leygardagur 13. september 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 173 - 13. september 2003
Kappingarnevndin
hjá FSF hevur gjørt
av, at AB verður dømt
at tapa dystin, sum
teir annars vunnu 2-0
á Sumba
KÆRA
Jákup Mørk
Mikið rok tók seg upp, eftir
at AB tann 30. august hevði
vunnið 2-0 á Sumba í aðru
deild. Fyri sumbingar var
hetta ein stórur smeitur í
royndunum at vinna sær
uppflyting, men tað var nú
ikki hetta, sum rokið stóðst
av.
Sumbingar vildu nevn-
liga vera við, at annar av
málskjúttunum hjá AB í
dystinum, Tom Iburg, ikki
hevði loyvi at spæla. Hann
hevði ananrs fingið leik-
loyvi frá FSF stutt undan
dystinum, men sumbingar
mettu, at hetta varð givið
undir skeivum fortreytum.
Villleiðandi
upplýsingar
Orsøkin til, at FSF av
fyrstan tíð hevði útskrivað
leikloyvið, var, at AB vísti til
grein 14 í kappingarreglun-
um, har tað verður staðfest,
at um leikari flytir av
landinum, so var ikki talan
um at skifta felag. Hetta
viðvirkaði til, at FSF góðtók
at víkja frá regluni, sum
sigur, at leikari ikki kann
skifta felag eftir 10. aug.
AB grundaði hetta á, at
leikarin hevði verið bú-
sitandi í Danmark, og tað
var hetta, sum sumbingar
ikki vildu góðtaka. Leik-
arin hevði nevnliga ongan
tíð flutt bústað úr Føroyum.
At málið síðani hevur
fingið drúgva viðgerð hjá
FSF komst av, at ivi var um,
hvussu kæran skuldi við-
gerast. Leikloyvið varð alt
fyri eitt tikið aftur, men
spurningurin
var,
hvat
skuldi henda við dystinum.
Sambært kappingarreglun-
um kann eitt felag nevnliga
rokna leikaran sum lóg-
ligan, hava teir móttikið
leikloyvið frá FSF, og tað
hevði AB jú.
Upprunaliga skuldi við-
gerðin av málinum fara
fram, tá kappingarnevndin
hevði fund á Skotlands-
ferðini herfyri, men tá
Christian Andreasen, sum
umframt nevndarsessin er
løgfrøðingur, ikki fekk
verið við á ferðini, varð av-
rátt at bíða við endaligu
viðgerðini.
Ístaðin var hendan so á
Svangaskarði mikukvøldið,
og her varð avgerð tikin
um, at AB skuldi dømast at
tapa dystin. Okkum eydn-
aðist ikki at fáa viðmerk-
ingar frá kappingarnevnd-
ini, men tað er einki at ivast
í, at hendan støðan er tikin,
tí leikloyvið upprunaliga
varð grundað á villeiðandi
upplýsingar, og at nevndin
tí hevur vikið frá reglunum
um, at felagið ikki kann
lastast, hava teir fingið
leikloyvið.
Sostatt skiftu trý stig
hendur mikuvkøldið, og
fyri sumbingar merkir hetta
í øllum førum, at teir nú
aftur eru við í stríðnum um
uppflyting. Bert eitt stig
aftanfyri TB. Hjá AB er
støðan nú hinvegin tann, at
liðið misti eitt stórt fet í
uppflytingarstríðnum.
Hvat við leikaranum
Spurningurin er so, hvat
hendir
við
leikaranum
sjálvum. Áðrenn ætlaða
skiftið til AB var hann
skrásettur hjá B36, og tað
er hann sum so framvegis.
B36 hevur eisini sagt, at
teir fegnir vilja nýta leikar-
an, men spurningurin er nú
bert, hvørt hann hevur
loyvi til hetta. At leikloyvi
er í lagi, er einki at ivast í,
men reglurnar siga eisini, at
tað
skala
ganga
ein
mánaður ímillum dystir, tá
áhugaleikari skiftur felag.
Spurningurin er tí í løtuni,
hvørt Tom Iburg var á AB-
lið-num, tá dysturin móti
Sumba varð leiktur ella
ikki.
Toppdystur
á Sevmýri
AB tapti dystin
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin
13.
sept.
klokkan 19:30 og sunnu-
dagin 14. sept. klokkan
16:00, verur upplestur í
Meiarínum.
