Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 174 - 16. september 2003 Nr. 174 - 16. september 2003 7 Fyri fullari "Loppu", men eini lítlari áhoyr- arafjøld, borðreiddi Teitur Lassen sunnu- kvøldið við øllum frá ostaburgarasuppu, biljakstran og inni- ligum, kenslubornum sangi í heimsklassa KONSERT Ingrid Bjarnastein Keypmannahavn: Sunnu- kvøldið var Loppen úti á Christiania í Keypmanna- havn karmur um eina kon- sert. Eina konsert, sum fyri mong, helst bert er ein konsert. Men fyri tón- leikaglaðar føroyingar, var talan um ein ungan mann, sum er komin longri enn nógv bara droyma um við tónleiki sínum. Teitur Lassen átti hetta stjørnuklára kvøldið í sep- tember pallin. Og við sín- um meistaraliga gittarspæli og kensluborna og inniliga sangi, megnaði hann, enn einaferð, at bergtaka allar áhoyrararnar. Onki hóvasták Tað ber ikki til at dylja, at tey flestu, sum vóru í Lopp- uni, vóru føroyingar. Men fleiri danir høvdu eisini leitað sær vegin út á Christiania. Talan er um eini lítil høli, sum ikki rúmar nógvum fólkum. Tað fyltist eisini skjótt, og áðrenn klokkan var 22, so var so at siga fult. Lítlu umstøðurnar gjørdu, at tað kom meira at líkjast eini lítlari privatari konsert, enn eini, har øll kundu koma. Og sjálvt um ungi havnarmaðurin hevur fingið ein risastóran plátu- sáttmála, so hevur hann framvegis bæði beinini á jørðini. Áðrenn konsertin byrjaði gekk hann runt ímillum áhoyrarar og heils- aði uppá vinir og kenning- ar. Tá klokkan leið ímóti 22 fór Teitur so á pallin. Við tveimum akkustiskum gittarum — sjálvandi ikki í senn — sigur hann "Halló", og byrjar at spæla. Onki hóvasták var gjørt burturúr, og meðan fingrar- nir skjótt og lætt dansa yvir seks-streingjaða fylgisvein- in, byrjar ferðin. Ferðin við Teiti ígjøgnum nýtt og gamalt. Vinarkvøld - Tað er stuttligt, at síggja so nógv fólk her í kvøld. Eg visti ikki rættiliga, um tað fóru at koma tvey ella tretivu, segði Teitur aftaná tað fyrsta lagið. Fløgan hjá Teiti, Poetry and Aeroplanes, varð ann- ars givin út í Evropa í gjár, mánadag. Umframt at spæla á Loppen, var eisini konsert á Rust mánakvøld- ið, og eftir ætlan skal hann eisini spæla á Musikcaféen í Århus í kvøld. - Eg havi spælt nógvar konsertir í USA, har eg havi verið á míni fyrstu tónleikarundferð, og eg var útlúgvaður. Men nú havi eg havt høvið at hvíla meg. At umstøðurnar vóru so lítlar førdu við sær, at Teitur fekk høvi til at meira ella minni smápráta við áhoyr- arnar. - Henda konsertin sær meira út sum ein "Teiturs venner aften". Her eru studentaskúlanæmingar og so er rektarin hjá mær eis- ini, sigur Teitur og flennur. Við gittaranum spælir hann síðani "Rough around the edges". Tá sangurin er liðugur fortelur hann síðani eina søgu, sum fær øll at flenna: - Á rundferðini í USA høvdu vit tann stuttleikan, at tá vit fóru inn á eitt stað at eta, so kannaðu vit menukortið gjølla fyri at vita, hvat tað løgnasta tey høvdu at borðreiða við. Tað undarligasta, eg havi sæð higartil var ostaburgara- suppa! - Hesin næsti sangurin eitur "Starfish and me". Hann er um ein drong, sum finnur ein krossfisk og so tosar hann við hann. Hann hevur helst etið ov nógva ostaburgarasuppu. Lagið var gott, áhoyrarar- nir og tónleikarin