týsdagur 16. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 174 - 16. september 2003
Nr. 174 - 16. september 2003
9
MARKNAÐARRÁK
Kaupthing
Fólkaatkvøðugreiðslan í Svøríki
sunnudagin vísti, at ein greiður
meiriluti av svium ikki ynskja at
nýta evruna sum gjaldoyra.
56,1% atkvøddu nei og einans
41,8% ja. Tað er ikki óvanligt, at
kenslurnar ráða, tá atkvøðast skal
um slík torskild stórmál, og eftir
ræðuliga morðið á ráðharran
Onnu Lindh var tí hugsandi, at
ja-vongurin fór at toga eitt sindur
inn á nei-vongin, men so gjørdist
ikki. Svenska krónan viknaði
nakað mánamorgunin, men av tí
at eitt nei var væntað, er sannlík-
indið fyri einari óstøðugari
svenskari krónu lítið.
Úrslitið av atkvøðugreiðsluni
er áhugavert fyri støðuna hjá
Danmark mótvegis evruni. Hóast
danir, eftir at evran varð sett í
umferð í evropisku londunum,
eru vornir meira fyri einari evru,
metir Marknaðarrák, at úrslitið í
Svøríki er ein stuðul til danska
nei-vongin. Samstundis kann
roknast við, at longur fer at
ganga til fólkaatkvøða um evr-
una, aftur verður í Danmark.
Eftir at vit í longri tí, at kalla,
einans hava sæð bjartar búskap-
arligar uppgerðir úr USA, vóru
meira vánalig tøl kunngjørd
fríggjadagin.
Millum
annað
gjørdust sølan av vanligum vør-
um og ein uppgerð av brúkara-
álitinum eitt vet verri enn vænt-
að. Tað er ein sannroynd at tað
gongur betur í amerikanska bú-
skapinum og góð útlit eru fyri
hækkandi virksemi í 3. ársfjórð-
ingi. Kortini er hugsandi, at
marknaðarluttakarar hava verið
ov bjartskygdir og at ávísar láns-
brævarentur eru hækkaðar eitt
vet ov nógv og ov skjótt. Møgu-
leiki er tí fyri, at lánsbrævarentur
næstu vikurnar stundum kunnu
lækka. Hinvegin metur Marknað-
arrák framvegis, at tá vit nærkast
ársskiftinum vilja longru láns-
brævarenturnar liggja á sama
stigi sum í dag ella eitt vet hægri.
Fleiri áhugaverdar hendingar
verða hesa vikuna - hendingar
sum kunnu ávirka marknaðirnar.
Á gjaldoyraøkinum er áhugavert,
at ein uppgerð fyri amerikanska
gjaldsjavnan í 2. ársfj. verður
kunngjørd. Hallið á gjaldsjavn-
anum er støðugt hækkað seinastu
árini og er vorðið metstórt. Um
eisini talið hesa vikuna vísur eitt
økt hall, kann dollarin vikna móti
evruni og donsku krónuni.
Roknað verður ikki við, at
amerikanski tjóðbankin (FED)
broytir rentuna á fundi teirra
týsdagin 16. september og hetta
vil ikki ávirka. Hinvegin fer allur
fíggjarheimurin at lurta eftir,
hvat sagt verður eftir fundin. Um
bjartskygnið hjá FED verður
varðveitt, fara lánsbrævarentur-
nar at halda støðið ella at hækka,
og hetta vil eisini stuðla gongdini
á partabrævamarknaðunum.
Svenskt nei til evruna ávirkar Danmark
Vika 38, 2003
www.kaupthing.fo
– Royndirnar eg fái
her í Aberdeen eru
gull verdar fyri meg.
Tú sleppur at arbeiða
við tingum, sum eru
rættiliga specialiserað
og so sleppur tú at
gera ting, sum tú ikki
fær gjørt í Føroyum
sigur Rúni Joensen,
sum starvast sum de-
signverkfrøðingur hjá
skotskari oljufyri-
tøku. Hann mælir
føroyingum til at fara
til Aberdeen at lesa og
at arbeiða har, áðrenn
farið verður heim-
aftur
OLJUVINNA OG
ÚTBÚGVING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Millum tey vitjandi á olju-
messuni í Aberdeen herfyri
vóru eisini fleiri føroyingar,
sum arbeiða í skotsku olju-
vinnuni – og sum hava
fingið sær útbúgving í Sko-
tlandi. Ein teirra er 26 ára
gamli Rúni Hansen úr
Havn. Hann læs í Aberdeen
í fimm ár og hevur útbúgv-
ing sum mekaniskur verk-
frøðingur. Hann fór so
beinleiðis frá universitetin-
um í oljuvinnuna at arbeiða
og hevur eitt ár á baki .
