Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-05-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mai 1996síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

r | | SM Gospelfestivalin'96: Eitt stórt upplivilsi Eins og í fjør um hetta mundið, varð aftur í ár hildin ein Gospelfestivalur við sera fjølbroyttari luttøku. Norðurlandahúsið var karmurin um festivalin, og er eisini eitt sera væl egnað stað til tilikar framførslur. Tilsamans 16 bólkar og einstaklingar harav 13 førovskir — luttóku á festivalinum við sangi og spæli 3 g1 Og SJ á sera høgum stødi. Ljóðgóðskan var av tí besta, ið nakrantíð er latin til tilik- ar konsertir. Luttøkan í ár var fyri allar aldursbólkar, heilt frá teemum smáu børnunum til tey eldru. Hesuferð var tað felagið TLT-Booking, ið stóð sum fyrireikari, og tað skal sigast til teirra rós, at sera væl var fyriskipað, tí ikki er lætt at halda skil á so stórari luttøku sum henda festivalin gav boð uppá. Hetta megnaðu fyrireik- ararnir til fulnar, og tí er tað ein longu nú sær við spenningi fram til næsta festivalin, tí Gospelfestivalurin er komin fyri at verða. Í ár var festivalurin lagdur yvir 4 dagar, byrjandi hóskveldið 9. maí Hóskveldið 9. maí varð lagt fyri við bert føroyskar lut tóku. Tá luttóku gospelkór ið Aurora Borealis, ið sang sera vælkendar negro-spiri tuals sangir, og sangir, ið Oslo Gospel Choir hevur innsungið. Hetta var eitt upplivilsi at hoyra, so væl tað samstemmaði, bæði við sangi og tónleiki. Bólkurin Halal við Heina Lútzen á odda sang eisini eitt úrval av teirra bestu sangum Teimum á baki kom so Finnur Hansen við familju síni, sum sungu sangir, ið Finnur fyrr hevur verið kendur fyri, og neyvan mundu lógvabrestirnir halda uppat, tá sangurin »Undurfulla Land« at enda varð sungin. Bólkurin »Okkurt Anna« endaði hetta kveldið við sera góðum og vøkrum spæli, har Anna Há berg sang fyri. »Okkurt var tónleikara Anna< var Anna, so hetta navnið er eisini sera væl valt Fríggjakvsldið 10. mai varð byrjað við bólkunum Caris<, »Frid« og >Ja'sar ja«, ið eru bólkar, ið hava gjørt seg kendar við luttøk um á bæði gospelkonsert Im og mótum runt umkring í Feroyum. Allar hesar framførslur eydnaðust sera væl, og bóru progv um at gospeltónleikurin í Feroy um er við at koma upp á eitt sera høgt stødi. Sum tað fyrsta útlendska innslagið var svin Roland Utbult, ið trein á pallin. Við sær heyði hann 4 tónleikarar, harav 2 synir hansara vóru við. Ro land er sera væl kendur í øllum Norðurløndum, og hevur verið virkin sangar! í umkl. 20-25 ár. Stílur hans ara hevur altíð verið ser merktur av tí lættara slag num, og hevur altíð havt nógv við ferð — t.v.s. mo torsúkklur og bilar — og títt leika at gera. Soleiðis fekk hann eisini høvi at syngja sangin »Steen Tuff«, ið er ein sangur, ið hann skrivaði um seg sjálvan í sjeytiárun um við einar útgávu, ið hann kallaði »Du ar musik en«, har stilurin var hin væl kendi Disco-stílunn sum var frammi tá. Annars var framførsla hansara sera væleydnað, so hann varð uppklappaður og mátti syngja 3 eykasangir fyri á hoyrarunum. Hetta var eis ini fyrsta ferðin, hann hevur vitjað land okkara, so iva leyst kemur hann aftur hendavegin Leygardagin vóru 2 ymsar framførslur, har byrj að varð við Annufíu og systrum hennara. Hesar systrarnar hava uppá stutta tíð ment seg ótrúliga nógv, bæði hvat sangi og spæli viðvíkur. Eisini teir, ið mannaðu ljóðferini, komu sera væl frá framførsluni Annefía og systrar vóru eitt stórt yvirraskilsi, tí raddir teirra sum systrar sita so sera væl saman, at tað var ein sonn frø at lurta eftir Eisini stuttligt at hoyra, at tær skriva ein part av sang im og løgum teirra sjálvar Bólkurin »Cocktail« var so næstur. Bólkurin er settur saman av luttakarum úr ymsum trúarsamkomum