Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. september 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 • leygardagur • 13. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Hvørki B68 ella NSÍ halda seg at hava nakað at lata av, tá ið báðir partar í morgin fara at stríðast fyri at halda tørn um gull- møguleikan UPPTAKT Jóannes Hansen Tað er einki at liggja om- aná. Lykladysturin fram um allar hinar í hesum umfar- inum verður tann á Svanga- skarði. NSÍ fer út at vitja grannarnar, og tað stendur nógv upp á spæl. Um NSÍ skal halda tørn um møgu- leikan at vinna fyrsta FM heitið, so mugu teir fáa øll stigini inn aftur við. NSÍ hevur ikki ofta vunnið í landskappingini, tá ið teir hava verið á Toft- um, men tað er komið fyri. Í 1987 og í 1991 vunnu teir 1–0, og í 1997 vunnu teir 2–0. Hjá NSÍ eru allir spælararnir tøkir uttan Ian Højgaard. Hann er bæði leikbannaður og skaddur. Ímóti EB/Streymi næst- síðsta mánakvøld fell hann triðja gula kortið. Tá var hann á veg ímóti útskifting orsaka av vøddaskaða. Skaðin plágar framvegis. Jens Martin Knudsen og Helgi L. Petersen hava seinastu vikuna verið upp- tiknir av landsliðnum. Jógvan Martin Olsen hevur eisini verið upptikin av landsliðnum. Men mána- kvøldið og týskvøldið vandi hann NSÍ, meðan hann samstundis var við í fyrireikingunum til lands- dystin ímóti Litava. – Tað verður strevið, og tað verður ikki lættari, um veðrið verður so vánaligt, sum hann hóttir við. Tá verður talan um meiri stríð enn spæl, og so kann tilvildin avgera, staðfesta teir í Runavík. Allar kanónirnar tøkar B68 hevur havt nógvan undanvind síðani summar- frítíðina. Teir hava vunnið allar fýra ferðirnar, og mál- munurin i hesum dystunum hevur verið 8–1. Petur Mohr og hansara menn hava vant uttan tríggjar landsliðsspælarar í meiri enn eina viku. Allir tríggir – Fróði Benjamin- sen, Hans Fróði Hansen og Jann Ingi Petersen – spældu allar 90 minuttirnar á tamb mikukvøldið. Eingin B68 spælari er skaddur og eingin er leik- bannaður. Hans Fróði, sum fekk løst í knæið næstsíðsta sunnudag, spældi miku- dagin við stórum bindi um beinið. Av Toftum verður sagt, at alt bendir á, at Hans Fróði verður førur fyri at spæla í morgin. John Heri Dam hevur seinastu vikurnar undan vikuskiftunum ferðast millum Danmark og Før- oyar. Hann kom upp longu hóskvøldið. – Tað hevur gingið væl hjá okkum, og úrslitini seinast lagaðu tað soleiðis, at vit nú eru betri fyri á støðutalvuni, enn vit hava verið fyrr í ár. Men vit eiga sera torførar uppgávur eftir. Ikki minst dysturin ímóti NSÍ í morgin og tann ímóti HB í Gundadali næsta sunnudag fara at verða rættuliga avgerandi fyri, hvussu tað fer at enda hjá okkum, siga teir á Toftum. B68, sum hevur tryggjað sær silvur- merkini, hevur framvegis evarska lítlan møguleika at spenna bein fyri KÍ og harvið at vinna fyrstu gullmerkini 1. DEILD KVINNUR Jóannes Hansen Tað hevur alt kappingar- árið ligið í kortunum, at KÍ skuldi vinna fjórða FM heitið á rað, og nú eru tær í Klaksvík rættu- liga tætt við at hava tryggjað sær meistara- skapin. Seinnapartin í morgin fer KÍ at spæla á Svanga- skarði. Um KÍ í minsta lagið fær eitt stig, so hava tær vunnið FM. Um tað ikki eydnast KÍ at fáa stig á Toftum í morgin, so hava tær í Klaksvík