hósdagur 18. september 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 176 - 18. september 2003
Nr. 176 - 18. september 2003
13
Kjell Inge Røkke er
ein einastandandi
fyribrigdi. Hann er
sjómaðurin sum
stjórnarleiðarar
ynskja at hitta -
framum norska
forsætisrádharran.
Hvør er hesin Røkke,
sum samstarvar við
JFK í Klaksvík
BAKGRUND
Jógvan Hugo Gardar
Oslo: Tá tann týski kansl-
arin
Gerhard
Schröder
vitjaði Noreg seinasta heyst
hevði hann sett av ein lítlan
tíma til at tosa við norska
stjórnarleiðarin,
Kjell
Magne
Bondevik.
Teir
fingu ein kaffimunn og
prátaðu eitt sindur.
Tann Schröder veruliga
ynskti at hitta á hesum
almenna túrinum til Oslo
var sjómaðurin og í dag
milliarderurin Kjell Inge
Røkke.
Schröder hevði eitt ser-
ligt ynski um at hitta
Røkke, og teir fóru í býin
og brúkt eitt heilt kvøld
saman. Schröder veit at
Røkke kann avgera fram-
tíðina hjá túsundtals týsk-
arum. Røkke eigur týskar
skipasmiðjur
og
kann
tryggja týskarum arbeiði
um hann vil gera íløgur.
Hinvegin
kunnu
nógv
missa arbeiði um Røkke
ikki vil seta meir pengar í
týsk arbeiðspláss.
Rokaligur
Barna- og ungdómsárini
vóru buldralig heima í
Molde. Halvvaksin meintu
tey gomlu at best var at fáa
hann til skips. Kjell Inge
Røkke fór sum blaðungur
til skips. Hann fekk onga
útbúgving ádrenn hann fór,
men við í skipssekkinum
hevði hann dreymar um
eina ljósa framtíð. Hann
droymdi um at gerast sjálv-
bjargin, og kanska eisini
um at bjóða teimum heima
nøkur oyru tá túrarnir góvu
nakað av sær.
Hvar dreymarnir skuldu
føra hendan unga drongin
var tað eingin sum kundi
døma um. Sálvur dámar
Kjell Inge at minna heim-
liga umhvørvi um hvør
hann var. Tá hann fyri
tveimum árum síðani bleiv
valdur inn í Den Poly-
tekniske Forening í Oslo
kundi hann ikki lata vera
við at siga:
- Hevði eg sagt við lærar-
in hjá mær í ungdómsskúl-
anum at eg einaferð skuldi
gerast limur í Den Poly-
tekniske Forening, so hevði
hann rist við høvdinum og
sagt at tað er óhugsandi at
tað kann henda.
Sjómaðurin
Fyri føroyingar er tann ungi
Røkke at sammeta við
einhvønn ungan drong sum
hevur stevnt til havs á
ungum aldri. Manningarnar
á línubátunum á Flemish
Cap, sum hugna sær í
Harbour Grace tá endiliga
ein fríløta er í nánd, hava
verið fullar av javnlíkunum
hjá Kjell Inge Røkke.
Munurin er at Kjell Inge
Røkke hevur gjørt nógvar
ferðir meir við sínar dreym-
ar enn nakar annar. Hann
fór av stað uttan útbúgving
og uttan pengar. Tá hann
knøpp 15 ár seinni kom
aftur til Noregs átti hann
ein trolaraflota sum einsa-
mallur hevði rættindi til at
fiska 10 prosent av heim-
sins hvítfiskakvotum - ser-
liga fiskasløg sum alaska
pollock og tosk.
Røkke flutti til USA.
Hann fór til skips við
norskum báti í Kyrrahavin-
um. Hetta skuldi gerast
byrjanin til milliarderin
Røkke.
Í USA fekk hann møgu-
leikan at seta pengar í
fiskiskip.
Hetta
gjørdi
hann, og løtan var tann
rætta. Skipini fiskaðu gott
og tey góvu nógar pengar
av sær.
Røkke bygdi so upp ein
trolaraflota sum skuldi
gerast heimsins størsti inn-
an hvítfisk. Við høvuðsstøð
í Seattle í statinum Wash-
ington bygdi hann upp
felag sítt sum eisini fór at
takast við annað virksemi.
Millum annað keypti hann
nógvar
ognir
og
hús.
Yvirskoti frá trolarunum
bleiv sett í onnur virðir sum
kundu geva enn meir í
pengakassan tann dagin
hesi vóru seld.
Kjell Inge Røkke bygdi
upp feløg síni við kønari
hjálp frá vinmanninum
Bjørn Rune Gjelsten. Teir
kendust frá barnaárum av.
Gjelsten er ikki longur við í
aðalleiðsluni hjá Kjell Inge
Røkke. Gjelsten valdi at
fara fyri seg sjálvan, og
klárar seg væl í dag. Røkke
og Gjelsten eru framvegis
vinmenn, og hava millum
annað ítróttaráhugan fe-
lags.
