týsdagur 16. september 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 174 - 16. september 2003
Nr. 174 - 16. september 2003
17
Í elsta bygdarskúlan-
um í landinum er
framtíðin hjá bygdini
savnað. Miðvágsbørn
hava fingið útibarna-
garð í Gamla Skúla
BARNAGARÐUR
Orð og myndir:
Edvard Joensen
Miðvági: Gamli Skúli í
Miðvági er snøggaður til,
og verður brúktur til úti-
barnagarð hjá Miðvágs og
Vatnsoyrarbørnum. Stovn-
urin eitur útibarnagarðurin
í Gamla Skúla.
Elsa Margit Davidsen er
leiðari í útibarnagarðinum.
Hon letur væl at tí, sum
fingið er burtur úr skúlan-
um. Alt er innrættað av
nýggjum uttan ein einstøk
stova, sum seinni verður
gjørd, og sum dagrøktar-
børnini so fara at nýta,
greiðir hon frá. Tað er tann
71 árag gamli Salamon
Poulsen, av miðvingum
bert nevndur Berti, sum
hevur lagt hetta sera snøgga
arbeiðið úr hondum. Nú
barnagarðurin stendur lið-
ugur, stendur hann í góðum
tveimum milliónum krón-
um.
Tað er pláss fyri 55 børn-
um eldri enn trý ár í nýggja
útibarnagarðinum í Mið-
vági. Og tað er ikki ov
nógv, tí longu nú er bíði-
listi. 11. Starvsfolk eru
knýtt at stovninum.
Umframt hevur Miðvágs
Kommuna eisini dagrøkt
fyri børnini, sum eru yngri
enn trý ár. Har eru eini 30
børn.
Leygardagin varð Gamli
Skúli vístur fram fyri al-
menninginum, og higar
komu miðvingar bæði í og
úr bygd at síggja nýum-
vælda stovnin og kanska
minnast aftur á gamlar
dagar, tá tey sjálv gingu
her. Ikki í barnagarði,
skilst, men í skúla.
Tí talan er um elsta bygd-
arskúlan i landinum, greiðir
Ann Margit Davidsen frá.
Bygdur longu í 1830, um
enn hann ikki tá var heilt í
sama líki, sum í dag. Men
nógvar eru kortini søgur-
nar, gomlu veggirnir kundu
sagt, og fleiri merkisfólk
hava gingið í skúla her.
Sum vera man, varð
eisini okkurt gott boðið
teimum vitjandi. Kaffi og
lagkøka, køkumenn og ikki
at gloyma sodavatn og saft
fingu børnini eisini.
Jú, tey hugnaðu sær
hendan dagin, bæði ung og
eldri. Og børnini vistu, at
talan er um útibarnagarð,
so ikki var at sita inni.
Spæliplássið uttan fyri varð
dúgliga nýtt ein slíkan dag.
Fortíð og framtíð savnaðar saman
Tað er spennandi
at kanna alt
hetta nýggja,
sum nú er komið
Útibarnagarð
ur er, so nógv
er at takast
við uttandura.
Sandkassin
varð eisini væl
vitjaður
Hendan dagin
Reiggjurnar sláa
ongantíð falskar
mentur
Ymiskt var, sum fangaði
hugin. Summum dámdi best
tað, á borðinum var, meðan
onnur heldur høvdu hug at
heilsa upp á fýrbeinta gestin
Eisini borgarstjórin var komin á vitjan.
Kanska mintist hann aftur á gamlar
dagar, tá hann sjálvur hevði sína dagligu
gongd her
Ann Margit Davidsen er leiðari á útibarnagarðinum í Miðvági
C
M
Y
K
17
16