Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. september 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 13. september 2003 35 Tølini tala Hjálagda talvan sýnir, hvussu tað hevur tørnað út, tá mótstøðuliðini sunnu- dagin hava leikt tilsvarandi dystirnar í bestu mans- deildini seinasta tíggjuára skeiðið Fimm leikarar av teimum, sum vanliga eru millum teir fyrstu ellivu, verða helst ikki við í Havn um vikuskiftið UPPTAKT Jákup Mørk B36 og FS Vágar torna saman í Gundadali sunnu- dagin, og á pappírinum er hetta ein uppgerð, har heimaliðið er greiður favorittur. Og hetta heitið gerst neyvan minni av, at tað nú má røkka ella støkka hjá árstalsfelagnum. Snøgt sagt, so skulu sein- astu fýra dystirnir geva fýra stig, um nøkur vón skal vera fyri gullinum, og so er enntá ikki víst, at tað er nóg mikið. Men í øllum førum, so tykist B36 at vera so væl fyri, sum til ber, nú enda- spurturin er í hæddini. Einasta leikarin, sum hevur drigist við skaða, er Pól Thorsteinsson. Hann noyddist aftur hesa ferð úr einum landsdysti við eini eymari hælsinu, men tá vit hósdagin frættu úr Gunda- dali, var tó roknað við, at hann fór at spæla. Nógv frávera Hjá vágamonnum stendur hinvegin einki serligt til við fólki. Eftir seinasta dyst var greitt, at Sjúrður Ellefsen var leikbannaður, og tí ikki fekk verið við, og hartil tykist tað eisini so, at einir fýra aðrir av føstu leikarun- um ikki eru tøkir. Ringast stendur helst til hjá Bjarna Prior. Undir venjing í vikuni rendu hann og Jack Johansen saman í einum luftdysti, og úrslitið var eitt brotið kjálkabein, so hann verður neyvan tøk- ur aftur í ár. Hartil er Jó- hannis Joensen sera iva- samur vegna knæskaðan, sum eisini noyddi hann at geva landsliðsavboð. Rus- lan Screlea hevur ikki vant í vikuni, og tað hevur Silva heldur ikki. Eisini hjá teim- um báðum eru tað skaðar, sum gera um seg. Og tað er næstan ringast hugsandi tíðspunkt, at skaðarnir nú tykist rapa oman yvir vágamenn. Skal sleppast undan dystum um upp- og niðurflyting, so skulu stig helst koma skjótt á kontina, og hartil kann liðið enn ikki kenna seg heilt trygt í at enda oman fyri Skála. So hóast fráveruna, so er einki at ivast í, at FS Vágar fer at seta nógv á í Gunda- dali, og so er spurningurin bara, um hetta fer at verða nóg mikið. Venjingarnar í hesi vikuni tykjast bera boð um, at klaksvík- ingar kenna sviðan av, at teir eru endaðir í ongamanna landi UPPTAKT Jóannes Hansen Tað dregur saman um hjá Skála, men enn halda teir ikki allar møguleikar vera burtur fyri at varðveita plássið í 1. deild. Eftir vitj- anina í Klaksvík fer Skála at fáa vitjan av VB, áðrenn teir skulu vestur í Vágar og síðani runda av á heima- vølli ímóti EB/Streymi. Hjá Skála eru tað fimm stig fram til FS Vágar, og á Skála síggja teir ávísar møguleikar fyri at hølva eitt sindur av muninum í morgin – treytað av at B36 vinnur á FS Vágum. Uppmøtingin til venjingar á Skála er góð, og hóast soltnu úrtøkuna verður hugurin og intensiteturin sagdur framvegis at vera til staðar. Tá ið Skála á heimavølli tapti 2–0 ímóti GÍ, var Pauli G. Hansen ikki tøkur, tí hann var skaddur. Hann er við aftur. 