týsdagur 16. september 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 174 - 16. september 2003
Nr. 174 - 16. september 2003
11
Ein og hvør, sum fylgir við tí, sum hendir í heimin-
um fyri tíðina, má ásanna, at fólkaræðið er undir
einum ávísum trýsti. Hinvegin vita vit frá søguni, at
fólkaræðið altíð hevur verið undir trýsti og er hesin
standur so at siga ein natúrligur partur av sjálvari tí
demokratisku stýrisskipanini. Fólkaræðið má tí alla
tíðina vera á varðhaldi. Hetta er eisini galdandi fyri
okkara politisku skipan. Orðaskifti ella dialogur,
opinleiki og tollyndi eru lyklaorð, tá um demokrati
ræður. Talufrælsi, skrivifrælsi og framsøgufrælsi eru
sjálvsagdar fortreytir fyri fría vali borgarans, fyri tí
umboðandi fólkaræðinum. Rætturin til at vera
ósamdur er ein partur av grundvølli fólkaræðisins.
Hinvegin er ta ein fortreyt fyri einum vælvirkandi
fólkaræði, at orðaskiftið verður hildið á einum
sakligum og sømiligum støði. Her má tíverri
ásannast, at hetta ikki altíð er galdandi fyri politiska
orðaskiftið í Norðurlondum og heldur ikki her hjá
okkum.
Tónin í Føroyum er mangan harður ja, næstan hatsk-
ur hjá teimum, sum gera politiskar viðmerkingar og
hjá ávísum politikkarum. Hetta gongur mest út yvir
tey, sum ikki taka undir við fullveldispolitikkinum.
Tónin og orðalagið gagna ikki demokratisku til-
gongdini. Serstakliga gongur hetta út yvir Javn-
aðarflokk og út yvir fólk, ið verða hildin at hava
samhug við hesum flokki. Til hesa myndina hoyrir
so eisini hetta, at kunningin til almenningin um tað,
sum fyriferst í politisku skipanini, er um at steðga
upp. Tað tykist ikki sum samfelagstjak hevur áhuga.
Í førum fáa vit ein einvegis tíðindaflutning úr lands-
stýrinum, sum í ávísan mun tykist vera politiskt
stýrdur.
Sama rák hómast innan andslív og mentan, har tað
tykist, sum tey, við teimum røttu politisku meining-
unum, seta dagskránna. Tí spyrja nógv, um tað veru-
liga er so, at bert tey við rætta politiska litinum
sleppa framat á alment stuðlaðum tiltøkum. Í hesum
sambandi eigur at verða víst á vandan fyri einsrætt-
ing av føroyskum ands- og mentanarlívi. Tá lista-
verk verða ummæld tað verið seg bøkur ella onnur
list, kann tað tykjast sum politiski litur listamansins
ávirkar ummælini.
Tað er vanligt í einum fólkaræði, at eitt nú rithøv-
undar eru á varðhaldi og finnast at teimum ráðandi í
samfelagnum. Men síðani fullveldistilgongdin
byrjaði, hevur nærum ikki verið kritikkur av
valdsharrunum frá teimum, ið annars ikki plaga at
vera sein at finnast at einum hvørjum politiskum
valdi. Tað hevur annars ikki skortað við tí, sum líkist
maktmisnýtslu og minkandi rættartrygd hesi árini. Í
staðin hevur heilt uttan orsøk verið lagt eftir eitt nú
fakfelagsfólki og annars eftir fólki, sum ikki hava
"røttu" hugsanina. Hetta er eitt ódámligt rák, ein
polarisering av føroysku tjóðini, sum ikki gagnar
fólkaræðinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fólkaræðið undir trýsti
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Henrik Old
tingmaður
Nú pressan boðar frá, at
landsstýrissamgongan er
samd um, at neyðugt er at
leggja avgjald á beriposar
fyri at bjarga inntøkur til
landskassan, má botnurin
verða náddur.
Hesin fittligi beriposin,
sum hereftir blívur ein
avgjaldsposi
skal
geva
landskassanum 5 milliónir,
og sum skilst so hevur hvør
flokkur í sínum lagi leita
dúgliga fyri at finna okkurt
annað at koyra í avgjalds-
posan. Higartil hava tey
funnið drops, karamellir og
sodavatn at koyra í posan
og á tann hátt fáa nakrar
milliónir
frá
fólki
til
landskassan at dekka eitt
hall á fíggjarlógini við.
