hósdagur 18. september 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 176 - 18. september 2003
Nr. 176 - 18. september 2003
23
Leygardagin verður
fiskikapping í Norð-
oyggjum. Tað er
stuðulsfelagið hjá
skúlaskipinum Drag-
anum, sum skipar
fyri. Í vikuskiftinum
er rættiliga góð
streymloysa, so er
bara at vóna, at
veðrið eisini verður
til vildar
FISKIKAPPING
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Nú er at rigga til hjá norð-
ingum, tí leygardagin verð-
ur árliga fiskikappingin,
sum
stuðulsfelagið
hjá
skúlaskipinum, Draganum,
skipar fyri.
Ein hópur av bátum ligg-
ur við bátabrúgvarnar í
Klaksvík og á Borðoyavík,
umframt allar teir, ið finn-
ast norðanfyri fjall. Og fert
tú framvið bátastøðunum,
sært tú nærum altíð menn,
sum práta um veður og
vind, útróður og fiskireið-
skap.
Hetta er ein partur av
okkara mentan, sum heldur
lívið í mongum manni - og
kvinnum við.
Fiskikapping hevur verið
hildin í mong ár, og er tað
ein øðrvísi og hugnaligur
dagur hjá monnum. Spenn-
andi verður, hvørjum eydn-
ast at verða fiskikongar í ár.
Kappingartreytir
Klokkan 7.30 leygarmorg-
unin verða luttøkusjøl til
fiskikappingina
at
fáa
umborð á Draganum, sum
liggur á Klaksvík. Bátar av
Klaksvík, Borðoyavík og
Árnafirði fáa luttøkuskjøl
har. Bátar av Viðareiði fáa
luttøkuskjøl á Eiðsvík, og
teir ella tey, sum fara úr
Hvannasundi, skulu heinta
skjølini við Frostvirkið ella
Norðfra, sum virkið eitur í
dag.
Av trygdarávum er ikki
loyvt at fara einsamallur;
tað skulu tí minst tveir
mans við hvørjum báti.
Bátarnir
kunnu
loysa
klokkan 8, og tað er bert
loyvt at nýta snøri, snellu
ella tráðu til fiskireiðskap.
Tað er ikki loyvt at fiska
við aliringarnar, og seiður
telur ikki við í vektini.
Steyp og uppboðssøla
Fiskurin verður lagdur upp
við bátabrúgvarnar við
Nólsoyar Pállsgøtu, og
millum klokkan 18 og 19
verður uppboðssøla, har
fólk hava møguleika at
keypa sær at kóka.
Tey, ið hava luttikið í
fiskikappingini, fáa kaffi
og pannikøkur umborð á
Draganum.
Tann bátur, sum hevur
størstu veiðu fyri hvønn
mannin verður vinnari, og
fáa tey ferðasteyp til ognar.
Manningarnar á trimum
teimum bestu bátunum fáa
steyp til ognar. Eisini verð-
ur steyp latið honum ella
henni, sum fær størsta
fiskin.
Í fjør varð báturin, Benja-
min,
við
brøðrunum,
Marna og Sólarn Isaksen,
bestur. Veiðan hjá teimum
vá 434 pund. Næstbetur
var, Hemarin, við Steyni
Andreasen
og
Bergur
Mikladal. Nummar trý var,
Neshamar,
við
Elmar
Simonsen og Tróndi Sivert-
sen.
Tað er Norðoya Spari-
kassi, sum letur steypini.
Fiskikappingardansur
Um kvøldið verður skipað
fyri fiskikappingardansi í
Skálanum. Contry bólkurin
fer at spæla til dansin, sum
byrjar klokkan 23.
Peningurin, sum kemur
inn við fiskikappingini og
dansinum, fer óskerdur til
skúlaskipið, Dragan.
Hvør fjøl á flot leygardagin
Spennandi verður at vita,
hvørji verða fiskikongar í
Norðoyggjum í ár. Í fjør vóru
tað brøðurnir, Marne og
Sólarn Isaksen úr Klaksvík,
sum vóru bestir. Steyp verður
eisini latið honum ella henni,
sum fær størsta fiskin.
Henda myndin er frá
kappingini fyrraárið, tá
Høgni Hansen vann
Tað er stuðulsfelagið hjá skúlaksipinum, Dragin, sum stendur
fyri fiskikappingini og dansinum í Skálanum. Peningurin fer
óskerdur til skipið
Starvsfólk til Frukt- og grønmetis-
deildina og blómudeildina
Vit kunnu bjóða tær:
• eitt sjálvstøðugt og spennandi starv
• eina deild í framhaldandi vøkstri og alla tíðina við nýggjum avbjóðingum
og broytingum
• eitt gott og lívligt arbeiðsumhvørvi
• góða løn eftir avtalu og førleika.
Vit vænta okkum av tær:
• at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt við fjølbroyttum hugflogi
• at tú kanst arbeiða bæði innan- og uttandura
• at tú framhaldandi kanst skapa eina spennandi, tiltalandi, nøktandi
og kundavinarliga deild, sum í dag hevur sera gott orð á sær.
… Og meira um bæði størvini:
Setan: Skjótast gjørligt eftir avtalu.
Løn:
Sambært avtalu.
Meira fæst at vita um størvini við at støkka inn á gólvið ella ringja á tlf. 311320
ella 217593 og fáa eitt prát við leiðaran Bo Møller.
Skrivlig umsókn saman vð viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi innan
24. sept. 2003.
