Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-05-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 1996síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Føroysk Mynd: A Ringid til ki Hermansen a liðið verður okkara um onkur tíðindi eru at frætta! broytt til dystin móti Skotlandi leygardagin Undan dystinum móti Skotlandi í morgin er grettt, at føroysku kynnurnar stilla vid ødrvisi liðið enn móti Belgia seinast Føroyska kvinnulandsliðið verður broytt eftir stórtapið móti Belgia, men spurning urin er um fleiri nýggir pælari byrjar á liðnum Fyrst og fremst er talan um at flyta spælarar á onnur HASS Allar tær somu, sum vóru við í 18-mans stóra hópin um móti Belgía, vóru afturvaldar til dystin móti Belgia, og harafturat hevur Maria Vang hjá B36 verið við í venjingini í vikuni Tá hópurin skal skerast til til 16, vera tríggjar settar uttanfyri, og sannlíkt er, at ið hvussu er onnur av Í morgin: t teimum, sum ikki var sein ast verður við hesaferð. Tað er Eyðfríð Christiansen hjá EB. og hon er í kapping við Judith E. Joensen hjá B36 um pláss í byrjanaruppstill ingini. Sostatt er líkt til, at pláss ikki verður fyri Sonju Hansen hesaferð Kvinnulandsliðið spældi venjingardyst móti dreingja- og unglingaspæl arum hjá GI mikukvøldid, og tann dysturin gav onkrar ábendingar um hvussu liðið verður stillað í morgin Birita Ellefsen flytir fyri vist út aftur á vinstra vong verja, eftir at hon spældi á ødrum stopparaplássinun | einast Ingun Hansen verður flutt av Vinstra vongveriå og fram á miðjuna, og tí verður neyvan pláss fyri Eyðver úr Dímun á liðnum frá byrjan Borglis Fagradal verður viðaftur og hon skal spæla á sweeparaplåssinum, og so verður Kristia Lervig flutt fram á miðvellinum, har hon helst kemur at spæla saman við Helgu Ellings- gaard. Margit Joensen held- ur mest sannlíkt fram sum stoppari, men hon fær eina nýggja við síðuna av sær Kanska verður tað Gunrid Hansen, sum ikki fær pláss á miðvellinum, ella kann tað vera Bára Skaale ella Sólgerð Viderø Uppá tal er eisini at flyta Helgu Ellingsgaard á stopp araplássið. Hetta er vorðið aktuelt. eftir at hon er farin a spæla á hesum pláss fyri felag sítt í Danmark Hver so skal spæla saman við Kristinu Lervig á miðvellinum stendur opið Tað kann vera Gunrid, Eyð ver ella Bára Tað stendur rættiliga opið hver byrjar í føroyska mål- inum. Unn Jarnskor spældi seinast, men kanska fara Maibritt Eystberg kjansin hesaferð Brynhild Klein spældi væl móti Belgia, og hon byrjar uttan iva aftur á vinstra miðvellinum, har Sólva Joensen er trygg á vongverjanum Dysturin móti Skotlandi verður leygardagin kl 13.00. Atgongumerki á 50 kr. fáast við inngongdina Bern sleppa inn ókeypis ek Upptakt til 1. deildar fótbóltin „ 7 Skotar koma til Føroyar eftir øllum stigunum Vunnu stórsigur á føroyska liðnum á heimavelli, men kunnu vænta at fáa tað torførari hesa ferð Tilsamans 16 kvinnuligir skotskir fótbóltsspælarar koma á Svangaskarð leygardagin Liðið, sum vann 7-1 móti Føroyum í fyrra dystinum teirra millum, kemur til Føroyar fyri at vinna sær øll try stigini Væntandi er tó, at dyst- urin hesa ferð verður tætt- ari enn hann í Skotlandi, tá seks mál vóru á muni Skotski hópurin sær soleiðis út Lorna Kerr ( Ayr), Lyn- say Wilson (Guilianos), Agnes Hutton (Cumber nauld), Cath Major Cove), Claire Smith (Cove), Michelles Barr (Cumbernauld), Lorna Smith (Ayr), Angie Mur- chison (Aberdeen), Ar- lene Lamb (Maryhill), Nicky Grant (Cove), Pau- line McDonald (Cove), Linsay Hart (Maryhil), Michelle Sneddon (Cove), Lynn Henderson (Aberdeen), Kirsty Gunn (Newtongrange), Mich- elle Cox (Cumbernauld) Venjarin hjå skotska liðnum er Millar Hay, og hann hevur kvinnuligan hjálparvenjara, Sheila Begbie ek Svenskir dómarar Enn ein kvinnulig dómaratrio kemur á Svangaskarð at dóma. Hesaferð úr Svøriki Í dystinum móti Belgia var dómarabólkurin, sum dæmdi dystin, kvinnulig ur. Dómarin kláraði seg væl, hóast hon hevði hug at floyta ov seint og oyði- legði nakrar greiðar fyri- munir. Men UEFA má hava álit á teimum kvinnuligu dómarunum, tí aftur hesaferð eru tað kvinnur, sum skulu standa fyri avgerðunum á vøllin- um Dómari verður Eva Ød- lund úr Sveríki. Afturat sær hevur hon tveir svenskar linjuverjar í Marinne Mattson og Maria Persson. Afturat sær hava tær annan av teimum báðu altjóða dómarunum hjá føroying- um, Niklas á Líðarenda Hann skal standa fyri út skiftingum og annars hjálpa til undir dystinum Undir dystinum móti Belgia hevði hin altjóða dómarin, Lassin Isaksen, hesa uppgåvuna. Madurin sum UEFA sendur til dystin, kemur år Norra. Tað er Rolf Haugen. ek | | — Eykatúrar til dystin Í sambandi við landskapp- ingardystin millum HB og F Havn 2. hvitusunnu dag, ger Strandferðslan eykatúrar Umframt vanliga túrin kl 10.30 verður eykatúrur gjørdur kl. 11.45, og tårurin kl. 12.50 verdur fluttur til kl. 13.00. Beinleidis sam band er allan vegin til Havnar hesa túrar Eftir dystin siglir Smyril av Havnim og norður til Klaksvíkar kl. 18.00 Lagaliga sambandið skuldi gjørt tað møguligt hjá áhugaðum klaksvíkingum at farið til klassíska dystin í Gundadali Í ár vendir eitt sindur upp og niður, tí HB er í botn inum, men eingin ivi kann vera um, at HB eigur betri lið enn so, og spurningurin er bara nær tað vend ir Dysturin móti KÍ hevur tí stóran tydning