17 ára gamli Heini Kristiansen hevur vart málið tær seinastu ferðirnar, og tað fer hann eisini at gera í Klaksvík. Eugen Voda, sum vardi málið fyrr í summar, var herfyri so óheppin at detta á súkklu. Økslin tók, og skaðin er so meinur, at einki røkist fyri, at mál- verjin verður við aftur í ár. Gira niður KÍ er á fimta plássinum. Tað eru átta stig til bronsu- plássið, og klaksvíkingar tykjast at hava staðfest, at í ár fara teir ikki at røkka fram millum tey bestu. At teir eru í so at siga onga- mannalandi tykist hava havt árin á hugin at venja. Í hesi vikuni hevur venjarin, Jan Joensen, verið burtur- staddur í arbeiðsørindum. Týskvøldið og aftur hóskvøldið vóru verri enn so allir í 1. liðs hópinum til venjingar. Atli Danielsen er einasti KÍ spælarin, sum seinastu vikuna hevur verið burturfrá í landsliðsørind- um. Eingin KÍ spælari er leik- bannaður. Tá ið vit fregn- aðust, var tað ikki greitt, um allir verða førir fyri at spæla í morgin. Teir kunnu vóna, at tað verður sum hjá danska EM landsliðnum í 1992, sum uppundir sjálva kappingina hevði vant nógv minni enn mótstøðuliðini, men kortini stóð seg betri enn øll hini! Í fimta umfarinum vann KÍ 2–0 á Skála. B36-FS Vágar: Viknaðir vágamenn Vágamenn mugu vera fleiri týðandi leikarar fyriuttan, tá teir sunnudagin skulu royna seg í Gundadali KÍ-Skála: Skálamenn halda seg framvegis hava møguleika Skálamenn hava vónir um, at tað um vikuskiftið ber til at minka um munin til FS Vágar 35 34 Nr. 173 - 13. september 2003 Gøtumenn tykjast longu vera farnir undir fyrireiking- arnar til komandi kappingarár UPPTAKT Jákup Mørk Einki er at ivast í, at nú vilja vágbingar sleppa heilt burtur frá niðaru sessunum, sum teir hava átt at kalla alt árið. Seinastu vikurnar hevur eisini ein ávís framgongd verið at hóma, men enn er liðið bert fimm stig undan FS Vágum á níggjunda plássið. Beint omanfyri VB er GÍ, og tí er tað einamest ein uppgerð um at sleppa úr botninum, sum stendur á skránni á Eiðinum í dag. Og vágbingar eru á leið í sterkastu uppstilling, nú teir fara undir seinastu av- bjóðingarnar. Verjuleikarin, Dejan Nikolic, er av per- sónligum ávum farin aftur til heimlandið, og tað er sjálvandi ein saknur í verjupartinum. Hinvegin loysir tað upp fyri trupul- leikanum, sum liðið hevur havt, nú fimm útlendingar hava verið í hópinum. Eingin onnur frávera tóktist vera á liðnum, tá vit hós- kvøldið høvdu samband við vágbingar, so fortreyt- irnar fyri einum góðum úrsliti áttu í øllum førum at veri til staðar. Málverjin farin Hjá GÍ hevur árið í ár verið eitt slag av uppbygging, har tosið heldur hevur verið um langsiktaða menning. Tað var sum so helst eisini neyðugt, nú at kalla eitt heilt ættarlið fór á fótbólts- pensión í senn. Og sum støðan er í løt- uni, so kann liðið ikki røkka stórt annað enn eina plasering í miðjuni, og tí er tosið longu nú farið at snúgva seg um komandi kappingarár. Ein avleiðing av hesum er, at tað helst verður Hallur Hansen, sum fer at verja málið í Vági um vikuskiftið. Her hevur GÍ annars havt ein pólvera standandi, men sum skilst er hesin nú farin av landin- um. Í aðrar mátar hevur GÍ tó okkurt at fegnast um. Eftir drúgva fráveru er leikandi venjarin, Krzystof Pop- czynski nú farin undir venj- ingarnar aftur, og einki er at ivast í, at saknurin í honum hevur verið stórur. Hin- vegin tóktist lítið sannlíkt, at Gidek verður førur fyri at spæla, og eisini valdar ivi um Pól Ennigarð. Hann hevur tó vant nakað í vikuni. Og eitt vápn hevur GÍ í øllum førum. Fáa teir frí- spark nærhendir brotsteig- inum, hava teir í Súna Olsen ein skjútta, sum sjálvt Real Madrid uttan iva hevði vilja havt á liðnum. EB/Streymur hevur hvørja ferð fingið stig, tá ið hini trý toppliðini hava vitjað á Mølini fyrr í ár UPPTAKT Jóannes Hansen Óvæntaði javnleikurin á heimavølli ímóti VB næst- síðsta