hósdagur 18. september 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 176 - 18. september 2003
Nr. 176 - 18. september 2003
11
Í ólavsøkusrøðu síni boðaði løgmaður frá, at
hann ætlaði at søkja breiðar semjur um týðandi
politisk mál hesa komandi tingsetuna. Hetta ljóð-
aði bæði demokratiskt og skilagott. Nú er so
fyrsta stóra málið á skránni nevniliga fíggjarlógin
fyri 2004, og breiða grundarlagið er enn ikki
komið í ljósmála. Heldur er tað horvið. Báðir
andstøðuleiðararnir hava verið í fjølmiðlunum og
víst á, at í hesum máli verður ikki roynt at finna
breiðar semjur. Lisbeth Petersen og Jóannes
Eidesgaard vístu á, at tað í hinum Norðurlondun-
um er vanligt, at stjórnin ger semjur við partar av
andstøðuni um týðandi partar av fíggjarlógini. Á
hendan hátt tryggjar ein sær, at fíggjarlógin hevur
so breiða politiska undirtøku sum møguligt. Hetta
merkir so aftur, at fíggjarlógin hevur breiða fólks-
liga undirtøku. Soleiðis fær ein eina haldgóða
fíggjarlóg.
Men hóast okkara nýggja stýrisskipan leggur upp
til júst ein slíkan politikk í týðandi málum, so ger
landsstýrið beint tvørturímóti andanum í stýris-
skipanini. Hetta verður ikki bara gjørt í spurning-
inum um fíggjarlógina. Hetta er meginreglan í
øllum týðandi málum. Málini verða trumfað
ígjøgnum løgtingið við smalast hugsandi
meiriluta. Hetta er ikki gott fyri málini, ei heldur
er hetta gott fyri fólkaræðið. Tað er ongantíð gott
fyri fólkaræðið, at ein andstøða verður sett heilt út
um alla politiska ávirkan. Men soleiðis hevur
verið nú í fimm ár, og soleiðis fer ivaleyst at
verða, so leingi henda borgarliga samgonga vald-
ar í Føroyum.
Tað er mikið spell, at andstøðan soleiðis verður
sett út av politiska spælinum. Hetta er ikki bara
ódemokratiskt, arrogant og ódámligt. Tað er ikki
bara so, at henda siðvenja gevur vánaligari
loysnir, enn tær loysnir, ið breiðar semjur høvdu
givið. Nei, afturat hesum kemur hetta, at gjógvin
í fólkinum bara gerst breiðari og breiðari. Hesin
óvikiliga meirilutapolitikkur elvir, sum vit áður
hava víst á her, til eina púra óneyðuga polari-
sering av føroysku tjóðini. Henda polarisering
verður, sum frá líður, til skaða fyri Føroya fólk og
teir sum so stívrendir fremja hendan politikk
mugu bera ábyrgdina av polariseringini. Enn eru
stundir til at broyta hesa kósina. Samgongan eigur
tí at fara til andstøðuna, nú farið verður undir at
evna nýggja fíggjarlóg til. Og tá má andstøðan
sjálvandi eisini vísa vælvilja. Hetta hevði gagnað
føroyskum politikki og hetta hevði gagnað
landsins íbúgvum, sum treingja til breiðar og
støðugar loysnir heldur enn smalar og óstøðugar
fyribilsloysnir.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Breiða grundarlagið
hvarv
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hjalmar Joensen
Vanligt hevur verið, at allir
lønmóttakarar í landinum
fáa lænarhækkan annað
ella triðjahvør ár.
Við hesum fylgir, at prís-
ir og aðrar útreiðslur hjá
brúkaranum so við og við
hækka. Tey, ið fáa eftirløn
úr landskassanum fáa eisini
hesa lønarhækkan. Tó fáa
fólkapensiónistarnir onki,
og kann hetta ikki vera
rætt!
1. januar 2000 kom nýggj
fólkapensiónslóg.
Hetta
førdi við sær, at Helena
Dam á Neystabø fór út
landsstýrinum.
