týsdagur 16. september 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 16. september 2003
15
14
Nr. 174 - 16. september 2003
58 ára gamli klaks-
víkingurin Óli á
Grømma Jacobsen er
í dag hægsti myndug-
leiki í heimsumfat-
andi trúboðarafelags-
skapinum New Tribes
Mission (NTM), sum
hann hevur verið
virkin í síðani 1965,
tá hann sum 20 ára
gamal flutti úr trygga
umhvørvinum á
Ziskatrøð í Klaksvík
til fjarskotna stór-
veldið USA. Í sam-
røðu við Sosialin
hugleiðir Óli á
Grømma um ábyrgd-
ina at hava 3200 trú-
boðarar undir sær,
upprunamentan
kontra sivilisatión,
gíslatøku og dráp av
trúboðarum sínum
og um átrúnaðarliga
rákið í Vestur-
heiminum
SAMRØÐA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
- Sum 17 ára gamal kendi
eg á mær, at eg á ein ella
annan hátt skuldi arbeiða í
trúboðaravirksemi, og síð-
ani tá hevur hetta verið lívs-
verk okkara, eru afturlít-
andi orðini hjá 58 ára
gamla
klaksvíkinginum
Óla á Grømma, tá komið
verður inn í heitu íbúð
teirra úti í Grótinum í
Klaksvík ein ilsligan fyrra-
part í september.
Óli og 55 ára gamla
amerikanska kona hansara
Judy eru í hesum døgum á
føroyaferð frá strongda ger-
andisdegnum á høvuðs-
støðini hjá New Tribes
Mission (NTM) í Florida,
har 130 fólk arbeiða. Fel-
agsskapurin við Óla á
Grømma við róðrið varð
stovnaður í 1942, og kom
klaksvíkingurin
inn
í
myndina í 1965. Eftir at
hava gingið á skúlanum har
hitti hann konu sína Judy,
og vórðu tey verandi á skúl-
anum sum undirvísarar
heilt til 1983, tá leiðin gekk
til Filipsoyggjarnar, har
hjúnini vóru trúboðarar í
tíggju ár, áðrenn leiðin
gekk aftur til Florida.
- Í 1993 kom eg so í aðal-
nevndina í NTM, og fyri
tveimum árum síðani tók
eg við sum nevndarformað-
ur (Chief Executive Offi-
cer), sigur Óli á Grømma.
Kristniboðan bert ein
partur
NTM er í heimshøpi ein
stórur trúboðarafelagsskap-
ur, og sum navnið boðar
frá, er aðalendamál felags-
skapsins at arbeiða í ættar-
bólkum og millum upp-
runafólk, sum ongantíð fyrr
hava hoyrt boðskap kristin-
dómsins, og sum ofta ikki
hava egið skriftmál og liva í
fjarskotnari isolatión frá
allari stórbýarmentan.
- Síðani 1942, tá NTM
varð stovnað í USA, eru
samkomur grundaðar í 21
tjóðum, hóast vit hava um-
boð í nógv fleiri londum,
sigur Óli á Grømma. Í dag
hevur nevndarformaðurin
úr Klaksvík saman við øðr-
um ábyrgdina av 3200 trú-
boðarum virkandi kring
allan heim, flestu teirra við
familju, og sita Óli á
Grømma og kona hansara,
sum er skrivari, á høvuðs-
støðini í Florida og sam-
skipa heimsumfatandi virk-
semið saman við leiðsluni.
- Tá høvuðsendamálið er
at arbeiða millum fólk, sum
ongantíð hava hoyrt gleði-
boðskapin, gerst talan ofta
um ættarbólkar og stamm-
ur, sum liggja sera fjart frá
stóru býunum, og mangan
eru hesi samfeløg sera til-
afturskomin á øllum økj-
um, sigur Óli á Grømma.
Klaksvíkingurin sigur, at
talan ikki bert er um tropisk
lond, hóast størsta virksemi
teirra er í frumskógunum
sunnanfyri í Asia, Afrika og
Suðuramerika.
- Mong misskilja arbeiði
okkara, tí hóast boðanin av
kristindóminum er høvuðs-
drívmegin, leggja vit alstór-
an dent á praktiska hjálp,
vísir Óli á Grømma á. Við
hesum sipar hann til lækna-
hjálp,
landbúnaðarhjálp
umframt at tryggja ættar-
bólkunum egið skriftmál,
so lokala mál teirra kann
varðveitast.
