leygardagur 15. juni 1996síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Skiftir
pultin
út við
Torben Johannesen, fer nú í starv í ein-
um grundvigskum kirkjuliði í Norður -
jútlandi. Hann skal arbeiða sum prestur
í eini valmeinigheit, sum hevur fýra
kirkjur. Ein valmeinigheit hevur fríari
rætt til prestaval enn ein sóknarmeinig-
heit
Ji STINUS I FIVSSON
EIDESGAARD
Tað eru summi fólk, sum
eru djarvari enn onnur og
sum ikk: Vilja sitå alt ov
leingi í einum starvi. Torben
Johannesen er 49 ára gamal
og hann hevur semaåstu arin
arbeitt hálva tíð á lands
skulafyristungim og síðan
hevur hann verið knyttur at
Eysturskúlanum
hálva tíð. Seimasta árið hev
ur hann undirvíst á Lærara
skúlanum, tá hann ikki hes
ur arbeitt á fyristungini
Hann hevur nú fingið starv
sum prestur í Norðurjút-
landi og skal byrja í næst-
um
- Eg havi ongantíð sitið
heilt leingið í einum starvi,
tað longsta er átta ár. Ég
haldi, at tað er gott fyri ein
at skifta. Eg eri í dag 49 ára
gamal og møguleikarnir
fækkast longur ein kemur
upp í árini. Tá ið nú er kom-
ið so langt, at hetta starv
stendur mær í boði, so kann
eg ikki annað enn taka av,
sigur Torben Johannesen
Tú er lærari, ikki útbúgv-
in teologur ella gudfreð-
ingur, hvat fær teg at halda
teg nl eitt slíkt starv?
- Eg havi av og á í lívi-
num hugsað um at gerast
prestur. Ég eri útbúgvin læv-
ari og tók kristni sum linju-
fak á læraraskulanum. Ég
havi eisini undirvíst í krist-
ni. Eg havi eisini tikið
eftirútbúgivngarskeið Í
kristni. Sum lærari havi eg
starvast nógv á háskúlum
og har havi eg mett nógvum
grundvigianarum og eg eri
ógvuliga hugtikin av teirra
sum lærari
mannafatan. Tá eg so sá
eina lýsing, har eitt grundt
vigiansk kirkjulid søkti eftir
einum presti og treytin var
ikki, at tú skuldi hava eina
teologiska útbúgving, so
beinanvegin
Torben Jo
gjørdist eg
pentur, sigur
hannesen
Hetta kirkjulið hevur
10gv at bjóða. Nógv verður
gjørt av fyrirlestrum og
stevnum og um veturin eru
nógv ultøk. Nógv av ti, sum
liggur í grundvigska há
skúlaandanum verður framt
í verki í kirkjuliðnum, sigur
hann
Prestagarðurin liggur í
Klim eystanfyri Hanst-
holm. Har er eisini kirkja
Meinigheitin eigur tvær
kirkjur og leigar tvær. Prest-
urin skal halda 60 gudstæn-
astur um árið og hesar eru
býttar sundur millum tær
fýra kirkjurnar, hann skal
verða prestur í.
r
Torfert at flyta
— Tað =" eitt sindur torført
at flyta úr Føroyum. Eg havi
fyrr búð 10 ár í Danmark,
konan er donsk og børnini
búgva niðri. Eg havi havt
nøkur góð år í Føroyum og
kanska havi eg eitt sindur
ringa samvitsku av at flyta
Men ringa samvitskan stav-
ar ikki frå støduni hjå sam-
felagnum, hon stavar heldur
frå, at tað altíð er ringt at
flyta úr fødilandinum. Vit
hava eisini bygt hús i Fer-
oyum, sum vit nú noyðast
at selja og vit koma at sakna
grannalagi. Men hinvegin,
so kenna vit nógv fólk í
Danmark, sigur Torben Jo-
hannesen, sum leggur aftur-
at, at hann hevur góð minnir
frá tíðini sum stjóri á Før-
oya Fólkaháskúla, tó at
hetta var ein sera strævin
tíð, sigur hann
Grundtvig er
lív
Torben Johannesen er
ógvuliga hugtikin av heild-
arfatanini hjá Grundtvig av
mannalívinum. Hann skriv-
ar í eini grein í Kristiligt
Ungmannablað í 1983:
— Grundtvig var ein djupt-
hugsandi maður. Hann hug-
saði eitt nú, at kristindóm-
urin var fyrst opinberaður
við Jesusi fyri knøppum
2000 árum síðan, men
menniskju høvdu livað í ár-
túsundir áðenn ta tíð. Teirra
lív hevði eisini verið eitt
rættuligt menniskjalív, sum
tey høvdu fingið til gávu frá
tí góða Gudi. Jesus Kristur
var eisini komin til menni-
skja sum eingáva frá Gudi
Eisini menniskjuni, sum
livdu fyri Kristi fæðing,
vistu um Gud. Hann hevði
opinberað seg fyri teimum
á mangan hátt, sigur Torben
Johannesen.