Oddfríður
Marni Rasmussen fer at
lesa upp egnar yrkingar og
tekstir, ið nevnast "Gráir
týdningar".
Saman
við
honum spæla tónleikararnir
Kristian Blak á pumpu-
orgul, Andras Olsen á
trombon og Rógvi á Rógvu
trummur og slagverk.
Tekstirnir eru skrivaðir
innan tey seinastu tvey
árini. Meginparturin er
skrivaður um eina ferð í
USA. Gjøgnumgangandi er
hetta fyribrigdi - ikki at
minnast - ikki gloymskan
sum so, heldur eitt slag av
minnisloysi.
Upplesturin er í trimum
pørtum, sum verða lisnir
samanhangandi.
Fyrsti
partur er skrivaður sum
stuttfilmar. Annar partur
sum ein long yrking og
triðji partur er skrivaður
sum málningar. Leikluturin
hjá tónleikarunum, er at
virka sum mótspæl og
viðspæl til tekstirnar, ið
verða lisnir.
Upplesturin "Gráir týdn-
ingar" kostar 100 kr. við
MVG.
Óli Poulsen við
nýggjari gamlari
fløgu
ENDURÚTGÁVA
Rúnar Reistrup
Í 1983 kom kasettubandið "Vónir" út í føroysku
handlarnar. Aftanfyri tónleikin á bandinum stóð tann
tá 19 ára gamli Óli Poulsen. Upptøkurnar gjørdi hann
við einum 8 spors bandupptakara undir takloftinum á
Ebenezer.
Óli Poulsen hevur síðan skift takloftið á Ebenezer
og 8 sporaða bandupptakaran út við heldur meira
framkomnari studio og upptøkuútgerð, og vit onnur
hava pakkað okkara kasettubandspælara niður.
Tí hevur Óli Poulsen, ið hevur havt sína yrkisleið
sum tónleikaprodusari í Danmark, valt at bøta eitt
sindur um ljóðgóskuna á upprunabandinum og geva
"Vónir" út aftur sum fløgu.
Tað er Judy Andersen, systur Óla, ið syngur allar
uttan ein sang á bandinum, sum nú liggur í handl-
unum sum fløga.
Í botninum hevur
LÍF møguleika at
sleppa undan hótt-
anini um beinleiðis
niðurflyting
2. DEILD
Jóannes Hansen
Rættuliga
avgerandi
toppuppgerð
verður
seinnapartin í dag á Sev-
mýri. Oddaliðið ÍF skal
vitja TB, sum síðani
summarsteðgin
hevur
sett seg alt tyngri á næst-
fremsta plássið og harvið
møguleikan um enda-
spæl fyri at røkka í 1.
deild. Um TB skal hugsa
um at taka ÍF aftur og
harvið at flyta beinleiðis
upp, so skulu tvørámenn
vinna trý stig í dag. Um
ÍF vinnur á Tvøroyri í
dag, so skal vilja heilt illa
til, um teir ikki skulu
vinna deildina. Í sætta
umfarinum vann ÍF á
heimavølli 4–2 ímóti TB.
AB, sum er á bronsu-
plássinum, skal í dag
spæla ímóti grannunum í
B36, sum síðani summ-
arsteðgin hava vunnið
hvørja ferð. Dysturin
teirra millum i Gunda-
dali endaði 1–1. Sumba,
sum er á fjórða plássi,
fær vitjan av B71, sum
framvegis er í vanda fyri
at flyta niður. Dysturin
teirra millum á Sandi
endaði 1–1. KÍ og VB,
sum liggja undir liðini á
hvørjum øðrum mitt á
talvuni, skulu spæla í
Klaksvík. Á Vágseiði
vann VB 5–1.
LÍF, sum er næstaftast,
fær vitjan av B68, sum er
nógv aftast. Um B68 skal
gera sær vónir um at
halda fram í deildini,so
skulu teir fáa stig og helst
vinna í dag. Á Svanga-
skarði vann LÍF 2–0.
Gráir týdningar í Meiarínum
Tónleikararnir Andras Olsen (á myndini), Kristian Blak og
Rógvi á Rógvi fara at standa fyri tónlistarligu myndunum
Oddfríður Marni Rasmussen
fer at lesa upp yrkingar við
tónleiki sum mótspæli og
viðspæli
C
M
Y
K
36
Nr. 173 - 13. september 2003
37
Datasamskiftistøkningur
Vegna vaksandi virksemi innan datasamskifti, søkir el & tele eftir einum
dugnaligum og sjálvstøðugum datasamskiftistøkningi.
