Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. september 2003síða 20

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 173 - 13. september 2003 Nr. 173 - 13. september 2003 39 Til sølu BMW 100/7 motorsúkla 1000cc Væl viðfarin frá fyrsta degi og í sera góðum standi Sera lagalig fígging. Velbastaðvegur 78 Tel. 317300 ella 217300 Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Pedagogur Fyri pedagog í farloyvi verður søkt eftir pedagogi til ein stovn við 30 børnum í aldrinum 3-7 ár.Starvið er 25 tímar um vikuna á einari stovu við 15 børnum. Starvið verður at seta 15.oktober 2003 til 31.august 2004. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedag- ogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvið er lønt á lønarstigi 10-15. Nærri upplýsingar um starvið og stovnin fáast við at venda sær til leiðaran. Umsókn saman við avritum av prógvi og viðmæl- um verður at senda stovninum í seinasta lagi týs- dagin 23. september 2003. Um eingin pedagogur søkir starvið, verður hjálpar- fólk sett í starv 30 tímar um vikuna. Barnagarðurin Vípan Vípuvegur 3 100 Tórshavn Tlf. 31 75 35 Blákrossheimið søkir eftir Sjúkrarøktar- frøðingi Talan er um eitt avloysarastarv, 0,8 tíð, í skiftandi vaktum at byrja 01.10.2003 og fram til 30.09.2004 Starvið umfatar Sjúkrarrøktarligu uppgávurnar í sambandi við avrúsan og viðgerð á heiminum.Harumframt eru nøkur praktisk ábyrgdarøki knýtt at starvinum. Setanarviðurskifti Løn- og setanatreytir annars verða sambært sátt- mála millum Almanna- og Heilsumálaráðið og Sjúkrarøktarfrøðingafelag Føroya Nærri starvinum viðvíkjandi fæst at vita frá Olgu Magnussen, leiðara, á tlf. 315575. Blákrossheimið Lynggøta 12 100 Tórshavn Tlf. 315575 · fax. 315567 ________________________________________ Blákrossheimið, ið er eitt viðgerðarheim fyri rúsevnismisnýtarar, er stovnsett av Bláa Krossi Føroya við góðkenning frá Føroya Landsstýri. Pláss eru fyri 15 búfólkum. Eisini er búfelagsskapur og eftirviðgerð knýtt at heiminum. Blái Krossur Føroya er ein kristiligur hjálparfelagsskapur, sum hevur til endamáls at hjálpa menniskjum, ið eru illa stødd av rúsevnismissnýtslu, at fyribyrgja misnýtslu av rúsdrekka og øðrum rúsandi evnum, at virka fyri eini rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi, og at boða gleðiboðskapin um Guds kærleika til menniskju. Ætlar tú at ættleiða eitt barn? Kom so á kunningarfund hjá tí danska ættleiðingar- stovninum AC International Børnehjælp, sum fyrr kallaðist Adoption Center leygardagin 27. september kl. 13.00 á Hotel Hafnia Fundurin tekur umleið 3-4 tímar. Á fundinum fær tú at vita um • Adoptiónsprocessina frá A-Z • Kunning um tey lond, børnini koma frá • Kunning um børnini • Frágreiðing um AC International Børnhjælp Á fundinum luttaka leiðarin Jørgen-Ulrich Raun- skov og nevndarlimurin Asger Thomsen. Tú fært høvi til at seta spurningar, sum ofa stinga seg upp í samband við ættleiðing. Fundurin er ókeypis, men tað er neyðugt at boða frá luttøku. Við fráboðan fært tú meira at vita frá Kirstin Andersen á tlf. 0045 86204843 ella á t-post: ka@a-c.dk Tú kanst lesa meira um ættleiðing á www.a-c.dk Diabetesaften Diabetesforeningen Føroya holder i samarbejde med MediSense, Danmark Konsulent Alice Kiilerich og Kirsten Søgaard Diabetesaften I MBF-huset Islandsvegur 10-C FO 100 Tórshavn Onsdag den 17. september 2003 kl. 19:30-ca. 22:00 Kom og hør: "Lev godt med din diabetes" " Mål blodsukker" på Precision Xtra™ Et lille, enkelt og pålideligt apparat, hvor du kan måle både blodsukker & blodketoner Se også Soft•Sense™en ny blodsukkermåler, hvor du skåner fingrene og som måler blodsukker helt smertefrit. Samskipari Søkt verður eftir samskipara til Dagtilhaldið Rók, sum er royndarskipan fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar Kommunu. Starvið er tíðaravmarkað til 31.12.2003 og samskiparin hevur tilvísing til leiðarin á brektoyminum. Uppgávur: • Uppgávurnar eru at samskipa arbeiði viðvíkjandi viðgerð, umlætting, eins og stimbran og menna av stuðulsarbeiðinum við fjølbrekaðum børnum. • Eisini skal samskiparin saman við upptøkunevndini