— Men so kom Jesus. Ikki
fyrr enn menniskju høvdu
fatað stóðu sína, skilt hvat
tað var at vera menniskja,
ikki fyrr enn tey rættuliga
vóru menniskju, tástaðni
kundu tey gerast kristin. Tað
er hetta, sum Grundtvig
orðar við tí kenda »Menne-
ske først og kristen så.«,
sigur Torben Johannesen
— I hesum liggur eisini ein
fullkomin góðkenning av
menniskjalivinum við øll-
um tess marghåttligu og
gåtufullu fyribrigdum. Alt
er guds gáva, bæði tað, vit
skilja, og tað, sum gott er,
og tað, sum við menniskj-
ans falli er vorðið ónt
- Grundtvig kundi ikki
góðtaka, at lívið var í tví-
ningum, ein andaligur og
ein tímiligur partur. Nei, alt
var ein heild, skapað av
Gudi. Tú mást fyrst blíva
góður við tað lív tú hevur
fingið, elska lívið í øllum
tess fyribrigdum, áðrenn tú
av hjarta kann ynskja tær
æviga lívið. Tástaðni kann
tú fara í part við lívsins
góðu kreftum, við Gudi,
ímóti deyðanum og Djevli-
num. Elskar tú ikki lívið,
meniskjalívið, so mást tú
verða glaður um, at einki
ævigt lív er í væntu. So
greitt er tað, helt Grundtvig,
sigur Torben Johannesen.
— Hetta býr eisini undir
Grundtvigs hugsanum um
skúla og Kirkju. Skúlin skal
upplýsa um mannalívið,
mannasøguna og manna-
samfelagið, skapanina, til
tess at hjålpa menniskjum
at gerast rættulig menni-
skju. Kirkjan skal kunngera
frelsuna, Guds ófatiligu
náði. Til tess hevur kirkjan
orðið í evangeliinum og í
dópinum og altarborðinum,
sigur Torben Johannesen
Heildarfatanin = hjá
Grundtvig av mannalívin-
um sum eina gudsgávu,
voldi honum eisini sam-
vitskutrupulleikar. Hann
Mynd: Kalmar
dugdi at síggja, at hann við
henni var í stríð við megin-
partin av teim kristindóms-
fatanum, ið høvdu verið síð-
ani ápostlanna dagar. Krist-
indómurin hevði alla hesa
tíð verið mest upptikin av
at seta mark og gera skilnað
millum dust og anda. Men
hann fann altíð aftur í viss-
una um, at hansara nýggja
fatan var tann sanna. Tað
ráddi ikki um at gera skiln-
að , men evangeltið var júst
tað, at lívið alt var góðtikið
av Gudi, skabt og signað av
honum. Jesus var komin at
sameina anda og dust, júst
tað var lívið, bæði hetta og
tað komandi lívið. Bert
deyðin ger skilnað. Ikki fyrr
enn menniskjað fataði tað,
kundi tað gerast veruligt
menniskja og kristið
menniskja, sigur Torben Jo-
hannesen
— Eg haldi, at hesin glaði,
lívsjáttandi kristindónum er
tíverri als ov lítið kendur og
virdur her hjá okkum, sigur
hann