Ein
av
broytingunum, (mistøkun-
um) varð, at nú fekk ein
pensiónistur m.a. kr. 856,-
minni í grundupphædd, um
hesin var giftur. Eisini
viðbøturnar vóru tá minni.
T.v.s. at eini hjún, har bert
annar fekk fólkapensión,
hevði væl minni at liva fyri,
enn hin staki pensiónisturin
hevði.
Landsstýrismaðurin átti
at fingið rætta orðingina í
lógini hesum viðvíkjandi,
til tað hon var áðrenn 1.
januar 2000.
Inntøkumarkið
hjá
fólkapensiónistunum átti at
verið strikað. Øll onnur
eftirlønt kunnu arbeiða so
mikið teim lystir uttan at
verða trekt.
Nú koma so tær almennu
lønarsamráðingarnar fyri.
Væntandi hækka lønirnar
8-9% hesaferð. (Nakað tað
sama sum seinast).
Tí áttu pensiónirnar auto-
matiskt at hækka tað sama,
og allarhelst 2 ferður tey
9%.
So Páll á Reynatúgvu,
Løgtingið og Føroya Pen-
siónistafelag - hvat við at
fara í sving fyri fólkapen-
siónistarnar!
Eisini biði eg allar pen-
siónistar taka til orðanna
hesum viðvíkjandi. Sum nú
er, tódnar pensiónin meir
og meir í mun til hin hækk-
andi livikostnaðin.
Pól á Kletti
blaðmaður
Eg skilji ikki, hvat ein
koyrilssmellur í Fregni
(seinni í øðrum bløðum
við) yvir bak Tjóðveldis-
floksins og Fólkafloksins
hevur við innihaldið í Skáa
– leygardagsískoytisblaði
Dimmalættingar – at gera.
Greinin í Fregni stóð í
blaðnum síðsta vikuskifti,
og nú tykist tað vera Sjúrði
Skaale umráðandi í eini
viðmerking til Lassa Klein,
formann
í
landsfelagi
Sjálvstýrisfloksins, at fáa
skotið henda – óviðkom-
andi
–
setningin
inn:
»Tann, sum lesur donsk
bløð, leggur til merkis, at
fólk, sum skriva Skáan í
Dimmalætting leygardagar,
viðhvørt stjala sínar grein-
ar. Tey umseta okkurt úr
Politiken ella Berlingske,
og selja tað síðan til
Dimmu sum um tey hava
skrivað tað sjálvi.«
Tann, sum onkuntíð tímir
at lesa blaðgreinir hjá
Sjúrði, varnast, at hann er
skjótur at klaska eina eti-
kett á pannuna á fólki og
skriva
ein
ella
annan
tilvildarligan karakter á.
Soleiðis sum Sjúrður mál-
ber seg í nevndu viðmerk-
ing – »... fólk, sum skriva
Skáan« – so er talan um eitt
fleirtal av fólki, sum uttan
boð ella orð nápa tilfar frá
øðrum. Nú eri eg sum
blaðmaður á Dimmalætting
settur til at taka mær av
tilfarinum, sum sent verður
Skáa, umframt at eg skrivi
nakað sjálvur. Tessvegna
havi eg hesar viðmerk-
ingar:
Eitt kann eg vissa teg um,
Sjúrður Skaale! – tey, sum
skriva í Skáa eru ikki nakrir
lættisoppar, og tey brýggja
seg tí heldur um ikki at fáa
karakterin: »Spinatfuglur«
settan á ennið. (Spinatfugl
kalla danir t.d. ein høvund,
ella einhvønn ólærdan, sum
stjelur
úr
verkum
frá
øðrum.) Hetta eru flest øll
fólk við útbúgving frá
hægri lærdómssetri, ella
sum eru í holt við at út-
búgva seg. Talan er um út-
búnar journalistar, mál-
frøðingar, bókmentafrøð-
ingar, samfelagsfrøðingar,
fólkalívsfrøðingar, serkøn í
átrúnaði, heimspeki o.s.fr.