Arbeiðið fevnir um
Design, konfiguratión, uppsetan og support av datasamskiftisloysnum bæði av
LAN,WAN,WWAN;WLAN og internet samskiftisloysnum.
Tú skal arbeiða í einum tvørfakligum toymi við 8 starvsfólkum, sum arbeiða við
data- og telesamskifti. Tín høvuðsuppgáva verður ráðgeving, design og
konfiguratión av LAN, WAN, troygdarloysnum og Wireless. Vit nýta veitarar sum
Cisco System, Linksys, Nortel Network v.m.
Krøv til umsøkjaran
Tú skal hava eina viðkomandi útbúgving so sum datalog,dataverkfrøðingur,DØK,
datamatikari,ella líknandi.Hevur tú eina Cisco certificering er hetta ein fyrimunur.
Royndir innan datasamskifti og hollan kunnleika í design, konfiguratión og
support av LAN,WAN,trygdarloysnum og Wireless er ein fyrimunur.Tann,ið settur
verður skal dáma at fáa nýggjar avbjóðingar, verða nærløgd/ur og strukturer-
að/ur. Felksibilitetur, intiativ, samarbeiði og sjálvstøða er týdningarmikið, tá ið ein
skal arbeiða í einum tvørfakligum toymi. Eisini er samskifti við kundan og
starvsfelagar av størsta týdningi.
Vit bjóða
• Eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum uppgávum
• Eitt áhugavert arbeiðspláss har vit leggja áherðslu á, at halda okkum dagførd
við nýggju tøknina.
• Løn eftir avtalu
• Skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikar.
Til tíðir er nógv at gera, og tí kann yvirarbeiði væntast.
Um tú hevur spurningar kanst tú venda sær til Sóleyð Hofgaard, rakstrarleiðara.
Umsókn við CV, prógvum og evt. viðmælum, skal vera el & tele í hendi innan 22.
september 2003.
att: Sóleyð Hofgaard
Argjaboðagøta 7 · Postboks 2060
FO-160 Argir · smh@eltele.fo
el & tele veitir ráðgeving, design, sølu og tænastur av heildarloysnum innan datasamskifti, tele og el.
Missiónin hjá el & tele er at menna og víðaribera nýggjastu og fremstu tøknina til kundar okkara.
Starvsfólkið hjá el & tele tryggjar hetta, við støðugari útbúgving.Tað eru 16 fólk í starvið hjá el & tele í
løtuni.
Spf. Eyðbjørn Hansen
FO-100 Tórshavn • Tel. 313375 og 213375
LIANA 1,6
LIANA 1,6
169.500,-
169.500,-
Ein rúmligur familjubilur við
nógvari útgerð, so sum:
Aircondition
Alufelgur
Hiti í setrunum framman...
www.suzuki.fo
Skráseting Føroya hevur í dag
skrásett niðanfyri standandi
fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2945, P/F
Kaldbaks Seafood, 100
Tórshavn.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Rói
Egholm, Hagagøta 6, 160 Argir.
Innkomin í nevndina: Kaj Leo
Johannesen, á Teigi 6, 100
Tórshavn.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Bjarki
Ernst Mohr, Landavegur 72,
100 Tórshavn.
Innkomin sum stjóri: Rói
Egholm, Hagagøta 6, 160 Argir.
Skráseting Føroya tann 11.
September 2003
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3074, Sp/f
ORCA, 160 Argir
Viðtøkur broyttar:
13.08.2003.
Kapitalur:
Lækking við kr. 151.000,00 til
kr. 99.000,00 til rindan av halli.
Hækking við kr. 1.000,00 til kr.
1.000.000,00
Inngjaldingarháttur: Kontant
kr. 1.000,00 til kurs 5.000.
Skráseting Føroya tann 11.
september 2003
Kristin Balle
_______________________
Grillbar til sølu
Um hóskandi boð fæst er grillbarr til sølu.
Gólvvíddin 147 kvm. Sera vælegnað til ymiskt
handilsvirksemi.
Tlf. 373193 ella 373990
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
37