týsdagur 16. september 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 174 - 16. september 2003
Nr. 174 - 16. september 2003
13
Randi í
Jógvansstovu
Leirvík
Eitt val millum pest og
kolera, never mind kalla
tað hvat tú vilt.
Ein frá náttúruni givin
perla liggur her. Góð at
heinta,
nemm
eisini.
Men vil hon sjálv verða
»heintað«?
Nei!
og
»nemm« er hon í hvussu
so er ikki. Hon veit at
hon er dýrabar.
Leirvíksbygd
hevur
fullvæl gjørt sær greitt, at
hon hevur stóran týdning
í tí stóra spælinum. Takið
ikki feil av henni. Tó so
eitt av eyðkennum henn-
ara er smædni. Lítllátin
og ikki tey stóru arm-
bevegilsini. Soleiðis er
hon bara.
Perlan hjá okkum skal
ikki verða fjald, tíans-
heldur ónortin, tá var hon
illa farin. Vit vita at jú
fleiri fáa part av henni,
størri verður hon, størri
verður gleðin um hana
eisini. Tað vit hava nú er
gott, og vit vilja so fegin
geva øðrum burturav tí.
Men tað, sum vit geva,
skal vera gott. Sjálv-
kritikk hava vit, hóast alt.
Vit hava onga ætlan
um at leggja snávingar-
stein fyri norðoyingar,
hvørki so ella so. Vit
duga eisini væl at síggja,
at framtíðar perspektiv er
í tí, sum fer fram.
Eitt oyggjaland saman-
tvinnað við góðum sam-
ferðslukervi.
Utopia?
Nei, als ikki. Men ikki
fyri einhvønn prís! Fram-
gongdin hevur sín prís,
tað vita vit.
Perlan hjá okkum er
dýrabar, og eigur ikki
einans verða gjørt upp í
hvat
»loysir«
seg
í
KRÓNUM OG OYR-
UM. Hon skal varðveit-
ast við so fáum skeinum
sum gjørligt. Pliiiise?
Sum millum hamar
og ambolt!
VIÐMERKINGAR
TÍÐINDASKRIV
Hósdag 18. septembur–
sunnudag 28. septembur
2003. 1400 - 1900 hava
Kirsten Mørup Jeppesen
og Eivindur í Gongini
framsýning.
Kirsten og Eivindur
gingu saman á Billed-
skolen á Jagtvejen í 1997
og 1998, og hava havt
framsýning saman áður í
Smiðjuni og í Danmark.
Kirsten sum er hálvur
Kvívíkingur, var í Før-
oyum í ár 2000 har hon
sýndi fram í Smiðjuni,
samstundis
sum
hon
málaði vatnslitismyndir
við motivum úr Føroy-
um. Hesi bíløt av før-
oysku náttúruni góvu
Kirsten íblástur til at
arbeiða viðari við olju á
lørift, tá hon kom aftir til
Danmarkar, og er hon nú
aftur í Føroyum, og sýnir
fram
hesar
vatnlits-
myndir og oljumálningar.
Eivindur hevur arbeitt í
fjareysturi seinastu 3
árini, og hevur ikki sýnt
fram í Frøroyum í hesum
tíðarskeiðnum. Men nú
meinar hann, at áhugin
fyri India og fjareysturi
er vaksandi eisini her hjá
okkum, tí hevur hann
valt, at sýna fram myndir,
sum hann hevur málað
við indiskum motivum,
siga tey bæði Kirsten
Mørup Jeppesen og Ei-
vindur í Gongini í tíð-
indaskrivi.
TÍÐINDASKRIV
Ferðaráð
Føroya
hevur
givið ein faldara út, sum
lýsir 14 ymsiskar gongu-
túrar.
Undantikið
tvær
ferðaleiðir, fylgja túrarnir
okkara aldargomlu bygda-
gøtum.
Ferðaráðið hevur lagt
kommununum lag á við
skeltingini og merkingini
av gomlu bygdargøtunum.
