Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 175 - 17. september 2003 Nr. 175 - 17. september 2003 5 Hóast hann higartil hevur mist 94 milli- ónir uppá verkætlan- ina, fer norski rík- maðurin Kjell Inge Røkke at halda á við samstarvinum við JFK Trol at veiða svartkjaft við Næra- bergi. Sambært Røkke var talan ikki um nakran kreppufund á føroyaferðini, men heldur at hyggja at umstøðunum FISKIVINNA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo - Í ótrygga vinnulívinum vinnur og tapir ein pening, og í hesum føri hava vit mist pening, men vit ætla at halda fram og trúgva enn uppá, at ætlan okkara kann loysa seg, segði norski rík- maðurin Kjell Inge Røkke, tá orð varð fingið á hann umborð á Nærabergi mána- dagin. Milliarderurin úr Noregi vísti aftur, at hann er her á kreppufundi, sum tað annars kundi bent á, nú verkætlanin higartil hevur kostað 102 milliónir, har føroyska fyritøkan JFK hevur mist níggju, meðan Røkke hevur veittrað farvæl til 94 milliónir av síni annars heilt hampiligu konto. Trýr uppá svartkjaftin Kjell Inge Røkke vísir á, at stovnurin við hvítum fiski er stórur og eigur at bera til, og ætlar hann tískil ikki at geva skarvin yvir hóast trý soltin ár. - Vit trúgva uppá, at tað framvegis kann lata seg gera at fáa vinning burturúr verk- ætlanini í góða samarbeiði okkara við JFK. Vit hava higartil verið dugnaligir, men ikki nóg dugnaligir, og tað ræður um at hyggja at møguleikunum og loysnun- um, sigur Kjell Inge Røkke. Sostatt varð eingin bumba slept umborð á Nærabergi mánadagin, og legði norski stóríleggjarin eina við, at hann er í Føroyum at hyggja at umstøðunum her á landi, uttan at talan er um nakran kreppufund. Hvat prátið so hevur snúð seg um handan læstar dyr, kann ein bert gita sær til. - Vit ætla at halda á við svartkjaftavinnuni við Nærabergi, og við at hyggja realistiskt at samlaðu mynd- ini, trúgvi eg framvegis uppá svartkjaftin, vísir nor- maðurin á uttan at geva nakra ávísa tíðarfreist um, nær tol hansara er uppi eftir trimum árum uttan yvirskot. Lítlan týdning fyri Røkke? Norski ríkmaðurin fekk gongd á virksemi sítt í Alaska í 70´unum, har hann breyt upp úr nýggjum við svartkjaftafiskiskapi og seldi matvøruna sum rættin surimi tengdan at japanska marknaðinum. Í 90´unum kom Kjell Inge Røkke veruliga inn í norska vinnulívið, og eigur hann í dag um 800 fyritøk- ur, har bert ein minni partur er á fiskivinnuøkinum. Hann hevur m.a. gjørt nógv um seg á olju- og gassøkin- um og innan skipasmiðjur. Ríkmaðurin úr Noregi eigur ein 1/3 í verkætlanini við JFK Trol, sum eigur 2/3, men hóast hetta býtið hevur hann mist nógv meiri pening (94 mió) enn før- oyska fyritøkan (9 mió). Í prosentum er tó iva- samt, hvussu stóran týdn- ing tap hansara í Føroyum hevur fyri samlaða búskap- in hjá Røkke, sum fram- vegis ynskir at gera íløgur í Næraberg við fyritøku síni Norway Seafood. So tykist meiri standa uppá spæl hjá JFK Trol. Røkke heldur fram - Eg trúgvi framvegis uppá at fáa vinning burturúr hesi verkætlan í góða samstarvin- um við JFK Trol, hóast talan hevur verið um undirskot, síðani verkætlanin fór í gongd í mars 2000, segði norski ríkmaðurin, Kjell Inge Røkke, umborð á Nærabergi mánadagin Mynd: Álvur Haraldsen - Vit skulu helst koma uppá 100-120 milli- ónir, um vinningur skal fáast við verkætl- anini, og síðani 2000 hava vit ligið á 80-90 milliónum, sigur Hanus Hansen, stjóri á JFK Trol, sum eigur 2/3 í verkætlanini við Nærabergi FISKIVINNA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Sum nevnt omanfyri á síð- uni hevur JFK Trol higartil mist 9 milliónir uppá svart- kjaftaævintýrið við Næra- bergi síðani mars 2000, tá fyrsti túrurin varð gjørdur. Fyritøkan hevur gjørt greitt, at teir ikki nýta meiri pening til verkætlanina, sum norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke tó ynskir at halda fram við og koyra pening í. Hanus Hansen, stjóri á JFK Trol í Klaksvík, heldur talan vera um eina ótrygga ætlan, sum hann tó framvegis trýr uppá. - Fyri at fáa vinning skulu vit koma uppá 100- 120 milliónir, og tað restar