Meðan Røkke og Gjel-
sten vundu pengar burturúr
alaska pollock og húsasøl-
um í USA var tað nærum
eingin heima í Noregi sum
vistu um hesar jassarnar.
Graml um ein ríkan
sjómann
Meðan Noreg fótaði sær
aftaná fólaatkvøðuna um
ES-limaskap í 1994 kom av
álvara gongd á orðaskifti
um globaliseringina. Ser-
liga varð lagt til merkis at
tað vóru nógv úti í heimi
sum vunnu sær nógvar
pengar gjøgnum at keypa
stórar fyritøkur og so selja
tær víðari í smáum pettum.
Um hesa tíðina fóru
søgur at ganga um Røkke
og hansara fyritøkur. Nógv
vóru bangin fyri at tann
dagin hann kom heimaftur
til Noregs, og fór at brúka
pengakassan hjá sær, so
kundu norðmenn av álvara
óttast fyri arbeiðsplássun-
um.
Gramli um tann ríka
sjómannin spjaddist og
bráddliga ein dag so stóð
Kjell Inge Røkke í Noregi
við pengakassanum. Hann
boðaði frá at han nú ynskti
at seta pengar í norskar
fyritøkur.
Hetta var ein óvanlig
støða. Ongantíð áður hevði
nakar so bragdliga givið
teimum gomlu kapitalist-
unum í Noregi boð um at
nú noyddust teir at fáa betri
úrslit, ella so kundi Røkke
keypa teir út av fyritøkun-
um.
Tey sum serliga kundu
óttast hendan ríka mannin
vóru bankarnir og trygg-
ingarfeløgini sum nærum
høvdu einkarrætt til nevnd-
Røkke – sjómaðurin
sum alir pengar
Tá ið týski kanslarin vitjaði í Noregi, var tað fyrst og fremst Røkke, sum hann vildi hitta
Mynd: Álvur Haraldsen
arsessir í teimum stóru fyri-
tøkunum.
Ídnaðarmaðurin
Kjell Inge Røkke var ikki
tann ræðuligi kapitalisturin
sum bara vildi súgva peng-
ar úr norska vinnulívinum.
Røkke gjørdi beint øvugt
av tí fleiri óttafull høvdu
rokna við. Hann kom ikki
bara inn og tók pengarnar
og flutti teir á eina konto í
einum
skattaparadísi
onkrastaðni. Nei Røkke
flutti sálvur aftur til No-
regs, og han tók feløgini
við sær heim. Í dag stýrir
hann fyritøkunum og virk-
seminum úr Noregi.
Hvussu stór virðir Kjell
Inge Røkke eigur er ikki
lætt at finna út av. Norsku
fjølmiðlarnir
plaga
at
leggja saman tølini fyri tey
ymsu feløgini sum hann
eigur og koma fram til tøl
sum liggja millum tvær og
seks
milliardir
norskar
krónur. Tá hann flutti aftur
til Noregs fyri skjótt tíggju
árum síðani hevði hann
tvær milliónir við sær. Í
januar 2002 var hendan
ognin økt til knappar seks
milliardir. Keypi av Kværn-
er gjørdi at virði aftur fall
niður móti tveimum milli-
ardum. Uttanum hesa upp-
hæddini skal ein rokna við
tí hann eigur sum privat-
persónur. Tann upphæddin
hevur
ongin
rættuliga
fingið innlit í.
Tá Kjell Inge Røkke kom
heimaftur bleiv hann kall-
aður ein "turbokapitalistur"
ið ikki hugsaði um annað
enn sín egna pengapung.
Hetta passar uttan iva
framvegis, men samstundis
kemur ein ikki uttan um at
hann hevur prógva at hann
eisini dugir at leggja til
rættis fyri framtíðina.
Tá tær stóru norsku fyri-
tøkurnar Aker og Kværner
av álvara fingu fíggjarligar
trupulleikar var tað bara
Røkke sum vildi seta peng-
ar í fyritøkurnar. Fyrst
keypti hann seg inn í Aker,
og aftaná nakrar fáar mán-
aðar sat hann á so nógvum
partabrøvum at hann kundi
keypa restina út.
Við Aker-keypinum fekk
Røkke eitt gott fótafesti í
Noregi, og hann kundi nú
brúka nýggju ogn sína Aker
RGI til at koma inn aðra-
staðni.
Tað gekk ikki long tíð, so
var Røkke aftur úti og
keypti inn. Hesaferð var tað
størsta norska fyritøkan
innan skipasmíð, Kværner.
Kværner var á veg út í
heim og skuldi gerast ein
altjóða fyritøka. Ætlanin
miseydnaðist og í staðin
noyddist fyritøkan at selja
burturav og fyritøkan bleiv
broytt nógv. Tá bankaði
Kjell Inge Røkke á dyrnar
og vildi keypa alla fyritøk-
una.
Starvsfólkini í Kværner
som í áravís høvdu stríðst
við
eina
leiðslu
sum
stongdi virkir og skipa-
smiðjur í Noregi gjørdist í
øðini tá tey hoyrdu um
áhugan frá Røkke. Tey
bardust manniliga fyri at
sleppa undan honum.