Í januar fekk hvørt húsar-
hald ein eykaskatt uppá 500
kr. í sjónvarpsgjaldi, um-
framt eitt eykagjald (serliga
ætla barnafamiljum) tá
politisk avgerð var tikin um
at hækka mjólkaprísin út-
við 1 kr. pr. litur.
Samtíðis var útgjaldið frá
barsilsskipanini
lækka,
serliga til tey tímaløntu.
Tað er ófatiligt at fólka-
flokkurin gongur við til
slíkar eykaskattir, serliga tá
hettar verður gjørt í eini tíð
har nøgdirnar av fiski ið
veiddar verða ongantíð
hava verið størri enn tað
sama, harumframt verður
laksur í stórum nøgdum
seldur av landinum.
Væl eru hvørki fiska-
prísir ella laksaprísir naka
at reypa av. Men harífrá og
so til at seta krepputiltøk
við eykaskatti í verk skal
verða máti við.
Sjálvandi
kann
tjóð-
veldið ikki liva við eini
fíggjarlóg, sum gevur hall
slík inntøkuár.
Man kundi trú at fólka-
flokkurin var væl fyri at
staði ímóti avgjaldskrav-
inum hjá tjóðveldinum við
einum so frálíkum høgra
bakki, sum sjálvstýris-
flokkinum – men gakk.
Áhaldandi hava fullveld-
ismenn og kvinnur roynt at
fortelja Føroya Fólki at
rikni fullveldispolitikkurin
slettis ikki fór at merkjast
hjá nøkrum. Við aðrir sum
hava roynt at muta ímóti,
hava verið róptir ræðu-
skítar, svarsíggjarar og tað
ið verri er.
Bæði herheima og úr
fullveldismiðstøðini
í
London hava rakstrarrópini
verði hesi "Bíða bara, tað
fara at koma nýggir spírar
upp úr jørðini, bara sloppið
verður av við blokkin".
Hvussu hevur so gingist
við teimum nýggju spírun-
um, nú 5 ár eru liðin síðani
amboðskassin var opnaður,
jú framvegis eru 99% av
okkara útflutningi fiskur –
og enntá fer meira óvið-
gjørdur fiskur av landinum
nú enn nakrantíð fyrr.
Ístaðin fyri áhaldandi
dagligt stríð í samgonguni,
so mátti tað verið onkur,
sum heldur tók trupuleikan
upp við tí nógva óviðgjørda
fiskinum, ið fer av landin-
um. Er tað eingin í sam-
gonguni, ið sær álvaran í at
halda fram við sigldu
fullveldiskósini tá tað er
komi hartil at eykagjald á
berposar er ein partur av
bjargingini.
Tað verða helst fleiri enn
eg, ið fara at lata beriposan
liggja í frið í handlunum nú
hann framyvir skal tryggja
fullveldisgongdina.
Fullveldi í beriposa
(Frælsi í dós)
Torkil V. Rasmussen
Hin heimskendi heims-
spekingurin Niels Uni Dam
(Mona Lisa) ger vart við
seg og sína sosialistisku
tankagongd í vikuskiftis-
blaðnum hjá Sosialinum
hin 13 september, har hann
skuldsetur fólkafloksfólk
fyri at vilja hav a eitt
klassasamfelag, har tey
gomlu skuldu verði skotin,
og tey fátæku skuldu fingi
so ring kor, at tey umsíðir
doyðu? Eg veit ikki hvar, ið
Niels Uni Dam ætlar sær
við slíkum tápuligum út-
sagnum um ein bólk av
samfelagnum?
Tað er sjálvandi nemt at
vera tann reina samvitskan
hjá síni tjóð, tá ið man til
konsertir rennur runt hálv-
nakin á pallinum framman
fyri lítlum smágentum!
Heilt erligt, so visti eg
ikki, at Niels Uni Dam var
so svart/hvítur í sínum hátti
at lýsa Fólkaflokkin og
veljarar hans.
Tað er harmiligt at hoyra
hvussu ræðulig vit fólka-
floksfólk eru, tá ið hugsað
verður um skattapolitikkin
hjá flokkinum. At vilja
geva pengar aftur til borg-
aran ístaðin fyri at fylgja
vinstrahallum sentraliser-
ingstankum um at seta eina
nýggja nevnd ella onkran
arbeiðsbólk til at gera okk-
urt tilmæli, og so gongur
leiðin víðari upp í pappírs-
veldinum.
Eitt dømi uppá góðan
nevndarsið er t.d. loyvis-
nevndin, sum var farin
summarferiu aftaná eitt
hart arbeiði um at tøma
mineralvatn og kaffi í
onkrum
nevndarhølum,
men sum enn ikki kann fáa
fingurin úr bakpartinum til
at geva t.d. Gallarínum á
Áarvegnum eitt skeinki-
loyvi.
Nokk um tað! Vit eru
sjálvandi samdir Niels Uni
um, at tað er púra ógjørligt
at hugsa sær, at vit kundu
spart og effektivisera ta
almennu umsitingina, sum
eftirhondini tykist at fara
avstað við sínum stóra parti
av skattapeninginum.
Skattalætti, skal eg for-
telja tær Niels Uni, er ikki
tað sama sum yvirhøvur
ikki at gjalda skatt. Tíverri
ert tú farin at mála hin
versta á veggin, tá ið um-
ræður skattalætta.
Trupulleikin er tann, at
vit liva í einum samfelag,
har tað almenna kostar ov
nógv, men tað eru Per og
ikki minst Pól, sum noyðast
at slítast við tað. Kundu vit
skori eitt petti av tí ov
nógva rómanum, ið liggur
omaná ta almennu køkuni,
so kundi man givi teimum,
ið hava goldið, eitt sindur
aftur. Harvið gerst tað
hugaligari at arbeiða.
Annars ætli eg mær ikki
niður í nakrar smálutir, tí
tað er so torført, tá ið fáast
skal við ein persón, ið
antinn sær hvítt ella svart,
men møguligari verður
tann trupulleikin burtur um
nøkur ár, tá ið tú ert vorðin
vaksin.
Lítil viðmerking til uppfatan Niels Una Dams av tí,
í hansara verð, "fasistiska" Fólkaflokkinum?
Hans Jensen
Hvalvik
Der er noget gribende ved
angrende syndere, der med
brødebetynget blik rejser
sig i menigheden og be-
kender deres små menn-
eskelige fejltrin, MEN –
At vi for åben TV-skærm
skulle opleve nogle af sam-
fundets mest forhærdede
syndere – de offentlige
kvinder og mænd – bryde
sammen og tilstå, at de på
trods af gode stillinger og
lønninger ikke passer deres
job 100% var en følelses-
mæssig chokerende oplev-
else. Stærk tobak.
Det må have været et
meget
stort
emotionelt
pres, de har levet under i
årevis. Hvilken pine måned
efter
måned
at
være
tvunget til at modtage fuld
løn, vel vidende, at de
kunne have gjort en større
indsats
til
samfundets
bedste. Nej – det har ikke
været nemt.
Derfor er det ikke alene
rosværdigt
men
også
positivt, at de tør stå frem
for Føroya Folk og sige, at
vi har svigtet jeres tillid, vi
angre og nu vil vi have løn
eftir fortjeneste. Vi må
respektere deres selvindsigt
og tilgive dem.
Da man jo ikke kan gøre
et job mere end 100%, kan
jeg forstå, at man med
»Avriksløn« har tænkt sig
at justere lønnen nedad
afhængig af effektivitets-
graden af den enkeltes ind-
sats. Det lyder da for-
nuftigt, så jeg forstår ikke
Kjartan Hansens betænke-
ligheder. Her er virkelig
millioner at spare. Samtidig
vil man kunne smadre
sammenholdet i fagforen-
ingerne og overflødiggøre
lovgivning om arbejdsret.
Se – det er noget andet
end de snoldede håndører,
han kan få ind på børns helt
livsnødvendige
overfor-
brug af sodavand og slik.
Avriksløn
VIÐMERKINGAR
Sigvald Kristiansen
Skála, p.t. Tvøroyri
Aftur nú sóu vit í bløð-
unum
(Dimmalætting
hósdagin), at veitingar,
sum eldri hava fingið og
eiga rætt til, enn einaferð
eru tiknar burtur vegna
sparingar.
Heimahjálpin var –
tann tíð tað var – ein
framúr góð skipan, sum
allir pensjónistar, sum
trongdu til hesa hjálp,
vóru glaðir fyri.
Men so við og við er
hendan hjálp skorin so
nógv niður, at heima-
hjálpin nú næstan bert er
ein viðfáningur.
Eg haldi, at tað eigur at
talast at hesi manna-
gongd. Tað er gjørt áður.
Sosialurin hevur eisini
viðmerking til hetta í
leiðara fríggjadagin og
spyr, hvar pengarnir fara.
Ja, hvar fara peng-
arnir? Teir vísa seg ikki
at koma brúkaranum til
góða. Hvar fara teir so?