Hann starvast hjá Elmar
Services, sum er eitt dóttur-
felag hjá Barco. Teir fram-
leiða útbúnað til oljuvinn-
una so sum mastrar, kontr-
olstýriútgerð, fóðring til
boring ol. Í fyritøkuni ar-
beiða umleið 300 fólk.
Rúni arbeiðir har sum
designverkfrøðingur.
Hóast Føroyar draga so
heldur Rúni tað vera sera
týdningarmikið at kunna
fáa sær royndir í vinnulív-
inum aðrastaðni. – Roynd-
irnar eg fái her í Aberdeen
eru gull verdar fyri meg. Tú
sleppur at arbeiða við ting-
um, sum eru rættiliga
specialiserað og so sleppur
tú at gera ting, sum tú ikki
fær gjørt í Føroyum.
Rúni vil avgjørt mæla
føroyingum, sum fáa sær
útbúgving í útlandinum,
eisini at fáa sær royndir
har, áðrenn teirelita sær
heim aftur til Føroya. Ja tað
er spill at fara beint heim
frá skúlanum.
Rúni heldur tað eisini
vera ein góða gongd, at
fleiri og fleiri føroyingar
velja at fara aðrastaðni at
lesa eisini enn bara at fara
til Danmarkar. Nú tá stuð-
ulin er so góður, so er tað
eins bíligt at fara til Skot-
lands at lesa sum til Dan-
markar. Hann skilur ikki,
hví ikki fleiri føroyingar
velja at fara til Aberdeen at
lesa.
Rúni heldur tað vera ein
stóran fyrimun at fara t.d.
til Skotlands at lesa, tí tá at
lærir man enskt til fulnar,
og so er Skotland eisini
nógv meira multikulturelt
samfelag enn t.d. Danmark.
Á universitetinum eru fólk
úr nógvum tjóðum. Tú
lesur og býr saman við
teimum, so tað er ikki sum
nógva staðni í Danmark,
har bara føroyingar eru
saman. Eg haldi man veks-
ur nógv við hesum.
Rúni, sum vitjaði før-
oyska básin á oljumessuni í
Aberdeen nú um dagarnar,
heldur tað vera rætt av
føroyingum at vera við til
slíka messu, tí vit skulu
hyggja nógv ár fram hvat
eini oljuvinnu viðvíkur. Tí
umræður at vera við frá
byrjan og fylgja væl við í tí,
sum fer fram rundan um
teg.
- Fara føroyingar úr
myndini nú, so verður ringt
at koma innaftur.
Sjálvur hevur Rúni ein
dreym um at koma heim-
aftur til Føroya ein dag at
arbeiða í føroysku olju-
vinnuni. Hvat tí føroysku
luttøkuni í oljuvinnunu í
løtuni viðvíkur, so er tað
avmarkað,. hvat vit kunnu
gera. Hann heldur, at tað
eru fyrst og fremst skipa-
smiðjunar, sum skulu taka
avbjóðingina upp. Føroy-
ingar duga eins væl at
sveisa sum skotar. Slíkt ar-
beiði kanst tú tí lættliga
gera í Føroyum.
Gull vert at arbeiða í skotsku oljuvinnuni
Rúni Joensen, sum arbeiðir í skotsku oljuvinnuni, her á oljumessuni í Aberdeen saman við
Eyðun Elttør, landsstýrismanni. Mynd Jan Müller
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
16.
september.
Eufemia,
deyð umleið ár 300.
Kvinnuligur pínsluváttur, tikin av døgum undir
Diocletianus keisara. Femja er konufólkanavn, sum hevur
verið brúkt í Føroyum og eisini kemur fyri í nýggjari tíð.
Grikskt navn sum merkir gott umdømi.
Silvurbrúðarparið
Haraldsen,
Miðvági
Týsdagin 16. september
2003 kunnu hjúnini Nico-
lina og Jóhannes Harald-
sen, Miðvágur, halda silv-
urbrúdleyp.
Nicolina er dóttir Leu f.
Jacobsen av Slættanesi og
Andrias Johannesen úr
Miðvági.
Nicolina hevur útbúgv-
ing innan fiskivinnutøkni
frá Fiskivinnuskúlanum í
Vestmanna og arbeiðir sum
eftirlitsfólk á Føroya Fiska-
virking í Miðvági.
Johannes er sonur til
Thorborg f. Johannesen og
Niels Juul Haraldsen bæði
úr Miðvági.