vóru væl- uppløgd, og hetta gjørdi stemningin inni á Loppuni heilt serligan. Ein stólur, ein mikrofon, ein gittari og ein ungur havnarmaður megnaðu at bergtaka ein fullan sal í hálvan annan tíma. Men sum eitt hálvgum stílbrot, so vóru tey brád- liga tvey á pallinum. Áðrenn "Josephine" ljómar í salinum, sigur Teitur: - Anette? Har du lyst til at komme op at synge? Ein ljóshærd genta reisist millum áhoyrarnar, og hetta vísir seg at vera tann, sum saman við Teiti hevur gjørt sangin "Josephine". Tað sæst týðiliga, at hetta er avgjørt ikki fyrsta ferðin, tey hava sungið hetta lagið saman. Biljakstran Konsertin gjørdist, sum frá leið, hugnaligari og hugna- ligari. Søgur frá rundferðini og tað, hann hevur upplivað í USA, fingu eisini sítt pláss á konsertini. Tíð og pláss var gjørt fyri sarkast- iskum og skemtiligum við- merkingum, og við sjarmu og speisemi megnaði hann at halda áhoyrarnar áhug- aðar alla tíðina. - Einaferð koyrdu Jónas ljóðmaðurin, og eg eftir einum motorvegi umleið 20 minuttir uttan fyri Wash- ington. Vegurin var oyðin, og vit skuldu leita eftir einum staði at sova. Tað eru bara vit báðir í bilinum. Brádliga verða vit yvirhál- aðir av einum hvítum jeepi við sløktum lyktum, for- telur Teitur ímillum tveir sangir. - Skjótt aftaná koma bæði ein, tveir og tríggir politi- bilar. Vit hugsa so, hvat hesin stakkalin hevur gjørt, og eina lítla løtu seinni, koma eisini tvær tyrlur og nógvir vápnaðir svartir politibilar. Eg haldi, har mundu vera eini 20 politi- bilar. Og so Jónas ljóðmað- urin og eg, sum eru púra óimponeraðir. Hetta minti ikki sørt um "X-files". Høvdu vit sæð tað í sjón- varpinum, so hevði tað verið stuttligari. - Løgreglan fangaði bilin, sum rendi í ein vegg. Aftaná hendingina royndi eg at hyggja í bløð og sjónvarp fyri at kanna um nakað stóð um eina bil- jakstran, men eg fekk onki at vita um Mulder og Scully. Eykanummar Teitur megnaði hetta kvøld- ið sanniliga at prógva, hvussu væl hann meistrar singer/songwriter stílin. Klokkuklára røddin og hugtakandi gittarspæli fekk salin at sita pinnastillan. - Tað er avmarkað, hvussu leingi nakar tímur at lurta eftir einum fýri við einum akkustiskum gittara, so eg fari at spæla mín síðsta sang nú, segði Teitur eftir hálvan annan tíma við meistaraligum sangi og spæli. - Eg leggi mailing-listan á borðið, og so kunnu tit skriva tykkum upp. Eg havi ongar t-shirts ella nakað, sum tit kunnu keypa. "Sleeping with the lights on", sum hevur verið at hoyrt í ÚF nú í eina tíð, rungaði síðani, og áhoyr- arafjøldin nikkaði sam- tykkjandi við, meðan spælt varð. Aftaná seinasta lagið, gjørdi Teitur eina roynd í at sleppa av pallinum, men tað gekst ikki so væl. Hann varð skjótt klappaður upp- aftur, og lurtararnir fingu so eitt ynski. Tað gjørdist til "Amanda´s dream" um- framt eitt annað lag. Ein friðarlig, kenslubor- in, persónlig og væleydnað konsert var komin at enda. Teitur megnaði, sum altíð, at prógva, at dugur er í honum. Eftir konsertina kann ein heldur ikki undrast á, hvussu tað ber til, at hann hevur fingið ein plátusáttmála við eitt so stórt plátufelag sum Universal. Teitur er í heimsklassa … Teitur í heimsklassa Fløguaktuelli Teitur Lassen hevði sunnukvøldið konsert í Keypmannahavn