mikudagur 17. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 175 - 17. september 2003
Nr. 175 - 17. september 2003
9
Sunnudagin fylti
Jógvan Tróndheim í
Klaksvík 75 ár. Hóast
fleiri ár eru gingin
síðani pensjóns-
aldurin, starvast hann
enn á prentsmiðju
sínari í sethúsunum á
Stongunum, har hann
hevur búð alt sítt lív
FØÐINGARDAGUR
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Kemur tú fram við prent-
smiðjuni hjá J. F. Trónd-
heim í Klaksvík, kann tað
enn koma fyri, at tunga
suffið frá hansara gomlu
Heidelberg hoyrist út í tún.
Tað er sum at hoyra ljóðið
frá eini farnari tíð…
Jógvan Ferdin Tróndheim
er føddur í Leirvík, sonur
Mariu og Jakku Tróndheim.
Men hann vaks upp hjá
Lisu og Eliseusi Jacobsen,
sum tóku hann til sín, tá
mamma hansara gjørdist
sjúk.
Saman við Maud, sum
tey eisini tóku til sín, sleit
hann sínar barnaskógvar á
Stongunum, har tey settu
seg niður, tá tey fluttu av
Kalsoynni til Klaksvíkar.
Virkað og livað
á sama staði
Jógvan býr enn í barna-
heimi sínum, har hann
eisini hevur havt egið virki
í meira enn fimmti ár.
Sum blaðungur drongur
byrjaði hann í starvi á
bókhaldsvirkinum, Føroya
Bók, sum tá hevði egna
prentsmiðju. Har lærdi
hann at prenta, og seinni fór
hann niður at læra at gera
prentmyndir ella kliche’ir,
sum tað oftast verður
kallað.
Seinni
keypti
hann
maskinurnar frá Føroya
Bók, og byrjaði egna prent-
smiðju í kjallaranum hjá
Lisu og Eliseusi.
Sama árið, í 1951, giftist
hann við Másu, og eiga tey
4 børn, Gerhard, Elfinn,
Mariu og Eileen.
Tey hava havt tað gleði at
upplivað gullbrúðleypsdag-
in, og abba- og ommu-
børnini eru nú 10 í tali.
Gløggur og trúfastur
Eitt, sum eyðkennir Jógv-
an, er trúfesti. Síðani ung-
dómsárini,
hevur
hann
verið ein stuðul í sam-
komuni í Betesda. Eisini
hevur hann saman við
øðrum hvørja viku vitjað
samkomuna,
Saron,
á
Viðareiði.
Hann er stillførur, erligur
og altíð við tí góða orðin-
um. Mangan tekstin hevur
hann rættlisið, og tað, sum
er komið frá hansara hond
er ringt at seta fingurin á.
Tað er serstakliga áhuga-
vert at práta við Jógvan, og
tú fert altíð ríkari frá
honum, enn tá tú kom.
Sama, hvønn hann tosar
við, dugir hann kynsturið at
finna teirra bylgjulongd, og
ofta kryddar hann sam-
røðuna við skemtingar-
somum viðmerkingum.
Tjóðskaparmaður
Jógvani untist ikki at vaksa
upp saman við systkjum
sínum í Leirvík, men hann
var ofta á vitjan har yviri.
Eitt skifti, tá týskarnir
bumbaðu í Klaksvík, gekk
hann í skúla har.
Maria og Jakku fingu 13
børn, og var Jógvan tann
triði í røðini. Jakku var
ættaður úr Norðragøtu og
barnaheim hansara var har
á leiðini, sum Tróndur í
Gøtu skal hava búð. Í 1924,
tá tjóðskaparrørslan var í
hæddini, keypti hann sær
eftirnavnið, Tróndheim.
"Æblet falder sjældent
langt fra stammen", plaga
vit at siga, og í so máta
líkist Jógvan pápa sínum og
dylir ikki fyri, at hann er
tjóðskaparmaður.
Spyrt tú Jógvan, um hann
ikki ætlar sær at gevast at
arbeiða, nú hann er vorðin
so gamal, svarar hann við
einum smíli:
"Tað man fara at koma av
sær sjálvum!"
Jógvan Tróndheim 75 ár
Jógvan við góðu gomlu Heidelberg í prentsmiðjuni á Stongunum í Klaksvík
Mynd: Astrid Tróndheim
Sunnudagin fylti Jógvan Tróndheim í Klaksvík 75 ár. Í meira
enn fimmti ár, hevur hann havt egna prentsmiðju í sethúsum
sínum á Stongunum í Klaksvík
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Mikudagin 10. september andaðist Elisabeth
Højgaard Justinussen, fyrrverandi lærarinna í
Klaksvík. Vanliga varð hon nevnd Betta Højgaard.