sunnudag bar við sær, at tað brennur meiri undir HB undan vitjanini á Eiði, enn tað varð roknað við fyri tveimum vikum síðani. Kanska verður illveðrið, sum veðurmaðurin hevur boðað frá í vikuskiftinum, ikki so hart á Mølini, tí hann hevur sagt frá lágætt. Men um avrikini og úr- slitini hjá EB/Streymi á heimavølli ímóti hinum oddaliðunum verða nýtt sum metingargrundarlag, so er tað ikki órímuligt at rokna við, at HB kemur í tungan sjógv. Í HB verður sagt, at har er einki at tosa um. Teir eru noyddir at fara eftir øllum stigunum. Tað verður ásannað, at tað verður torført, men teir siga seg rokna við, at tað fer at bera til at vinna. Fyrr í ár hevur EB/ Streymur spælt B68, B36 og NSÍ puss á Mølini. Í fyrsta umfarinum endaði tað 2–2 ímóti B68, ímóti NSÍ endaði tað 1–1, og B36 tapti 3–1 á Eiði. Tá ið HB og EB/Streymur spældu í Gundadali, vóru gestirnir rættuliga grammir fyrstu løtuna, men teir fingu onga úrtøku, og so vann HB sín størsta sigur í ár. Úrslitið gjørdist 5–0. Hjá HB eru allir spælar- arnir tøkir uttan Nicu Dog- aru, sum er leikbannaður. Hann hevur ikki verið millum teir fyrstu ellivu í trimum teimum seinastu umførunum. Tór–Ingar Akselsen, Rógvi Jacobsen og Andrew av Fløtum vóru burtur frá venjing frá mikukvøldinum í síðstu viku og inntil í fyrrakvøld- ið. Teir vóru á landsliðnum, men eingin teirra spældi alla tíðina mikukvøldið. Rógvi Jacobsen og Tór– Ingar Akselsen komu inn í 2. hálvleiki. Hjálpa B36 Á EB/Streyma liðnum er størsta ivamálið, um Sorin Anghel verður førur fyri at spæla. Tað hevur gingið illa hjá honum at sleppa av við vøddaskaða. Hann var ikki við ímóti NSÍ. Síðani hevur hann fingið viðgerð. Týs- kvøldið vandi hann, og teir vóna í EB/Streymi, at hann verður førur fyri at spæla í morgin. Magni á Lakjuni hevur verið burturstaddur. Hann skuldi í gjárkvøldið venja fyri fyrstu ferð í hesi vikuni, og teir rokna við, at hann og allir hinir verða tøkir í morgin. Í EB/Streymi eru nógvir fyrrverandi B36 spælarar. Teir hava fyrr í summar vunnið tvær ferðir 3–1 á B36. Nú síggja teir seg hava møguleika at hjálpa gomlu liðfeløgunum. Tað fara teir at gera, um teir megna at taka stig frá HB. Tað fara teir at royna, men úr EB/Streymi verður sagt, at uppgávan hjá teimum gjørdist ikki lættari av, at HB misti stig ímóti VB. Heldur siga teir seg rokna við, at tað verður uppaftur torførari. Í fjør vann EB/ Streymur í 8. umfarinum 2–1 á heimavølli ímóti HB. Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 14 9 -4 - 1 33 14 19 31 2 B68 14 8 -5 - 1 20 8 12 29 3 NSÍ 14 8 -4 - 2 26 11 15 28 4 B36 14 9 -1 - 4 28 15 13 28 5 KÍ 14 6 -2 - 6 17 22 -5 20 6 EB/Streymur 14 5 -4 - 5 24 28 -4 19 7 GÍ 14 4 -4 - 6 16 22 -6 16 8 VB 14 3 -4 - 7 15 24 -9 13 9 FS V 14 2 -2 -10 18 34 -16 8 10 Skála 14 1 -0 -13 8 27 -19 3 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 ÍF 14 10 -3 - 1 28 10 18 33 2 TB 13 8 -2 - 3 42 17 25 26 3 Sumba 14 7 -4 - 3 26 13 13 25 4 VB 14 6 -2 - 6 27 17 10 20 5 AB 14 5 -5 - 4 25 18 7 20 6 KÍ 14 6 -1 - 7 29 40 -11 19 7 B36 13 5 -3 - 5 22 18 4 18 8 B71 14 4 -2 - 8 18 20 -2 14 9 LÍF 14 4 -1 - 9 17 38 -21 13 10 B68 14 2 -1 -11 8 51 -43 7 EB/Streymur-HB: Nú skal HB standa sína roynd VB-GÍ: Nýggjur málverji í Gøtu EB/Streymur hevur fleiri ferðir staðið seg heilt væl á heimavølli í ár, og sunnudagin fara teir enn einaferð eftir øllum Hjá bæði VB og GÍ ræður nú um at sleppa heilt burtur frá niðara endanum, so talan ikki verður um alt ov spentar støður seinastu umførini C M Y K 34