fyri fullari "Loppu". Kensluborin og inniligur, sum altíð, fangaði hann áhoyrarnar í hálvan annan tíma við meistaraligum sangi og spæli Mynd: Fróði Sundskarð - Anette? Har du lyst til at komme op at synge?, segði Teitur brádliga. Anette hevur saman við Teiti gjørt sangin Josephine, og saman framførdu tey hetta lagið Mynd: Fróði Sundskarð Høvdavirkið í Leirvík er eitt dømi um, hvussu væl tað loysir seg at gagnnýta tann partin av okkara fiskatilfeingi, sum vanliga verður kallaður slógv NÝGGJ VINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Viðhvørt loysir tað seg at ganga nýggjar leiðir. Tað er Høvdavirkið í Lerivík eitt gott dømi um. Høvdavirkið, sum tað eitur í vanligari talu, ella Faroe Marine Products, sum tað formliga eitur, varð stovnað í 2001, við tí endamáli at virðisøkja tað fiskatilfeingið, ið vanliga verður roknað sum slógv. Og ikki kann sigast ann- að, enn at væl hevur vign- ast. Eirikur á Húsamørk er stjóri á Høvdavirkinum sig- ur, at longu í fjør útflutti virkið fyri fyri einar 32 milliónir krónur. Men gongst sum hann vónar, verður útflutningur- in tvífaldaður um heilt stutta tíð. Virkið liggur á Hagaleiti beint uttanfyri Leirvík. Næsti grannin hjá virkinum er brennistøðin hjá IRF. Og tað er ikki av tilvild, tí Høvdavirkið brúkar avlops- hita frá brennistøðina til framleiðsluna. Á Høvdavirkinum verða høvd turkað til útflutnings og tað krevur sera nógva orku. Tí hevur tað alt at siga, at vit fáa avlopshita frá brennistøðini, tí sostatt fáa vit nógv bíligari orku, enn vit høvdu fingið, skuldu vit fýrt við olju, sigur Eirikur á Húsamørk. Samstundis fær IRF selt eitt sindur av tí varma, sum annars hevði farið upp í royk. Sostatt er samstarvið til gagns fyri báðar partar og hetta er eitt samstarv, sum tey á Høvdavirkinum eru sera væl nøgd við. Íslendingar hava turkað høvd í eina tíð og Ísland- ingar eru eisini uppi í Høvdavirkinum í Leirvík. – Partapeningurin í Høvdavirkinum er helvt um helvt føroyskur og ís- lendskur og hetta er eitt samstarv, sum hevur riggað sera væl. – Ìslendingar duga væl at turka høvd og teir vita nógv um marknaðin. Saman- tvinnað við fyrstafloks høvd og ryggir frá føroysk- um fiskavirkjum, og góð- um arbeiðsfólki, hevur hetta gjørt at Faroe Marine Products hevur fingið sera gott umdømi á marknaðin- um, sigur stjórin. Hann sigur, at arbeiðið á Høvdavirkinum byrjaði mitt í oktober í 2001. Til 30. juni í ár hevði virkið tikið ímóti umleið 10.000 tonsum av høvdum frá føroysku fiskavirkjun- um runt alt landið. Og nú eru tað tey flestu fiskavirkini í landinum, sum selja Faroe Marine Products høvd og ryggir í staðin fyri at mala tey til fiskaslógv ella frysta tey til minkafóður. Kunnu fáa 12.000 tons Eirikur á Húsamørk sigur, at tilsamans fáast eini 12.000 tons av høvdum av tí toski, hýsu og upsa, sum verður avreiddur og virk- aður í Føroyum. Sostatt hevur Høvdavirk- ið higartil fingið umleiðs helvtina av teirri rávøru, sum er til taks. Men í Leirvík stíla tey hægri og í løtuni verður Høvdavirkið bygt út. Og táið hendan útbyggingin er liðug um ein góðan mánað, er virkið ført fyri at taka ímóti øllum høvdunum av toskinum, hysuni og upsan- um, sum verður virkaður á føroysku fiskavirkjunum. Eirikur á Húsamørk