Hon var ættað úr Rituvík. Foreldrini vóru Nico-
lina, fødd Vang av Glyvrum, og Hans Højgaard,
sum var sonur Per, ið var ein av fyrstu niðursetu
monnunum í Rituvík.
Nicolina og Hans búsettust yviri á Enda, sum tað
verður rópt í Rituvík, og tey fingu tíggju børn:
Ninna Petersen í Rituvík, Mina Højgaard, sum í
mong ár búði í Rituvík og nú býr í Runavík, Betta,
Andreas, sum búði í Vestmanna, Per, sum var
bestýrari á sjómansheiminum í Havn, Mona
Lydersen, sum búði í Klaksvík, Niclas, sum búði í
Rituvík, Henny Davidsen, sum býr á Toftum,
Dania Olsen, sum býr í Rituvík og Sommer
Højgaard, sum býr í Rituvík.
Eftir á lívi eru nú Mina, Henny, Dania og
Sommer.
Betta leyk prógv á Føroya Læraraskúla í 1935.
Hon undirvísti fyrsta árið eftir at hava tikið prógv
í Árnafirði. Frá 1937 og til 1942 var hon eina
lærari í Svínoy, og síðani fekk hon starv í Klaks-
vík, har hon var frá 1942 og til 1978. Seinastu árini
undirvísti hon aftur í Svínoy. Tað var frá 1980 og
til 1. februar í 1983, tá ið hon fór úr starvinum
vegna aldur.
Betta var á námsskeiði á Idrætshøjskolen í
Gerlev í 1946, á Danmarks Lærerhøjskole í 1950
og í 1954 í handarbeiði, árskeið á DLH í 1962–63
og var samtíðis á tríggjar mánaða longum skeiði í
at undirvísa evna– og lesiveikum børnum. Nógvu
tey seinastu árini, sum Betta undirvísti í Klaksvík,
var tað serliga í kristni og við at undirvísa evna–
og lesiveikum børnum.
Betta var gift við Poul Justinussen, sum var
ættaður úr uppi í Húsi í Svínoy. Tey búðu í meiri
enn hálva øld í húsunum, sum tey lótu byggja á
Gerðareiði í Klaksvík. Poul var 84 ára gamalur, tá
ið hann doyði 1. mai í ár. Poul var kendur útróðrar-
formaður, sum tað lá serliga væl fyri hjá at royna
eftir upsa við snellu. Poul átti útróðrarbátin Fugl-
berg, og seinni keypti hann eisini Áarberg.
Tey bæði vóru nógv upptikin av arbeiðnum hjá
KFUM&K í Klaksvík, har tey eins og í kirkjuni
vóru ógvuliga trúføst.
Dagurin
17. september. Lambertus, deyður í umleið 705.
Biskupur í Maastricht í Hálandi. Varð dripin av aðals-
monnum, tí at hann setti at teimum fyri ólevnað.
Elisabeth Justinussen
– Betta Højgaard
1913–2003
Lisbeth Nebelong:
Skrivar um økonomi
og kærleika
Rithøvundurin av
nýggju skaldsøguni,
"Når engle spiller
Mozart", ið júst er
komin út í bók, er 48
ára gomla, Lisbeth
Nebelong, ið er
donsk. Trý ár av lívi
sínum hevur hon búð
í Føroyum
Lisbeth Nebelong er donsk,
fødd í 1955, dóttir Lise og
N.C. Nebelong, sum var
fulltrúi hjá ríkisumboðs-
manninum Mogens Wahl
frá 1965-67. Tey búðu á
Lützenstrøð í Havn, í
húsunum sum vit kenna
sum "Statskassin". Lisbeth
gekk í Sankta Frants skúla
hesi árini. Hon eigur tvær
yngri systrar, Helle og
Lotte.
Seinni, frá 1973-1974,
kom hon aftur og arbeiddi
sum vikarur í Nonnuskúl-
anum. Tá sang hon eisini
við í Havnarkórinum.
Lisbeth er gift við Jesper
Krag, ið er sálarlækni, tey
eiga sonin Mikkel, sum er
16 ára gamal
Hon er útbúgvin tíðinda-
kvinna og Master of Public
Management, MPM. Hon
hevur arbeitt á Berlingske
Tidende og Børsens Ny-
hedsmagasin, arbeitt við
radio og sjónvarpi og verið
kunningarstjóri í Kommun-
ernes Landsforening.