Og talan er um søgulærarar
og onnur fróðarfólk, sum í
mong ár hava ríkað leyg-
ardagsískoytisblað okkara.
Her skrivar ein málfrøði-
doktari fastan teig í blað-
num umframt tveir – annar
fólkalívsfrøðingur,
hin
bókmentafrøðingur – sum
standa á gáttini at gerast
doktarar.
At fólk í ymsum skrift-
ligum arbeiði nýta aðrar
skriftligar keldur at styðja
seg til, er einki óvanligt. Tí
til hvørja nyttu verður
arbeiðið so gjørt, um tað
ikki skal koma øðrum til
gagns, ið aftaná fylgja. Tað
kann haraftrat verða nýtt
sum ískoyti til egnan for-
kunnleika og menna ta
vitan, ein hevur um ávíst
evni. Sjálvur havi eg tað
álit á tilkomnum, skrivandi
fólkum, at tey eru kreativ
og so mikið at sær komin,
at tey ikki skriva av (um-
seta) greinir hjá øðrum og
síðan leggja sítt egna navn
til.
So, Sjúrður, tú mást
nevna dømi, um eg skal
trúgva tær. Og fái eg tað,
verði eg noyddur at kanna,
um hald er í tí. Hevur tú
rætt, má mistakið í allari
sakligheit rættast, so tað
ikki endurtekur seg. Er
talan bara um partar av
greinatilfari, nýtt saman
við øðrum keldutilfari, er
tað í lagi, tí so er talan um
egið granskingararbeiði og
ikki
plagiering.
Góður
siður er tó at at spyrja um
loyvi og at vísa á kelduna,
antin inni í sjálvum tekst-
inum, ella – um talan er um
fleiri keldur – í yvirliti fyri
seg.
Vísir tað seg hinvegin, at
tú sigur ósatt, so verður tú
noyddur standa til svars
yvir fyri hesum fólkum,
sum tú leggur undir at
stjala.
Opið bræv til Páll á Reynatúgvu, landsstýris-
mann, Løgtingið og Føroya Pensionistafelag
Spinatfuglarnir hjá Sjúrði Skaale
Hans Birgir Hansen
Ps. Samfelagsrevsarin úr
Havnini
Eg tráði eftir at galdandi
lóggávur, skipanir, dagligar
mannagongdir, kunn- og
reglugerðir vera endur-
skoðaðar og dagførdar inn-
an alt skrivstovuveldi øllum
teim ráðandi og útinnandi
yvir-vøldir og vøldir!
Tað sama er galdandi øll
stór og smápartafeløg og
innan fyri frítíðar- og ítrótt-
arfelagsskapir, fríkirkjur,
fólkakirkjur, samkomur og
teir loyniligu felagsskapir,
klubbar, embætisfólkum,
handilsfólkum v.fl.!
Eg eri fyri at allar po-
litiskar (restriktiónir) av-
markingar vera fingnar av
vegnum, so øll fáa liva og
virka frítt við fullum fræls-
um, rættindum og privat-
lívsfriðin, øll skulu tryggja
ímóti óviðkomandi uppí-
leggjan!
Tað merkir at øll dis-
krimineran, stættarmunur,
skal fyribeinast, eins og
allur framíhjárættindir, til
arbeiðir, størv, lestrar- og
lærumøguleikar og skip-
aður familju-, vina- og
kenningarpolitikkur í Før-
oyum!
Eg eri hart ímóti tá ið
arbeiðs-, starvsfólki, tele-
fonistar, føra seg fram sum
vóru tey heima hjá sær
sjálvum, ið ikki hava rætt at
draga
sínar
heimligu
trupulleikar á arbeiðsplássi,
ið ein vil finnast harðliga
at.
Tað eiga arbeiðsgevarar,
arbeiðstakarar, ið hava fólk
í arbeiði, starvi, at gera
teim nógv greitt, at tey
skulu gevast við at føra pri-
vatar samtalur í arbeiðstíð
og fáast við telduspøl í
arbeiðstíðini við fullari løn!