nýggjan møguleika at tryggja sær eitt stig annað vikuskifti, tá ið HB skal spæla í Klaks- vík. Einasti kappingarneyt- in hjá KÍ um FM heitið er B68. Toftakvinnur hava tryggjað sær silvur- merkini, og tær hava evarska lítlan møguleika fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna gull. Møguleikin er í, at tær í morgin fara at megna at vinna á KÍ,og at tær í síðsta umfarinum á útivølli fara at vinna ímóti B36, samstundis sum HB fer at megna at vinna í Klaksvík. B68 hevur framvegis teoretiskan møguleika, og í Klaksvík siga tær seg ikki taka nakað sum givið. Men neyvan nakar annar roknar við, at KÍ kvinnurnar, sum hava verið fullkomuliga suve- renar í fleiri ár, fara at heilkiksa tvær ferðir á rað. Dystir um vikuskiftið Tíverri vóru dómaraásetingarnar til dystirnar okkum ikki í hendi við evstamark 1. deild 14.09 KÍ-Skála 14.09 B68-NSÍ 14.09 EB/S-HB 14.09 VB-GÍ 14.09 B36-FSV 2. deild 13.09 Sumba-B71 13.09 AB-B36 13.09 TB-ÍF 13.09 KÍ-VB 13.09 LÍF-B68 3. deild 14.09 EB/S-HB 14.09 ÍF-NSÍ 14.09 B36-FSV 14.09 TB-Skála 14.09 Royn-GÍ Av stigatalvuni fyri aðru deild framgongur, at dyst- urin, B36-TB, enn ikki er leiktur. Hesin skuldi upp- runaliga verið leiktur 7. september, men orsakað av landsdystunum er dysturin fluttur til hósdagin, 18. september. B68-NSÍ: Toppdysturin verður á Svangaskarði John Heri Dam hevur fleiri ferðir ferðast úr Danmark at hjálpa B68, og tað hevur hann eisini gjørt hesaferð KÍ kvinnurnar kunnu vinna FM í morgin 33 10 Sosialurin Nr. 173 -13. september 2003 Eftir hálvan triðja mánaða í Norðurlondum, kendist tað hálvgum eksotiskt at koma aftur til Spania. Tá mann hevur búð eina tíð í einum øðrum landi, varnast mann so líðandi ikki longur tey fremmandu viðurskiftini sum mann í fyrstani helt vera so hugtakandi øðrvísi. Tí var tað so serstak- liga deiligt at koma aftur til Spania og kenna undranina yvir eina aðra mentan. Tað er næstan einki sum er so lívsjáttandi sum at flørta, og um mann heldur, at tað spælið er stuttligt, so er Spania rætta landið at vitja. Sostatt vóru Freyja og eg ikki meira enn komnar út úr flogvallarbygn- inginum, og yvir til busskýlið, fyrr enn ein ungur maður reistist. Hann eygleiddi okkum smílandi eina løtu, kom síðan yvir, og helt fyri, at tað líktist ongum, at tvær so vakrar dam- ur sum vit ferðaðust einsa- mallar, at eingin sterkur maður var at hjálpa okkum við viðfør- inum. Freyja byrjaði at greiða honum frá, at pápin kom seinni - um tvær vikur. Tann myrkoygdi ungi mað- urin lurtaði álvarsliga eftir Freyju, og helt so fyri, at eftir- sum eingin maður kom at hjálpa okkum fyrr enn um tvær vikur, so mátti hann taka sær av okkum í dag. Eg royndi at sláa tað upp í látur, men júst tá kom bussurin. Tann ungi maðurin tók galant meginpartin av við- førinum, og læt meg ikki so frægt sum gjalda ferðaseðilin í bussinum. Hann setti viðførið frá sær, og fekk so ein ungling at reisa seg, so Freyja fekk sess í tí fulla bussinum. Tá vit komu til ta stóru buss- støðina inni í Malaga, haðani vit skuldu við einum øðrum bussi víðari til Granada, kom maðurin við okkum, hann skuldi so avgjørt hjálpa okkum við viðførinum. Í hátalarunum søgdu tey júst tá, at bussurin til Granada fór um fimm minuttir - har fór við øðrum orðum ikki at verða nóg