hósdagur 18. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 176 - 18. september 2003
Nr. 176 - 18. september 2003
9
Linda Hansen og Poul
Nolsøe Sørensen úr
Gøtu hava júst fingið
tað stórfingnastu
gávuna, ið menniskju
kunnu fáa. Tann 14.
september fingu tey
ein fittan son. Linda
átti hann í bilinum í
Kollafirði
BARNSBURÐUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Mánanáttina 14. september
klokkan hálvgum tvey sá
ein lítil drongur upp á 52
cm og 3.300 gram fyri
fyrstu ferð dagsins ljós.
Men hetta hendi ikki á
nakrari føðistovu við jarða-
móður og sjúkrasystur.
Beiggin kom til verðina
stutt frá rundkoyringini í
Kollafirði. Omman tók í
móti, meðan mamman og
pápin saman á baksetrinum
á bilinum arbeiddu fyri at
fáa hann í verðina.
– Alt gekk væl, og vit
høvdu tað gott allatíðina,
sigur Linda Hansen, sum er
komin fullkomuliga fyri
seg eftir henda heldur skak-
andi tilburðin, sum tó gekk
væl.
Linda greiðir frá, at hon
var ikki sett at eiga fyrr enn
30. september. Hon og
drongurin búgva í íbúð í
kjallaranum hjá foreldrun-
um hjá henni í Gøtu. Hetta
sunnukvøldið sótu hon og
mamma hennara uppi á og
prátaðu inntil á leið mid-
nátt. Tá fór Linda niður-
undir, tí hon ætlaði sær í
song. Hon hevði onki følt
tá, men tá hon kom niður-
undir, byrjaði tað so spaku-
liga hjá henni. Hon hugsaði
tó ikki stórvegis um tað
beinanvegin, tí tað var so
langt áðrenn, og hetta var
fyrsta barnið. Men tað
versnaði skjótt.
Hon skalv illa og spýði
nógv. So róptu tey bæði
ungu eftir mammuni hjá
Lindu, og hon ringdi suður
á Landssjúkrahúsið at vita,
um tey skuldu koma suður.
– Mamma fekk at vita, at
vit skuldu bara taka tað
róligt og koyra suður, sigur
Linda og tað er ikki sørt, at
hon hevur hug at flenna.
Túrin
suður
minnist
Linda ikki so væl, so tað,
sum hon sigur, hevur hon
fingið frágreitt aftaná.
Hon sigur, at hon minn-
ist, at tey søgdu, at klokkan
var fimm minuttir í eitt, tá
tey vóru í Skipanesi. Hon lá
á baksetrinum og stríddist,
meðan
mamman
sat
framman
og
drongurin
koyrdi. Stutt áðrenn Kolla-
fjørð fór vatnið hjá Lindu,
og tá ringdu tey og bóðu
um, at ein sjúkrabilur
koyrdi ímóti teimum.
Føddi í bilinum
Tá tey komu til Kollafjarð-
ar, helt mamma Lindu, at
har var tekin um, at føðing-
in sjálv var farin í gongd.
Hon hoyrdi tað, og tað bar
ikki til hjá Lindu at halda
aftur, tí pressuverkirnir
vóru sterkir tá. Mamman
bað so Poul koyra inn til
síðuna beint eftir rundkoy-
ringina, og tað gekk ikki
long tíð, so var lítli drong-
urin komin í verðina.
Í regni og vindi á knøun-
um uttanfyri bilin tók tann
nýklakta
omman
ímóti
ommusoninum.
– Vit vóru øll rólig, og
tað gekk alt upp á stás, sig-
ur Linda, sum tó heldur
skemtandi hevur hug at
fílast á umstøðurnar í bilin-
um.
– Eg hugsaði faktiskt
ongantíð um, at eg møgu-
liga fór at eiga í bilinum, so
eg minnist, at eg hugsaði, at
tað var so ringt at liggja á
baksetrinum, tí eg fekk ikki
strekt meg og trygdarbeltini
lógu undir mær. Og so
hugsaði eg, at fyrst skuldi
eg liggja so á veg suður og
síðani at stríðast á føðistov-
uni, men so langt kom tað
jú ikki, sigur hon flennandi.
