hósdagur 18. september 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 176 - 18. september 2003
Nr. 176 - 18. september 2003
5
- Tað er merkisvert, at
breiðu semjurrnar,
løgmaður eftirlýsti í
løgmansrøðuni,
ongastaðni eru at
síggja í viðgerðini av
fíggjarlógini, sigur
Vilhelm Johannesen,
varaformaður í
Fíggjarnevndini, sum
eisini stúrir fyri
eldraøkinum, nú
landsins størsta mál
skjótt skal í tingið
FÍGGJARLÓGIN 2004
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Andstøðulimur Javnaðar-
floksins í Fíggjarnevndini,
Vilhelm Johannesen, tykist
ikki
vera
bjartskygdur
undan ársins fíggjarlóg.
Uppskotið skal berast fram
30. september, og eftir
fyrstu viðger verður fíggj-
arlógin eina viku seinni
latin Fíggjarnevndini, sum
so gjøgnumgongur hana
grein fyri grein, áðrenn
spurningar á fundi verða
settir løgmanni og lands-
stýrismonnunum frá Fíggj-
arnevndini.
Karsten vanrøkir
uppgávuna
Vilhelm Johannesen vísir
eins og andstøðuleiðararnir
í Dimmalætting á, at and-
støðan higartil als ikki er
tikin við í viðgerðina av
fíggjarlógini 2004, og ser-
liga er tað sambært varafor-
manninum í Fíggjarnevnd-
ini merkisvert, tá løgmaður
í røðu síni á ólavsøku júst
legði dent á at fáa breiðari
semjur í framtíðini. Løg-
maður segði m.a. soleiðis í
løgmansrøðuni á ólavsøk-
uni: »Hóast eg havi roynt at
fáa breiða politiska undir-
tøku í málum, ið sum frá-
líður hava stóran týdning
fyri samfelagið, má ásann-
ast, at hetta hevur ikki
eydnast serliga væl. Eg
havi helst mín part av
skyldini, men staðfestast
má, at politiska skipanin
ikki er búgvin til eitt slíkt
samstarv. Tað er mín vón,
at tíðin fer at arbeiða fyri
hesum... fyri saman at
fremja grundleggjandi lóg-
gávu, sum røkkur langt inn
í framtíðina«.
Sambært
Vilhelm Johannesen er púrt
einki av hesum at síggja í
dag.
- Karsten Hansen, fíggj-
armálaráðharri, og restin av
samgonguni, hava als ikki
givið andstøðuni nakran
møguleika at koma við
ískoyti sínum, og tá talan er
um størsta politiska málið,
ársins fíggjarlóg, mugu all-
ir partar fáa møguleikan at
siga hugsan sína, tí hetta
umfatar jú alt fólkið, sigur
Vilhelm Johannesen.
Við hesum framferðar-
hátti væntar javnaðarting-
maðurin úr Klaksvík enn
ein tepran meiriluta og
semju uttan um andstøð-
una, og hóast einki nýtt
sum so er í hesum, vísir
Vilhelm Johannesen á, at
heldur skuldi verið roynt at
funnið eina breiðari semju,
og at talan er um brotin lyfti
og kávalótir um ynski og
lyfti samgongunnar um
breiðari semjur, sum komu
til sjóndar í løgmansrøðuni.
Eldraøkið fyri skotum
Varaformaðurin í Fíggjar-
nevndini vísir víðari á, at
niðurskurðurin á 1% og
sparingarnar á tilsamans 36
milliónir krónur samanbor-
ið við játtanina 2003 helst
fer at merkjast á eldraøkin-
um.
- Hetta er jú eitt tungt og
kostnaðarmikið øki, og tí-
skil er væntandi, at farið
verður hagar at spara pen-
ing. Hetta er óttin, fleiri
føroyingar í dag hava, sigur
Vilhelm Johannesen, vara-
formaður
í
Fíggjar-
nevndini, sum við hesum
sessinum hevur møguleik-
an fyri størri ávirkan á árs-
ins fíggjarlóg samanborið
hinir andstøðulimirnar.
Í allan gjár var drúgvur
samgongufundur í sam-
bandi við fíggjarlógina
2004, og sum skilst eru stór
stig tikin fram ímóti enda-
liga uppskotinum um fíggj-
arlógina. Tíverri fekst ikki
fatur á øðrum viðkomandi
politikarum í sambandi við
fíggjarlógina 2004 áðrenn
evstamark á blaðnum.
Vilhelm Johannesen, varaformaður í Fíggjarnevndini:
- Breiðu semjur samgongunnar
horvnar
-Hóast løgmaður eftirlýsti
breiðar semjur í løgmansrøðu
síni á ólavsøku, hevur
samgongan og Karsten
Hansen, fíggjarmálaráðharri,
als ikki givið andstøðuni
møguleikan til nakað ískoyti,
hóast fíggjarlógin umfatar alt
fólkið, sigur Vilhelm
Johannesen, varaformaður í
Fíggjarnevndini
Almenna umsitingin skerjast
Fyri at fáa pláss fyri
møguligum lønar-
vøkstri hjá teimum al-
ment løntu, hava allir
landsstýrismenn
játtað at skerja sína
umsiting. Mikunáttina
vórðu samgongulimir
so dánt samdir um
fíggjarlógaruppskotið
FÍGGJARLÓGIN 2004
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Samgongulimirnir høvdu
týsdagin seinasta fundin,
áðrenn fíggjarlógin fyri
2004 varð send til prenting-
ar. Fundurin var settur til at
vera klokkan eitt týsdagin,
og ikki fyrr enn hálvgum
trý mikumorgunin fann
samgongan fram til eina
fyribils semju um fíggjar-
lógina.
Samgongan hevur nýtt
fjúrtan dagar longri í ár um
fyrireikingararbeiðið
til
fíggjarlógina enn vanligt er,
og sum skilst á formannin-
um í fíggjarnevndini, Óla
Breckmann, so er slettis
ikki allar súðir syftar enn, tí
sum hann sjálvur málber
seg, so er hon bert so mikið
fræg, at samgongulimirnir
vórðu so dánt samdir, tá
partarnir fóru hvør til sín
týsnáttina.
Seinastu dagarnar hevur
dúgliga verðið gitt, hvørt
fíggjarlógin fyri komandi
ár fór at geva hall ella yvir-
skot, og sambært Óla
Breckmann, so er ætlanin
hjá samgonguna, at fíggjar-
lógin skal javnviga kom-
andi ár. Fyri at fáa fíggjar-
lógina at javnviga komandi
ár, hevur samgongan arbeitt
eitt sindur øðrvísi enn und-
anfarin ár, men úrslitið er
tað frægasta eftir útlitinum,
sigur formaðurin í fíggjar-
nevndini
Nakrar
lógarbroytingar
Landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum, Karsten Hansen,
hevur álagt øllum ráðunum
at spara 1% fyri komandi
fíggjarár. Í tí viðfangi hevur
víst á, at fleiri útreiðslur eru
lógarbundnar, og tískil er
neyðugt við lógarbroyting-
um, um møguleiki skal
verða fyri at fylgja boð-
unum hjá Karsten Hansen.
Spurdur, um tað kom fram
á
samgongufundinum,
hvørjir
landsstýrismenn
verða noyddir at fremja
lógarbroytingar, svarar Óli
Breckmann, at tað er longu
fastlagt,
at
einstakir
landsstýrismenn mugu gera
nakrar lógarbroytingar á
teirra økjum.
Formaðurin í fíggjar-
nevndini nevnir Páll á
Reynatúgvu, Bjarna Djur-
holm og Jacob Vestergaard,
sum allir verða noyddir at
fremja lógarbroytingar í
samband við fíggjarlógina
fyri komandi ár.
Lagt upp fyri
lønarhækkanini
Samgongan er samd um at
halda aftur í íløgum fyri
komandi ár, tí búskaparliga
støðan ger, at tað neyðugt
at slaka á íløgusíðuni. Kort-
ini er peningur settur av til
viðlíkahald av vegakervin-
um, ferjulegurnar, teknisku
skúlarnir í Klaksvík og
Havn og ellis- og røktar-
heim kring landið.
Sum skilst, hevur stóra
stríðsmálið undir fyrireik-
ingunum til fíggjarlógina
verið, hvussu stórur al-
menni raksturin skal vera
komandi ár. Óli Breckmann
vísir á, at almenni raksturin
hevur vaksið støðugt sein-
astu árini, og at kjakið um
raksturin fyri komandi ár
var knútapunktið á sam-
gongufundinum í gjár.
Í oktober ganga flestu sátt-
málarnir út á almenna ar-
beiðsmarknaðinum,
og
skulu almennu fakfeløgini
fáa sama lønarvøkstur sum
privati
arbeiðsmarknaðin
fekk í vár, so veksa lønarút-
reiðslurnar nógv komandi ár
hjá tí almenna, og harvið
eisini raksturin hjá tí al-
menna.
Spurdur, um samgongan
hevur lagt upp fyri eini
møguligari lønarhækkan á
almenna arbeiðsmarknað-
inum, svarar Óli Breck-
mann, at allir landsstýris-
menninir hava játtað at
skerja í umsitingini, og inn-
tøkurnar frá skerjingini
skulu nýtast til ein møgu-
ligan
lønarvøkstur
hjá
teimum alment løntu.