gera av, hvørji børn kunnu verða upptikin til tilhaldið. Ábyrgdarøki: • Samskiparin hevur ábyrgd av leiðslu, ráðlegging og samskipan av tilhaldinum. • Ábyrgd av at menna tilhaldið soleiðis at tað er tillagað tørvinum hjá brúkarunum. Førleikakrøv: Vit ímynda okkum ein persón, sum hevur • Viðkomandi fakliga útbúgving • Umsitingarligar og fakligar royndir • Evni at seta í verk fyriskipanir • Góð samstarvsevnir • Góð evnir at orða seg bæði munnliga og skrivliga Lønar- og setanarviðurskifti: Starvið er lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær Elspu Olsen, leiðara av brektoyminum, tlf. 353510 millum kl. 09.00 og 13.00. Málsviðgeri Á Almannastovuni er eitt starv sum avloysari fyri málsviðgera í farloyvi á Arbeiðsmarknaðardeildini leyst at seta sum skjótast og inntil 01.09.2004. Arbeiðs- og ábyrgdarøki: • Ráðgeva og vegleiða í samband við arbeiðsmarknaðin • Gera virkisætlanir til tess at fáa fólk út á arbeiðsmarknaðin • Gera tilráðingar viðvíkjandi fyritíðarpensiónum • Geva almenna ráðgeving og vegleiðing um stuðulstiltøk innan almannaøkið • Uppfylgja dagpeningamálum. Arbeiðsuppgávur: • At fremja fyrisitingarliga partin av málsviðgerðini • Taka ímóti áheitanum, sum koma til deildina. Førleikakrøv: • Skrivstovuútbúgving, HH, ella onnur fyrisitingarlig útbúgving • Royndir innan almenna fyrisiting • Kunnleiki til EDV á brúkarastøði • Góður málburður í føroyskum, bæði munnliga og skrivliga • Kunnleiki til medisinska terminologi er ein fyrimunur Lønar- og setanarviðurskifti: Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og Starvsmannafelagið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marjun Berg, deildarleiðara á tlf. 353510 Fyri bæði størvini er galdandi: Vit bjóða: • Starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum. • Møguleika fyri persónligari og fakligari menning Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvum v.m. verður at senda til Almannastovuna Att.: Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri J. Broncksgøta 27 Postboks 3096 110 Tórshavn Umsóknarfreist: 22.09.2003 Um Almannastovuna Fyri at betra um tænastustøði hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar,har fleiri tænastur eru lagdar út á økini,soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni ein og at taka avgerðir. Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjaligu ábyrgdina av veitingum, fyriskipaðar eftir pensjón- dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur fyri umleið 800 mill.kr.og her arbeiða umleið 100 fólk. Almnnastovan hevur almannamiðstøðir í Tórshavn, Suðuroy, Eysturoy og í Norðoyggjum, og harumframt fevnir stovnurin um Hjálpartólamiðstøðina og aðrar landdekkani serdeildir. ALMANNASTOVAN Vegna Føroya Skiftirætt verða hesar ognir lýstar til sølu Sethúsognin Álvastíggjur 11, Tórshavn Grundøki: 517 m2. Kjallari og miðhædd uml. 100 m2 hvør og loftshæddin uml. 75 m2. Kjallarahædd: vindfang,gongd,fýrrúm,eitt stórt og eitt minni rúm,ið hava verið nýtt til skrivstovu, køkur. Miðhædd: trappu-uppgongd úr kjallara uppá loft,gangur,køkur,spískamar,stova,toilett,kamar, lítil hjallur. Loft: 2 sovikømur, stór loftsstova, baðiverilsi. Byggiár: 1969. Húsini standa í friðarligum umhvørvi. Garður er gjørdur um stykkið. Hús og trøð í Nesvík Ognin er matr. nr. 4, Streymnes. Húsini eru 36 m2 við kjallara-,stovu- og loftshædd við tilbygningni uml. 12 m2. Trøðin er uml. 5.000 m2 Tað stendur skiftirættinum frítt at velja millum innkomin tilboð og til ongum at taka av. Trøð í Norðragøtu Um hóskandi boð fæst, verður ein ódyrkað trøð í Norðagøtu seld.Trøðin er 11.800 m2. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Fríðu Patursson, frp@advlaw.fo Advokatskrivstovuna Fr. Petersensgøtu 9 · Tórshavn Halgir Winther Poulsen , adv. Magnus S. Petersen, adv. Fríða Patursson, adv. Ólavur Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Tlf. 31 11 45 Flag til sølu 900 fermetrar av góðum flagi til sølu. Grækaris Joensen Tlf. 212265 Ullamóttøka í Vági Seinasti dagurin vit taka ímóti ull í ár verður fríggjadagin 26. september. Sirri í Vági C M Y K 39 38