nakað í enn. Í fjør var talið á 84 milliónum og í 2001 á 92 milliónum, og sostatt resta um 20 milliónir, áðr- enn vinningur fæst, sigur Hanus Hansen. Stendur og fellur við Røkke Stjórin úr Klaksvík vísir á, at tá teir ikki koyra meiri pening í verkætlanina, og tá tað almenna heldur ikki stuðlar, er Røkke einasta peningakeldan til framhaldandi rakstur. - Um hann ikki ynskir at nýta meiri pening til Næra- berg, kunnu vit heldur ikki halda fram, og so steðgar verkætlanin, vísir Hanus Hansen á. Tískil stendur og fellur tað í seinasta enda við norska ríkmanninum, sum framvegis ynskir at halda fram. Eingin vinningur í bræði Hanus Hansen vísir á, at svartkjaftavinnan er krevj- andi og dýr, og at samlaða konjunkturgongdin á al- tjóða marknaðinum hevur havt skaðilig árin. - Í ár hava marknaðar- prísirnir við svartkjafti ver- ið í botni, og talan hevur verið um nýtt met í lágum prísum, vísir Hanus Hansen á. Við hesum í huga hevur Næraberg havt ógvuliga torførar fortreytir at virka undir, og hóast Hanus Han- sen heldur fram í verkætl- anini saman við Kjell Inge Røkke, hevur hann eina realistiska áskoðan kom- andi árini. - Tað heila er ógvuliga ótrygt, og væntandi verður yvirskot heldur ikki næstu tvey árini, sigur Hanus Hansen. Hann leggur tó aft- urat, at stóri stovnurin við hvítum fiski eigur at kunna nýtast, so vinningur fæst, og tað trúgva teir framvegis uppá kann lata seg gera. Hanus Hansen, stjóri á JFK Trol: - 20 milliónir resta í Stundir vóru eisini til smíl umborð á Nærabergi mánadagin. - Vit skulu náa eini upphædd á 100-120 milliónir, um vinningur skal fáast, meðan vit seinastu tvey árini hava verið á 80-90 milliónum, sigur stjórin í JFK Trol, Hanus Hansen, sum her situr vinstrumegin umborð á Nærabergi við liðina á norska ríkmann- inum Kjell Inge Røkke Mynd: Álvur Haraldsen Landsstýrismaðurin, Páll á Reynatúgvu, hevur hálvavegna skuldsett økisleið- ararnar í Heima- røktini fyri ikki at hava skil fyri fíggj- arstýring, Men økis- leiðararnir føla seg úthongdar alment, tí tær siga, at veruleikin er ein annar HEIMARØKTIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit føla okkum úthongd av okkara egna landsstýris- manni. Økisleiðararnir í Heima- røktini siga, at tað var rættiliga hugstoytt at hoyra Páll á Reynatúgvu í Degi og Viku fríggjakvøldið, alment ivast í evnunum hjá teimum at halda skil á játtanini til Heimarøktina og at tað er ein orsøk til, at játtanin hjá Heimarøktini ikki heldur. Heimarøktin er í svárari kreppu og økisleiðararnir svara nú alment skuldset- ingunum frá landsstýris- manninum aftur. Og tær dylja ikki fyri, at tær føla seg úthongdar av landsstýrismanninum – Tað má standa fyri hansara egnu rokning og tað sigur meiri um hann sjálvan, enn tað sigur um okkum, at hann setir slíkar skuldsetingar fram ímóti sínum egna starvsfólki, sigur Jeanna í Lágabø, økisleiðari í Suðuroy. Hon sigur, at veruleikin er, at longu fyrst í árinum gjørdu vit vart við, at játt- anin fór ikki at halda, sigur Hon sigur, at hetta vistu økisleiðararnir, tí játtanin í fjør helt heldur ikki, men kortini er játtanin í ár enn minni enn nýtslan var í fjør. Samstundis sum vit vita, at viðskiftafólkatalið veksur alsamt, eins og tað mangan er so, at fólk, sum eru í skipanini, krevja meiri og meiri røkt. – Tí vitstu beinanvegin vit at játtanin í ár fór ikki at halda. Fyri at byrgja upp fyri longu frá ársbyrjan, gjørdi Heimarøktin beinan- vegin av, at sum eitur skeiðvirksemi og starvs- fólkarøkt annars, skuldi takast av. Í summar varð eisini gjørt av at halda uppat við reingerðini. – Tað var ikki tí, at vit hildu at tað var rætt at skerja reingerðina, tí eftir okkara tykki er tað er ein av fortreytunum fyri at fólk kunnu vera heima, at tey fáa hjálp til reingerð, har tað krevst, sigur økisleiðar- in í Suðuroy. – Men nú eru greið boð komin frá landsstýrismann- inum um, at reingerðingin skuldi takast uppaftur, og at kostnaðurin fyri tað, skuldi finnast í játtanini, sum var. Landsstýrismaðurin hev- ur eisini gjørt greitt, at játtanin í ár skal halda, tí at hann fer ikki at biðja