Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 18. september 2003 17 Hóast vit ikki hava sæð nógv til nýggjar Fiat Panda hesi seinnu árini, hava teir verið framleiddir í 20 ár uttan steðg. Tá so avloysarin endiliga kom, bleiv tað ein nútímans og praktiskur bilur BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Gamli Fiat Panda bleiv seldur í nógvum milliónum eindum, og eftir hvussu hesin nýggi Panda sær út, verður hann ikki ein minni "succes". Sum vit síggja á myndunum, er talan um ein lítlan praktiskan familubil, sum samstundis er væl egn- aður til býkoyring. Bilurin er væl innrættaður og pláss- ið væl útnyttað, bæði hvat persónum og viðføri við- víkur. Baksetrið kann flyt- ast, soleiðis at viðføris- rúmið kann broytast frá 205 til 230 litrar. Hetta ávirkar sjálvandi plássið hjá teim- um ferðandi á baksetrinum. Rygglenið kann eisini still- ast í tríggjar ymiskar støð- ur. Panda er ein nútímans og framkomin bilur í allar mátar. Í fyrstu atløgu fæst hann bert við 1,2 litur bensinmotori við 60 hk. Komandi ár fæst hann eisini við 1,3 litur MultiJet turbodiesel motori við 70 hk. Tá kemur hann eisini at fáast við Duallogic girkassa við automatiskari kobling sum eykaútgerð. Á torginum í SMS Panda er ein tryggur bilur við t.d. seks airbag, framm- an, í síðunum og windo- wairbag. Avbrótari er til høgra airbag framman. Kabinan er uppbygd sum eitt trygdarbúr. ABS bremsuskipan við EBD eru standard og EPS skipan fæst sum eykaútgerð, tá fæst hann eisini við ARS (antispinn) MSR (anti- blokeringsskipan við niður- giring) og HBA (bremsu- assisent við katastrofu-upp- bremsing). Ein brandtrygd- arskipan syrgir fyri at hurð- arnar ikki eru læstar, og ljósið í kabinuni tendrar, um okkurt skuldi verið áfatt. Standard útgerðin í Panda er t.d. fløguspælari, el-síðurútar framman, fjar- stýrt sentrallás, elektrisk servostýrng, hæddarstilling av ratti og førarasetri. Sum eykaútgerð fæst t.d. Sky- dome glas-skjótitak, tveir eyka airbag, og aircondi- tion. Fiat Panda verður sýndur fram á torginum í SMS fríggjadagin og leygardagin í hesi vikuni, tann 19. og 20. september. Nr. 176 • hósdagur • 18. september 2003 • 77. árg. Fiat Panda 1,2 Dynamic Motorurin: 1,2 litur 4 syl. bensin við 60 hk 0-100 km/t: 14,0 sek Bensinnýtsla: 17,9 km/l (blandað koyring) Dekkstødd: 155/80-13 Stødd og vekt Longd: 354,0 cm Breidd: 158,0 cm Hædd: 154,0 cm Eginvekt: 860 kg Viðførisrúm: 206-230 litrar Prísur: kr. 119.600,- Søluumboð Bilfríðkan Smiðjugerði FO-100 Tórshavn Tel. 317300 www.bilfridkan.fo Fiat Panda 1,2 Dynamic: Smart design og praktiskur bilur Suni Magnussen frá Bilfríðkan er her við tveimum nýggjum Panda 1,2 Dynamic Mynd: Suni Magnussen Panda innan. Girstongin er í instrument- panelinum Mynd: Suni Magnussen Hesin Panda hevur tvey sóltak, har annað kann latast upp Eftir at sølan av Mitsubishi hevur verið fallandi í nøkur ár, sær tað nú út til at vend er komin í. Næstu árini koma nógv nýggj modell á marknaðin. Bilasølan Ivan Johansen Bilar fekk í vikuni ein nýggjan Mitsubishi Lancer Station Wagon BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fyrstu Mitsubishi Lancer komu á danska og føroyska marknaðin fyri 25 árum síðan, tá fingust teir sum sedan, hatchback og stationcar. Hóast vit ikki hava sæð so nógv til nýggjar Mitsu- bishi seinnu árini, hava teir eina stóra vøruskrá. Um- framt Pajero