leygardagur 1. juni 1996síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
%
rt
er
Brot år leikinum
Musikkskulanum i Havn
Eldfuglurin
sum var framførlur í Kommunuskúlaaulini herfyri. Musikkspælistovan er undir
Øll børn eru musikalsk
DAGNY JOENSEN
Tað prógvaðu børnini, sum
framførdu sangleikin „ld
fuglurin“ í Kommunuskula
aulini herfyri
Musikkspælistovan er eitt
slag av barnagarði undir
Musikkskúlanum í Havn
Her ganga småbørn í trim
um aldursbólkum eina ferð
um vikuna, har tey læra at
spæla og syngja
Spælistovan er ógvuliga
væl umtókt millum foreld-
ur at næmingunum, av tí at
innlæringin fer fram vid
sangi og rytmulæru
Sosialurin tosaði við for-
eldur at børnum í spælistov
uni, stutt fyri at blaðið fór
til prentingar. Tey høvdu
ikki orð fyri, hvussu glad
børnini vóru fyri hetta til-
takið, eins og hvussu væl
nøgd foreldrini eru við
Sharon Weiss, leiðara og
Ein soga um avmarking
í hugsan og skili
Torvald Sund:
>Svim fyri livinum«.
Bókadeild Feroya
Lærarafelags, 1996.
Brynhild Andreasen
teknaði permuna og
myndirnar í bókini
Søgan er serlig, vit koma
inn í ein hugaheim, sum
liggur á markinum fyri hvat
vit kunnu ella tora at í
mynda okkum. Taka vit
søguna fyri áljóðandi, uttan
at tulka hana í einhvorjum
uppalingar- ella læknaligum
ljósi, fer hon innihaldsliga
um nøkur mørk. Gevur okk
um, ið lesa, møguleika fyr
at hugsa, og hugsa ødrvisi
enn við okkara vanliga ger-
andisskili. Og ger okkum
sostatt var við avmarkingar-
nar í gerandishugsan og
-skili okkara
Í stuttum er søgan um ein
drong, Kim, sum er egin, er
sermerktur í hugsan og
verumáta. Hann klárar seg
vanliga ikki líka væl sum
hini børnini í spæli og í
skúlanum. Men tá tey fáa
møguleika fyri at arbeiða
við evnum í skúlanum, sum
fanga teirra áhuga, gerst
hann so upptikin av fiski,
serliga toski, at alt annað má
víkja. Hann gerst besettur
Og júst hetta fær hini,
børnini, lærarar og eisini
mammuna, at venda sær frá
honum. Øll venda sær frá
honum uttan ein, beiggin
Ove. Kim spreingir markið
fyri hvat er normalt og góð-
tikið í skúlanum, og eisini
tað ið mamman væntar sær
av sínum barni. Hann pilkar
við verumáta sínum við sið-
bundna hugsan og verumáta
hjá ødrum. Hann ger tey
firtin og Osikkur, so at tey
gerast ágangandi móti hon
um. Vísa honum frá sær
Gera seg likamliga inn á
hann, so at einasti utvegurin
verður at umskapa seg, gera
seg til eitt við tað, ið fasci
nerar og dregur hann allar-
mest. Og tað fær hann at
missa seg sjálvan
Hverjar aðrar møguleikar
hevur ein, sum onnur ræð-
ast og ikki tora at skilja og
ganga á meti yvirhøvur?
Bókin er væl skrivað, og
umsitingin er beinrakin og
munnrøtt. Um hon er lett
lisin velst um lesaran, og
um teir spurningar, sum
søgan alla tíðina setur hon-
um ella henni, verða hoyrd-
ir
Heri Kragesteen
——————————2—————W—'.
