hósdagur 18. september 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 18. september 2003
15
Um tað viðrar leygardagin,
fara tjørnuvíkingar í Stakk-
in eftir veðrum.
Tað verður gjørt eitt sind-
ur
burtur
úr
hesum
degnum, og byrjað verður
kl. 7.30 leygarmorgunin, tá
ið formaðurin bjóðar væl-
komin. Nøkur sálmaørindi
verða sungin, og so verður
farið til gongu.
Manningin plagar at vera
eini 35 mans, og vanligt er,
at teir koma aftur um mid-
dagsleitið. Tá verður takk-
arørindi sungið.
Síðani verður boðið til
døgurða í bygardhúsinum,
og aftaná verður farið at
fletta.
Í ár eru seks veðrar at
taka, og teir verða seldir á
uppboðssølu kl. 17.00.
Harafturat
verða
eisini
nakrir grýtuklárir lundar
seldir.
Ein av veðrunum verður
burturlutaður í lutaseðla-
sølu, og ein veðrur verður
seldur í stykkjum. Hinir
fýra veðrarnir verða seldir
livandi.
Seyðurin í Stakkinum er
góður, og í ár einki undan-
tak, siga menn. Á ólvasøku
vóru teir allir sera prúðir.
Peningurin, sum kemur
inn frá tiltakinum, fer til at
halda Stakkin.
Veðrið er umráðandi ein
slíkan dag, men har skuldi
alt verið í besta lagi, tí veð-
urmenninir lova gott veður,
og ættin er tann besta í
Tjørnuvík.
Dagurin endar við dansi í
bygdarhúsinum, har Trio av
Tvøroyri spælir.
Í Stakkin eftir veðrum
15
14
Nr. 176 - 18. september 2003
Stjórnin trýsti fjølmiðlarnar
Kenda amerikanska sjónvarpskvinnan Christiane
Amanpour vil vera við, at stjórnin hjá George W.
Bush, forseta gav amerikonsku fjølmiðlunum munn-
kurv undir krígnum í Irak, og at fjølmiðlarnir áløgdu
sær sjálvum neyvt eftirlit við, hvørji tíðindi teir bóru
frá krígnum.
Christiane Amanpour, sum arbeiðir hjá sjónvarp-
inum CNN, sigur í samrøðu við sjónvarpið CNBC, at
allar tær amerikonsku sjónvarpsstøðirnar skalaðu fyri
trýstinum frá stjórnini. Hon dylir ikki fyri, at eftir
hennara tykki fór sjónvarpið Fox News serliga langt
og bar at kalla bara tey tíðindi frá krígnum, sum
hóvaðu stjórnini.
Leiðslan í CNN er ikki serliga fegin um orðini hjá
tí kenda medarbeiðaranum. Tíðindastjórin hjá CNN,
Jim Walton, sigur, at Christiane Amanpour er eitt av
heimsins bestu tíðindafólkum, men hann er kortini
ikki samdur við hugsanum hennara um viðurskiftini
millum stjórnina og fjølmiðlarnar undir krígnum í
Irak.
Generalur vil verða forseti
Fyrrverandi amerikanski generalurin Wesley Clark
ætlar at royna at gera valevni hjá demokratunum til
forsetavalið í USA næsta ár.
Wesley Clark var ovasti fyri NATO-deildunum í
krígnum í Bosnia í 1999. Hann hevur alla sína tíð
arbeitt í amerikanska herinum, og eygleiðarar halda,
at verður hann tað endaliga valevnið hjá demokrat-
unum, kann hann hótta George W. Bush, forseta, sum
fegin vil verða afturvaldur.
Týsdagin kunngjørdi senatorurin John Edwards, at
hann ætlar sær at royna at gerast valevni hjá demo-
kratunum, og ger Wesley Clark álvara av ætlan síni,
fáa demokratarnir ikki færri enn tíggju valevni at
velja ímillum, tá teir næsta ár skulu taka støðu til,
hvønn teir skulu stilla upp ímóti Bush.
Vilja hava jarnbreyt
Vinnulívsfólk í Norðurnoregi og Norðurrusslandi
hava skotið upp at gera eina jarnbreyt um markið.
Skotið verður upp at gera eina jarnbreyt millum
norska býin Kirkenes og russiska býin Zapoljarnyj og
at nútímansgera jarnbreytina millum Zapoljarnyj og
Murmansk. Verkætlanin er mett at kosta 1,3 milliard
krónur, men íløgan er skilagóð, siga vinnulívsfólkini,
sum vænta, at tann nýggja leiðin fer at verða nógv
býtt.
