Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 176 - 18. september 2003 Nr. 176 - 18. september 2003 21 – Ein týdningarmikil partur av vinnupoli- tikkinum er at styrkja og menna nýskapandi føroyskar fyritøkur. Tí verður dentur lagdur á at eggja til fjølbroytni bæði í kendari og eisini framkomnari fram- leiðslu, segði Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, tá ið framsýningin Glugga glæma varð sett FRAMSÝNING Eyðun Klakstein Í hesum døgum er for- vitnislig framsýning í Müllers Pakkhúsi í Havn. Framsýningin, sum kall- ast Gluggaglæma, er ein sjálvstøðu verkætlan hjá Føroya Heimavirkisfelag, og Vinnuframagrunnurin, Tórshavnar Kommuna og einstaklingar stuðla. Endamálið við Glugga- glæmu er at skapa eitt nýtt og øðrvísi søluumhvørvi fyri tey, ið ynskja at koma longri á leið við handverk- inum enn bert til dagdvølju ella ítriv. Framsýningin verður skipað sum eitt livandi verkstaðarumhvørvi, har dygdargóðar vørur verða framleiddar, og har vitjandi fáa høvi til at síggja, hvussu vørurnar verða framleiddar. Hin einstaki framleiðarin fær somuleið- is eitt beinleiðis samskifti við keyparan, nakað sum kann geva honum royndir og íblástur til framhaldandi menning.. Umframt høvuðstáttin, livandi verkstaðir, verða fyrilestrar um evni, ið snúgva seg um føroyskt handverk. Annað til gam- ans verður kafé við heima- bakstri, tónleikur, sangur, og mótasýning. Bjarni Djurholm, sum er landsstýrismaður við vinnumálum, helt røðu, tá ið framsýningin varð sett sunnudagin. Hann helt, at framsýn- ingin er prógv um ta posi- tivu gongd í kreativu vinn- unum, sum hevur verið í Føroyum seinastu árini. Kreativar vinnur hava fingið serstakt pláss í orðaða vinnupolitikkinum. – Ein týdningarmikil partur av vinnupolitikkin- um er at styrkja og menna nýskapandi føroyskar fyri- tøkur. Tí verður dentur lagdur á at eggja til fjøl- broytni bæði í kendari og eisini framkomnari fram- leiðslu, segði Bjarni Djur- holm. – Tá hendur og listarligur hugur ganga saman í hægri eind, og ágrýtnið ongantíð at lata annað úr hondum enn tað besta og nærum fullkomna er leitorðið, ja, so falla allar forðingar burt- ur. Bjarni Djurholm kom inn á møguleikarnar, sum før- oysk vinna hevur í útlond- um við nýggjum og ný- skapandi vørum. – Enn er sjálvsagt langt á mál. Tí eiga vit áhaldandi at bróta úr nýggjum og so- leiðis menna okkum longur fram á leiðini. Henda fram- sýningin er talandi prógv um, at vit eru ávegis – ja, enntá komin væl áleiðis. – Eg vóni, at fleiri fara at trúgva so nógv upp á síni egnu hugskot, at tey tora at standa á egnum beinum, segði Bjarni Djurholm. Kreativ vinna hevur framgongd Framsýningin Gluggaglæma er opin til sunnudagin, og longu nú hava nógv fólk vitjað Mynd: Jens Kristian Vang – Eg vóni, at fleiri fara at trúgva so nógv upp á síni egnu hugskot, at tey tora at standa á egnum beinum, segði Bjarni Djurholm Mynd: Jens Kristian Vang Framsýningin verður skipað sum eitt livandi verkstaðarumhvørvi, har dygdargóðar vørur verða framleiddar, og har vitjandi fáa høvi til at síggja, hvussu vørurnar verða framleiddar Mynd: Jens Kristian Vang Í dag fer Annita at seta spakan í Ein hin fyrsta al- menna uppgávan hjá nýggju landsstýris- kvinnuni í menta- málum, Annitu á Fríðriksmørk, verður at