So skjótt sum beiggin var
komin í verðina, ringdu tey
aftur til Landssjúkrahúsið.
Sjúkrabilurin var á veg, og
tað ráddi einamest um at
halda móður og barn heit,
inntil hann kom fram, tí
bæði høvdu tey tað gott.
Tað gingu tíggju minuttir,
til sjúkrabilurin var á staðn-
um, og Linda var longu tá
so birg, at hon gekk við ný-
fødda soninum úr bilinum
til børuna og legði seg á
hana. Framvegis við óklipt-
um nalvastrongi.
– Tá alt var yvirstaðið ,
og hann var komin í verð-
ina í øllum góðum, tá hevði
eg tað beinanvegin fínt, sig-
ur hon glað á málinum.
Miðdepil
Sum vera man hava Linda,
Poul og nýføddi sonurin
verið miðdepil í øllum hesa
vikuna. Øll hava frætt um
tann óvanliga barnsburðin,
sum endaði á baksetrinum í
einum bili.
– Sjúkrasysturin, sum
mamma tosaði við, vildi
næstan ikki trúgva tí, at eg
hevði átt í bilinum. Tí hetta
var jú fyrsta barnið, og
mamma var púra rólig alla-
tíðina, sigur Linda.
– Eg haldi ikki, at
mamma var bangin. Hon
sigur, at hatta var eitt upp-
livilsi, men næstu ferð kann
tað verða, at hon fer at stúra
eitt sindur, tá tað nærkast til
termin, greiðir Linda frá.
Tað er ikki ofta, at tað
gongur
so
skjótt
hjá
mammum, sum skulu eiga
fyri fyrstu ferð, men tað var
gott fyri Lindu, at mamma
hennara var so mikið rólig,
at hon megnaði sín givna
leiklut hesa náttina sum
jarðarmóðir til eitt reint
UG. Sambandið millum
ommu og ommuson verður
uttan iva nakað heilt serligt.
Linda sjálv letur ikki til at
vera stórvegis ávirkað av
hesum, men er, sum vera
man hjartansfegin um, at
alt spældi so væl av. Hon er
ikki vorðin bangin av hes-
um og sigur, at hon fegin
vil hava fleiri børn.
Tað fer helst at ganga ein
tíð, áðrenn tosið um hesa
hendingina fer at leggja
seg, men tað leggur Linda
onki í.
– Eg skal sjálvandi venja
meg við at vera vorðin
mamma, men fyrst og
fremst skulu vit bara heim
til Gøtu at hugna okkum,
sigur nýklakta mamman at
enda.
Linda átti sonin á baksetrinum
Linda Hansen og nýføddi sonurin hava tað bæði gott, hóast hann kom til verðina undir serstøkum umstøðum
Mynd: Jens Kr. Vang
Stjóraskiftið fór fram hjá
P/F Sofus M. Jakobsen 1.
juni í ár, tá Sofus M. Ja-
kobsen valdi at leggja frá
sær og at lata sonin Árna
Jakobsen taka yvir. Árni
hevur arbeitt í virkinum
síðani í 1988.
Virkið, P/F Sofus M. Ja-
kobsen ráðgevandi verk-
frøðingar FRI, byrjaði í
august 1969. Áðrenn tað
hevði Sofus M. Jakobsen
arbeitt hjá donskum ráð-
gevarafeløgum í 8 ár.
Virkisøkið hjá P/F Sofus
M. Jakobsen er ráðgeving,
projektering, byggi- og
projekteringsleiðsla. Í sein-
astuni hava eisini uppgávur
verið innan umhvørvis- og
tilbúgvingarætlanir.
Projekteringsarbeiði
umfatar ventilatión og HVS
innleggingar, sprinklara-
skipanir, køvigassskipanir,
køliverk, neyðstreymsverk,
CTS-skipanir, vatnveiting-
ar, kloakkskipanir og fjar-
hitaskipanir.
Síðani virkið byrjaði,
hevur tað verið við í fleiri
enn 500 smærri og størri
verkætlanum, har nakrar av
størri verkætlanunum eru
vatnverkið í Villingadali,
fjarhitaskipanin í Havn,
útbyggingin á Landssjúkra-
húsinum og nú bygningurin
hjá Føroya Tele í Hoyvík.