- Ein trúboðari byrjar ofta
ikki at undirvísa kristnu
læruna, fyrrenn hann hevur
lært málið hjá viðkomandi
ættarbólki og búð millum
tey innføddu í 3-5 ár, og øll
henda tíðin fer til hjálp og
tillaging,
áðrenn
sjálv
kristniboðanin fer í gongd,
greiðir ovasti myndugleikin
í NTM frá.
Upprunamentan
mótvegis sivilisatión
Ein áhaldandi atfinning
mótvegis trúboðarum í slík-
um økjum er, at teir blanda
seg oyðileggjandi upp í
upprunamentan ættarbólk-
anna og spilla umhvørvið
við
vesturlendskari
sivilisatión, og fólkalívs-
frøðin sær ofta trúboðara-
virksemið sum eina hóttan.
Sambært Óla á Grømma
hoyrir hann mangan hesar
atfinningar, og skilir hann
tær sera væl.
- Tað er sera skiljandi, at
hesar hugsanir verða førdar
fram, men við drúgvum
royndum eri eg sjálvsagt
ósamdur. Ein trúboðari,
sum fer inn í ein ættarbólk
at arbeiða, stendur mangan
andlit til andlits við ein
sorgarleik, har uppruna-
fólkið líður av ringari
heilsu, lágum livialdri, fá-
tækradømi,
harðskapi
o.s.fr., og tískil hava vit
nógv at geva og hjálpa
teimum við, sigur Óli á
Grømma avgjørdur. Hann
vísir á, at áðurnevnda prak-
tiska hjálpin við grund-
leggjandi reinføri, lækna-
hjálp,
landbúnaðarhjálp,
varðveitan av lokala málin-
um o.a. elvir til hægri livi-
støði, longri livialdur og
framburð millum ættar-
bólkarnar.
- Ofta hava atfinnandi
persónarnir mótvegis trú-
boðaravirksemi ongantíð
roynt slíkt arbeiði sjálvir,
og úttala tey seg á henda
hátt uttan nakrar royndir.
Tískil hava fleiri atfinnandi
røddir einki innlit í tað, tey
úttala seg um, vísir Óli á
Grømma á.
Spurdur, um tað yvirhøv-
ur kann umgangast at
ávirka upprunamentan ætt-
arbólkanna, tá komið verð-
ur við nýggjum livihættum,
virðum og siðum, ristir
oddamaðurin í NTM sam-
tykkjandi við høvdinum.
- Nei, sjálvsagt gerst
talan um ávirkan frá trú-
boðarum á ein ella annan
hátt, men áskoðan okkara
er, at hetta er til tað betra.
Sivilisatiónin fer fyrr ella
seinni eisini at náa fjar-
skotnu og avbyrgdu ættar-
bólkarnar, og tá hetta
hendir, verður tað ein
spurningur um, hvørji virði
koma at ráða, og hvussu
upprunamentanin
kann
lívbjargast, sigur Óli á
Grømma við støði í glo-
baliseringini og tætt saman-
knýtta heiminum, vit í dag
liva í.
Við hesum er trúboðara-
virksemið sambært Óla á
Grømma eisini ein fyrireik-
ing til sivilisatiónsinnrásina
í lokalu mentanina, sum
fyrr ella seinni kemur.
Paradísiska
hvørvisjónin
Klaksvíkingurin á brúnni í
NTM
leggur
hesum
viðvíkjandi dent á, at
felagsskapur teirra altíð
setur fría viljan í hásætið
hjá upprunafólkinum, har
ætlanin als ikki er at broyta
livihátt og mentan teirra,
men heldur at fremja
praktiskt hjálpararbeiði við
gleðiboðskapinum
sum
drívmegi.
- Tann praktiska og
teoretiska hjálpin eru tengd
at hvørjum øðrum, og ein
trúboðari eigur at arbeiða
fyri júst at varðveita upp-
runamentanina og at fáa
gjørt viðkomandi ættarbólk
sjálvstøðugan og sterkan,
sigur Óli á Grømma, áðr-
enn hann heldur fram.
- Vit vesturlendingar
hava mangan eina paradís-
iska illusión um, at alt er so
fantastiskt og óspilt millum
upprunafólk, men sannleik-
in er, at tey eisini skríggja
eftir hjálp fyri at tryggja
sær eitt betri lív, er aftur-
svar hansara mótvegis at-
finnandi skuldsetingunum.
Svøvnleysar nætur av
gíslatøkum
Eitt vaksandi rák í trúboð-
aravirksemi er gíslatøka,
har lokalir uppreistrarbólk-
ar og gerilja hermenn ræna
vesturlendskar trúboðarar
og krevja síðani loysigjald
frá NTM, um viðkomandi
gísli ikki skal takast av
døgum.