seta spakan í fyri nýggja miðnámsskúl- anum í Suðuroy NÝGGJUR MIÐNÁMSSKÚLI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í dag fer Annita á Fríðriks- mørk, spildurnýggj lands- stýriskvinna í menta- málum, at seta fyrsta spak- an í fyri nýggja miðnáms- skúlanum í Suðuroy. Sostatt verður hetta ein hin fyrsta almenna uppgáv- an hjá nýggju landsstýris- kvinnuni. Í hesum sambandi verður hátíðarhald vesturi á Eiðin- um á stykkinum í Vági har skúlin skal byggjast, klokk- an 15 í dag, har verður horntónlekur, røður og kirkjukórið Ljómur fer at syngja. Mentanarmiðdepil Nýggi Miðnámsskúlin í Suðuroy verður sambygdur við meginbókasavnið i Suðuroy, og tilsamans verð- ur húsið umleið 2800 fer- metrar til støddar. Tað er Arkitektavirkið hjá Árna Winther, sum hevur teknað húsið. – Talan er ikki bert um ein vanligan skúla. Talan er um eitt hús, ið umframt skúla, eisini fer at húsa bæði meginbókasavni og samkomuhøll, sigur Menta- málaráðið í tíðindaskrivi. Sostatt fer at bera væl til at hava annað virksemi í húsinum enn bara undirvís- ing. Í meginbókasavninum ber sjálvandi til at læna bøkur, men tað fer eisini at bera til at leita eftir upp- lýsingum á internetinum, og verður tað neyðugt, fer eisini at bera til at fáa ser- køna hjálp til tað. Sam- komuhøllin kann nýtast til nógv ymisk endamál, tí hon kann broytast frá at hava slætt gólv til at hava hækkað áskoðaragólv. Í samkomuhøllini verða sostatt fjøllbroytir møgu- leikar fyri at vísa sjónleik og film, ella fyri konsert- um og fyrilestrum og so- statt kann talan gerast um eitt rættiligt Suðuroyarhús. Við hesum hevur menta- málaráðið sekk skjøtul á miðnámsskúlan. Hetta er ein skúli, sum verður bygd- ur við atliti at framtíðina. Hetta merkir m.a. at í ávís- an mun fer taða t bera til at broyta innrættingina, skuldi aðrir undirvísingarhættir tikið seg upp í framtíðini, sum vit onki kenna til í dag. Mentamálaráðið sigur, at tey vóna, at allir suðuringar fara at taka væl ímóti nýggja Miðnámsskúlanum og at tey fara at brúka alt húsið. – Bert við at verður brúktur, kann bygningurin gerast ein livandi og virkin partur av útbúgvingar- og mentanarlívinum í Suðuroy, sigur mentamálaráðið. Jógvan við Keldu setir føtur í spenni Hann krevur at játt- anin til Klaksvíkar Sjúkrahús á fíggjar- lógini fyri komandi ár skal hækka líka nógv, sum játtanin til Landssjúkrahúsið hækkar FÍGGJARLÓGIN 2004 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús skal hækka líka nógv prosent, sum játtanin til Landsjúkrahúsið hækk- ar. Tað er kravið hjá Jógvani við Keldu, løgtingsmanni. Hann er sjálvur limur í samgonguni, men nú fíggj- arlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, hevur hann gjørt púra greitt, at hann kann undir ongum umstøðum góðtaka, at játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús hækkar minni í prosentum enn ætlanin er, at játtanin til Landssjúkrahúsið skal hækka. Hann sigur, at hann hevur fingið upplýst úr samgong- uni, at ætlanin er, at játtanin til Landssjúkrahúsið skal hækka eina ávísa upphædd. Hinvegin er ætlanin at játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús skal standa í stað og at játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús skal lækka. – At játtanin verður null- stillað, er