týsdagur 16. september 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 174 - 16. september 2003
Nr. 174 - 16. september 2003
5
Ensku rósurnar her-
tóku Frakland mána-
dagin. Talan er ikki
um enskar fótbólts-
spælarar, karamellur
ella urtagarðsblómur,
men heimsgitnu
Madonnu, sum hevur
lagt á annan bógv.
Hesaferð er talan um
eina barnabóka-
útgávu. Og føroyingar
vóru mitt í rokanum
BÓKAÚTGÁVA
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
París: Undir stórum »festi-
vitas« í býi býanna gjørdi
Madonna sína entré til enn
eina
nýggja
listagrein
seinnapartin mánadagin. Tá
útkom barnabókin »Engl-
ish roses« í meira enn ein-
ari millión eintøkum, í
meira enn 100 londum á
meira enn 30 málum.
Sermerkt er, at hendan
sama dagin kemur bókin út
á føroyskum, ið man vera
so nógv tað minsta málið til
bókaútgávuna yvirhøvur,
og tí vóru føroyingar eisini
til staðar, tá bókin alment
varð løgd fram.
Niels Jákup Thomsen,
leiðari av Bókadeild Føroya
lærarafelags, sum gevur
bókina út í Føroyum, og
Kári Árting, bókahandlari,
vóru bodnir til París til
stóra hátíðarhaldið, sum
seint mánakvøldið skuldi
enda við einum garden-
party saman við sjálvari
Madonnu.
Hvussu
tað
spældi av, hoyra vit meira
um seinni.
Høvuðspersónurin sjálv-
ur, Madonna, hevur dugað
væl at sett eitt show upp til
stóra dagin, tá hon debuter-
aði
sum
barnahøvundi.
Fyrst var stórsligin tíðinda-
fundur á Hotel Ritz. Og
seinni varð reyða teppið
rullað á gøtuna í París, tá
poppdrotningin vísti seg, og
myndamenninir blitsaðu, so
sjálvt smílið hjá Monu Lisu
stirðnaði í Louvre.
Fyri børnini
Madonna hevur altíð spælt
ein dupultleiklut. Líka frá tí
óseku, óspiltu jomfrúnni til
tað frígjørdu og ótemjandi
kvinnuna, ið tekur tað, sum
hon vil hava. Hon spælir
upp á temaið, sum til allar
tíðir hevur hugtikið og hótt
- serliga menn.
Seinasta útgávn hjá henni
var myndabókin »Sex«, har
hon sjálv var myndevnið.
Og nú er hon farin heilt í
hina grøvina: At skriva til
børn. Á tíðindafundi í París
mánadagin greiddi Mad-
onna sjálv frá, hví hon er
farin at skriva ævintýrkend-
ar bøkur:
- Av tveimum orsøkum.
Eg havi nú tvey børn, og
tey eru ein stór íblástrar-
kelda hjá mær. Eg byggi
sjálv á andalig virði og
hava lært nógv millum ár
og dag. Millum annað týdn-
ingin at býta við onnur og
at eggja onnur. Børn eru
náttúrliga opin, so eg hugs-
aði, at eg vildi býta tað við
tey, sum eg sjálv havi lært,
sigur Madonna.
Viðger øvund
Bókin snýr seg um fýra
vinkonur, Nicole, Amy,
Charlotte og Grace, sum
eru 11 ára gamlar og bestu
vinkonur. Tær eru sum lím-
aðar saman, skrivar Mad-
onna, og tær eru allar eitt
sindur øvundsjúkar inn á
eina aðra gentu í granna-
lagnum. Bina er at síggja til
perfekt, men tá ein álva
kemur upp í leikin, vísir tað
seg, at alt er ikki, sum tað
sýnist. Tað er hendan lær-
dóm, Madonna vil geva
víðari.
