Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-04-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. apríl 1996síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vikuskiftið Vikuskiftið Síða 17 MYRKUR Á MIDDEGI Um Moskvasakarmálini og skaldsøguna »Darkness at Noon< eftir Arthur Koestler KRONIKK EFTIR HANUS ANDREASSEN Terrortíðin mikla Seinast í august 1936 varð ein gitin sovjet borgari førdur út úr sínum kliva í Lubjanka- fongslinum í Moskva. Maðurin æt Grigori Sinovjev. Hann hevði verið millum teir leiðandi í Sovjet, limur í Politbyro, fyrsti formaður fyri Komintern. Í hálvtannað ár heyði hann sitið fongslaður Á almennum rættarfundi heyði hann viðgingið seg sekan í landasviki og heyði afturfyri fingið lyfti um at:tiggja lív. Tá hann sá vaktarmenninar skilti hann straks, at:lyftið fór ikk: at verða hildið. Hann bleiv hjartkiptur, fór at rópa og av tí at hann var snjallur til, sýntist tað sum hann fekk eitt herðindi av hysteri. Ein vaktarmaður fekk hann skundisliga inn í ein annan kliva, har hann alt fyri eitt varð skotin. Vaktarmaðurin fekk seinni eina medalju fyri sítt snarræði Ætlanin við hesi grein er ikki at greiða frá tí dramatíska tíðarskeiði í Sovjetsam veldisins søgu, sum søgufrødingar rópa terrortíðina miklu. Harafturímóti fari eg at umrøda eina skaldsøgu, sum var ein ótil ætlæð frukt av teimum sokalladu Moskva rættarmálunum. Lesarin spyr alt fyri eitt Íðan, hvat vóru Moskva-rættarmálini? Ein kann svara vid at visa til Dreyfus-gøluna í Fraklandi í 1890-unum. Við Mosk va-rættar málunum — sum fóru fram árini 1936—38 vóru oddamenninir í tí sovjetska komm unistaflokkinum, herinum og umsitingini ákærdir og skotnir fyri njósning, sabotasju og morðroyndir móti landsins leiðarum Líkasum Alfred Dreyfus vóru teir allir uttan undantak ósekir i øllum ákærum. Men mót vegis Dreyfus viðgingu mangir teirra seg á almennum rættarfundum — sekar í hesum íspunnu brotsgerðum Ein tíð uttan samvitsku Ein annar munur var eisini. Heimsins sam- vitska — m.a. rithøvundar sum Emile Zola og Georg Brandes — vardi Dreyfus. Fáar ræddir vardu teir dømdu í Moskva. I Norra royndi Leo Trotski at mótmæla. Men hann fekk tunguband frá tí norska javnaðarflokk inum, sum í hesum sambandi gjørdist am boð hjá Josef Stalin Heimurin sýntist ikki longur at hava nakra samvitsku Og kortini. I oktober 1938 setti ein 33 ára gamal rithevundur seg niður at skapa eina bókmentaliga viðgerð av hesum — at vísa sera løgnu — sakarmálum. Høvundurin sum æt Arthur Koestler — var um hetta mundi staddur í Paris. Skaldsøga hansara var liðug í apríl 1940. Hon var upprunaliga skrivað á týskum. Men hon sá fyrstu ferð dagsins ljós í 1940 í enskari týðing — og undir heitinum Darkness at Noon, Myrkur á middegi. Henda bókin kom at vera ein tann gløggasta og beinraknasta politiska skaldsøgan i 20. øld Arthur Koestler Men lat okkum stutt fortelja eitt sindur um høvundin. Hann var føddur og uppvaksin i Ungarn. Hann lærdi tíðliga tey europeisku høvudsmålini. Sum kommunistur virkaði hann m.a. í nøkur ár innan fyri propa- gandadeildina hjá 3. Internationala og fekk soleiðis eitt óvanligt innlit á kommunism- unnar søgu í fyrra parti av 20. eld. Millum hansara verk kunnu nevnast Gladiatorar- når, um Spartakus-uppreisturin í Italia árini 73-71 fyri Kristi føding, Tjóvar á nátt, um Palæstina-spurningin, ein framúrskar andi sjålvsævisøga og nøkur visindasøgulig verk. Av teimum seinastu er The Sleep- walkers, cin bók um europeiska stjørnu- frødisøgu — og har serliga kapitlid um, hvussu Johannes Kepler, í Prag í 1609 og 1618, uppdagaði tær tríggjar stjørnufrødi- ligu lógirnar lógirnar, sum eita eftir honum - næstan hypnotiskt hugfangandi lesnaður Koestler vrakaði