Hetta er millum annað gjørt
við einum vegleiðandi fald-
ara, sum varð sendur út til
allar kommunur, kunning-
arstovur og bygdasøvn sum
fyrireiking til hendan fald-
aran um gomlu gøturnar.
- Til mikla gleði eru
ávísar kommunur nú farnar
undir eina miðvísa skelting
av bygdagøtum og sum
dømi kunnu eitt nú gøt-
urnar Hvalvík-Vestmanna
og Lamba-Rituvík nevnast.
Her eru allir varðar eftir-
hugdir og nýggj bygda-
gøtuskelti bíløgd. Ferða-
ráðið hevur áður verið í
samstarvi um skelting á
bygdagøtum, men verandi
arbeiði tekur støði í teirri
nýggju
sniðhandbókini,
sum Tórálvur Weihe, arki-
tektur gjørdi fyri Ferða-
ráðið fyrr í vár, sigur Ferða-
ráðið í tíðindaskrivi.
Nógvar áhugaverdar søg-
ur eru knýttar at varða-
gøtunum og í tí sambandi
er roynt at knýta ymsar
sagnir og aðra áhugaverda
upplýsing at túrfrá-greið-
ingini. Gongufaldarin er
tøkur í enskari og danskari
útgávu á komandi ferða-
vinnuportalinum
www.visit-faroeislands.
com
undir 'Inspiration', har hin
nýggji fuglafaldarin eisini
er tøkur. Randi Meitil hev-
ur skrivaði tekstin og
ReproZ stóð fyri umbrót-
ing.
Teksturin er eisini tøkur á
føroyskum og verður í
næstum tøkur á øllum
kunningarstovunum kring
landi.
Til gongu eftir gomlum gøtum
Eivindur og Kirsten
í Smiðjuni
Sjúrður Skaale
Lasse Klein er stigin fram
úr fjøld sum ein filosof-
iskur tungvektari.
Út-
lendskir analytikarar eru
heilt hugtiknir av mann-
inum av Saltangará. Tað
er ikki at vera fyri, nú
Lasse aftur ætlar at yvir-
taka Sjálvstýrisflokkin
Í donsku Weekendavísini
(WA) næstsíðsta fríggja-
dag, er viðtal við Bernard
Ingham, sum í 11 ár stóð
fyri
samskiftinum
hjá
Thatcher-stjórnini við fjøl-
miðlarnar.
Ingham, sum ideologiskt
stendur ytst á bretska
høgravonginum,
finst
hvassliga at Blair stjórnini
fyri at manipulera og stýra
teimum politisku tíðindun-
um.
Ingham sigur m.a. so-
leiðis í WA: "De (t.e. Blair
stjórnin, ss) kom ind med
en fantastisk entusiasme,
og en overvældende styrke.
Og de besluttede at fort-
sætte på samme måde i
regering, som de havde
gjort i opposition. Med de
samme metoder. Derfor
lækkede de alting. Parla-
mentet får ikke længere
tingene
at
vide
først.
Regeringen
lækker
til
venligtsindede journalister.
Det er mangel på respekt
for parlamentet. Det skaber
foragt for politik, og det
skader
journalistik
i
ekstrem grad. Journalister
har måttet finde sig i at
blive hængt ud, tyranniseret
og undergravet i forhold til
redaktører. Beskeden er:
Hvis du skriver som vi vil
have, får du noget. Hvis
ikke er din karriere i fare."
Síðsta fríggjadag hevur
Lasse Klein, sum er for-
maður í Landsfelag Sjálv-
stýrisfloksins, ein grein Í
Fregnum undir heitinum:
Ein samgonga á vegamóti.
Hann finst hvassliga at
stóru samgonguflokkunum
fyri at manipulera og stýra
teimum politisku tíðindun-
um.
Klein skrivar m.a. soleið-
is í Fregnum: "Teir yvir-
tóku landsins stýri við eini
ótrúligari idealismu fyri
skjótt seks árum síðani, og
ruddaðu alt framman fyri
sær við einari styrki sum
ikki var sædd áður, og teir
samtyktu at halda fram í
landsstýrinum á sama hátt
sum teir høvdu gjørt í
andstøðu. Við somu atferð.
Hetta er orsøkin til, at teir
leka øll tíðindi. Løgtingið
fær ikki longur boðskapin
um málsviðgerðirnar fyrst.
Landsstýrismenn leka til
góðu vinir sínar í fjølmiðla-
heiminum. Eingin virðing
er fyri løgtinginum longur.
Hesin arbeiðsháttur skapar
vanvirðing fyri politiska
arbeiðinum, og skaðar ar-
beiðið hjá journalistum í
stóran mun. Fjølmiðlafólk
hava verið noydd at funnið
seg í at verða hongd út,
kúgað og trælkað. Boðini
eru greið: skrivar tú sum vit
vilja hava, so fært tú nakað.
Um ikki, so er tín karriera í
vanda."
Almennur parta-
politikkur
Ingham átalar eisini, at al-
mennir
embætismenn
verða settir at reka parta-
politikk. Soleiðis var ikki
fyrr, sigur hann við WA:
"Vi skulle tjene regeringen
- ikke et politisk parti. Vi
skulle være parat til at tjene
enhver regering, der kom
til. Og vi måtte ikke bruge
skatteyderpenge til parti-
politiske formål. Man kan
kun bruge skatteyderpenge
til at forklare, hvad reger-
ingens politik er. Ikke på at
fortælle, hvor fantastisk
regeringen er. Det bør ikke
være vanskeligt at skelne".
Á sama hátt átalar Klein,
at
embætismenn
verða
settir at reka partapolitikk.
Soleiðis var ikki fyrr,
skrivar hann, og minnist
embætismenn í gomlum
døgum: "Teir skuldu tæna
landsstýrinum - ikki einum
politiskum
flokki. Teir
skuldu verða til reiðar at
tæna einum og hvørjum
landsstýri, sum kom til
aftaná eitt val, og teir skulu
ansa væl eftir ikki at brúka
skattaborgarans pening til
flokspolitiskt endamál. Til
ber bert at brúka skatta-
borgarans pening til at
greiða frá, hvat endamál er
við landsstýrisins politikki.
Ikki at greiða frá hvussu
ótrúliga góð ein lands-
stýrissamgonga er. Tað átti
ikki at verið trupult at
skilt", skrivar Lasse í
Fregnum.
Eingin ideologi
Bernard Ingham heldur, at
Tony Blair hevur vrakað
hugsjónina hjá Labour-
flokkinum: "Han har ikke
nogen ideologi. Han har
begravet Labours ideologi.
Den var måske gammel-
dags, men den var i det
mindst en ideologi - en
overbevisning", sigur Ing-
ham við WA.
Lasse Klein heldur, at
støðan er líka álvarsom í
Føroyum: "Fólkaflokkurin
og
Tjóðveldisflokkurin
hava feiað sítt politiska
hugsjónarstøðið inn undir
gólvteppið. Tær trongdu
møguliga til endurnýgg-
ingar, men tær vóru hóast
alt eitt politiskt hugsjónar-
støði - ein trúgv, ein sann-
føring", skrivar Lasse í
Fregnum.
Ingham heldur, at sjálvt
demokratiið í Bretlandi er í
vanda: "Regeringen tror
kun på manipulation. Det
har intet med demokrati at
gøre. Det eneste, der min-
der om demokrati, er, at
man bliver valgt. Men det
gjorte Hitler også".
Lasse heldur, at støðan er
tann sama í Føroyum. Í
Fregnum
skrivar
hann:
"Sum støðan er í løtuni so
trúgva Tjóðveldisflokkurin
og Fólkaflokkurin bert
uppá sjúkliga handfaring av
politiskum málum. Hetta
hevur einki sum helst við
demokrati at gera. Tað
einasta
sum
yvirhøvur
minnir um demokrati er, at
val er av og á, og helst skal
talan verða um afturval.