- Sum evsti myndugleiki
í felagsskapinum havi eg jú
seinasta orðið, tá slík mál
stinga seg upp, og hetta er
ein sera pínufull og kenslu-
borin uppliving at fara
ígjøgnum, sigur ein álvar-
samur Óli á Grømma.
Í 10 ár hevur felagsskap-
urin uttan íhald havt trú-
boðarar sitandi sum fangar,
og av gíslatøku eru seinastu
tíggju árini seks trúboðarar
skotnir, harav fleiri, sum
vóru góð vinfólk hjá hjún-
unum Óla og Judy.
- NTM hevur treytaleyst
fylgt meginregluni, at vit
ikki rinda loysigjald undir
gíslatøku, tí so fer gíslatøka
sjálvsagt at loysa seg og
økjast hjá uppreistrarmonn-
unum, sum aftur setur
trygdina í vanda hjá øðrum
trúboðarum í túsundatali,
sigur Óli á Grømma. Hann
vísir á, at hóast hesa teoret-
isku meginreglu er torført
at praktisera hana.
- At hyggja inn í eyguni á
eini familju, sum hevur út-
vegað pening at fáa faðir og
hjúnarfelaga sín aftur og
ikki vilja vera við til at
gjalda, er kanska tað harð-
asta, eg havi upplivað. At
vita, at avleiðingarnar av
mínum avgerðum eru, at
faðirloysingar og einkjur
sita eftir í sorg, er ein pínu-
full og slítandi prosess, sum
mangan hevur volt svøvn-
leysar nætur, sigur ein ikki
sørt kensluborin og álvar-
samur Óli á Grømma.
Nevndarformaðurin vísir
tó á, at ábyrgdin at finna
eina loysn eisini er á ein-
støku
familjunum
og
myndugleikunum, og NTM
kann ongantíð nokta eini
familju at gjalda loysigjald,
hóast felagsskapurin av-
gjørt ikki mælir til hetta og
upplýsir viðkomandi fam-
iljur um skaðiligu avleið-
ingarnar.
- Allir trúboðarar vita
frammanundan, at vit ikki
keypa teir leysar, um teir
gerast gíslar, og vita teir
eisini av vandanum at ar-
beiða sum trúboðarar í
ávísum økjum, sigur Óli á
Grømma.
Viðvíkjandi trygdini hjá
trúboðarum í dag vísir
klaksvíkingurin á, at 11.
september varð ávirkandi.
- Eftir hesa hending er
staðfest, at eingin í veru-
leikanum er tryggur longur,
tí heimurin broyttist. Ein
vesturlendskur trúboðari er
í dag í nógv størri vanda at
verða tikin til gísla enn fyri
bert fimm árum síðani, og
NTM er eisini vorðið offur
fyri fleiri gíslatøkum enn
nakar annar felagsskapur,
sigur Óli á Grømma.
Við evstu ábyrgdini er
talan sambært Óla um eitt
øgiligt sálarligt trýst undir
gíslatøkum, har ein stendur
í eini torførari tvístøðu.
- Hóast allar meginreglur
kunnu endurskoðast og
metast í hvørjum einstøk-
um føri, noyðast vit at
hugsa um heildina og sam-
anløgdu trygdina fyri øll.
Vit hava fólk í NTM, sum
bert arbeiða við gíslatøkum
og hava eyguni við trygdini
í øllum økjum, trúboðarar
arbeiða í, og tískil leggja vit
stóra orku í fyribyrgjandi
arbeiði, vísir Óli á. Ítøkiligt
dømi um hetta er í løtuni á
Fílabeinsstrondini, har allir
trúboðarar vegna borgara-
kríggj av trygdarávum fyrr
í
ár
vórðu
fluttir
úr
landinum.
Trúboðaravirksemið
minkar
í Vesturheiminum
Sambært hagtølunum hjá
New Tribes Mission er
áhugin fyri trúboðaravirk-
semi minkandi í Vestur-
heiminum samanborið við
restina av heiminum.
- Í Vesturheiminum er
talan um ein vøkstur uppá
3%, sum aktivt luttaka í
trúboðaraarbeiði,
meðan
vøksturin er uppá 13%
uttan fyri Vesturheimin,
sigur Óli á Grømma. Hetta
kann vera ein ábending um,
at átrúnaðarligu virðini
sum heild verða skift út við
materialistisku vælferðar-
yvirflóðina í Vesturheimin-
um, meðan átrúnaður í fá-
tækaru pørtunum av heim-
inum eru meiri dominer-
andi.