jeeparnar, hava teir Lancer, Carisma, Galant, Space Star, Space Wagon, og nýggja frítíðar- bilin, Airtrek Í nýggju verkætlanini hjá Mitsubishi er ætlanin at koma við 14 nýggjum mo- dellum til evropeiska marknaðin komandi árini. DaimlerChrysler eiga ein stóran part í Mitsubishi. Umframt ein nýggjan Mitsubishi Colt, ið er komin á japanska markn- aðin, er ein heilt nýggjur Lancer komin á evropeiska marknaðin. Hesin Lancer Station Wagon er ein væl gjørdur og elegantur stationvognur við góðum, tryggum og sportligum koyrieginleikum. Bilurin er í sama klassa sum t.d. Toyota Corolla, VW Golf, Peugeot 307 og Opel Astra. Talan er um ein bil sum av- gjørt verður kappingarførur í prísi og dygd. Comfort og Sport Lancer fæst í fyrstu atløgu við tveimum motorstødd- um, einum 1,6 litur við 98 hk, og einum 2,0 litur við beinleiðis bensininnspræn- ing og 135 hk. Hvat útgerð viðvíkur fæst bilurin t.d. í Comfort og Sport. Í Com- fort útgávuni er bilurin sera væl útgjørdur við t.d. air- condition, ABS bremsum við EBD og skivubremsum á øllum fýra hjólunum, el- síðurútum framman og aftan, fjarstýrdum sentral- lási, eisini á trygdarøkinum við airbag framman, í síð- unum og gardinairbag, 3- punkts trygdarbeltum við øll sitiplássini, og fimm nakkapútur ið kunnu still- ast, elektroniska startsperru og leðurratt og girknøtt. Í Sport útgávuni er bilur- in t.d. senkaður, hevur 16" sportfelgur, sportratt og sportsetur, sterkt tónaðar rútar á síðuni aftan og baklúkuni. Alt hetta er standard og originalt á Sport útgávuni, sum bert kostar 20.000 krónur meira enn Comfort. Lancer bilar- nir hava 3 ára garanti ella 100.000 km, tað sum kem- ur fyri fyrst. Bilurin verður sýndur fram á bilasøluni Ivan Jo- hansen Bilar, Hoyvíksvegur 63. Mitsubishi Lancer Station Wagon 2,0 Sport Motorurin: 2,0 litur 4 syl. 16V og 135 hk 0-100 km/t: 10,0 sek Bensinnýtsla: 11,6 km/l Dekkstødd: 195/50-16 Stødd og vekt Longd: 448,5 cm Breidd: 169,5 cm Hædd: 148,0 cm Eginvekt: 1250 kg Viðførisrúm: 591 litrar 1079 litrar (v. baksetrunum niðri) Prísur: kr. 218.000,- (Sport) kr. 198.000,- (Comfort) Søluumboð Ivan Johansen Bilar Hoyvíksvegur 63 FO-110 Tórshavn Tel. 313666 www.ivan.fo Golf verður stórseljari Størsta bilverksmiðj- an í Evrpoa, týsku Volkswagen, roknað við at selja yvir 600.000 eindir av nýggja VW Golf komandi ár. Bilurin, ið kemur á marknaðin í heyst, kemur í harða kapping við ein nýggjan Ford Focus og nýggja Opel Astra Kelda: Motor Magasinet Fyrra hálv- ár 2003 Fyrra hálvár 2003 hevði bilasølan, P/F Meinhardt Arge í Havn, ið selur Nissan, Peugeot, Opel og Saab, selt mest bilar, tilsamans 156. Sum einstakt bilmerki var Toyota nr. 1 við 140 bilum og Mazda nr. 2 við 131 bilum Kelda: Bileftirlitið Brúktir japanarar best Eingir aðrir bilar hava so fá brek sum teir japansku, vísti ein brúktbilarapport frá NAF (Norges Auto- mobil Forbund). Best- ir vóru Toyota og Su- baru. Kanningin var gjørd av umleið 23.000 brúktum bil- um á norsku NAF teststøðunum Kelda: www.dagsavisen.no Mitsubishi Lancer Station Wagon: Mitsubishi við nýggjum sportligum stationcar Mitsubishi Lancer Station Wagon 2,0 Sport Mynd: Jens Kristian Vang Sterkt tónaðir rútar á síðuni aftan og baklúkuni Mynd: Jens Kristian Vang Mitsubishi Lancer Sport innan. Hvít instrumentir, sportratt og sportsetur Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 17 16