hinar lærarnar
Børnini byrjaðu venjing-
arnar til „Eldfuglin eftir jól,
og lærararnir løgdu dent á,
at tá børnini meldaðu seg
til luttøku, so skuldu tey eis-
ini møta upp hvønn friggja-
dag at venja
Foreldrini siga, at tad
heldur ikki hevur verið tor-
ført hjá børnunum at hildið
hesa avtalu. Kemur ein fød-
ingardagur fyri, so fara
børnini fyrst í spælistovu,
áðrenn tey geva sær stundir
at fara í førdingardag
Framførslan í Kommunu
skúlanm var avbera góð
Eini 27 børn vóru á palli
num, og hver teirra hevði
sína uppgávu í leikinum
Børnini dugdu ógvuliga væl
at frambera, og tað var ein
uppliving fyri bæði børn og
vaksin
Sangur og leikur mennir
børnini, so tey gerast fríari
í sínum verumáta, og hóast
sanggleðin kemur innanífrá,
so er tað eisini ein góður
háttur t.d. at læra børnini,
at tónleikur ikki bert er til
at dansa eftir. Tað gevur
barninum lívsgleði. Tí er tað
skeivt um foreldur halda, at
ikki øll børn eru musikalsk
Tad eru tey å hvør sin hått,
men bert rædur um at
menna tað fram í einstaka
barninum, sum tað hevur
evnir til, siga ógvuliga væl-
nøgd foreldur
Nú summarið við blómum og grøsum prýðir okk
ara vøkru oyggjar, følnadi blóman lítli Olavur í
Dali. Tað vóru tung boð hjá abbanum í Dali at
taka ímóti, at Olavur var deyður, fyri síðan at
bera tey víðari til tey nærmastu
Olavur var ein spaklyntur, líulátin og eygagóð
ur drongur. Tað var so stuttligt, tá ið hann var á
vitjan, og hann var so sera góður við systkini,
sum øll trý vóru yngri enn hann. Og altíð var
hann klárur við eini hjálpandi hond til mammuna
og pápan, t.d. at vera inni fyri tey og líknandi
Meg minnist nú fyri stuttum, seinastu ferð, hann
gisti hjá ommuni og abbanum á Sandi. Opið hús
var í Ungmannafelagshúsinum til ymisk spøl
Olavur fór norð, men kom rennandi útaftur og
segði, >abbi, eg haldi eg komi heldur við tær<, og
fóru vit so báðir oman á sand eftir sandi at brúka
til eplaveltu. Meðan vit koyra aftur at húsum, sigur
hann við meg, at her liggur ein kona í túninum
og ein onnur stóð uppiyvir henni. Vit vendu við,
og vísti tað seg, at gamla konan var illa meidd
Hann var alla tíðina við til hjálpar og rann eftir tí
hjálp, sum vit høvdu fyri neyðini til at bera hana
inn í heimið. Og tá kom spurningurin frá skila-
góða dreinginum, um hvussu tað var hent. Lítið
vístu vit, at skilnadarløtan var so nær okkara mill-
um. Tað var tungt hjá tykkum, ítróttarfelagar,
skúlafelagar og aðrir vinir, at Olavur so knapp-
liga bleiv tíkin burtur, hjálpi tykkum Gud, at føra
bæði gaman og álvara víðari. Og tú stakkals ung-
dómur, sum kom fyri ta tungu lagnu at koyra á
Olav, tú fær somu heilsan sum hinir
Tiverri kann eg ikki vera samdur við politi
inspektørinum, tá ið hann sigur tað vera tåpuligt
at gera so nógv burtur úr júst hesari vanlukkuni,
hendan var nú, og tað eru so mong onnur tár,
runnin av ferðsluávum
Mín kæra dóttur, versonur og abbabørnini Sól
vit, Elinborg og lítla Judith. 13 ár blivu givin lítla
Olavi. Vit hava øll glett okkum til summarið, gott
er at vita, at Olavur er komin heim ul ævigt
summar. Hjálpi tykkum Gud at bera sorgina á
skilagóðan hátt
Góð eru minnini um hesi 13 ár tíni
Hvíl í friði
Abbin á Sandi
Tú best mær tørv og trongd,
0, Drottin kennir,
hartil øll lívsins gongd
frá tær upp rennur,
og hvat mær gagnar best í lut at fáa,
frá fyrndini tú sá,
mín sál, hvat bilar tá?
Lat Guð bert ráða!