Tá flest fólk vóru á tekni-
stovuni í 1989, vóru tey 13
í tali, bæði verkfrøðingar
og tekniskir hjálparar. Í dag
eru 8 verkfrøðingar í starvi.
Umframt at hava verið
stjóri hevur Sofus eisini
sitið í stýrinum hjá FRI í
tvey skeið. FRI er felagið
hjá ráðgevandi verkfrøð-
ingum í Danmark.
Virkið roynir at vera við
innan nýggjastu tøkni og í
menningini av nýggjastu
samstarvsformum.
Í sambandi við stjóra-
skiftið verður bjóðað til
móttøku á teknistovuni hjá
P/F Sofus M. Jakobsen,
J.H.
Schrøtersgøta
22,
fríggjadagin 26. september
frá kl 15-17.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jógvan Johansen
85 ár
Í dag, 18. september, fyllir
Jógvan Johansen á Eiði 85
ár.
Jógvan hevur heilt frá
ungum av havt góðan hug
til sjógvin, og ætlaði sær
sum 15 ára gamal at sleppa
til skips við sama skipið
sum brøður hansara vóru
við, men har var ikki pláss
fyri honum, so ístaðin fór
hann saman við pápa sínum
og øðrum eiðismonnum til
lands í Íslandi í 1934.
Skipið, hann hevði ætlað
sær við var Nólsoyggin, ið
sum kunnugt ikki spurdist
aftur, og hann misti báðar
brøður sínar. Men árið eftir
fór hann so til skips, og
dvaldist á sjónum, stóran
part av tíðini sum motor-
passari, til hann fyribils
legðist upp á land í 1959, tá
hann fekk arbeiðið á Loran-
støðini á Eiði. Seinast í
sekstiárunum tá minkað
bleiv um manningina á
Loranstøðini, fór Jógvan
aftur til skips. Onkrar túrar
við fiskiskipum, men meg-
inpartin av tíðini við farma-
skipum, eitt nú teimum
donsku
frystiskipunum,
sum sigldu til Amerika við
flaki. Seinastu ellivu árini
hann var á sjónum, var
hann
við
skipum
hjá
Traderline. Í 1982 fekk
hann starv sum kajfúti á
Eiði, og gavst har í 1990, tá
hann var blivin 72 ára
gamal.
Jógvan giftist Jonny, f.
Ellingsgaard (vanliga kall-
að Nonna), sum eisini var
av Eiði, í 1942. Hon doyði í
1991. Tey fingu 5 børn,
Ferdinand, sum doyði sum
nýføðingur, John, sum býr
á Eiði, Odny, sum býr í
Havn, Magnus, sum býr á
Eiði og Katrin Maria, sum
býr í Kvívík.
Dagurin
18. september. Titus.
Fleiri halgimenni eru
við hesum navni, men
her verður helst ikki,
sum summir halda,
sipað til tann Titus,
sum Paulus skrivaði
bræv til.
Mánadagin 15. september
hevði Berit Wolles Gunn-
arsson 25 ára starvsdag í
Føroya Banka í Havn. Berit
byrjaði 15. september 1978
á deildini hjá Sjóvinnu-
bankanum
í
Hornabø.
Bankin bleiv lagdur saman
við Føroya Banka í 1994.
Berit hevur arbeitt á ym-
iskum deildum og er í dag í
fyrisitini á kredittdeildini
hjá bankanum.
Hon er gift við Gunnar
H. Gunnarsson, tey búgva í
Havn og eiga tvey børn:
Egil og Jónu.
25 ára starvsdagur
í Føroya Banka
Stjóraskifti hjá P/F Sofus M. Jakobsen
Berit Wolles Gunnarsson við
einum málningi hon fekk frá
Føroya Banka í sambandi
við 25 ára starvsdagin
Sofur M. Jacobsen leggur nú frá sær sum stjóri hjá P/F Sofus M. Jakobsen, og sonurin, Árni Jakobsen, tekur yvir
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8