Niels Juul var ein teirra,
ið gekk burtur við "Sjey-
størnuni" 9. februar 1973
millum Føroyar og Ísland.
Johannes
lærdi
til
elektrikara hjá Hjalgrím
Davidsen í Havn og hevur
seinnu árini silgt sum
maskinmeistari við "Polar
Princess".
Johannes og Nicolina
eiga 3 børn. Nomi 28 ár,
Leila 24 ár og Thomas Jul
17 ár.
Silvurbrúðarparinum
verður ynskt hjartaliga til-
lukku á degnum.
Tveir nýggir námsfrøðingar
Borghild Tómasson og Rannvá á Steig, Klaksvík, hava í
summar 2003 lokið útbúgving sum námsfrøðingar á Højvang
Seminarium, Glostrup
13. september 2003 kundi
marinespecialistur Palle K.
Rasmussen, Stykkið, halda
sín 25 ára starvsdag hjá
donsku sjóverjuni.
Palle er útbúgvin sum
sølumaður hjá Austin Reed
Ltd í Danmark og Svøríki.
Liðugur við hesa útbúgving
bleiv hann kallaður inn til
hertænastu hjá donsku sjó-
verjuni.
13. september 1978 byrj-
aði Palle á Søværnets
Grundkursus í Auderød við
eftirfylgjandi útbúgving á
Søværnets
Signalskole
(SIS) á táverandi Flådesta-
tion København (Holmen).
23. november 1978 bleiv
kósin eftir egnum ynski sett
móti Føroyum. Her gjørdi
hann seg lidnan við her-
tænastuna við at arbeiða
sum signaloperatørur á
Flåderadio
Tórshavn
(Marinestation Thorshavn).
Síðan skrivaði hann undir
sáttmála og helt fram at
arbeiða í Føroyum.
Í 1985 var hann aftur á
Søværnets Signalskole í
eitt ár, har hann tók útbúgv-
ing
sum
hernaðarligur
fjarritari við certifikati sum
radiotelefonistur. Síðan fór
hann aftur í starv á Marine-
station Thorshavn.
Frá 1994-96 var hann í
tænastu hjá Flåderadio
Grønnedal í Grønlandi, og
var hann m.a. á skeiði hjá
Helikopter
Information
Service hjá Grønlandsfly í
Nuuk. Frá Statens Luft-
fartsvæsen
fekk
hann
"VHF-Radiotelephone
Operator
License
For
Ground Personnel.
Eitt tíðarskeið í 1997
arbeiddi Palle á Flåderadio
Århus (Søværnets Opera-
tive Kommando).
Palle hevur hesi árini
verið álitismaður og í eitt
langt
tíðarskeið
eisini
felagsálitismaður á sínum
arbeiðsplássi. Hann hevur
verið til øll neyðug skeið
hesum viðvíkjandi, og um-
boðar hann í dag Søværnets
Konstabelforening
hjá
Færøernes Kommando.
Á Føroya Handilsskúla
hevur Palle tikið prógv í
leiðslu og samstarvi, virkis-
búskapi, virkisleiðslu og í
roknskapi.
Flaggdagin 1980 giftist
Palle við Marin, av Stykk-
inum, og hava tey búð á
Stykkinum síðan tá. Tey
eiga trý børn: Bárður, Bar-
bara og Benjamin.
Í november 2000 bleiv
Palle valdur í stýrið fyri
Kvívíkar Kommunu , og er
hann í fleiri nevndum har.
Hann umboðar kommun-
una í Ráðnum fyri Ferðslu-
trygd og í kommunala
skattaklaguráðnum
fyri
Norðstreymoyar Øki.
Tveir
nýggir
politistar
1. august 2003 høvdu Janus
Mohr Kjærbo, Vágur, og
Mariann Reinert, Tórshavn,
lokið útbúgving sum
politistar.
mynd: Kristian Dahl
25 ára starvsdagur hjá Færøernes Kommando
Oberstløjtnantur Preben Skovgaard h.m. handar her Palle K. Rasmussen, marinespecialisti, diplom á 25 ára starvsdegnum
Mynd: Færøernes Kommando
Nøvn í vikuni
Kennir tú onkran …
Kennir tú onkran í familjuni,
á arbeiðsplássinum, í grannalagnum
ella hvar tað skal vera, ið hevur ein
merkisdag sum t.d. rundan
øðingardag, brúdleypsdag, starvsdag
nkran, sum hevur fingið nýtt starv
ð so sig okkum frá.
navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um
r at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit ok
at senda okkum nøkur orð og um møgulig
ar og fotografar til slíkar uppgávur.
..............................
.................
....
C
M
Y
K
9
8