Men Kjell Inge Røkke
elskar kapping, og Kværn-
er-mótstøðan passaði hon-
um gott. Hann yvirtók
Kværner og stovnaði Aker
Kværner.
Tá hetta var komið uppá
pláss lat hann seg í tey
appelsingulu arbeiðsklæð-
ini hjá Kværner-starvsfólk-
unum og fór inn í arbeiðs-
høllina hjá Kværner Rosen-
berg í Stavanger. Her ar-
beiðir Eldar Myhre, fak-
felagsleiðari og oddafiskur
í mótstøðuni móti Røkke.
Teir tosaðu saman, og
aftaná tóku teir í hondina á
hvør øðrum og lovaðu at
standa saman fyri Kværner
og framtíðini.
Aftaná segði Røkke at
hann einki ringt hevði at
siga um Eldar Myhre ella
nakran annan av starvs-
fólkunum sum ikki ynsktu
hann sum eigara.
- Eldar hevur staðið á
odda fyri starvsfólkunum.
Eg skilji væl at tey vilja
berjast fyri sínum sjónar-
miðum. Eg havi einki ímóti
nøkrum av teimum sum
starvast her, og saman
skulu vit arbeiða víðari,
segði Røkke.
Og Kjell Inge Røkke
hevur veruliga gjørt nakað
sum ídnaðaríleggjari fyri
Noreg. Bæði Aker og
Kværner vildu í dag verið
farnar á heysin ella seldar í
bitum til áhugaði.
Í staðin hava feløgini
fingið ein eigara sum torir
at satsa uppá skipasmíð,
oljuídnað og annað fram-
komið innan hesi økini.
Vanligt er at slíkar fyri-
tøkur ikki megna kapp-
ingina móti teimum bíligari
londunum. Men Røkke er
ikki sum onnur. Hann leitar
eftir øllum møguleikum og
ger neyðugu broytingarnar
fyri at fáa virksemi til at
bera seg.
Hann sigur m.a. at lønar-
lagið einki hevur at siga.
Hann kann gott rinda eina
góða løn. Spurningurin er
hvat hann fær afturfyri hesa
lønina. Við hesum í hugan-
um hevur hann kunna bygt
nýggja Skálaberg á Kimek-
skipasmiðjuni í Kirkenes.
At hann fær sømdir sum
ikki øll fáa var týðuligt tá
hann fyri stuttum fekk
milliónir av euro at rulla tá
hann tryggjaði Kværner
Masa Yards í Finlandi eina
framtíð. Kjell Inge Røkke
fekk finsku stjórnina at
góðtaka krøvini sum skipa-
smiðjan hevði.
Ítróttarmaðurin
Kjell Inge Røkke dámar at
kappast. Hann hevur keypt
fótóltsfelagið í heimbýnum
Molde - har Jákup Mikkel-
sen spældi. Hann lat heim-
býnum nýggjan fótbólts-
vøll fyri fleiri hundra milli-
ónir krónir.
Og sum um ikki tað var
nokk so keyptu Røkke og
Bjørn Rune Gjelsten fyri
nøkrum
árum
síðani
bretska
fótbóltsfelagi
Wimbledon. Røkke er ikki
longur við í Wimbledon,
men Gjelsten er framvegis
ein av eigarunum.
Tað sum Kjell Inge
sálvur hevur gjørt nógv
burtur úr er Offshore HM.
Hesir skjóttgangandi bátar-
nir har skrúvan nærum er
tað einasta sum er í sjónum.
Hetta ítrivi høvdu Røkke og
Gjelsten til felags. So teir
keyptu hvør sín bát og
luttóku í HM í fleiri ár.
Røkke valdi at gevast fyri
knøppum ári síðani, men
Bjørn Rune Gjelsten kapp-
ast framvegis og kann ger-
ast heimsmeistari enn eina-
ferð í ár.
Stríðist fyri sínum
Óansæð hva tein heldur um
Kjell Inge Røkke so er ikki
at koma uttanum at hann
fær fyritøkurnar hjá sær til
at bera seg. So tá Røkke
hevur fingið gott eyga á
eini fyritøku so kann ein
vera vísur í at hann stríðist
av øllum alvi fyri at fáa
fyritøkunum at bera seg.
Hetta eru bæði Aker og
Kværner lýsandi dømir um.
Fyri
føroyingar
vera
spennandi at síggja hvussu
leingiu hann vil vera við í
Næraberg-ætlanini ella um
hann vil seta meir pengar í
føroyska fiskivinnu.
Og finna vit olju á land-
grunninum,
so
kemur
Røkke og bjóðar fram Aker
Kværner.
Kjell Inge Røkke er tiltikin handilsmaður, sum fær sínar fyritøkur at bera seg
Mynd: Álvur Haraldsen
Røkk heldur lív í Nærabergi, hóast stórt hall hevur verið higartil
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
13
12