Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 174 - 16. september 2003 Nr. 174 - 16. september 2003 3 Alzheimerfelagið hevur alla vikuna skeið á Hotel Vágum, har luttakararnir fara at læra, hvussu tey skulu fara um minnisveik. Luttak- arar eru frá øllum røktarheimum og økjum hjá Heima- røktini kring landið SKEIÐ Edvard Joensen Hotel Vágar: Tey verða eini 20 fólk á skeiði hjá Alzheimerfelagn- um á Hotel Vágum. Fólk eru komin úr Danmark at undirvísa teimum, sum í Føroyum ansa og fara um minnisveik fólk. Kravið til luttøku á skeiðinum er júst, at fólk skulu arbeiða við minnisveikum. Í tíggju ár hevur skúlin Omsorgsorganisationernes Samråd í Svendborg undir- víst fólki, sum ansa minnis- veikum, greiðir Sigrun Mohr Hermansen, formað- ur í Alzheimerfelagnum, frá. Tríggir føroyingar hava verið á skúlanum í Svend- borg. Nú hava tey so valt at fáa undirvísarar hendanveg, soleiðis at enn fleiri føroy- ingar kunnu fáa hendan kunnleikan. Talan er um undirvísing í timum umførum, greiðir skrivarin í Alzheimerfel- agnum, Erna Háberg, frá. Tað fyrsta verður nú í vik- uni. Síðan verður aftur eitt í november og eitt endaligt í februar næsta ár. Millum tey bæði seinnu »modul- ini«, sum tey nevna tað, í november og februar, skulu luttakararnir gera eina sjálvvalda skrivliga verk- ætlan, greiða tær frá. Saman við okkum situr eisini nevndarlimurin í Alz- heimerfelagnum, Sofus Joensen, yvirlækni. Hann veit at siga, at talið á sjúklingum við Alz- heimer í Føroyum man liggja umleið tey 900 - 1.000. Neyv hagtøl finnast ikki, sigur hann, men eftir sum roknað verður við í øðrum londum, har sagt verður, at eini sjey prosent av fólkinum yvir 25 ár hev- ur einhvønn ferðil av Alz- heimer, er komið fram til tað talið. Roknað verður eisini við, sigur Sofus Joen- sen, at tað verða staðfestir 157 nýggir tilburðir árliga í Føroyum. Eitt, sum stórur dentur veðrur lagdur á í Alzhei- merfelagnm, sigur Sigrun Mohr Hermansen, er, at fáa gjørt lógarverk á økinum. Slíkt lógarverk finst í Danmark, men hjá okkum er tað heldur ógreitt, heldur hon. Sum partur av skeiðnum á Hotel Vágum hesa vik- una, verður hetta evnið eis- ini tikið upp. Har fara danskir serfrøðingar saman við millum øðrum føroysk- um embætisfólki at viðgera evnið. Alzheimerfelagið í Før- oyum er tvey ár júst í hes- um døgum. Felagið hevur umleið 180 limir. Tey flestu eru avvarðandi at minnis- veikum fólki og fakfólk, sum arbeiða við minnis- veikum, sigur Sigrun Mohr Hermansen. Ferðavinnustevnan Vestnorden Travel Mart er í Havn um dagarnar. Eini 400 fólk luttaka á stevnuni FERÐAVINNA Edvard Joensen Árliga ferðavinnustevna í Útnorði, Vestnorden Travel Mart, varð sett á Forngripa- savninum í Hoyvík í gjár. Tað var stjórin á Ferðaráði Føroya, Heri Niclasen, sum setti stevnuna. Hóast stevnan verður hildin á hvørjum ári, er hon bara fjórða hvørt ár í Før- oyum. Annaðhvørt ár verð- ur hon hildin í Íslandi, og annaðhvørt ár skiftast Før- oyar og Grønland um stevnuna. Tankar hava verið frammi um at víðka økið til eisini at umfata um Hetland og kanska onnur øki við. Umleið 350 fremmandir gestir frá útlendskum ferðavinnufeløgum fara at luttaka á stevnuni í ár. Eisini einir 30-40 føroyingar í vinnuni vera við, umframt at tíðindafólk og onnur innboðin eisini fara at luttaka, greiðir Heri Niclasen, stjóri á Feðraráðnum, frá. Tilsam- ans fer talið at liggja um- leið tey 400 fólkini. Stevnan er ikki almenn, men verður hidlin fyri teimum, sum beinleiðis hava við ferðavinnuna at gera og annars hava boðað frá luttøku. Sjálv messan verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har keyparar og selj- arar úr mestsum øllum Eur- opa og eisini nakað væl av amerikanarum fara at hitt- ast, sigur Heri Niclasen. Gestirnir búgva á hotell- um í Havn, umframt at Norrøna eisini liggur á Havnini sum hotelskip hes- ar dagaranar, stevnan er. Vestnorden Travel Mart heldur fram til eftir middag í morgin. Í dag fer Eyðun Elttør, landsstýrismaður við umhvørvismálum, at kunngera á stevnuni, hvør bygd er vald sum best hildna bygd í