Eg haldi at slík avgreiðslu
og starvsfólk, telefonistar,
skuldu fingið í dag greið
boð, at gevast tey ikki við
slíkum, kunnu tey fáa upp-
søgnina, og søkjast kann
eftir nýggjum arbeiðs- og
starvsfólki í fjølmiðlunum!
Tað hevur stóran týdning
at fáa tillaga alt fjøltáttað
virksemi at tæna viðskifta-
fólki og ikki avgreiðslu og
starvsfólki, telefonistum, tí
hesi seinri skapa viðskifta-
fólki óneyðugar trupul-
leikar ið ein upplivir!
Eg kann vísa á týdningin
at fáa skipað nattúrligu
frágongd av eldri starvs-
felagum og náttúrligu til-
gongd av yngri starvsfelag-
um og fáa skipa javnvágina,
og skipa samskifti og sam-
starvi báðar vegir.
Tað at fáa skunda undir
øllum áðurnevndu er avger-
andi neyðugt at koma tí
støðugt vaksandi stagnatión
til lívs ið breiðir seg tá ið
øll steðga up, tá høvdini á
øllum ættarliðum eru farin
út av lagi ídag!
Eg síggi undirgangin,
ragnaroki, sinnissjúkuna,
gerast fylgjan og anarki, tá
ið øll vera sett hvør upp
ímóti øðrum, tey sterku og
veiku í samfelagshøpi, vit
síggja innanfyri og uttan
fyri etableraðu skipanir!
Tað er ein harður kostur
at vera landskend býar-
mynd í Havnini í dag og
kvøld ikki fær frið fyri
óviðkomandi fólki, ið sýna
einum veruligan hatur, ónd-
skap, øvundsjúku, uttan
nakra sum helst grund
Eg havi ikki nakra skyld,
tá fólk edrúulig og sjónliga
ávirkaði ikki kunnu klára
upp við seg sjálvi og egni
familju, og vinir, kenning-
ar, út í øllum kommunum,
tá hesi rekast fyri vág og
vind í Havnini!
VIÐMERKINGAR
Áki Andreasen
Í oddagrein í Sosialinum
týsdagin
19/09/2003
-
viðgerð oddagreinskrivarin
hvussu fólkaræði hevur tað
- í Norðanlondum og her
heima hjá okkum, hann
letur ikki serliga væl at tá
talan er um politiska orða-
skiftið: "tónin í Føroyum er
mangan harður ja, næstan
hatskur.."
Tað er sjálvandi ílagi at
hava eina meining um støði
sum kjakast verður á, og at
mæla til at støði skal verða
sømiligt og sakligt - tankin
er góður.
Men tað er ikki ókent at
mangan er langt millum
orð og gerð - tá má so
sanniliga bara staðfestast tá
oddagreinin er lisin.
Hatski tónin og
javnaðarflokkurin...
Eftir eina rímuliga góða
byrjan, fellur alt so logandi
til jarðar í greinini, og alt
steðgar
upp.
Eyðkendi
javnðarstílurin
skínur
ígjøgnum, og greinskriv-
arin slær fast at tann
"hatski" tónin sum eyð-
kennir politiska orðaskifti í
Føroyum "gongur mest út
yvir tey sum ikki taka undir
við fullveldispolitikkinum"
og hann heldur fram "..ser-
stakliga gongur hetta út
yvir javnaðarflokkin og út
yvir fólk, ið verða hildin at
hava samhuga við hesum
flokki".