- Sum barn upplivdi eg
svartsjúku og øvund móti
øðrum gentum. Eg var øv-
undsjúk, tí tær høvdu
mammur, vóru vakrari ella
ríkari enn eg. Tað er ikki,
fyrr enn tú gerst vaksin, at
tú finnur útav, hvussu stórt
spill, slíkar kenslur eru. Nú
upplivi eg tað øvugta.
Sjálvandi. Onnur øvunda
mær, ella øvunda lítlar
gentur mína dóttur og
frysta hana úti, sigur hon.
Madonna sigur, at dóttir-
in hevur hjálpt at gera bók-
ina, sum er ognað børnun-
um Lolu og Rocco. Allur
peningurin fer til at hjálpa
børnum.
Fegið forlag
Tað er forlagið Callaway,
sum gevur bókina út fyri
Madonnu, og tað eydnaðist
føroysku pressuni at fáa
nøkur orð frá stjóranum,
Nicholas Callaway. Hetta er
fyrsta barnabókin í eini røð
av fimm, sum Madonna
gevur út á forlagnum, og
Nicholas Callaway heldur
góða grund vera til at
halda, at fólkum fara at
dáma bókina.
- Bókin eru klassisk við
rótum í bestu barnabóka-
traditióni. Sum í øllum
klassikarum gerast persón-
arnir tínir vinir, og tú fært
hug at vitja teir aftur og aft-
ur. Bøkurnar eru til at
goyma og skatta, sigur
Nicholas Callaway.
Spurdur, hvussu tað var
at arbeiða saman við Mad-
onnu, svarar hann, at hon er
alt tað, sum tú kanst vóna
frá einum kreavtivum sam-
starvsfelaga og rithøvundi.
- Hon er perfektionist, ar-
beiðir hart og hevur eitt gott
eyga fyri smálutum. Hon er
passjonerað og heilhjartað.
Hon hevur framt hesa
verkætlanina í tí andanum,
at hon vil geva næsta
ættarliðnum nakað. Eftir at
hava arbeitt við henni í so
nógv ár, veit eg, hví hon
hevur fingið so stóra succes
og undirtøku. Hon ger seg
uppiborna til tað hvønn dag,
sigur Nicholas Callaway.
Og so kemur spurningur-
in, sum ikki slepst undan, tá
ein bókaútgevari gevur eina
barnabók út hjá einari
megastjørnu: Er tað veru-
liga Madonna, sum hevur
skrivað?
»Yes. Of course,« svarar
Nicholas Callaway avgjørd-
ur. Og sjálvandi trúgva vit tí.
Madonna
útgav
føroyska
bók í París
Ensku rósurnar eftir
Madonnu spruttu í París
mánadagin
Við góðari fyrireiking
og samskipan sær
nýggi tinglimur
Tjóðveldisfloksins,
Rói Egholm, ongar
trupulleikar við, at
tað verða tveir ting-
limir, ið starvast á
Farex. Hann sigur seg
gleða seg til spenn-
andi uppgávuna sum
tinglimur.
NÝGGJUR
TINGMAÐUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Fríggjadagin fall endalig
avgerð um leysa tingsessin
hjá Tjóðveldisflokkinum í
Suðurstreymi. Annita á
Fríðriksmørk verður vænt-
andi hesa vikuna endaliga
útnevnd sum landsstýris-
maður í Mentamálum, og
stóri spurningurin hevur
verið, hvør skuldi taka ting-
sessin hjá henni.
Finnur
Helmsdal
var
næstur
í
røðini,
men
fríggjadagin boðaði hann
leiðsluni í Tjóðveldisflokk-
inum frá, at hann ikki
ynskti at taka við ting-
sessinum. Grundgevingin
var, at honum dámdi væl á
Føroya
Barnaheimi
og
býráðssessurin
í
Havn
hevði eisini stóran áhuga.
Nú Finnur Helmsdal ikki
tekur við tingsessinum,
verður tað Rói Egholm, ið
verður nýggjur tinglimur.