Føroyum í 2003. Kunngjørt verður, at elskaða mamma, vermóðir, omma og langomma okkara ELINA B. SIMONSEN Norðradalur andaðist í heiminum fríggjdagin 12. september, 79 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin 17. september kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi børnini Læra seg at ansa minnisveikum Ferðavinnustevna í Havn Sigrun Mohr Hermansen, formaður, Sofus Joensen, nevndarlimur, og Erna Háberg, skrivari í Alzheimerfelagnum, eru millum luttakararnar á skeiðnum, sum felagið skipar fyri á Hotel Vágum í vikuni Løgreglan hevur ikki fingið so nógv- ar fráboðanir um vikuskiftið, men ein maður varð tikin fyri harðskap, og nakrir tilburðir av rúsdrekkakoyring vóru eisini LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Sunnunáttina fekk løg- reglan í Havn eina frá- boðan um, at tveir mans vóru farnir til hendurs. Annar maðurin var fluttur á skaðastovuna, tí hann bløddi úr munn- inum og annað eygað var hovið. Talan var tó ikki um nakað heilt álvarsligt, men hin maðurin varð tikin og verður skuld- settur fyri harðskap. Nakrir tilburðir av rúsdrekkakoyring hava somuleiðis verið í høv- uðsstaðarøkinum um vikuskiftið. Ein bilførari varð steðgaður í Kald- baksbotni seinnapartin fríggjadagin. Hann varð steðgaður, tí hann hevði ov nógva ferð, men ein blóðroynd staðfesti so eisini, at bilførarin var ávirkaður. Hesin kann tí vænta at missa koyri- kortið. Tveir aðrir bilførarar vórðu steðgaðir í Niels Finsensgøtu ávíkavist leygardagin og sunnu- dagin. Báðir fyri rús- drekkakoyring, og báðir kunnu vænta sær eina heilsu frá fútanum. Annars sigur vakthav- andi, at tað hava verið aðrar smávegis fráboð- anir, men sum heild má hetta sigast at hava verið eitt av teimum friðarligu vikuskiftunum. Løgreglan í Klaksvík og Runavík fingu ongar fráboðanir hetta viku- skiftið. Harðskapur og rúsdrekkakoyring Heri Nicasen, stjóri á Ferðaráði Føroya setti Vestnorden Travel Mart 2003 í gjárkvøldið SJÓMANSKIRKJAN Jústinus Leivsson Eidesgaard Lagt upp var til tað heilt stóra sunnudagin, tá Sjó- mannskirkjan helt guds- tænastu í Glyvrakirkju og stóran døgurða fyri innbod- num aftaná. Sjómans- kirkjan hevur 20 ár á baki, og nógv er hent innan hesi 20 ár og seinasta er, at kirkjan nú hevur fingið egnan prest settan í Hull og hon eitur Hjørdis Kjærs- gaard. Og tað var júst tað sum eisini skuldi hátíðar- haldast. »Tíðin rennur sum streymur í á« ljómaði sum fyrsti sálmur í Glyvra Kirkju og kórið var fult av prestum, sum vóru komnir til hátíðargudstænastuna. Í dag skuldi teir bara sita afur á lurta og deknar teirra gjørdu arbeiðið heima í sóknini. Yvirhirðin í fólka- kirkjuni Hans J. Joensen, biskupur talaði úr kórinum. Hann greiddi frá, hvussu Sjómanskirkjan varð stovn- að og fegnaðist um, at Hull var kosin sum fyrsti býur, har føroyskur sjómans- prestur skuldi virka. Bispur kom inn á viðurskiftini millum Føroyar og stóra grannan fyri sunnan og hvussu hesi viðurskiftust mentust við ferð, tá seinni heimsbardagi brast á. Hann ynskti føroyska sjómans- prestinum signing við nýggja starvinum. Bispur takkaði stovnaranum av tí føroysku sjómannskirkjuni Henning Bøgesvang, sjó- manspresti í Gøteborg fyri arbeiði. Hann takkaði eisini Ronald Petersen, aðalskriv- ara í Donsku Sjómanskirkj- uni fyri gott samstarv seinastu mongu árini. Og so takkaði hann Ólavi Ras- mussen, presti, fyri at vera stigtakarin til at fáa ein føroyskan sjómansprest út í heim at arbeiða sum før- oyskur sjómansprestur. Ólavur Rasmussen var ikki sjálvvur hjástaddur. Hjørdis Kjærsgaard, sum er hálvur føroyingur, præ- dikaði á føroyskum, og væl lá fyri. Hon er góður predi- kantur og teksturin var ikki av teim lættastu, serliga fyri prestar. Tí dagsins tekstur var um tann miskunnsama samáriubúgvan og tað var júst ein prestur, sum var tann fyrsti at ganga fram við hesum illa fyrikomna og særda ferðamanni. Hann Framúr døgurði hjá Føroysku Sjómanskirkjuni Framhald á síðu 13 Sungið varð, áðrenn farið varð undir forrættin Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard C M Y K 3 2