- Hóast hann er lítil, er
talan enn um ein vøkstur,
og tað er jú positivt, sigur
Óli á Grømma bjartskygd-
ur. Hóast minkandi vøkst-
urin í okkara parti av heim-
inum er býtið av virknu
limunum í NTM soleiðis, at
64% eru úr USA, 18% eru
vesturlendingar aðrastaðni
enn úr USA, meðan onnur
18% eru úr restini av heim-
inum.
Áðrenn felagsskapurin
sendir út trúboðarar, er fyri-
reikandi
skúlagongd
á
NTM skúlum kring allan
heim kravd, har undirvís-
ingin í størstan mun fevnir
um bíbliugranskan, mál og
síðani tillaging og samskifti
millum ymsar mentanir.
Umframt høvuðsstøðina í
Florida í USA hevur felags-
skapurin skúlar m.a. í Ong-
landi, Brasilia, Australia,
Kanada, Venesuela.
Skerpikjøtið í
Klaksvík er best
Óli á Grømma er í dag 58
ára gamal, meðan konan
Judy er 55, og spurd,
hvussu leingi tey ætla at
halda á í trúboðaravirk-
semi, er svarið einfalt.
- So leingi heilsan er til
staðar, ætla vit at halda
fram í New Tribes Mission
í onkrari uppgávu, eru tey
bæði Judy og Óli samd um,
men leggur Óli síðani aftur-
at, at tíðin á ovastu rók er
avmarkað.
- Sum nevndarformaður
fari eg í seinasta lagi at
leggja frá mær, tá eg eri 65
ár, tí talan er um eitt sera
krevjandi arbeiði við long-
um arbeiðsdegi og nógvari
ferðing,
sigur
Óli
á
Grømma.
Viðvíkjandi júst hesum
fara ikki minni enn 4-5
mánaðir av árinum hjá Óla
og Judy til ferðing kring
allan heim, og tískil er hetta
ein av fáu ferðunum, at tey
hava stundir til eina av
drúgvaru føroyaferðunum.
Hjúnini fara aftur til USA
6. oktober, og hóast hann
hevur búð í USA síðani
1965, kann Óli á Grømma
móti endanum av samtalu
okkara ikki bara sær at
gerast heimliga kenslusam-
ur.
- Líkamikið hvar vit eru,
og hvat vit gera, er tað
besta av øllum at koma
aftur til skerpikjøtið í
Klaksvík,
slær
Óli
á
Grømma flennandi fast.
Nei, í globala gerandis-
meldri teirra skal lokala
upprunamentanin
við
skerpikjøti eisini varðveit-
ast í Klaksvík!
- Tann praktiska og teoretiska hjálpin eru tengd at hvørjum øðrum, og ein trúboðari eigur at arbeiða fyri júst at varðveita
upprunamentanina og at fáa gjørt viðkomandi ættarbólk sjálvstøðugan og sterkan, sigur Óli á Grømma Jacobsen
- So leingi heilsan er til
staðar, ætla vit at halda fram
í New Tribes Mission í
onkrari uppgávu, eru tey
bæði Judy og Óli á Grømma
Jacobsen samd um
Navn: Óli á Grømma Jacobsen
Aldur: 58 ár
Uppvøkstur: Í Klaksvík
Útbúgving: Prógv frá New Tribes Mission
bíbliuskúlanum í Florida
Børn: Tveir synir
Bakgrund: Giftur við amerikansku kvinnuni Judy,
og hevur búð í USA síðani 1965. Er í dag leiðari í
felagsskapinum New Tribes Mission, umframt at
hjúnini hava verið trúboðarar í 10 ár á
Filipsoyggjunum
Fakta
Hóast boðanin av kristindóminum er
høvuðsdrívmegin, leggja vit stóran dent á
praktiska hjálp, t.d læknahjálp og land-
búnaðarhjálp umframt at tryggja ættar-
bólkunum egið skriftmál fyri at varðveita
upprunamentanina
”
At vita, at avleiðingarnar av mínum av-
gerðum eru, at faðirloysingar og einkjur
sita eftir í sorg, er ein pínufull og slítandi
prosess, sum mangan hevur volt svøvn-
leysar nætur
”
Sivilisatiónin fer fyrr ella seinni eisini at
náa fjarskotnu og avbyrgdu ættarbólk-
arnar, og tá hetta hendir, verður tað ein
spurningur um, hvørji virði koma at ráða
”
Vit vesturlendingar hava mangan eina
paradísiska illusión um, at alt er so
fantastiskt og óspilt millum upprunafólk,
men sannleikin er, at tey eisini skríggja
eftir hjálp
”
Trúboðarin skal varðveita upprunamentanina
C
M
Y
K
14