hósdagur 18. september 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 176 - 18. september 2003
Nr. 176 - 18. september 2003
3
Syndarlig vanlukka kravdi mannalív
Týsdagurin gjørdist
ein feigdardagur fyri
Leynar. Ein maður í
bygdini læt lív við
eina arbeiðsvanlukku
í Vestmanna. Ein mis-
eydnað spreinging
varð atvoldin til
deyðsfallið, og nú
verður kannað, um
nakar kann ábyrgd-
ast, ella um talan var
um hendiligt óhapp
DEYÐSVANLUKKA
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Leynar syrgja. Ein arbeiðs-
vanlukka seinnapartin týs-
dagin kravdi lívið hjá
einum av raskastu monn-
unum í bygdini í sambandi
við spreingiarbeiði í Vest-
manna.
Maðurin, ið læt lív, var
Jákup Hermansen úr Leyn-
um, ella Jákup á Fossinum,
sum hann verður nevndur.
Eitt fantastiskt menniskja,
siga tey, sum kenna hann.
– Hann var raskur, hjálp-
samur og ein góður læru-
meistari, sum dugdi ómeta-
liga væl at halda óvitunum
til. Ein svárur missur fyri
mong, og ikki minst fyri
bygdina. Onkuntíð kennist
tað serliga órættvíst, at
summi vera skrykt burtur,
sigur ein maður, sum plagdi
at bóndast og veiða saman
við Jákupi á Fossinum í
Leynum.
Jákup á Fossinum varð
57 ára gamal, var stakur og
hevði eingi børn.
Doyði á staðnum
Arbeiðsvanlukkan
hendi
týsdagin klokkan 13.45 í
sambandi við spreingiar-
beiði á Válinum í Vest-
manna. Kvívíkar kommuna
arbeiðir við at gera reinsi-
verk, og teir seta brunnar
upp. Húsini á Válinum
standa dygst við sjóvar-
málan, og tað er neyðugt at
spreingja helluna fyri at
geva pláss til brunnarnar.
Fyrrapartin
týsdagin
skuldu teir spreingja, men
tað miseydnaðist. Tað futt-
aði bara úr holunum, og
einki sprongdist.
Spreingimeistarin gekk
út frá, at allar perlurnar
vóru brostnar, og tí fær
Jákup á Fossinum boðini at
bora upp úr nýggjum,
greiðir Ivan Klein Olsen,
sýslumaður í Vestmanna,
frá. Tað merkir, at nýggj hol
skulu borast nakrar senti-
metrar frá gamla holinum,
umleið hálvan annan metur
niður í jørðina.
– Tá hann kemur niður á
botn, halda teir, at hann er
komin inn í hitt gamla
holið, har ein óbrostin perla
liggur. Tað brestur, og bor-
urin sleingist uppeftir í
høvdið á manninum, sum
doyr á staðnum, sigur
sýslumaðurin.
Jákup var einsamallur
beint har, sum vanlukkan
hendi, men lagnan vildi tað
soleiðis, at bróðirin stóð
einar 30 metrar frá og ar-
beiddi við einum renni-
gravara,
tá
vanlukkan
hendi.
Kanna tilburðin
Tá ein slík arbeiðsvanlukka
kemur fyri, skal Arbeiðs-
eftirlitið upp í leikin.
Tíbetur eru vit ikki von
við slíkar vanlukkur í Før-
oyum, men tað merkir eis-
ini, at vit ongar serfrøðing-
ar hava á økinum. Tað hava
tey heldur ikki í Danmark,
men tað ljóðar, at serkøn
hjálp skal fáast í Noregi til
kanningararbeiðið.
Enn er ov tíðliga at siga,
um tað kundi verið sloppið
undan vanlukkuni. Tað fara
kanningarnar at vísa.
– Eitt er givið. Onkur
skal ábyrgdast, tá slíkt
hendir, sigur Ivan Klein
Olsen, sýslumaður.
Av
arbeiðseftirlitinum
verður hinvegin sagt, at
teirra uppgáva er ikki at
draga nakran til svars. Tað
liggur til løgregluna at gera
av. Hjá arbeiðseftirlitinum
ræður um at fyribyrgja, at
slíkt ikki hendir aftur. Nær
kanningarnar eru lidnar,
fær Arbeiðseftirlitið ikki
sagt.
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum á ymsan hátt sýndu
samkenslu tá maður, pápi, verðfaðir, abbi
og langabbi okkara
Sámal Jóhannes Svend Poulsen
Á Válinum
doyði og varð jarðaður.
Takk til heimarøktarar í Vestmanna, sum gingu til
hansara dagliga.
Serstakliga takka vit Ellis- & Røktarheiminum
í Klaksvík, sum hevði møguleika at hava hann til
umlættingar hesa seinastu tíðina. Eisini ein serstøk
tøkk til starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri teirra
hjálp og beinasemi.
Tøkk til prestar, til berarar, sangarar, gravarar og øll
tykkum, ið fylgdu Jóhannesi til hansara seinasta
hvíldarstað.
Eisini tøkk til tykkum øll, sum á annan hátt hjálptu
við jarðarferðini.
Fyri tey avvarandi
Tordis Poulsen
Ein syrgilig vanlukka, sum kravdi eitt mannalív, hendi á Válinum í Vestmanna týsdagin. Løgreglan hevur avbyrgt økið fremst í
myndini, meðan kannað verður, hvat hendi.
Mynd: Jens K. Vang
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu
samkenslu, tá okkara elskaði pápi, verpápi og abbi
Anton H. Henriksen
Sørvágur
andaðist og varð borin til hvíldar.
Takk til sangarar, berarar og gravarar.
Túsund takk til tykkum øll, sum á ymsan hátt hjálptu
til og takk til Ingu Poulsen Dam, prest,
fyri tey vøkru og troystarríku orð.
Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum,
tykkum, sum sendu blómur og kransar,
og tykkum, sum sendu eina peningagávu
til Sclerosefelagið.Tøkk til tykkum, sum fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Eyðgunn og Gitta vil familju
C
M
Y
K
3
2