Í dag er hon samskiftis-
ráðgevi og rithøvundur.
Seinastu tíggju árini hevur
hon skrivað bøkur um
privatøkonomi hjá fólki.
Tann nýggjasta bókin er
Sund økonomi, sum kom út
í 2000.
Sum
fjølmiðlakvinna
hevur Lisbeth Nebelong
verið á frásøguferð í Føroy-
um í 1980, 1985 og í 1989.
Í 2000 skrivaði hon eina rit-
gerð um fullveldisgongdina
í Føroyum.
Um skaldsøguna
Når engle spiller Mozart er
hennara fyrsta skaldsøga.
Bókin handlar um 44 ára
gomlu Lisu Bjørn Nielsen,
stjórnmálafrøðing, sum í
februar 2000 kemur til
Havnar at røða á full-
veldisráðstevnuni í Norður-
landahúsinum. Á ferðini til
Føroyar hittir hon eina for-
tíð og ein ungdómskær-
leika, sum hon trúði, at hon
fyri langari tíð síðani hevði
lagt aftur um seg.
Sum dóttir ríkisumboðs-
mannsins gekk hon í 3.G á
Føroya Studentaskúla í
1974. Nú kemur hon aftur
sum
búgvin
karrieru-
kvinna. Men ferðin fær
eina heilt aðra gongd, enn
hon hevði væntað. Hesi trý
samdøgrini hon er í Havn
fær ikki bert tann politiska
tilgongdin eitt álvarsamt
skot fyri bógvin, eisini
hennara egna sinni verður
skakað, tá hon knappliga
stendur andlit til andlits við
ein longsul og eina trá og
møtir skuggum úr egnari
fortíð, sum noyða hana at
endurskoða alt sítt lív.
"Når engle spiller Mo-
zart" er ein skaldsøga um
eina modernaða kvinnu,
sum leitar eftir samanhangi
og meining í einum fløkt-
um heimi. Um at velja og at
velja frá í lívinum, um kær-
leika, tónleik og politikk.
Um viðurskiftini millum
Føroyar og Danmark fyrr
og nú, og um veg føroyinga
móti sjálvstýri.
Lisbeth Nebelong leggur
dent á at tað er ikki hennara
egna lívssøga, sum hon
hevur givið út sum skald-
søgu. Tí lagnurnar hjá
henni og Lisu Bjørn Niel-
sen í skaldsøguni líkjast
ikki.
Í sambandi við skald-
søguna hevur Lisbeth sett
seg væl inn í føroysk viður-
skifti. Umframt tað at hon
hevur búð í Føroyum trý ár
av lívi sínum, hevur hon
verið her nakrar ferðir og
hugt at teimum støðum,
sum hon nevnir í bókini,
fyri at alt skal vera so rætt
sum møguligt. Tað er eisini
vert at nevna, at Lisbeth er
sera hugtikin av Føroyum,
og hevði hon einki havt
ímóti at búsett seg her, um
familjan gekk við upp á
tað.
Mánakvøldið 15. sep-
tember varð tíðindafundur
og hugnaløta í Luongini á
Hotel Hafnia, har Lisbeth
Nebelong las og segði frá
um skaldsøguna, eisini var
møguleiki at skifta orð við
rithøvundin um evnini í
skaldsøguni.
Prógv sum pedagogur
Brynhild undir Kletti Johansen hevur tann 26. august 2003
lokið prógv sum pedagogur á Jydsk Pædagogisk Seminarium.
Lisbeth Nebolong uttan fyri Hotel Hafnia. Skaldsøga hennara
"Når engle spiller Mozart", gongur eisini fyri seg á Hotel
Hafnia
Mynd: Magnus Gunnarsson
Esmar Berg 50
Týsdagin 16. september
fylti Esmar Berg í Hvalba
50 ár. Esmar er hvalbingur,
sonur Onnu Sufíu, f. Djur-
huus, úr Sumba, og Daniel
Jacob Berg úr Hvalba.
Esmar tók læraraprógv á
Føroya Læraraskúla í 1981
og er lærari í Hvalba. Hann
hevur verið limur í nevnd
Føroya Lærarafelags frá
1988 til 1997, og var hann
formaður
felagsins
frá
1992 til 1997. Esmar er
giftur við Elsu Birgittu
Petersen, skúlaleiðara í
Hvalbiar skúla.
C
M
Y
K
9
8