Somu hugsan hevði Hitler
eisini."
Filosoffurin Klein
Tann, sum lesur donsk
bløð, leggur til merkis, at
fólk, sum skriva Skáan í
Dimmalætting leygardagar,
viðhvørt stjala sínar grein-
ar. Tey umseta okkurt úr
Politiken ella Berlingske,
og selja tað síðani til
Dimmu sum um tey hava
skrivað tað sjálv.
Kann tað hugsast, at
landsformaðurin í lands-
felag Sjálvstýrisfloksins,
Lasse Klein, veruliga hevur
stolið tilfar úr Weekend-
avísini, og prenta tað við
sínum egna navnið undir?
Kann tað hugsast, at
Lasse Klein, fyri at síggja
klókur og lærdur út, bara
hevur gjørt orðini hjá
einum klókum og lærdum
manni til síni? At hann
pyntar seg við læntum
fjarðum? At hann slett ikki
hevur gjørt hasa analysuna,
sum hann læt prentað í
Fregnum?
Sjálvsagt
ikki. Tílíkt
kundi ein reiðiligur maður
sum Klein ikki droymt um.
Orsøkin til, at Lasse orð
fyri orð sigur tað sama um
Tjóðveldis- og Fólkaflokk-
in, sum Ingham sigur um
Labour, má vera ein onnur:
Ingham má hava tosað við
Lassa áðrenn hann tosaði
við Weekendavísina!
Tað vísir bara hvussu
høgt í metum sum politisk-
ur filosoffur Lasse er uttan-
lands. Og hvat vit føroy-
ingar kunnu vænta okkum,
nú Lasse Klein aftur ætlar
at yvirtaka Sjálvstýris-
flokkin.
Lasse Klein: Ein filosofiskur tungvektari
Eivindur í Gongini hevur arbeitt í fjar-
eysturi seinastu 3 árini, og tað setir sín
dám á myndirnar
- Hósvík hevur verið
ein fyrimynd í
Sundalagnum sum
ein bygd við góðum
samanhaldi, men
stríðið um saman-
legging, hevur knúst
bygdasálina, sum
hevur so stóran
týdning fyri eina
bygd. Split er sátt í, og
bygdin verður ikki
hin sama aftur, sigur
Mikkjal Hansen
FÓLKAATKVØÐA
Vilmund Jacobsen
Tað var ein tepur meiriluti á
fólkaatkvøðuni í Hósvík
leygardagin fyri saman-
legging við komandi Sunda
kommunu. Tá uppteljingin
var liðug, høvdu 88 hósvík-
ingar atkvøtt fyri saman-
legging og 83 høvdu at-
kvøtt ímóti. Á teirri fyrru
fólkaatkvøðuni, sum var 6.
mai, atkvøddu 71 fyri og 81
ímóti.
Í samrøðu við Útvarpið
segði bygdarráðsformaður-
in, Jógvan Mørkøre, at
bygdarráðið fer at taka úr-
slitið til eftirtektar.
Undantaksstøða
Mikkal Hansen, sum áður
hevur sitið í bygdarráðnum
í Hósvík, er ein teirra, sum
alment hevur givið til
kennar, at hann er ímóti, at
Hósvík fer upp í komandi
Sunda kommunu beint nú.
Hann heldur, at tíðin er við
hósvíkingum í hesum máli
og heldur tað vera óða-
mannaverk – við einum so
teprum meiriluta - at tvinga
fólk uppí eina komandi
Sunda kommunu, haðani
ikki slepst burtur úr aftur.
Hann heldur eisini, at
framferðin hjá einum parti
av fólkinum í Hósvík og
bygdarráðnum í hesum
máli er púrasta burtur við.