Álvaratos greinskrivarin
og øll sum tíma at fylgja
bert eitt sindur við í polit-
iska orðaskiftinum í Føroy-
um vita at tað sum er blivi
sagt og skriva um full-
veldisætlanina og tey sum
stuðla
fullveldisætlanini
fyri ein stóran part als ikki
er borðbart. Hvør tosaði um
"krystalnáttina" í samband
við politiskt orðaskiftið??,
ella ein yvirskrift hjá Hans
Paula Strøm: "Tjóðin hildin
fyri spott av fjølmiðlatølar-
anum og fólkavillaranum" -
ein grein sum leggur for-
mann
tjóðveldisfloksins
undir líkt og ólíkt, ella brot
úr grein hjá Katrin Dahl
Jacobsen: "Tað var tann
tíð, tá Høgni var umgyrdur
í allar ættir av fjarstýrdum
mailskipaðum
altíð-pre-
fabrikeraðum-skriviklár-
um-grátifólki" - og hildi
kundi verið fram, nei einki
líður Javnaðarflokkurin ella
javnaðarfólk undir nøkru
"hatskum" orðaskifti í Før-
oyum.
Tær "óseku"
oddagreinirnar...
Oddagreinirnar í Sosialin-
um heva heldur ikki verið
so tannleysar tá talan hevur
verið tann "hatska" tónan -
og Tjóðveldisflokkurin og
tjóðveldisfólk hava verið
viðgjørd við vendingum
sum als ikki hoyra heima í
einum orðaskifti og so
slettis ikki í einari odda-
grein.
Brot úr aðrari oddagrein:
"Tjóðveldisflokkurin provo-
kerar ikki bert í lands-
stýrinum, hann provokerar
eisini í løgtinginum".
Í seinastu viku var yvir-
skriftin "Væntandi fólka-
ræði" og enn ein oddagrein
sum viðgjørdi Tjóðveldis-
flokkin, har oddagreinin
legði ósannindi og pástandi
fyri dagin: "..ein veikleika í
Tjóðveldisflokkinum og
vantandi
fólkaræði
í
flokkinum." og víðari "..at
fólk av røttum kunnu seta
spurnartekin við fólkaræð-
ið í Tjóðveldisflokkinum".
Jú, Sosialurin kann av
sonnum gera sítt til fyri at
draga áðurumtalaða støði
niður.
Sosialurin vil sleppa at
viðgera Tjóðveldisflokkin
og innanhýsis viðurskiftið í
flokkinum; hví veit eg ikki,
tað má verða tí at skili í
Javnaðarflokkinum er so
framúr.....
Javnaðarflokkurin í
sjónligari kreppu
Hetta at Sosialurin javnt og
samt vil gera fullveldispoli-
tikki og viljan at klára seg
sjálvan til eina brotsgerð,
og alment taka synd í Javn-
aðarflokkinum og javnað-
arveljarum, vísir ein flokk í
sjónligari kreppu, sum ikki
enn hevur megna at endur-
nýggja seg, vit minnast
"Fólkið fyrst" til seinasta
løgtingsval - eitt herróp
sum var kopierað av heima-
síðuni hjá danska javn-
aðarflokkinum, ikki ein
gang eitt "valslogan" kann
flokkurin framleiða; vit
minnast eisini sjabbi um
eina alheims "javnaðar-
familju" - tað bráðtagnaði
tá Javnaðarflokkurin í Bret-
landi fór í kríggj móti Irak
vegna hópoyðingarvápn -
sum ikki eru funnin enn!
So skuldi ein sviði koma
at hjálpa Føroya Javnaðar-
flokki - tað kunngjørdi
formaður Javnaðarfloksins
fyri opnari mikrofon....hví
kann slíkt ikki viðgerast í
einari ella fleiri odda-
greinum í Sosialinum??
Ella hvussu var tað við
stríðnum millum flokkin og
Gerhard Lognberg???
Øll vita at áralanga at-
finningin móti Tjóðveldis-
flokkinum einans skal fjala
útyvir ein Javnaðarflokk,
sum hevur trupuleikar á
øllum økjum, bæði tá tað
snýr seg um sakligar po-
litikarar, ein politik sum
kann standa seg í gerand-
iskjakinum, ein politikk á
ríkisrættarliga
økinum
o.s.fr.
Javnaðarflokkurin skuldi
sett seg niður og sett sær
spurningin "Hat gera vit
fyri at fáa ávirkan"??, ístað-
in fyri blanda alt saman:
persónar, fakfeløg, verk-
føll, politkk og hvat veit eg.