tað sama um ein lækking, tí bæði lønir og prísir annars, fara upp hvørt ár. Men hetta góðtekur sam- gongutingmaðurin úr Klaksvík ikki og tað ætlar hann at gera vart við bein- anvegin. Sostatt stillar Jógvan við Keldu seg í raðið av ting- monnum úr samgonguni, sum ikki taka undir við fíggjarlógini. Men enn hevur hann kortini ikki hug at tosa við stórum stavum. – Eg ætli at gera vart við mína støðu beinanvegin, og lat okkum fyrst síggja, hvussu leikur ferð, áðrenn eg sigi nakað um, hvat eg fari at gera, sigur hann. – Tað kemur tíðin at vísa, hvat eg geri, sigur hann. Avmontera smáu sjúkrahúsini Hann sigur, at hvørt einasta ár er støðan tann, at Lands- sjúkrahúsið við jøvnum millumbilum fær eykajátt- anir ímeðan lyndi altíð eru til at halda aftur við játtan- um til tey smærru sjúkra- húsunum. – Vit hava eina lóg sum sigur, at tað skulu vera trý sjúkrahús í Føroyum. Men soleiðis, sum fíggjarlóginar hesi seinastu nógvu árini hava verið, verða tey smáu sjúkrahúsini avrættað spakiliga, men trygt. – Hvørt einasta ár er støðan tann, at játtanirnar til tey smáu sjúkrahúsini hækkar lutfalsliga minni enn játtanin til Lands- sjúkrahúsið, og tað tykist aftur at verða ætlanin kom- andi ár. Jógvan við Keldu er vísur í, at tað er tann miðvísa ætl- anin hjá samgonguni at taka tey smáu sjúkrahúsini av so líðandi. Men einum slíkum samgongupolitikki kann hann undir ongum umstøðum stuðla, sigur hann. Hann vísir á, at Suður- oyar Sjúkrahús er bygt út fyri einar 80 milliónir sein- astu árini. – Sostatt eru karmarnir góðir og teir skulu fyllast út við læknum og helst eini sergrein afturat, fyri at lokka ein yvirlækna at søkja arbeiði har. Jógvan við Keldu ivast í, hvussu rætt tað er, tá ið sagt verður, at tað er so trupult at fáa læknar á tey smáu sjúkrahúsini. – Spurningurin er, hvussu nógva orku tey leggja í at fáa læknar á tey smáu sjúkrahúsini. Ongin tímur at søkja eitt starv, har tað hálvavegna liggur í luft- ini, at tað verður niðurlagt um stutta tíð. Jógvan við Keldu heldur avgjørt, at ein sergrein eig- ur at verða skipað á Suður- oyar Sjúkrahúsi fyri at fáa serlæknar at støðast. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er støðan tann, at 2,6 milli- ónir vórðu skarvaðar av játtanini í fjør. – Á Klaksvíkar Sjúkra- húsi er ortopedi og har vita við, nágreiniliga, hvat hvør skurðviðgerð kostar. Játta vit eitt ávíst krónutal minni, vita vit nágreiniliga, hvussu nógvar skurðviðgerðir vit kunnu gera færri á Klaks- víkar Sjúkrahúsi. Má takast upp í samgonguni Jógvan við Keldur heldur avgjørt, at samgongan eigur at taka spurningin um tey trý sjúkrahúsini upp. Hann vísir eisini til tey ótryggu viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum, har ósemja um leiðsluna javnan stinga seg undan kavi. – Tað er lítil nytta at blíva við at hækka játtanina til Landsjúkrahúsið, uttan at vit fáa vissu fyri, at tað fer at virka betri so at vit fáa nakað fyri pengarnar. Hetta er at kasta góðan pening eftur vánaligum peningi, sigur Jógvan við Keldu. Ætlanin hjá politikarum er at avmontera tey smáu sjúkrahúsini so líðandi, men einum slíkum ssamgongu- politikki kann eg undir ong- um umstøðum stuðla, sigur Jógvan við Keldu, løgtings- maður úr Klaksvík og limur í samgonguni C M Y K 21 20