- Fólkaatkvøðan, 6. mai,
var erlig, tí hon var sam-
bært teirri avtalu, sum var
ímillum kommunurnar um
at halda fólkaatkvøðu sam-
stundis. Fyrru ferðina var
málið ikki ein spurningur
um lív ella deyð, men um
samanlegging ella ikki.
Hesaferð hava fólk nær-
mast ført seg fram, sum um
Hósvík var í undantals-
støðu, tí málið fall á fólka-
atkvøðuni seinast.
Mikkjal sigur, at sjálvur
var hann ikki so hart ímóti
samanlegging,
at
hann
hevði farið runt í bygdini at
savnað inn undirskriftir, um
ein meiriluti av fólkinum
avgjørdi at fara upp í Sunda
kommunu.
- Men soleiðis, sum mál-
ið seinni hevur tikið seg
upp, haldi eg, at framferðin
er púrasta forkastilig og
andstyggilig. Eftir at úrslit-
ið fyrilág, fóru fólk runt í
bygdini at savna inn undir-
skriftir, sum um talan var
um undantaksstøðu.
Hann vísir á, at tað er
ikki loyvt at ganga runt og
selja uttan við loyvi, og
hann heldur ikki, at tað
skuldi verið loyvt at gingið
runt og savnað inn undir-
skriftir á henda hátt, har
fólk verða biðin um at
skriva undir, tí nú vanta
bara so ella so fáar undir-
skriftir í, at nóg mikið er í
skjáttuni…
Broytingaruppskot
Mikkjal sigur, at í brævin-
um, sum fólk skrivaðu
undir, varð heitt á bygdar-
ráðið um at leggja saman
við komandi Sunda komm-
unu. Brævið legði ikki upp
til eina nýggja fólkaat-
kvøðu um málið.
- Hóast bygdarráðslimir
skrivaðu undir brævið, sum
varð lagt fyri bygdarráðið,
so samtyktu somu bygdar-
ráðslimir eitt broytingar-
uppskot sum var at hava
eina nýggja fólkaatkvøðu.
Tað merkir, at teir undir-
skrivaðu eitt – og samtyktu
eitt annað.
Hann leggur dent á, at
fólkaatvøðan, 6. mai, var
hildin sambært tí leisti,
sum kommunurnar høvdu
samtykt.
- Men tá ið úrslitið ikki
gjørdist tað, sum flestu
k o m m u n u s t ý r i s l i m i r
ynsktu, varð bara lagt upp
til eina nýggja fólkaat-
kvøðu.
Mikkjali heldur, at bygd-
arráðsformaðurin í Hósvík,
Jógvan Mørkøre, var skjót-
ur at skíra tey, sum ikki
vóru fyri samanlegging,
afturhaldssinnaði.
- Ja, eg vil siga, at hesi
vórðu beinleiðis niðurgjørd
sum fávitskut, sigur hann.
Hann heldur annars ikki,
at alt er rætt, sum borið er
fram av Jógvani og bygdar-
ráðnum um viðurskiftini
hjá Hósvíkar kommunu utt-
anfyri, men í samstarvi, við
eina
komandi
Sunda
kommunu.
- Eg ivist ikki í, at vit ein
dag høvdu komið uppí
Sunda kommunu kortini,
men vit, sum ikki taka
undir við hesum nú, halda
ikki, at tíðin er búgvin.
Sum er, hava vit samstarv
norðureftir á fleiri økjum,
og tað vildi verið ógvuliga
undarligt, um kommunurn-
ar norðanfyri fóru at sekta
okkum, sum ein komandi
samstarvspart – bara tí, at
fólk ikki eru samd um,
hvørt tíðin til samanlegging
er búgvin.
Fólk angraðu…
Bygdarráðið við Jógvani
Mørkøre á odda hevur sagt,
at nógv fólk angraðu, at tey
ikki tóku undir við saman-
leggingini á fyrru fólkaat-
kvøðuni.