FK-Tórshavn
Att.: Bo Møller
Dr. Jakobsensgøta 6
Boks 349
110 Tórshavn
KEYPSSAMTØKAN
DR. JAKBOSENSGØTA
Handverkari
Søkt verður eftir dugnaligum og álitandi
handverkara (m/k) til maskinmiðstøðina í
Kollafirði.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um viðlíkahald og umvæling av
maskinum o.ø. hjá stovninum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar
skulu
hava
útbúgving
sum
entreprenørmaskinusmiður,
maskinsmiður,
lastbilasmiður ella aðra viðkomandi útbúgving.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært
sáttmálanum ímillum avvarðandi yrkisfelag og
Føroya Handverksmeistarafelag.
Umsóknir
Umsóknir vera at senda Landsverkfrøðinginum,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn og skulu vera skriv-
stovuni í hendi seinasta lagi 01. oktober 2003.
Merkið brævbjálvan "Umsókn handverkari".
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast á tlf.
422420 og tosa við Jóan Petur Patursson, leiðara
av maskindeildini ella Niels Juul Kristiansen,
smiðjuformann.
Service-maður
Søkt verður eftir dugnaligum og álítandi service-
manni (m/k) til maskinmiðstøðina í Kollafirði.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um eftirlit við entreprenør-
maskinum hjá Landsverkfrøðinginum, sum eru í
arbeiði kring landið og umvæla møgulig smábrek á
hesar.Service-maðurin skal eisini umvæla maskinur
o.a. á verkstaðnum á maskinmiðstøðini.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum entrepre-
nørmaskinusmiður, maskinsmiður, lastbilasmiður,
ella aðra viðkomandi útbúgving og má hava – ella
skal taka – stóra koyrikortið fyri at kunna koyra
service-bilin.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært av-
varðandi yrkissáttmála ella sambært avtalu. Rokn-
ast kann við nakað av yvirtíð.
Umsóknir
Umsóknir vera at senda Landsverkfrøðinginum
Postsmoga 78, 110 Tórshavn og skulu vera skriv-
stovuni í hendi í seinasta lagi 01. oktober 2003.
Merkið brævbjálvan »Umsókn servicemaður«.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast á tlf.
422420 og tosa við Jóan Petur Patursson, leiðara av
maskindeildini ella Bo Nielsen, service-formann.
Lærlingur søkist
Lærlingur søkist til Safari Transport,at byrja skjótast
gjørligt. Arbeiðið umfatar bæði skrivstovuarbeiði
og vørukoyring.
Tú skal vera fyrikomandi og hava hug at arbeiða.
Lærutíðin er 2 til 3 ár, alt eftir hvørja útbúgving, tú
hevur áðrenn. Løn sambært avtalu.
Tú verður útbúgvin skrivstovufólk innan Speditión
og Shipping.
Safari Transport arbeiðir við flutningi av flog- og
sjófrakt, tollavgreiðslu og at veita kundum okkara
eina góða tænastu.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30.
september.
Hava tit spurningar viðvíkjandi arbeiðinum, vinar-
liga ring til okkum.
Eystara Bryggja · FO-110 Tórshavn
Tlf. 322222 · Fax 313222
E-mail: safari@safari.fo
web: www.safari.fo
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3653
Navn: Sp/f JSP
Adressa: 627 Lambi.
Kommuna: Runavíkar
Kommuna
Stovningardato: 11.09.2003
Viðtøkudato: 11.09.2003
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 50.000,00 til kurs
100 og kr. 30.000,00 í øðrum
virðum til kurs 100.
Stovnarar: Sjúrður Finnsson,
627 Lambi og Jákup Petur
Gaardlykke, 627 Lambi.
Stjórn: Sjúrður Finnsson, 627
Lambi og Jákup Petur
Gaardlykke, 627 Lambi.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av einum stjóra.
Grannskoðari: P/F
Rasmussen & Weihe, á
Glaðsheyggi, 100 Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
11.09.2003 - 31.12.2004
Endamál: Endamál felagsins
er at reka smiðjuvirki,
handverk, ídnað, handil og
annað starv í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann 16.
september 2003
Kristin Balle
_______________________
Fráboðan um
umhvørvis-
góðkenning
Við hesum verður gjørt
kunnugt, at Heilsufrøði-
liga starvsstovan tann
17. september 2003, við
heimild í grein 26 í
løgtingslóg nr. 134 frá
29. oktober 1988 um
umhvørvisvernd
og
kunngerð nr. 54 frá 3.
mai 1994 grein 1, stk. 4,
hevur góðkent:
Laksavirkið hjá P/F
Fiskavirkið í Fuglafirði
Góðkenningin liggur al-
ment frammi á Heilsu-
frøðiligu starvsstovuni.
Avgerðin kann kærast til
landsstýrismannin í um-
hvørvismálum. Møgulig
kæra
skal
sendast
Heilsufrøðiligu starvs-
stovuni, Falkavegur 6, 2.
hædd, FO-100 Tórshavn,
í seinasta lagi fýra vikur
frá dags dato.
Góðkenningin
kann
somuleiðis síggjast á
heimasíðuni hjá Heilsu-
frøðiligu starvsstovuni,
www.hfs.fo .
Heilsufrøðiliga
starvsstovan
............................................................................................
............................................................................................
Alt innan
húð og
kropsrøkt
Sunn og
mjá við
Herbalife
fólk hava lætnað millum
2 og 70 kg.
- so eisini ber til hjá tær
-vit
hava
loysnina
-og allar
Aloe Vera
vørurnar
Trupulleikar av
appelsinhúð?
Kirsten
dveylan@post.olivant.fo
www.key4business.com
Ring og hoyr nærri
Tel 314175/ 214175
• regulerar vektina
• bøtir um heilsuna
• gevur orku
Royn kosttilskotið ið:
byrja nú ...
C
M
Y
K
23
22
Sosialurini