um eykajáttan. Jeanna í Lágabø sigur, at økisleiðararnir hava ábyrgdina av, at játtanin heldur, so at halda játtan- ina, verða tær noyddar til. Hon leggur afturat, at øll vita, hvat kann henda við stovnsleiðarum, sum ikki megna at halda játtanina. Men hon ger eisini greitt, at tað ger ikki mun, hvussu nógvan skúlagang, økis- leiðararnir hava, tí fer aldrin at bera til hjá teimum at gera eina krónu til tvær krónur. – Veruleikin er stutt og greitt, at játtanin er ov lítil, samstundis sum viðskifta- fólkini alsamt økjast í tali, spakiliga. Veruleikin er eisini, at 90 % játtanini fer til lønir og hvussu høg lønin er, hevur leiðslan fyri Heimarøkitina onga sum helst ávirkan á. Ein avleiðing av, at játt- anin er ov lítil og at boð eru komin um, at reingerðin skal ikki skerjast burtur, er, at Heimarøktin nú hevur gjørt av, at hon tekur ikki ímóti fleiri viðskiftafólkum í ár. Líka úr vøggu til ellisár Økisleiðarin heldur, at tað er eisini ein vanlig misskilj- ing, at heimarøktin er bara fyri eldri fólk. – Tað er ikki rætt. Vit hava viðskiftafólk í øllum aldri, líka úr vøgguni heilt til ellisár, tí heimasjúkra- systraskipanin er eisini undir heimarøktini. – Samstundis vita vit, at tøknilig frambrot innan sjúkraviðgerð førir við sær, at fólk verða alsamt fyrr skrivað út av sjúkrahúsi og tað er tað mangan heima- røktin, sum skal taka ímóti teimum og viðgera tey víð- ari í heiminum. Annars sigur Jeanna í Lágabø, at stóri trupulleik- in er, at tað er ikki nóg mik- ið av røktarheimsplássum og tað tyngir játtanina hjá heimarøktini ómetaliga nógv. Økisleiðarin í Suðuroy sigur, at avleiðingin av hes- um er, at vit koma í tað óverdugu støðu, at fólk verða løgd inn á sjúkrahús, sum annars áttu at verið heima. Samstundis noyðast fólk at verða liggjandi á sjúkrahúsi longri enn vanligt, ístaðin fyri at tey kundu komið heim, og at Heimarøktin helt fram við viðgerð heima var tað neyðugt. – Umframt at vera óverd- ugt, er hetta eisini nógv dýrari fyri samfelagið, tí tann bíligasta røktin er heimarøkt og tann dýrasta røktin er á sjúkrahúsi. Og ein avleiðing afturat er, at so fara bíðilistarnir til ymsar viðgerðir á sjúkra- húsi at leingjast, tí sjúkra- húsini fáa ikki tikið fólk inn í viðgerð, tá ið sengurnar verða "blokeraðar" av sjúk- lingum, sum annars áttu at verið heima. Sandoyingar fáa fáa sersømdir Tað hevur eisini verið ein ein meginregla, at øll í landinum skulu hava javn- bjóðis kor, tí øll betala tað sama í landsskatti. Men tað er ikki galdnadi fyri heimarøktina! – Fyri nøkrum árum síð- ani varð ein royndarskipan sett í verk í Sandoynni við trimum heimum. Í fjør varð skipanin eftirmett og tá gjørdi landsstýrismaðurin av, at hon skuldi halda fram. Jeanna í Lágabø sigur, at hendan skipanin ber í sær, at eftir fólkatalinum er játtanin til heimarøktina í Sandoynni nógv hægri enn játtanin til hini økini í landinum. Játtanin til heimarøktina í Sandoynni er yvir 7.200 krónur fyri hvønn sandoying um árið, men í hinum økjunum er hon bara slakar 4.400 krón- ur um árið fyri hvørt fólk. – Skuldi hini økini í Føroyum komið upp á sama støðið sum Sandoyggin í heimarøkt, skuldi játtanin verið 133 milliónir hægri, enn hon er í dag. Skuldi Sandoyggin hinvegin niður á sama støðið, sum landið annars, skuldi játtanin til heimarøktina í Sandoy lækka góðar fýra milliónir. Sandoyggin er eisini ein- asta økið í landinum, har játtanin heldur og har var tað heldur ikki neyðugt at skerja reingerðingina. Onnur í heimarøktini siga, at tá ið landsstýris- maðurin hevur gjørt av at halda fram við skipanini í Sandoynni, má tað vera tí, at at hann hevur hildið, at tað er tað rætta støðið fyri heimarøktina og tað sigur so aftur eitt sindur um, hvussu afturútsigld røktin í landinum annars er. Føla seg úthongd av Páll á Reynatúgvu Heimarøktin í Sandoynni fær nógv betri sømdir enn heimarøktin aðrastaðni í landinum fær. Skuldi borgarnir í hinum økjunum fingu líka góðar sømdir sum heimarøktin í Sandoynni, skuldi játtanin til heimarøktina verið 133 milliónir hægri enn hon er. Myndin er tilvildarlig C M Y K 5 4