- Men hetta er ikki rætt, tí
hóast tepur meiriluti nú var
fyri samanlegging, vóru
eisini fleiri nei-atkvøður
hesaferð enn seinast.
Mikkjal vísir á, at eini
95-97 fólk skrivaðu undir
áheitanina
á
Hósvíkar
kommunu um at fara uppí
komandi Sunda kommunu,
men bert 88 atkvøddu fyri á
valinum leygardagin.
- Eg haldi, tað er langt
úti, at fólk, sum skrivaðu
undir hesa áheitan, ikki
fóru á val, sigur hann.
Hann heldur tað annars
vera undarligt, at bygdar-
ráðið,
sum
ikki
vildi
boyggja seg fyri einum
meiriluta uppá 10 fólk, sum
vóru ímóti, 6. mai, nú vil
eftirlíka
einum
teprum
meiriluta, sum bert telir 5
fólk.
- Eg dugi ikki at ímynda
mær, at landsstýrismaðurin,
sum skal góðkenna hetta,
fer at gera tað, sigur
Mikkjal.
Hann stúrir annars fyri, at
tað stríð, sum nú hevur
tikið seg upp, fer at knúsa
fyrimyndarliga samanhald-
ið sum hevur verið millum
bygdarfólkið.
- Eingin tekur okkum
hósvíkingar
fyri
fult
longur, soleiðis sum hetta
mál er viðfarið, og eg stúri
fyri, at handfaringin av
hesum máli fer at sáa split í
bygdina. Bygdarsálin er
knúst,
sigur
Mikkjal
Hansen at enda.
Bygdasálin í Hósvík er knúst
Mikkjal Hansen heldur tað vera undarligt, at bygdarráðið í Hósvík, sum ikki vildi boyggja seg fyri einum meiriluta uppá 10 fólk,
sum vóru ímóti, 6. mai, nú vil eftirlíka einum teprum meiriluta, sum bert telir 5 fólk. - Eg dugi ikki at ímynda mær, at lands-
stýrismaðurin, sum skal góðkenna hetta, fer at gera tað, sigur hann
C
M
Y
K
13
12
gekk fram við og hugdi hin
vegin, vildi slett ikki hjálpa
honum. Tað eru framvegis
fleiri í halda at okkurt
skeivt er komið fyri í tekst-
inum, at tað heldur var ein
fariseari, sum kom fram-
við.
Nógv fólk var í Glyvra
Kirkju. Umframt teir gott
100 innbodnu gestirnar var
kirkjuliðið fjølment, vit
hoyrdu rungandi sang,
vakran kórsang og floytu-
spæl.
Framúr døgurði
Undirritaði hevur sjálvur
starvast í Sjómanskirkjuni
og var í hesum sambandið
boðin við til hátíðarhald og
døgurða. Og eg hevði glett
meg nógv til júst hendan
døgurða, tí hann hevur
verið væl og virðiliga við-
gjørdur í bløðunum sein-
astu tíðina. Betri reklama
fyri ein døgurða enn skriv-
ingin hjá Ólavi Petersen,
kann neyvan hugsast, tung
byrða lá á kokkinum á
Runavíkar Sjómansheimi
sunnudagin.
Men sum ein strika í
allari
rokningini,
kom
mentamálaráðharrin sein-
astu mánaðarnar, Høgni
Hoydal, í bløðunum í viku-
skiftinum og segði, at
skrivingin hjá Ólavi Peter-
sen var ikki bein. Rokn-
ingin fyri døgurðan á Sjó-
mansheiminum
varð
goldin av innsavnaðum
peningi,
sum
sjómanskirkjan
hevði
fingið frá talvugongd í
kirkjuni
og
frá
fíggjarligum stuðlum hjá
Sjómanskirkjuni annars,
frá manningarfeløgum og
øðrum og slett ikki úr
landskassanum.