Pensjónistafeløg
og
eldrafeløg eiga at um-
hugsa at mótmæla hesi
mannagongd, sum vísir
seg við, at tað altíð fyrst
verður tikið frá teimum
veikastu, tá sparingar
fara fram. Mótmæla hes-
um niðurskurðum av
veitingum til óhjálpin
eldri.
Eg vil vegna okkara
lokala eldrafelag harð-
liga tala at hesum poli-
tikki. Eisini sum limur av
nevndini í Landsfelag
Pensjónistanna má eg
mótmæla tí, sum fram er
farið mótvegis pensjón-
istum.
Pensjónistar eru tolnir,
teir einstøku orka ikki at
mótmæla hesi framferð
frá
myndugleikunum.
Men onkur má gera vart
við seg.
Tíverri eru vit ov illa
samskipaði, vit eldru, og
tí hava vit kanska ov lítla
ávirkan á umstøðurnar
hjá okkum sjálvum. Vit
høvdu
megnað
nógv
meira, um vit stóðu sam-
an sum ein bólkur mót-
vegis teimum, sum ráða
fyri borgum.
Lyftir til tey gomlu
tróta ikki upp undir val
frá politiskari síðu, men
skjótt eru hesi lyftir
gloymd, sum eisini hend-
an síðsta hendingin við
skerjingum av heima-
hjálpini ber prógv um.
Áheitan mín er tí til
allar pensjónistar í Før-
oyum: Latum
okkum
fylkjast í eldrafeløg!
Tekna teg sum lim í
lokala eldrafelagið ella
pensjónistafelagið.
Er
eitt tílíkt á tínum heim-
staði, so far til eitt
grannafelag. Ella tak stig
til at seta á stovn eitt
eldrafelag, tú kanst fáa
hjálp
frá
Landsfelag
Pensjónistanna,
sum
umboðar øll eldrafeløg
og pensjónistafeløg, sum
vilja vera limur í Lands-
felagnum.
Landsfelag Pensjónist-
anna kann so sum eitt
sterkt felag tala søk
pensjónistanna mótvegis
myndugleikunum,
so
tørvurin
hjá
teimum
eldru verður nøktaður og
liviumstøðurnar
hjá
teimum betraðar.
Eldrapolitikkur
frøðiorðsyrking
tilverukroystarevini endurbinda
teg nú í afturbitssjógv -
ástvínberjalyklatyssið minnir um
fagurhondsútskorna- og vinarbands-
framvígslutrælkaða homlubandstyngd -
meðan trímannabitlarannið grætur í
atgongutrilvandi tilvildarmegi
sum listprýðisvevnaður syngur úr
glámlýsisgíggjandi muru
chr.fróði
Lasse Klein
Stríðsfúsir
samgongu-
menn: Tjóðveldisflokkurin
og Fólkaflokkurin kenna í
dag eingi mørk. Løgtingi
fær ikki longur boðskapin
um málsviðgerðirnar fyrst.
Landsstýrismenn leka tíð-
indi.Arbeiðshátturin skap-
ar vanvirðing fyri politiska
arbeiðinum,
og skaðar
arbeiði hjá journalistum í
stóran
mun,
og
teir
smærru flokkarnir hava
ikki orku at fylgja við, og
fáa tí ikki eitt bein til
jørðina. Hetta hevur einki
sum helst við demokrati at
gera, men hendan gongdin
kann vissuliga ikki halda
fram.
Summir av tjóveldis- og
fólkafloksmonnunum eru
so bergtiknir av fjømiðl-
unum, at teir føla seg sum
kongar, og servera dagsins
rætt í fjømidlunum annan
ella triðja hvønn dag.
Fjølmiðlafólk kúgað og
trælkað
Teir yvirtóku landsins stýri
við eini ótrúligari ideal-
ismu fyri skjótt seks árum
síðani og ruddaðu alt
framman fyri sær við einari
styrki, sum ikki var sædd
aður, og teir samtyktu at
halda fram í landsstýrinum
á sama hátt, sum teir høvdu
gjørt í andstøðu. Við somu
atferð. Hetta er orsøkin til,
at teir leka øll tíðindi.
Løgtingi fær ikki longur
boðskapin um málsvið-
gerðirnar fyrst. Landsstýr-
ismenn leka til góðu vinir
sínar í fjølmiðlaheiminum.