kommunismuna í fyrru helvt av 1938. Hann fór í holt við at skriva Myrkur á middegi stutt eftir sina hug- myndafrødiligu uppgerð Gíslarnir í Moskva Av teimum stældu kollveltingarmonnum, sum alment skriftaðu sínar sínar syndir í Moskva árini 1936-38, góvu nakrir eftir fyri drúgvum og listinlærdum pínsluháttum Aðrir skriftaðu, ti at staturin hótti við at hevna seg inn á skyldfólk, konur og børn Her kann vera nevnt, at ein lóg. kunngjørd í Ísvestia tann 8. apríl 1935, um deyða revsing fyri børn niður í 12 ára aldur gav hesum hóttanum eina serliga kraft. Endiliga var ein bólkur, har skriftanin lutvis var eitt úrslit av eini serligari — hugmyndafrødiliga og flokspolitiskt dæmdari — sålarligari til- gongd, ella prosess. Tað er hesa tilgongd, Koestler hevur sett sær fyri at lýsa í skald søgu sin Um vit síggja burtur frå nøkrum aftur lítandi brotum, fer Myrkur á middegi øll sum hon er fram í einum fongsli. Vit fylgja hugaheiminum hjá tí gamla kollveltingar manninum og kommisserinum Nikolas Salvanovitj Rubasjov, frá tí hann verður handtikin og til hann nakrar mánar seinni letur lív. Rubasjov er ein yrktur persónur Men myndin av honum byggir á veruleika Í hugsan og málburði líkst hann Nikolaj Bukharin, í útsjónd Karl Radek og Leo Trotski. Tá ið forhoyrsleiðarin biður Ruba sjov alment játta seg sekan í íspunnum brotsgerðum, er svarið kortanei. Uppgávan hjá forhoyrsleiðaranum Ivanov og næsta- manni hansara Gletkin er nú at mýkja Ruba sjov, fil hann jåttar at fremja sítt egna, justitsmorð. Ivanov er gamal kollveltingar maður og mentunarliga skyldur við Ruba- sjov. Gletkin er eitt úrslit av stalintíðini, ein »homo sovjeticus« og sostatt mentunar ligur neandertalari. Tann fyrri vil sigra við argumentum, tann seinni við fysiskum trysti. Tann mýking og tann heilatváttur sum verða brúkt, eru sum heild ein saman seting av hesum báðum sjónarmiðum Um tað fysiska trýstið er at síga, at mót stødan hjá Rubasjof verður niðurbrotin við skørpum ljósi og við, at svøvnurin verður tikin frá honum. Royndir visa, at sjålvt tey harðférastu menniskju fyrr ella seinni linka, tå ið svøvnurin verður tíkin frá teimum Listinlærdur heilatváttur Tann mátin, sum serliga vekir lesarans á- huga, er sjálvsagt tann meira intellektuella royndin at yvirtala Rubasjof. Henda við- gerðin er sett saman av tveimum høvuds- fláum: skuldarkenslu og kollveltingarlig- arum logikki. Tann seinna er eitt gott dómi um tað, vit kunnu rópa eina læsta, rationella tankaskipan. Sambært hesi skipan er tann einstaki út í odd og egg undirgivin flokk- inum. Teir eginleikar, sum eru knýttir at tí einstaka menniskjanum — gleði, som, sam- vitska, vreidi — mugu, sum borgarligar leivdir, víkja fyri floksins áhugamálum Rubasjof hevur alt sítt lív livað sambært hesi skipan. Hví skal hann nú — tá hon rakar hansara egna persón - fornokta hana? Logikkurin hevur sama gyldi — um hansara egni lítilsverdi persónur er tapari ella vinn- ari í hansara spæli. Men longu her síggja vit eina rivu í tankaskipanini. Tí Rubasjof fær at vita, at um hann gevur flokkinum sitt liv og sína æru — við at játta seg sekan í njósning, morðroynd og landasviki — so Koester saman vid Barbette Gmss fær hansara »eg« eitt vet av tign. Hann hevur ikki livað til fánýtis Næmingur hjá Kafka Paradoksið er, at ikki bara logisk provførsla, men eisini irrationell sálarlig viðurskiftir fáa Rubasjof at linka. Tað >eg<, sum hann altíð fornoktaði — og sum hann speiskliga skirdi >ta mállæruligu fiksjónina- er raknað við í fongslinum. Fiksjónin fær spakuliga hold og blóð. Mótsegnin er, at úr hesum nýggja viðkvæmi sprettur — ikki í fyrstu syftu eitt nýtt slag av ásannan, sum kundi sprongt ta læstu kollveltingarligu tankaskipanina — men skuldarkensla. Ruba sjof fælir, at hann — við altíð at akta floksins boð — ferð eftir ferð hevur svikið sínar lagsbrødur — til frama fyri tað hægra koll veltingarliga spælið. Hann er tí sekur Hann má gjalda. Tað er — sambært hesum logikki einki legið i, um hann jåttar seg sekan í njósning, morðroynd og landasvík.. Einki av hesum hevur hann gjørt. Og kortini er hann sekur — í eini stórri brotsgerð. Hann hevur svikið sínar vinir og sína sál. Her er vert at hava í huga, at sum mideuropeari dugdi Koestler sín Freud og sín Marx, sin Kafka og sín Dostojevski. Líkasum Josef K er Rubasjof so upp undir øsid í skuldar kenslu, at hann at enda góðtekur eina revs- ing, sum er løgfrødiliga høpisleys. Drykk- urin, sum førir hann til hesa niðurstøðu, er ein mótsagnarinnar hybridur: ein læst logisk skipan, sum fornoktar »eg«i0 og ein skulda- rkensla, sum sprettur beinleiðis úr >eg<sins umsáði Hetjan frá Potemkin Myrkur á middegi er sum heild ein rættiliga intellektuell skaldsøga. Men hon er ikki bara tað. Bókin gevur eina livandi mynd av lívinum í einum fongsli og eitt nú av tí samskifti, sum fangarnar hava sínámillum. Vit at duka á klivaveggirnar og brúka eitt serligt bankialfabet fáa teir fylgt gjølla við í hendingunum í fongslinum, og teir vita alla tíðina, hver verður avrættaður og nær Sum politisk ákæra er skaldsøgan eitt understatcment, cydkend av samhuga og innlivan, ongantíð polemisk ella deilandi Hetta er hennara listarliga styrki. Millum lagnurnar í bókini er tann hjá Mikail Bogrov serliga minnilig. Bogrov, ein yvirvaksin sosialistiskur stríðsmaður, hevur siglt við krígsskipinum Potemkin og verið ovasti fyri eysturflotanum. Bogrov og Rubasjof eru gamlir vinmenn, og Rubasjof hevur t.d lært tann harðbalna sjómannin at lesa. Mót- vegis Rubasjof er Bogrov píndur í fongsl inum. Ein dagin boða fangarnir — við bankialfabetinum — frá, at nú verður tann gamla kempan ford til avrætingar Meðan bankanin fer gjøgnum fongslið, sum eitt ófrættakent, ekkóandi undirspæl, fer Ruba sjof yvir ul lyklarholið og sær vaktar menninar koma framvið við fanganum Tað, hann sá hesi fáu sekundini, varð verandi brennimerkt í minnið á Ruba sjof. Tveir kámt upplýstir persónar gingu framvið, báðir í eyðkennisbúna stórir og ótýðiligir. Millum sín dragsaðu teir ein triðja persón, sum teir hildu føstum undir hondunum. Tann tridi per sónurin darlaði millum teirra, slakkur og kortini dukkukent stívur, andlitið vendi niður móti gólvinum, búkurin bogaði niðureftir. Beinini slettust aftur úr honum, skógvatrantarnir óku eftir gólvinum. Hvítar hårstriggjur hingu yvir andlitinum, sum vendi niður móti flísunum, munnurin var vidopin. Slevan rann tunn niður eftir høkuni Tann harðbalni sjómaðurin var umskaptur til eitt grátandi, slevandi vrak Heildin og >eg<ið Um Myrkur á middegi bara snúði seg um pining, terror, sålarfrødiligan heilatvátt og kollveltingarligan logikk, var hon ein meistarlig politisk skaldsøga. Men Koestler hevur fleiri poeng aftrat, sum hann førir fram í seinasta kapitli í bókini. Har peikar hann á ein útveg burtur úr tí — andaliga og ftøkiliga — fongsli, sum Rubasjof og lags- bróður hansara eru innistongdir í. Eitt úrslit av tí nýggja viðkvæminum hjá Rubasjof er ein hugur til at dyrka sítt yin: at geva gætur eftir litum, tónum, sárum kenslum, tankans óútrokniligu sveiman. Og Rubasjof spyr seg sjálvan: Hvat um nú >eg<ið er alt og tann heild — sum útihýsir sålini — einki? í síni grundan í fongslinum tekur hann um tað vet av vitan, hann — mestsum av óvart - hevur ognað sær um sálarfræði og stjørnu- fróði. Var >eg<sins fullkomna utstrikan annað útmarkið á spektrinum, so var hitt útmarkið — sum hann nú hómar — »eg«sins fullkomna víðkan: