Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 176 - 18. september 2003 Nr. 176 - 18. september 2003 7 Eins og ferðavinnan í heiminum yvihøvur, var íslendska ferða- vinnan í døpurhuga eftir hendingarnar í USA fyri tveimum arum síðan. Nú er gongdin við at koma upp á pláss aftur FERÐAVINNA Edvard Joensen Vestnorden Travel Mart: Íslendska ferðavinnan skip- aði seg við eini kreppu- ætlan eftir hendingarnar í USA tann 11. september 2001, greiðir Magnus Oddsson, stjóri í íslendska ferðaráðnum, frá. Íslendingarnir tóku støð- una so mikið álvarsliga, at teir beinleiðis heittu á íslendsku stjórnina um at hjálpa til at halda vinnuna á livi, um illa vildi til. Og stjórnin tekur vinnuna í álvara, so hon legði pengar á borðið. Tað er eingin ivi um, sigur Magnus Oddsson, at niðurgongd var at merkja í fjør. Men nú er líkt til, at tað er farið at kvinkað upp eftir aftur, sigur hann. Europeisk ferðafólk koma nú aftur til Íslands. Men amerikanarar eru trek- ari at fáa út at ferðast, sær til. Hjá teimum sita ógvus- ligu hendingarnar ivaleyst fastari enn hjá teimum, sum búgva longri burturfrá. Tað hjálpir eisini up á hagtølini, at tvey nýggj flogfeløg eru farin at flúgva millum Ísland og Danmark og Ísland og England, sigur hann. Iceland Express, sum er lágprísfelag, flýgur fast millum Keflavík og Køben- havn og Keflavík og Lon- don. Og grønlenska felag- ið, Air Greenland, flýgur tvær ferður um vikuna mill- um København og Akur- eyri. Tað tykist, sum fók hava broytt atburð nakað, tá tos- að verður um ferðing, hel- dur íslendski ferðavinnu- stjórin. Fólk eru farin at bíða til í seinastu løtu at gera av, hvar tey ætla sær, og tískil verður heldur ikki umbiðið, fyrr enn langt er útliðið. Hendan sonevnda »Wait and see« støðan ger, at ar- beiðið hjá ferðavinnustov- unum eisini kemur upp í røkur og verður tyngri at leggja til rættis. Íslendingar fara í november í ár at lata kunningarstovu upp á Norðurlendsku Bryggjuni í København. – Hetta er nakað, øll hava tosað um, men eingin enn hevur gjørt. Nú gera vit tað so, sigur Magnus Oddsson. Ferðavinnan er ikki so heilt lítil partur av íslendska búskapinum, upplýsir Magnuss Odds- son, stjóri í íslendska ferða- ráðnum. Vinnan stendur fyri umleið 13 prosentum av samlaða íslendska útflutninginum, sigur hann. Tað er truult at reka nakra ferðavinnu av týdningi í Sandoynni, tí oyggin liggur avsíðis, og ov lítið er til av pengum, sigur leiðarin á Kunningar- stovuni á Sandi FERÐAVINNA Edvard Joensen Vestnorden Travel Mart: Tað er trupult at hava við ferðavinnu í Sandoynni at gera. Gistingarmøguleikar og møguleikar at fáa sær ein bita mangla. Oyggin er avskorin, sigur leiðarin á kunningarstovuni á Sandi, Marna Jakobsen, sum kortini var á Vestnorden Travel Mart og bjóðaði økið út til fremmand ferða- fólk. Tað er fyrst og fremst hotel, ferðafólk vilja hava, tá tey koma at gista í økin- um, sigur Marna Jakobsen. Og tann møguleikan fáa tey ikki á Sandoynni yvirhøvur. Tað kann so aftur vera ein orsøk til, at ferðafólk himprast við at koma til økið, heldur hon. Heldur ikki ber til at biða sær um ein bita, uttan so, at um- biðið verður væl framman- undan. Og tað eru ikki øll, ið ferðast, sum gera tað, vísir hon á. Ísansgarður hevur ikki verið opin nú eina tíð, og caféin í Húsavík stongdi fyri nakað væl síðan. – Tað bar stutt sagt ikki til at sita og bíða eftir ferða- fólki, sum ikki kom, so fólk máttu finna sær aðrar vinnuvegir, sigur hon. Ein av orsøkunum, hel- dur hon, kann vera, at tað er ov lítið av pengum til í økinum. Vinnan er ikki nógv, og hon setir ikki aftur pening í ferðavinnu, sum vit síggja tað aðrastaðni, sigur Marna Jakobsen. Eingin veitari er í oynni, og tað ger so eisini sítt til, at so fá ferðafólk koma. Tí var onkur lokalur, sum seldi ferðir, hevði hann uttan iva eisini selt ferðir til økið í Sandoynni og Skúvoy. Eitt nú hevur verið roynt at siglt við ferðafólki undir bjørgunum bæði vestantil á Sandoynni og undir Skúv- oynni, men tað hevur verið ov óregluligt, tí ov lítil áhugi hevur verið. Helst tíl at slíkar ferðir hava staðið í skugganum av øðrum, sum hava havt betri marknaðar- føring og lættari er at koma til, heldur Marna Jakobsen. Og marknaðarføringin er eitt, sum hon heldur er alt ov lítið gjørt við. Kunn- ingarstovan er opin tveir tímar um dagin, og tað er ov lítð til at kunna ger nakað munagott arbeiði. Sjálv hevur hon annað arbeiði eisini, og tað er ikki nøktandi fyri kunningarstovuna, heldur hon. –Skal nakað munagott fáast burturúr, er neyðugt við fulltíðarstarvi, sum tekur sær av at marknaðarføra økið burturav. Og her má skipanin broytast, sigur Marna Jakobsen, sum heldur tað vera heilt burturvið, at tað skal vera soleiðis,at tey stóru økini fáa mesta stuðulin. Tað átti at verið beint øvugt, soleiðis at tey smáu, føatæku økini fáa stuðul. Tí hini klára seg lutvíst væl betri kortini, vísir hon á. Kreppufund eftir 11. september Íslendingar, sum arbeiða við ferðavinnu, vóru í døpurhuga eftir hendingarnar í USA tann 11. september 2001. Teir skipaðu eina kreppuætlan fyri vinnuna, sum tó nú vísir seg at vera á veg uppaftur, sigur Magnus Oddsson, sum her er avmynd- aður á tíðinda- fundi á Vest- norden Travel Mynd: Jens Kristian Vang Sandoyggin er avskorin Stuðulsskipanin til kunningarstovurnar eigur at broytast soleiðis, at tey smærru økini verða tey, sum fáa flestar pengar, tí tey hava mest brúk fyri teimum, heldur Marna Jakobsen, leiðari á Sandoyar Kunningarstovu Mynd: Jens Kristian Vang Fyri aðru ferð, síðan farið var undir at velja best røktu bygd í landinum í 1997, er valið fallið á Sandavág. Tað er eitt rættiligt herðaklapp at fáa, sigur borgarstjórin HERÐAKLAPP Edvard Joensen Sandavági: – So koma vit til nummar eitt, sum er Sandavágur, segði Eyðun Elttør, lands- stýrismaður við umhvørv- ismálum, tá hann á ferða- vinnumessuni Vestnorden Travel Mart týsdagin kunn- gjørdi, hvørjar bygdir eru best røktar í landinum. Tað var hon eisini í 1997. – Hetta er eit rættiligt herðaklapp, sum vit í grundini ikki høvdu roknað við, men sum gevur okkum hug og áræði at halda fram og gerast enn betri, sigur Rósa Samuelsen, borgar- stjóri í Sandavági. Og vit kenna tað sum ein eyka stóran heiður, at vit longu nú aftur kunnu vera numm- ar eitt. Og tað vísti seg, at tað eru ávísar kommunur, sum liggja í oddanum, tá um best røktu bygd ræður. Í 1999 varð Eiði vald best røkta bygd, og Eiði gjørdist nummar tvey hesaferð. Tað var hon eisini, tá Sandavág- ur vann í 1997. Æðuvík varð best í fyrraárið, og í ár var ein onnur bygd í Runa- víkar Kommunu, granna- bygdin hjá Æðuvík, Ritu- vík, kosin nummar trý. Framtíðin – Tað er ikki bara at fáa eina slíka viðurkenning og so leggja seg at hvíla á tí, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági. Hetta gevur eisini ábyrgd. Bæði mótvegis egnum borgarum og samfelagnum sum heild. Og tí eiga vit at ansa væl eftir, at vit ikki linka í kongunum nú, men heldur stramma upp og gera tað enn betri at búgva í Sandavági. Hon sigur, at enn hava tey ikki fingið almennu grundgevingarnar fyri, at Sandavágur varð kosin best røkta bygd í Føroyum í ár. Men tá viðurkenningin varð latin týskvøldið, segði Óli Mikkelsen, frá Føroya Umhvørvis- og Náttúru- verndarfelag, sum eisini er formaður í dómsnevndini, at gingið varð eftir einum skala, har hægsti karakterur var 70. Tað var tó eingin, sum rakk har upp, segði hann. Tær kommunur, sum vóru upp á tal, lógu báðu megin tey 50 stigini. – Tað sigur aftur so mikið sum tað, at her er nakað eftir enn, til vit kunnu siga okkum vera nádd á mál, heldur Rósa Samuelsen. Og tað vita tey væl í Sandavági, at tey ikki eru. Kloakkskipanin er komin rætiliga væl áleiðis, men er enn ikki liðug. Ein pumpu- støð skal setast upp, og seinastu leiðingarnar leggj- ast út eftir Bakka og leiðast út á sjógv. Hetta verður gjørt efir tilmæli og undir eftirliti av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Júst kloakkir og slíkt, sum undir jørð og vatni liggur, taldi reiðiliga væl í metingunum hjá dómsnevndini, sigur Óli Mikkelsen. Men eyðsæð er, at tað, sum eygað sær, eisini telur heilt nógv. Serliga hjá teim- um, sum ikki eru í dóms- nevndini. Og tað verður eisini gjørt nakað við nú, váttar Rósa Samuelsen. Tað eru ávís øki í bygd- ini, sum als ikki eru nøkt- andi í útsjónd. Onkrar pri- vatar ognir, sum eigararnir fara at fáa boð um at rudda og hampa, og so sjálvandi eisini okkurt, sum komm- unan má taka sína ábyrgd av. Almenn wc mangla í Sandavági. Men tað verður bøtt um í næstum. Tvey al- menn nátthús fara at verða sett upp í bygdini. Eitt uppi við kommunuhúsið, har bussarnir hjá bygdaleiðum steðga, og eitt niðri í bygd- ini. Sum er verður víst til kommunuhússið og kirkj- una, tá onkur hevur ørindi at gera á slíkum støðum. Skumpið Tað fyrsta álvarsliga skumpið til alt hetta fekk Sandavágs Kommuna, tá hon fyrstu ferð var kosin best røkt í 1997. Tað stóra arbeiðið, sum tá varð gjørt, hevur so bara gjørt tað lættari at hildið viðlíka og fríðka meira um síðan, sig- ur Rósa Samuelsen. Hon leggur dent á, at tað er so sanniliga ikki bara tað kommunala, sum hildið verður. Einstaki borgarin í Sandavági hevur eisini tikið hetta til sín og heldur reint og nossligt rundan um hjá sær sjálvum. Tað ger tað serliga hugaligt at vera við í slíkum metingum, sigur Rósa Samuelsen. At Sandavágur aftur nú varð kosin nummar eitt kom í grundini eit sindur óvart á. – Vit væntaðu hetta í grundini ikki, tí vit hildu, at onkur onnur kommuna mundi hava spílað seg út eisini. Men vit meldaðu kortini til. So fingu vit í hvussu er staðfest, hvar vit flóta, sigur borgarstjórin. Fyri at gerast best røkta bygd í landinum fekk Sandavágur fleiri virðisløn- ir. Blómur vórðu latnar borgarstjóranum, sum eis- ini fekk handaða eina stóra, vakra grótlampu, sum Eyðun Dahl Christiansen hevur gjørt. Frá Lands- verkfrøðinginum fekk kommunan eitt skelti við ákrift, sum sigur, at talan er um best røktu bygd 2003. Og frá Føroya Sparikassa fekk kommunan ein kekk áljóðandi 30.000,- krónur sum viðurkenning fyri góða umhvørvisrøkt. Sandavágur er best røkta bygd í Føroyum Rósa Samuelsen, bogarstjóri í Sandavági, er ovfarin og glað um heiðurin at standa á odda fyri best røktu bygd í landinum Mynd: Jens Kristian Vang Borgarstjórarnir í trimum teimum best røktu bygdunum í landinum. Frá vinstru Rodmundur Nielsen borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, tók í móti viðurkeningini til Rituvíkar, Tordur Nislasen, borgarstjóri í Eiðis Kommunu og Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavágs Kommunu Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6