vón- ar tískil, at tað fer at eydn- ast virkinum at fáa fatur á meiri høvdum og at øll virkini í landinum fara at halda tað vera áhugavert at selja virkinum høvd. Hann leggur afturat, at fáa tey rávøruna, fer ikki at standa á at sleppa av við tey turkaðu høvdini. – Higartil er øll vøran seld til Nigeria, har tey brúka høvdini til súpanar- bót. Hetta kann ikki sigast at vera nøkur bílig vøra hjá teimum í Nigeria, tí ein vanligur arbeiðari skal av við eina heila dagsløn fyri at fáa eitt høvd til keyps. Men hetta sigur so eisini eitt sindur um, hvussu høgt í metum turkað høvd eru har um leiðir. Og stjórin á høvdavirkin- um sigur, at eftirspurning- urin eftir turkaðum høvd- um úr Føroyum hevur verið munandi størri enn tað, tey hava klárað at turkað, so tað fer ikki at standa á at sleppa av við høvdini. Útflutt fyri 50 milliónir Frá tí at arbeiðið á virkin- um byrjaði, til dagin í dag, hevur Høvdavirkið tilsam- ans útflutt fyri góðar 50 milliónir krónur. Hetta svarar til fimm krónur fyri kilo av turkaðum høvdum, tá ið vit tosað um tey dýr- astu høvdini. Ì sama tíðarskeiði hevur virkið útgoldið 15 milliónir krónur í lønum. Ì meðal hava verið góð 20 fólk til arbeiðis á virkinum. Størsti parturin av arbeiðsfólkin- um hava verið útlendingar úr Russlandi, Jugoslavia, Rumenia og aðrastaðni frá. Og Eirikur á Húsamørk kann ikki siga annað enn at tey hava havt sera góðar royndir av útlendsku ar- beiðsmegini. Hann sigur eisini, at fíggjarliga gongdin hjá virkinum hevur eisini verið hampiliga góð. Í 2002 vignaðist tað so mikið væl fíggjarliga, at umframt keypsprísin fyri høvdini, lat virkið rávøru- veitarum sínum eina slaka millión í bonus. Hetta megnaði virkið, hóast bæði tímalønir og prísir annars, eru væl hægri enn í Ìslandi. Hann sigur sostatt, at sæð frá einum samfelagsligum sjónarmiði, hevur útflutn- ingurin hjá Høvdavirkinum ført til eina stóra virðisøk- ing av fiskaslógvinum. – Vórðu tey 10.000 tons- ini av høvdum, sum virkið hevur tikið ímóti, ikki turk- að, høvdu tey í mesta lagi havt eitt útflutningsvirði upp á einar 10 milliónir krónur. Hetta skal so sammetast við tær 50 milliónirnar, sum Høvdavirkið hevur útflutt fyri. – Talan er sostatt um at útflutningsvirðið av slógv- inum er fimmfaldað. Verð- ur so alt tað avleiddda virk- semið tikið við, eitt nú løn- ir, flutningur, pakningur, orka og annað, er talan um ein munandi meirvinning fyri føroyska samfelagið, sigur Eirikur á Húsamørk. Hann sigur, at hetta er somuleiðis eitt dømi um, at enn eru stórir møguleikar at virðisøkja tann partin av fiskatilfeinginum til matna, ið annars vanliga verður roknaður at vera slógv, eitt nú livur, rogn, sil, ryggir og annað. Hava higartil vunnið yvir 50 milliónir til føroyska samfelagið Eirikur á Húsamørk sigur, at tað stendur ikki á at sleppa av við tey turkaðu høvdini. Høvdavirkið í Leirvík verður nú bygt út so at tað kann taka ímóti høvdunum av øllum fiskinum, sum verður avreiddur í Føroyum Tey turkaðu høvdini verða útflutt til Nigeria, har tey verða brúkt til súpanarbót. Ein vanligur arbeiðari í Nigeria skal av við eina heila dagsløn fyri at kunna keypa eitt høvd. Kortini er eftirspurningurin nógv størri enn tað, sum virkið klárar at turka C M Y K 7 6