta var líka sum eitt evni,
sum eg veruliga brendi fyri, og
tað sama kann eisini sigast um
tónleikin, har eg royndi at gera
líknandi sendingar, har sleppast
kundi afturum fólkini, heldur
enn bara lurta eftir tónleikinum.
Beatles var toppurin
Og her var tað, at Beatles-send-
ingarnar komu inn í myndina.
Eitt hugskot, sum kanska hevði
verið í umbúna leingi, sum á
heysti í ’99 brádliga gjørdist
veruleiki.
- Har er jú so nógv gjørt um
the Beatles, men so fór eg at
hugsa um, hvørt eg eisini kundi
gera eina slíka. Eina sending, har
tann føroyski vinkulin kom við.
Páskotið til hetta kom so, tá tað
fór at nærkast 30-ára degnum
fyri, at bólkurin fór hvør til sítt.
Hetta hugskotið fekk eg so eisini
tey í Útvarpinum at taka undir
við, og so fóru Pauli Magnussen
og eg báðir til Liverpool eitt
vikuskifti.
- Fram til tað seinasta royndi
eg at fáa fatur á onkrum persóni,
sum hevði staðið teimum nær, og
at enda eydnaðist hetta eisini.
Ikki minst takkað verið eini
føroyskari konu í Liverpool, sum
eg kom í samband við umvegis
Sofus Poulsen.
- Og eitt av teimum seinastu
kvøldunum undan fráferðini
eydnaðist so at fáa avtalu við
Colin Hampton, sum var
trummuspælari stutt undan
veruliga gjøgnumbrotinum.
- Hann varð so grundarlagið
undan fyrstu sendingini, og ann-
ars brúkti eg so eisini onnur
klipp við honum ígjøgnum hinar
sendingarnar.
Hvussu umfatandi hesar send-
ingarnar vóru, hevði Suni tó ikki
ánilsi fyri, tá arbeiðið at klippa
og redigera byrjaði. Onkur hevði
spurt, og tá var svarið einar
tríggjar ella fýra. Tá samanum
kom, so varð talið níggju send-
ingar um the Beatles, umframt ta
við Hampton.
- Tað var kanska illa vurderað,
men hinvegin løgdu vit hart út
við fyrstu sendingini, og so
riggaði ikki rættiliga at skrúva
ferðina niður. Fyri mær bleiv
arbeiðið so at gera søguna um
Beatles, og tað eri eg sera fegin
um. Ikki minst tí sjálv søgan er
mest sum ævintýrakend. Eg
trúgvi ikki, at tú á sama hátt
kann gera eina sending um
Madonnu ella Elton John. Har er
jú so nógv uppií. Tíðarrákið,
uppvøksturin hjá Lennon og
McCartny, sum báðir vóru
móðirloysingar og so sjálvandi
tónleikurin. Tað er ein søga, sum
ivaleyst hevði verið góð, líka
mikið um teir høvdu fingið sítt
gjøgnumbrot ella ikki.
- Og tað er púra víst, at tað er
ein av sendingunum, sum eg havi
verið fegnast um at gjørt. Eg
fekk fullan uppbakning frá
leiðsluni, soleiðis at eg fekk frið
at gera hetta, og boðini vóru
bara, at nú gera tit hetta heilt
liðugt. Og satt at siga, so havi eg
ongantíð fingið so nógvan
respons upp á eina sending, so
eg ímyndi mær, at tað onkurs-
vegna hevur eydnast at sligið
ígjøgnum við hesum sending-
unum.
- Men tað er væl eisini so, at
úrslitið er tengt at hugburðinum
til uppgávuna. Gjørt tú nakað,
sum tú veruliga brennir fyri, so
verður úrslitið helst eisini
hareftir, men júst av tí sama, so
var tað eisini eitt slag av einum
antiklimax, tá hetta var liðugt.
Hugsaði við mær sjálvum, at
eina slíka verkætlan slapp eg
nokk ongan tíð at gera aftur. Og
tað rokni eg framvegis ikki við.
Eg dugi ikki at ímynda mær, at
eg skal gera eina so umfatandi
sending um ein annan bólk, og
hartil er tað altíð vandamikið,
um tú roynir at kopiera.
Tó so. Okkurt er í umbúna,
fæst at vita, tá Suni so seinni
leggur afturat, at hann hevur
upptøkur liggjandi, sum skulu
vera grundarlag fyri einari
bakgrund um danska bólkin,
Steppeulvene.
Fyrimyndin var BBC
Júst ta seinasta vikuna, so hevur
tað annars verið fótbólturin og
landsliðið, sum hevur upptikið
Suna. Sum frásøgumaður seinnu
árini hevur hann verið fastur
fúsur við manslandsliðnum. Eitt
arbeiði, sum byrjaði miðskeiðis í
90’unum.
- Eg byrjaði í føstum starvi
júst um tað mundið, sum Føroyar
komu á altjóða fótbóltspallin.
Fyrsta uppgávan hjá mær var at
gera eina upptakt til dystin móti
Eysturríki, men tað var ongantíð
so, at eg droymdi um at gerast
útvarpsmaður. Ikki tí. Eg var ofta
hugtikin av frásagnunum hjá
Magna og Jógvan, og ikki minst
dámdi mær at lurta eftir BBC
Five, sum í Bryon Butler hevði
ein framúr frásøgumann. Bæði tí
hann hevði eina góða rødd, men
eisini tí hann var ein framúr
orðsnillingur. Við beinleiðis
frásagnum kanst tú jú ikki hugsa
alt ov nógv um orðini, men hjá
honum var hetta púrasta náttúr-
ligt. Tað er eisini hetta, sum er so
spennandi við hesum. Tú skalt
siga tingini, júst tá tey henda, og
so skal tað sita.