Rói stillaði fyri fyrstu ferð
upp til løgtingsvalið í 2002,
og hann fekk 116 atkvøður.
Spennandi avbjóðing
Rói Eghom sigur seg vera
fegnan um at hava fingið
møguleikan at fara á ting,
og hann gleðir seg at fara
undir spennandi uppgávu-
na. – Eg eri sætti maður hjá
Tjóðveldisflokkinum
í
Suðurstreymi, og tí kann
ikki siga, at eg hevði vænt-
að at fingið møguleikan at
fara á ting. Nú havi eg so
fingið møguleikan, og eg
taki av, sigur Rói Egholm.
Rói Egholm starvast dag-
liga á Farex. Á arbeiðs-
plássinum starvast ein ann-
ar
tingmaður,
nevnliga
sambandstingmaðurin, Kaj
Leo Johannesen. Spurdur,
um tað fer at ávirka ar-
beiðið hjá Farex, at tveir
mans eru nógv upptiknir av
tingarbeiði, svarar Rói, at
teir hava tosað saman, og
við góðari fyrireiking og
samskipan eigur tað ikki at
verða nakar trupulleiki hjá
fyritøkuni.
Fyrstu ferð, Rói Egholm
verður at síggja í tinginum
verður mikudagin klokkan
13.30, tá tingfundur aftur
verður á skránni.
Ongin Zlatko á Platform
Tað vóru óivað nógv, sum høvdu glett seg til at síggja
Zlatko Buric á Platform í vikuskiftinum, tí eftir ætlan
skuldi vælumtókti Zlatko, ið er kendur frá Tuborg
lýsingunum, standa handan barrina á dansistaðnum,
Platform leygarkvøldið.
Ringu floglíkindini leygardagin høvdu við sær, at
Zlatko ongantíð kom til landið, og enn er ikki greitt,
um hann hevur ætlanir um at koma til Føroya eina
aðru ferð.
Henrik Old heldur,
at nú er botnurin
náddur hjá sam-
gonguni. Grundgev-
ingin fyri, at av-
gjøldini skulu betra
um heilsustøðuna
og umhvørvið eru
bert undanførslur
fyri, at tað táttar í
fíggjarliga
AVGJALD Á
SØTMEITI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í lesarabrævi í blaðnum í
dag hartar Henrik Old
landsstýrinum fyri ætl-
anirnar at økja avgjaldið
á plastikkposum og søt-
meti. Hann heldur, at nú
má botnurin verða nádd-
ur. Henrik Old heldur tað
verða
óskiljandi,
at
landsstýrið setir kreppu-
loysnir í verk í inntøku-
tíðum.
Gaman í hava fiska-
prísirnir verið hægri,
men vit fiska sum ongan-
tíð fyrr, og tískil átti tað
ikki verið neyðugt við
avgjøldum. Henrik Old
sigur, at grundgevingin
fyri, at avgjøldini betra
um heilsstøðuna og um-
hvørvið eru bert undan-
førslur frá einum veru-
leika, ið er, at tað táttar í
at fáa fíggjarlógina at
hanga saman.
– Ein kann altíð finna
upp á onkra undanførslu,
men tað er sannroynd, at
teir nýta ein kreppuloysn
í góðum tíðum, sigur
javnaðartingmaðurin.
Ikki bíligari mjólk
Frá 1. januar í ár hækkaði
mjólkarprísurin,
og
Henrik Old hevði betri
skilt grundgevingina fyri
avgjaldinum, var nýttur
fyri at fáa mjólkarprísin
niður aftur, men so er
ikki.
– Mjólkarprísurin er
farin nógv upp, og tískil
hevði eg skilt, um økta
avgjaldið varð nýtt til at
gera mjólkina bíligari
aftur. Landsstýrið hevur
ongar ætlanir um at nýta
øktu inntøkurnar í av-
gjøldum til at betra um
heilsustøðuna og um-
hvørvið, men peningurin
fer beinleiðis í lands-
kassan, sigur formaðurin
í vinnunevndini at enda.