og sangstílur teirra var fyri tað mesta >lovsongskór“, ið vóru sungin bæði á ensk um og føroyskum. Hesin stilur er eftirhondini vid at blíva eitt sindur slitin í kant unum, tí tað vísir seg sum at nærum øll vilja sleppa at syngja »lovsong«, men til ein tílíkan festival var tað so í lagi, at hetta eisini kom fram. Bókurin kundi kortini havt eitthvert annað á skránni. Annars var fram førsla teirra góð við undan tak av nøkrum følskum tón um her og der, men tað kann sjálvandi eisini skyldast monitorunum, at tey kanska ikki hava hoyrt nóg væl, tí lítið skal til tá so skal vera At enda var tað so aftur sviiin Roland Utbolt, ið fekk loyvi at enda henda partin av leygardegnum Framførsla hansara minti eitt sindur um framførsluna kveldið fyri, men kortini hevði hann lagt skránna við eitt sindur mjúkari løgum, tó so at ein bass- og trummusolo fekk eisini loyvi at koma inn imillum I eygarkvøldid vóru tað systrarnar Annika og Sigrid ið løgdu fyri. Tær hava júst givið út nýggja 20 ára minnisfløgu, og av henni fingu tær so loyvi til at spæla nøkur av løgunum LIVE. Stuttligt var at hoyra at eisini tær enn kunnu halda sera gott stæði í fram førslu teirra. Leygarkvøld ið var annars tillutad tveim im útlendskum luttakarum nevniliga Elsebeth Nolsøe Lund, ið er hålvur føroying ur, ættad ur Vågi, og so noråmadurin Hans Inge Fagervik. Elsebeth heyði sitt egna orkestur vid, og spældu og sungu tey sera væl. Hetta sama orkestur brúkti so Hans Inge Fager vik ul sína framførslu. Else beth hevur ongantíð verið í Føroyum fyrr, men Hans Inge Fagervik var her fyri uml. 6 árum síðani, tá hann luttók í sambandi við vitjan sum Frelsunarherurin í Havn skipaði fyri Hans Inge megnaði til fulnar at fanga lurtarafjøld ina, og hevði eina stak góða framførslu, har hann fekk loyvi til at syngja fleiri av sinum vælkendu sangum Serstakliga var tað sangurin »Farvel Marita«, har hann sjálvur spældi uppá flyglið ið gjørdi størsta inntrykkið Sunnudagin 12. ma: vóru tvær framførslur, har byrj að varð við barnaluttøku „Kings Kids«, »SALT« og „Barnakórið í Libanon« sungu og spældu so lyst liga. Eisini var dansur og drama á skránni fyri børn ini. Festivalurin endaði so við at Hans Jacob & Vin menn spældu fyri tað mesta sangir, ið vóru country inspireraðir. Hans Jacob hevur sungið eina tíð, og er eftirhondini blivin meira og meira vælkendur og -dámd ur fyri sínar løttu og góðu sangir, og soleiðis var eismi henda seinnapartin, har hann sang flein av sínum mest kendu sangum. Heilt til endan komu so Elsebeth Nolsøe Lund og Hans Inge Fagervik og settu punk tummið fyri Gospelfestival in 1996 Nidurstødan er, at alt í alt var Gospelfestivalurin "96 ein sera góður og fjølbroytt ur festivalur. Hann var nú at enda komin, og er avgjørt verður at halda fram við mong ár framyvir. Fyrireik ararnir skulu eiga alt rós uppiborið fyri ein væleydn aðan festival. Tað er longu við gleði, at sæð verður fram til næsta ár, tá ið iva leyst mong onnur góð nøvn verða á skránni, og hver veit, kanska festivalurin verður heilt ødrvisi fyriskip aður. Livst so spyrst Undirritaði fer hervið at takka fyri møguleikan at vera við, eims gg eim tøkk skal ljóða til øll, ið luttóku Tit skulu fáa tað rós, at gospeltónleikur í Føroyum avgjørt ikki stendur aftan fyri annan útlendskan go speltónleik, nei, menningin hevur verið fyrimyndarlig seinastu árini, so her er bert alt gott í væntu. Gud signi tykkum øll at brúka sangin til at vinna menniskju fyr Himmalin. Sangurin hevur sína åvirkan ul lovprisan, æru og signing fyri menn iskju Victor Carlsen Elsebeth Nolsee Lund Hans Inge Fagervik VIT GREIÐA ALLA VØRUKOYRING URFØROYUM FLYTIN Vit hava Flytikassar, Goymslu og L KAPPINGARFØRAR PRISIR TILBOD veråa givin TILFØROYA HP-TRADING Tlf. 17272