Størst innhøgg hjá
Bjarna Djurholm og
Jacob Vestergaard
Undir fíggjarlógarviðgerðini
í fjør, hartaði Óli Breck-
mann tjóðveldislandsstýris-
monnunum fyri ikki at gera
nóg nógv fyri at skerja á
teirra økjum, meðan lands-
stýrismenninir hjá Fólka-
flokkinum gingu undan.
Spurdur, um støðan er tann
sama í ár, svarar formaðurin
í fíggjarnevndini, at størstu
innhøggini eru gjørd á
økjunum hjá Bjarna Dju-
rholm og Jacob Vestergaard.
– Allir landsstýrismenn
spara í umsitingini, og tað
er avgjørt positivt, men ein
má leggja sær í hug at
minsti ágangurin er vendur
ímóti Bjarna Djurholm og
Jacob Vestergaard, tí út-
reiðslutrýstið hjá teimum er
ikki so stórt. Hinvegin er
tað altíð torført at fremja
skerjingar á økinum hjá
Páll á Reynatúgvu og Bill
Justinussen, tí útreiðslu-
trýsti er stórt og fólk gerast
rættiliga skjótt misnøgd við
skerjingar á almanna- og
heilsuøkinum, sigur Óli
Breckmann at enda.
Bæði Sambands- og
Javnaðarflokkurin
hava sítt tilveru-
grundarlag í danska
blokkstuðulinum, og
tískil ber ikki til at
samráðast við teir
um fíggjarlógina,
sigur Óli Breckmann,
formaður í tingbólki
Fólkafloksins
BREIÐ SEMJA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Løgmaður, Anfinn Kalls-
berg, legði so bragdliga út
undir ólavsøkurøðuni í ár,
har hann boðaði frá, at
hann ynskti, at flokkarnar
á tingi gjørdu meira fyri at
tryggja breiðar politiskar
semjur tvørturum sam-
gongu- og andsstøðumark.
Í Dimmalætting týsdag-
in leggja andstøðuleiðar-
arnir, Lisbeth L. Petersen
og Jóannes Eidesgaard
samgonguna undir fyri
ikki at taka andstøðuna
upp á ráð í samband við
fíggjarlógararbeiðið. For-
menninir í Javnaðar- og
Sambandsflokkinum førdu
millum annað fram, at
fíggjarlógararbeiðið aldrin
áður hevur verið so aftur-
latið, og tað er ein keðiliga
støða hjá andstøðuna.
Í øðrum londum er
rættiliga vanligt, at flokk-
ar finna semjur tvørturum
andstøðu og samgongu,
men í Føroyum hevur
henda siðvenja aldrin
tikið á seg,
Ikki møguligt at
samstarva
Formaðurin í tingbólkin-
um hjá Fólkaflokkinum,
Óli Breckmann, sigur, at
tað einfalt ikki letur seg
gera at samstarva við and-
støðuflokkarnar
um
fíggjarlógina.
– Tann breiða semjan
ber sjálvsagt til hugsjón-
arliga við Sambands-
flokkin, og tað hevði eis-
ini verið ynskiligt um
borgarligu
flokkarnir
sýndu ábyrgd og áræði í
samband við fíggjarlógar-
arbeiðið, men veruleikin
er, at bæði Sambands-
flokkurin og eisini Javn-
aðarflokkurin hava teirra
grundarlag
í
danska
blokkstuðulinum,
og
blokkurin er teirra tilveru-
grundarlag, og tískil er
ikki nógv at samráðast
um, sigur Óli Breckmann.
Hann vísir á, at andstøðu-
flokkarnir
framvegis
halda á við at meyla um,
at blokkurin aldrin skuldi
verið skerdur, tí so hevði
alt verið betri, men veru-
leikin er nú einaferð tann,
at nú er minni at gera
fíggjarætlan við, og tann
veruleikan mugu vit halda
okkum til.
– Veruleikin er at báðar
andstøðuflokkarnir hava
ein fíggjarpolitikk, ið
hevur hall við sær, og tað
kunnu vit ikki góðtaka,
sigur Óli Breckmann.
Óli Breckmann um breiðu semjuna
-Ber ikki til at
samstarva við
andsstøðu-
flokkarnar
Fyri at fáa pláss fyri møguligum lønarvøkstri hjá teimum
alment løntu, hava allir landsstýrismenn játtað at skerja sína
umsiting á fíggjarlógini fyri komandi ár.
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
5
4