Góðgæti og sodavatn
verður í framtíðini
dýrari hjá føroying-
um at fáa hendur á.
Avgjaldið á søtmeti
skal geva landskass-
anum góðar 20 mio. í
inntøkum. Formað-
urin í Búskapar-
ráðnum, Hermann
Oskarsson heldur
lítið um avgjaldið, tí
politikkarnir leggja
seg út í, hvat fólk
skulu keypa, og tað er
ikki rætt.
AVGJALD Á SØTMETI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin
Fríggjadagin kom fram í
Sjónvarpi Føroya, at lands-
stýrið í løtuni arbeiðir við
at hækka avgjaldið á søt-
meti. Hetta hevur við sær,
at góðgæti og sodavatn
verður dýrari at keypa í
framtíðini
Grundgevingin hjá lands-
stýrinum er, at seinnu árini
hava føroyingar etið meira
og meira góðgæti, og fyri at
tálma hesum, er neyðugt at
hækka avgjaldið. Longu er
greitt, at bæði føroyskt og
útlendskt sodavatn verður
eina krónu dýrari í fram-
tíðini. Økta avgjaldið fer at
geva góðar 20 mio. krónur í
inntøkum í landskassanum.
Umframt avgjald á søt-
meti, verður eisini eitt av-
gjald lagt á beriposar úr
plastikki. Plastposar eru
skaðiligar umhvørvið, og
avgjaldið skal fáa føroy-
ingar at keypa færri plast-
posar. Avgjaldið
gevur
landskassanum góðar 5
mio. krónur í inntøkum.
Óheppið
Formaðurin í Búskaparráð-
num og stjórin á Hagstovu
Føroya, Hermann Oskars-
son, heldur lítið um av-
gjaldið á søtmeti. – Tað er
keðiligt, at politikkararnir
leggja seg út í, hvat fólk
keypa. Hví velja politikkar-
arnir ikki bara at økja um
meirvirðisgjaldið, so økt
avgjald rakar øll, so vit
sleppa undan, at teir stýra,
hvat fólk vilja keypa, sigur
Hermann Oskarsson
Hann leggur eisini dent á
hansara meining byggir á
rein búskaparlig fyrilit.
Hinvegin skilir hann væl
sjónarmiðið um, at av-
gjaldið minkar um góð-
gætisnýtsluna, og harvið
betrar heilsustøðuna hjá
teimum ungu í Føroyum í
dag.
Spurdur um, hvat hann
heldur um avgjøld sum
búskaparligt amboð, svarar
Hermann Oskarsson, at tað
er ein sannroynd í øðrum
londum avgjøld verða nýtt,
men hann er kortini tals-
maður fyri, at politiski
myndugleikin heldur seg
burtur frá at stýra, hvat fólk
keypur.
Einar Waag, stjóri á Før-
oya Bjór, segði við Útvarp
Føroya
leygardagin,
at
orsøkin til avgjaldið var, at
landskassanum vantar pen-
ing. Hermann Oskarsson
vil ikki gera nakra við-
merking um orsøkina til, at
landsstýrið ætlar at leggja
avgjald á søtmetið og
plastikkposar.
Hermann Oskarsson um bommgjaldið:
Økt meirvirðisgjald
skilabetri
Andstøðutinglimur, Henrik Old:
Kreppuloysn í
inntøkutíðum
Rói Egholm á ting mikudagin
Fríggjadagin gjørdist
endaliga greitt, at tað verður
Rói Egholm, ið verður nýggi
tinglimurin hjá
Tjóðveldisflokkinum.
Mynd: Savnsmynd
Landsstýrið
ætlar at leggja
avgjald á
góðgæti og
sodavatn.
Hetta skal
eftir ætlan
geva lands-
kassanum 20
mio. krónur í
inntøkum.
Mynd: Álvur
Haraldsen
C
M
Y
K
5
4