- Hetta økið áttu Magni og
Jógvan tó heilt, og tað var heldur
eingin, sum droymdi um at
skúgva teir til viks. Men tá
Magni so gjørdist stjóri á
Atlantic, skuldi okkurt henda.
Fyrst var tað Tórður Mikkelsen,
sum tók yvir, men knappliga
einaferð fekk Jógvan forfall, og
so varð heitt á meg. Eg gjørdi so
av at royna, men samstundis
gjørdi eg upp við meg sjálvan, at
um eg ikki kom heilt skjótt á
rætta lagið, so gavst eg.
- Tað mundi tó ganga á eini
leið, og í ’96 var eg so fyrstu
ferð til landsdyst, tá vit á heima-
vølli taptu 1-2 fyri Slovakia.
Síðani havi eg við einum undan-
taki verið til allar dystirnar, og
tað hevur givið mær nakrar
ótrúligar upplivingar. Eg havi
sum so ikki verið tann stóri
ferðamaðurin, men í starvinum
havi eg verið víða, so eg havi
avgjørt fingið nakrar upplivingar,
sum eg ikki hevði fingið annars.
Eisini hóast tað oftast er av-
markað, hvat tú hevur stundir at
síggja.
- Og so er tað eisini nakað
serligt at ferðast við landslið-
num. Tað eru vit móti teimum
stóru, og so hevur eisini verið
gott samanhald á ferðunum. Tað
er okkurt ævintýrligt við at
ferðast til hesar stóru dystirnar,
og tú verður bitin av tí. Til dømis
hevur Jógvan nú verið við øll
árini, og eg rokni ikki við, at
hann sleppur tí fyribils. Onkur
helt kanska, at hann fór at
gevast, tá Uni ikki longur var har
at skjóta málini, men tað ger ikki
mun. Hann var jú eisini partur av
hesum áðrenn tað.
- Og samstundis er tað eitt
sindur løgið, at eg nú arbeiði
saman við Jógvan. Eg havi altíð
verið eitt sindur hugtikin av
hesum við útvarpan, og har
hevur Jógvan jú verið ein
katalysator her í Føroyum.
Onkursvegna hevur man altíð
sæð upp til hann, og hesin
hátturin at siga frá er jú nakað
serligt. Ikki minst, tá sjónvarp og
internet als ikki var til.
Hann sigur tað ikki sjálvur,
men í dag munnu tey flestu nokk
ásanna, at lærlingurin er vorðin
vaksin. Ein frásøgumaður við
sínnum egna samleika, sum uttan
iva er vorðin eitt slag av fyri-
mynd hjá einum nýggjum ættar-
liði. Eitt ættarlið, har onkur
kanska longu nú gongur við
einum lítlum útvarpsmanni í
búkinum. Og hvør veit. Kanska
verður ein av hesum einaferð
tann, sum stendur undir liðini á
Suna Merkistein, tá frásagnir
skulu sendast úr Rom ella
London.
Suni Merkistein
Føddur 10. mai 1965
Giftur Herborg Vilhelm, vanliga nevnd Lilla
Pápi at Janu (8 ár) og Bjørt (4 ár)
Fakta
Glámlýsi
Føroya Skúlabókagrunnur
hevur givið út Glámlýsi eftir
Regin í Líð sum skúlaútgávu.
Hetta fyrsta stuttsøgusavnið á
føroyskum kom fyrstu ferð út
í 1912. Í hesari útgávuni eru,
umframt tær tríggjar stutt-
søgurnar, ymisk verkevni og
eftirskrift, ið Kirsten Brix,
studentaskúlalærari, hevur
skrivað. Bókin er fyrst og
fremst ætlað til undirvísing á
miðnámsskúlastigi, men er
annars væl egnað til sjálv-
lesnað hjá bókmentaáhugað-
um fólki yvirhøvur.
Regin í Líð er dulnevni
fyri Rasmus Rasmussen
(1871-1962). Rasmus á
Háskúlanum hevði óvanliga
ríkar gávur og var ógvuliga
arbeiðssamur. Hann var
háskúlalærari, granskaði
plantufrøði, var skrivari í
Føroya Fiskimannafelag og
blaðstjóri á blaði felagsins
FF. Hann var íðin grein-
skrivari, politikari, týðari og
rithøvundur. Sum rithøvundur
var Regin í Líð slóðbrótari,
og var tað hann, ið eisini
skrivaði ta fyrstu føroysku
skaldsøguna, Bábelstornið
(1909).
Kirsten Brix skrivaði í
2002 ph.d.-ritgerð um prosa-
skaldskapin eftir Regin í Líð.
Hugskotið at skriva eina bók
til bókmentaundirvísing kom
sum eitt framhald av tí ar-
beiðnum. Her eru verkevni,
sum eru knýtt at sjálvum
tekstinum, og størri og meira
umfatandi verkevni, ið eru
ætlað at seta søgurnar í
rúmari høpi, bókmentaliga,
mentanarliga og bókmenta-
søguliga. Í eftirskriftinum
aftast í bókini greiðir Kirstin
Brix frá, hvussu hon tulkar
tær tríggjar søgurnar í Glám-
lýsinum, og síðani vísir hon á
tey serligu eyðkenni, stutt-
søgan eftir Regin í Líð eftir
hennara tykki hevur. Vón
hennara er, at arbeiðið við
hesum spennandi skaldskapi
gevur lesaranum íblástur til at
fara víðari.
Glámlýsi er 147 blaðsíður
og kostar 148 krónur. Perm-
una við mynd eftir Sámal
Elias Mikines hevur Grafik
Studio gjørt, og Hestprent
hevur staðið fyri prentinum.
C
M
Y
K
31
30