Talan er serliga um at nýta ta nýggju jarnbreytina til
farmaflutning. Russiskar fyritøkur hava longu boðað
frá, at tær eru sinnaðar at flyta timbur og olju eftir
nýggju jarnbreytini, og býráðið í Kirkenes hevur søkt
norsku myndugleikarnar um loyvi at gera eina oljuav-
skipingarhavn í býnum.
Krevur stórt endurgjald
Tíggju dagar aftan á yvirgangsatsóknirnar at New
York og Washington fyri tveimum árum síðani tóku
bretsku myndugleikarnir Lotfi Raissi og skuldsettu
hann fyri at hava verið uppi í at fyrireika atsóknirnar.
Tað vóru amerikonsku myndugleikarnir, sum bóðu
bretar handtaka mannin, men amerikanararnir kundu
ikki prógva, at hann hevði havt nakað við atsóknirnar
at gera, og maðurin varð tí latin leysur. Nú krevur
Lotfi Raissi, at amerikonsku myndugleikarnir skulu
rinda honum 12,5 milliónir dollarar í endurgjaldi fyri
teir fimm mánaðarnar, hann sat í varðhaldi í London.
Kona hansara sat í varðhaldi í tríggjar dagar, og ein
bróður hansara noyddist fimm dagar í varðhald.
Lotfi Raissi sigur við BBC, at amerikanska
skuldsetingin hevur havt nógvar avleiðingar við sær.
Eitt nú sleppur hann ikki at flúgva longur, tí einki
flogfelag vil vita av honum.
UTTAN ÚR HEIMI
Fleiri útlendskir
politikarar og ríkis-
leiðarar fara at minn-
ast myrda svenska
uttanríkisráðharran á
einum minningar-
haldi í morgin
MINNINGARHALD
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Í morgin savnast umleið
1200 politiskir vinir og
stravsfelagar
hjá
Onnu
Lindh í tí bláa salinum á
ráðhúsinum í Stockholm at
minnast kvinnuna, sum
sambært Gøran Persson,
forsætisráðharra var tað
svenska andlitið móti um-
heiminum.
Svenska
stjórnin
og
Ríkisdagurin verða sum
vera man væl umboðað á
minningarhaldinum, men
harumframt koma uttan-
ríkisráðharrar og ríkisleið-
arar úr nógvum londum til
Stockholm í morgin.
Millum gestirnar verður
amerikanski uttanríkisráð-
harrin, Colin Powell. Hann
hevur lýst Onnu Lindh sum
eina sera ágrýtna kvinnu,
sum setti sín dám á altjóða
diplomatiið og á sambandið
tvørtur um Atlantshavið.
Nú sviar hava vrakað
evruna, er lítið, sum
bendir á, at Tony
Blair kann fáa
bretsku veljararnar at
velja hana ístaðin fyri
pundið. Í hvussu er
ikki í bræði
BRETLAND
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Sambært Financial Times
hevur Tony Blair, forsætis-
ráðharri sagt við sínar
ráðharrar, at teir eiga ikki at
sleppa
vónini
um,
at
stjórnin fer at skriva út
fólkaatkvøðu um evruna
um eitt ella tvey ár.
Men eygleiðarar í Lond-
on siga tað vera lítið sann-
líkt, at bretar fara at velja
evruna fyrr enn í fyrsta lagi
um fýra ár. Teir vísa á, at
avgerðin hjá svium at vraka
evruna ger tað politiskt
ógjørligt hjá Blair og
stjórnini at fáa meirilutan
av bretsku veljarunum at
góðtaka evruna í bræði.
Tey, sum mæla bretum til
at taka evruna ístaðin fyri
pundið, hava sambært eyg-
leiðarunum ásannað støð-
una og tosa nú um at steðga
við fólkaatkvøðuni til aftan
á næsta parlamentsvalið,
sum verður í 2006.
Danmark, Svøríki og
Bretland hava ikki evruna,
men meðan danir og sviar
hava sagt nei á fólka-
atkvøðu,
hava
bretar
ongantíð sagt sína hugsan
enn. Men sambært mein-
ingakanningunum
hevur
Blair onga orsøk til at
skunda sær, tí tær vísa, at
umleið 70 prosent av velj-
arunum vilja varðveita
pundið.
Bretska fólkaatkvøðan um evruna útsett
Fyrireika
seg til
Isabel
Í fleiri amerikonskum
eysturstatum hava fólk
fyrireikað seg til ódnina
Isabel, sum sambært
veðurmonnunum fer at bera
við land í dag. Tær seinastu
kanningarnar hava kortini
víst, at ódnin er ikki so ring
nú sum upprunaliga, men at
hon kortini kann fara at gera
stóran skaða á landi
Mynd: Reuters
1200 fara at minnast Onnu Lindh
C
M
Y
K
14