Eingin virðing er fyri løg-
tinginum longur. Hesin
arbeiðsháttur skapar van-
virðing fyri politiska ar-
beiðinum og skaðar arbeiði
hjá journalistum í stóran
mun. Fjølmiðlafólk hava
verði noydd at funnið seg í
at verða hongd út, kúgað og
trælkað. Boðini eru greið:
skrivar tú, sum vit vilja
hava, so fært tú nakað. Um
ikki, so er tín karriera í
vanda.
Á sama hátt tykjast eisini
mørkini hjá tænastumonn-
um landsins at verða tamb-
að. Fyrr høvdu teir "stórar"
avmarkaðar. Teir skuldu
verða tignarligir, og røkja
tænastuna uttan politiskar
lótir. Teir skuldu tæna
landsstýrinum – ikki einum
politiskum
flokki. Teir
skulu verða til reiðar at
tæna einum og hvørjum
landsstýri, sum kom til
aftaná eitt val, og teir skulu
ansa væl eftir ikki at brúka
skattaborgarans pening til
flokspolitiskt endamál. Til
ber bert at brúka skatta-
borgarans pening til at
greiða frá, hvat endamál er
við landsstýrisins politikki.
Ikki at greiða frá hvussu
ótrúliga góð ein lands-
stýrissamgonga er. Tað átti
ikki at verði trupult at skilt.
Illa dálkaður grundvøllur
Tjóðveldisflokkurin
og
Fólkaflokkurin
hava
á
hendan hátt áhaldandi van-
virt løgtingi, teir hava vill-
leitt, og á ein ósakligan hátt
eisini
fjølmiðlarnir
frá
einari landsstýrisómsemju
til aðra. Ein illa dálkaður
grundvøllur er úrslitið.
Hetta er orsøkin til, at
trúvirði er fokið á sitandi
landsstýrissamgongu. Eftir
seks árum er tað fáa fólk,
sum trúgva einum einasta
orði av tí, sum tjóveldis- og
fólkaflokkurin borðreiða
við. Teir hava lítið og einki
trúvirði. Fólk hava fatan av,
at teir handfara øll mál fyri
egnan vinning.
Vit mugu ongantíð koma
í tað grøvina, at vit fremja
politiskt arbeiði, tí at tað
kann selja. Vit arbeiða fyri
politiskum sjónarmiðum, tí
vit trúgva uppá tey. Ávísir
politiskir flokkar eru meira
upptiknir av, hvussu úrsliti
verður, enn sjálvt inni-
haldið. Vit hava í Føroyum
í dag eitt politisk tómrúm.
Meiningsleysar og
illavorðnar ósemjur
Fólkaflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin hava feiað
sítt politiska hugsjónarstøði
inn undir gólvteppið. Tær
trongdu
møguliga
til
endurnýggingar, men tær
vóru hóast alt eitt politiskt
hugsjónarstøði – ein trúgv,
ein sannføring.
Sum støðan er í løtuni so
trúgva Tjóðveldisflokkurin
og Fólkaflokkurin bert
uppá sjúkliga handfaring av
politiskum málum. Hetta
hevur einki sum helst við
demokrati at gera. Tað
einasta, sum yvirhøvur
minnir um demokrati, er, at
val er av og á, og helst skal
talan verða um afturval.
Somu hugsan hevði Hitler
eisini.
Vit hava ótallig dømir um
politiskar ósemjur millum
Tjóðveldisflokkin
og
Fólkaflokkin, sum eftir
mínum tykki hava verði
meiningsleysar og illa-
vornar, og sum bert hava
tænt einum einasta enda-
máli, og tað var at varpa
ljós á Tjóðveldisflokkin og
Fólkaflokkin sum politiskir
garpar, og á tann hátt
forfjóna hinar samgongu-
flokkarnir.
Ósemjurnar, illstøðurnar,
rópini
Aftaná allar ósemjurnar,
aftaná allar illstøðurnar,
aftaná øll rópini er lítið
sannlíkt, at nakað sum helst
skilagott fæst burturúr, og
sum vanligur borgari í
hesum landið ber illa til at
koma við góðum ráðum, tí
tey verða bert vend ímóti
einum sjálvum, men hend-
an gongdin kann vissuliga
ikki halda fram.
Hinir samgongu-flokk-
arnir standa sum oftast á
síðulinjuna og eygleiða,
men hvussu leingi Sjálv-
stýrisflokkurin og Mið-
flokkurin finna seg í hesum
leiklutinum, er ilt at meta
um, men sum gongdin er í
løtuni, so ber til at siga; at
samgongan er á einum
vegamóti.
Ein samgonga á vegamóti
C
M
Y
K
11
10