Og døgurðin var ein
veldug íløga hjá Føroysku
Sjómanskirkjuni. Tí so
hvørt sum vit mettaðust, so
byrjaðu talurnar, og tað
vóru føgur orð og lyfti um
fíggjarligan styrk í tey
flestu bóru fram, av teim-
um sum høvdu møguleika
at skaffa pening. Umboð
vóru fyri tey 60 kirkju-
ráðini í landinum og tey
eru til dystin fús at lata av-
lopspening til Sjómans-
kirkjuna, tað eru manning-
arfeløgini eisini og onnur
við.
Og hvat fingu vit so til
døgurða. Lætt saltaðar
rækjur, sum einaferð hava
svomið á havsins botni yvir
á Flemmish Cap, fiskaðar
av føroyingum, blandaðar
upp í ljósareyða dressing,
fínt kryddað við krydd-
urtum uttan úr heimi, ein
dressing, sum hevði sín
uppruna sum nýmjólk í
onkrum føroyskum fjósi,
áðrenn hon bleiv yst á
Mjólkarvirki
Búnaðar-
manna. Rækjur og dressing
lógu á frískum grønmeti og
asparges. Og so høvuðs-
rætturin. Rund, dillandi,
tilpass feit og trivalig rulli-
steik við sviskum og gula-
rótum inni í, væl og brún
stokt og lekkur. Akkurát
sum ein rullusteik, ið man
bara fær á bygd, tíverri,
eigur at vera. Og sósin,
lættliga søt, brún, væl
tilsmakkað og leskilig. Og
omaná, ja Ólavur, hetta var
super :O)). Ein alvorlig
triflla við budingskremi,
frukt, fløta og sjokolátu
omaná.
Fleiri sjómansprestar
Tað kom týðuliga fram
undir borðhaldinum, at
sjómanspresturin í Hull
ikki fór at vera tann
seinasti og einasti. Uttan at
vera ítøkiligar, so bendu
talurnar á, at vit fóru at fáa
sjómansprestar aðra staðir
eisini. Og tað fer helst at
merkja,
at
at
ein
sjómansprestur
fer
at
arbeiða onkunstaðni mill-
um
Rotterdam
og
Hongkong, á leiðini har
bingjuskipini røkja sam-
bandið millum Europa og
Fjareystur. Danska Sjó-
manskirkjan
hevur
nú
eisini fingið fótin fastan í
suðurspanska
býnum
Algacieras, og har hevði
ein
føroyskur
sjómansprestur hitt føroy-
ingar dagliga.
Komandi
landsstýris-
kvinnan í mentamálum,
Anita á Fríðriksmørk er
farin undir venjingarnar,
áðrenn hon tekur við í hesi
vikuni. Hon tók orðið á
Sjómansheiminum í Runa-
vík og tað er lítil ivi um, at
hon verður ein góður
stuðul
undir
Sjómanskirkjuni.
Hon
hevði føgur orð at bera tí
arbeiði sum verður gjørt í
Sjómanskirkjuni.
Sum er, so er bara Hjørd-
is úti fyri Føroysku Sjó-
manskirkjuna, men fram-
tíðin hevur avbjóðingar.
Samstarvið við Donsku
Sjómannskirkjuna heldur
fram, eisini eftir at hon
verður
samanløgd
við
Dansk Kirke i Udlandet á
nýggjárinum og júst hend-
an samanlegging fer eisini
at skapa nýggjar møgu-
leikar hjá tí føroysku sjó-
manskirkjuni at koma í
samband við føroyingar
uttanlands.
Mánadagin var nevndin
fyri sjómanskirkjuna og
útlendsku gestirnir á ferð í
Norðoyggjunum. Týsdagin
fóru Hjørdis við familju,
aðalskrivaðin í donsku sjó-
manskirkjuni
Ronald
Peter-sen og konan Inga,
og Solveig og Henning
Bøges-vang
aftur
til
arbeiðis úti í heimi.
Framhald av síðu 3