Tá vildi tað verið nemm-
ari at veri Javnaðarflokkur
og javnaðarfólk og so var
tað heldur ikki so synd í
tykkum, tá "hatska" orða-
skiftið leikar á.
Hergeir Nielsen
Leingi er tað, ið væl skal
vera, er so mangan sagt,
men tósdagurin 18. sept
2003 gjørdist so minni-
ligi dagurin, har farið
varð undir eina størri al-
menna bygging í útjað-
aranum av landinum.
Talan er um eitt stór-
mál í okkara verð, sum
her suðuri búgva, og
serliga um eitt stórmál
fyri ungdómin, mentan-
ina og vakstrarmøgu-
leikarnar í Suðuroynni.
Spakin verður nú settur
í, og Miðnámskúlin í
Suðuroy kemur at liggja
á Hamrabø vesturi við
Vatnið í Vági. Ein 5 ára
gomul ætlan er komin
undir land.
Skúlin er ætlaður 150
næmingum, kemur at
kosta 45 mió.kr., og
stendur vónandi klárur at
taka í nýtslu um eini 3 ár.
Eitt
meginbókasavn
fyri alla Suðuroynna
verður bygt upp í skúlan,
og fáa vit suðringar so
har allar tær tænastur, ið
eitt tílíkt savn er ætlað at
veita borgarum sínum.
Ætlanin er at byggja
nøkur fá meginbókasøvn
í landinum, og savnið í
Vági verður so tað fyrsta
av sínum slag. Ein burt-
urav týðandi mentanar-
fongur fyri útjaðaran,
ætlaður øllum borgarum
í Suðuroynni.
Samgongan raðfestir
skúlabygging høgt, og
fer eisini undir at byggja
aðrar skúlar á miðnáms-
stigi aðrastaðni í landin-
um.
Hóast
tørvurin
er
stórur fleiri staðni, var
hildið rættast at byrja í
Suðuroynni, og nú spakin
verður settur í, eru vit
sera væl nøgd við ta sam-
tykt, ið løgtingð gjørdi í
vár.
Ungdóminum í Suður-
oynni gevast nú muna-
betri møguleikar fyri at
støðast longri í heimlig-
um umhvørvi, og vón-
andi fer hetta at gera sítt
til, at tey venda heim-
aftur, tá ið tey einafer
seta búgv.
Ein partur av økis-
menningini er komin
undir land við einum út-
búgvingarstovni av hes-
um slag, men nógv liggur
á, eina mest hvat ar-
beiðsplássum til tey ungu
viðvíkur. Tí verður ikki
givist á hondum, men
støðugt virka fyri, at vit
eisini røkka ábótum inn-
an henda setning okkara.
Føroyska samfelagið
savnar seg saman í færri
og størri eindir, og kemur
hesin felags stovnur okk-
ara her suðuri so eisini at
vera eitt gott íkast til at
menna medvit okkara um
at standa saman og finna
felags loysnir.
Slóðað er nú fyri, at
lokalu myndugleikarnir
geva teirra íkast til, at
ungdómur kring landið
kann savnast her um
okkara leiðir í útbúgv-
ingarørindum.
Góðir fíggingarmøgu-
leikar eru fyri at byggja
næmingaíbúðir í tilknýti
til skúlan, soleiðis at
ungdómur
aðrastaðni
kann støðast her undir
sera góðum, tryggum og
mennandi
umstøðum,
áðrenn tey leita sær
burtur í víðari lestrarør-
indum.
Suðuroynni tørvar eitt
mentanarligt umhvørvið,
sum ein skúli av hesum
slag kann menna og geva
íblástur til. Nú karmarnir
eru lagdir til rættis, vóna
vit at røttu kreftirnar leita
fram at teimum og fylla
teir út.
Almenningurin í Føroyum hyggið her!
So varð spakin
settur í
Tað er so synd í Javnaðarflokkinum!!!
C
M
Y
K
11
10