nógv tíð til at keypa ferðaseðlar, sum máttu keypast inni á sjálvari støðini, men spaniólin var virkisfúsur, segði, at hann skuldi fara yvir til bussin við viðførinum og Freyju, meðan eg rann inn at keypa ferðaseðlarnar - hann skuldi nokk halda bussinum til eg kom. Tá eg kom aftur, stóðu Freyja og maðurin og flentu at onkrum. Bussurin bíðaði bara eftir mær, vit kystust á báðar vangar sum man ger í Spania, og eg takkaði honum so miri- liga, so fingu vit enn einaferð at vita, hvussu fagrar vit vóru, eitt seinasta leikandi smíl, og burtur var hann. Fyrr plagdi eg at gerast ørg inn á slíkar menn, sum ota seg inn á ein, men eftir eina langa samrøðu, eg einaferð hevði við ein mann úr Jamaica um júst slíkan mansligan atburð, broyttist mítt sjónarmið so líðandi. Hann greiddi mær frá, at menn als ikki bera seg soleiðis at tí teir ikki virða kvinnur, men heldur tvørtur- ímóti, tí at kvinnan er tað mest fantastiska sum er, og hon hevur krav uppá, at man vísir henni tað í gerð og orðum. Hann segði eisini, at tað als ikki nýtist at liggja nakað meira aftan fyri slíka framferð, og at vit nútímans kvinnur heldur enn at gerast illar og fornerm- aðar, áttu at blivið glaðar og tikið ímóti tí hjálp og teimum føgru orðum, sum okkum bleiv bjóðað. Eg haldi jamaicamað- urin sum heild hevði rætt. Tað er nógv stuttligari tá vit tora at samskifta við fremmandafólk, - tað er sjálvt møtið millum menniskju, sum ger tað spenn- andi at liva, ikki minst møtið við tað ókenda, og um eitt lítið lívsjáttandi flørt so eisini fylgir við - ja so ongantíð betur. Tað lívsjáttandi spanska flørtið TELDUBRÆVIÐ Frá: Durita Holm, Spania, durita75@hotmail.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Øssur Egholm, útvarpsmaður Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Nei, tað nærmasta vit koma einum ljóðføri, var ein gamal reyður »kuffertplátuspælari« sum vit áttu, men nakað veruligt ljóðføri var ikki í húsinum, tey fyrstu árini eg minnist. Spælir tú nakað ljóðføri? – Ikki tað stóra, men sum smá- drongur átti eg ein kassaguittara, ið eg minnist bleiv keyptur frá Simma fyri 145 kr. og eitt sindur seinni fekk eg so eisini eitt trummusett, men tann stóra tónleikastjørnan gjørdist eg nú ongantíð. Syngur tú undir brúsuni? – Mær dámar væl at tríva í ein sang nú og tá, serliga um eg samstundis havi hann á fløguspælaranum, men undir brúsuni havi eg ongantíð sungið, og má viðganga at eg ongantíð rættiliga havi skilt, at tað júst skal verða útvalda staðið hjá summum at útliva sítt sangtalent. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Ja, aftaná at hasin guittarin, eg nevndi í áðni, var komin í húsið, og tey fyrstu 3 grebini sótu, vóru dreymirnir stórir og fagrir. Vin- menninir og eg høvdu orkestur í einum gomlum súrhoyggja- brunni, har einasta veruliga ljóð- førið var hesin góði kassaguitt- ari, restin var køkudósir, omo- trumlur og annað, ið larmast kundi við. Men hugsi, at neistin kólnaði nokkso skjótt, og síðani hava teir dreymirnir ligið á einum sera lítlum staði. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Haldi at hann hevði meira at siga fyri meg fyrr enn nú. Fyrr kundi eg ikki verða inni meir enn lítla løtu, uttan at okkurt var sett á plátu- og seinni fløguspælaran. Í dag dámar mær betur, at tað er friðarligt kring meg, seti sjáldan tónleik á uttan til okkurt serligt høvi. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Bondini kunna teljast á aðrari hondini, pláturnar eru heldur ikki tær nógvu, kanska einar 60-70, meðan fløgurnar munna tátta í einar 800. Hvør er tín yndisfløga? – Tað er sera ilt at svara, men ein sangari og sangskrivari, mær altíð hevur dámt væl, er Albert Hammond, og savnsfløgan hjá honum er avgjørt millum favo- rittarnar. Hon er eisini javnan í spælaranum og vendir, tá okkurt serligt er á vási. Ein onnur, ið mær eisini dámar rættiliga væl, er »Kærleikans Vallaraheim« hjá Millum Frændum. Hvørja fløgu hevði tú ikki vilja átt, um tó so fekk pengar aftur fyri? – Hatta var uppaftur verri at svara. Men hon hjá bólkinum 200 er tann fyrsta, ið rennir mær til hugs. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Tað eru fleiri. Eg havi til dømis lisið um onkran, ið hevur eggjað fólki til at tikið lívð av sær. Slík- ir sangir áttu ongantíð at havt sæð dagsins ljós. Hvat er píniligasta fløgan tú eigur? – Tað haldi eg næstan er ein við Kjell-Elvis, henni eri eg ikki júst errin av. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – Konan og eg vóru í Bulgaria í summar, og har royndi eg meg mín sann sum karaoke-sangara, meira enn ta einu ferðina. Og skal eg sjálvur døma, so haldi eg, at eg kom frægast frá Yellow submarine, so helst hevði tað verið hann, eg aftur hevði valt. Eg kann skoyta upp í, at eg hinvegin avgjørt ikki kom væl frá Living next door to Alice. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Hann kann verða so nógvur, tað veldst um hugnan. Er tað romantiskur hugni eru Michael Learns to Rock avgjørt ikki at forsmáa, men er hugnin meira veitslukendur, so kann tað verða alt frá Vikingarna til White Lion. Hvønn tónleik vil tú helst hoyra sunnumorgun? – Sunnumorgun vil eg hava frið. Lurti hvørki eftir útvarpi ella tónleiki. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Tað er avgjørt jazzur. Hvør tónleikur fær teg út á dansigólvið? – Tá John Lennon útfoldar seg við »Rock'n Roll Music«, siti eg ikki leingi stillur. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – Tað er sangurin um »Min firbente ven«. Minnist at pápi mín átti eina 78'-plátu við Arne Bendixen, har tann sagnurin var á, og hann er tann fyrsti, eg minnist meg at hava dámt. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – Mær hevur altíð dámt góðan sálmasang, so tað skuldi verið onkur vakur sálmur, ið hóskaði til høvið. Hvør er tann besta konsertin ið tú hevur verið til? – Eg havi verið til nógvar góðar konsertir millum ár og dag. Tann fyrsta veruliga var við Sweet niðri í Falkonerteatrinum í Keyp- mannahavn í februar mánaði í 1978. Og púra býttur, sum eg var í teimum tá (og kanska ikki heilt frítt enn), so stendur hon sum tað størsta upplivilsið av sínum slag. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Brian Connelly úr Sweet hevði eg avgjørt vilja hitt, men hann er tíverri ikki millum okkum long- ur. Men ein annar, ið eg eisini kundi hugsað mær at heilsa upp á, er Mike Tramp, sum byrjaði sína karrieru saman við børnum og ungum í Vesterbro ungdoms- gård, og sum seinni gjørdist heimsgitin við White Lion. C M Y K 32