leygardagur 15. juni 1996síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vikuskiftið D Vikuskiftið Síða 17
(A
indaliga virði í bókini skal frægari fólk enn
eg til at meta um. Men eg vænti, at tá eg í
framtíðini siti og ivisi í einhverjum orði,
so verður tað henda nýggja orðabókin, eg
taki av hyllini. Men tann gamla skal tó
sleppa at standa har sum eitt antikvariskt
afturljóð
Hugleiðingar at enda
At eg hereftir fari at brúka ta nýggju orða-
bókina er av praktiskum orsøkum og ikki
ti, at eri so hugtikin av orðum sum fleir
dimmensjonalur, fyritíðarpenstónistur og
kontaktflata. Vónandi sleppi eg undan
nakrantíð at seta tey á prent. Málið er tíbetur
soleiðis háttað, at flestu tankar og meiningar
kunnu orðast uppá fleiri mátar, og tí slepst
eisini undan at brúka orð, okkum ikki dám
ar
Persónliga haldi eg ikki, at hugburðurin í
hesi nýggju orðabókini er í andstæðu við ta
ráðandi målrøktina í Føroyum. Men skal
eg kortini peika á ein vanda, so er hann
tann, at:ritstjórin við at taka t.d. hópin av
enskum orðum við á ein hátt letur seg stýra
av donskum målpolitikki. Grundleggjandi
munur er á sjónarmiðunum hjá føroysku
og donsku målnevndunum; og hann kemur
sera væl til sjóndar í Atlanuc Review nr
12. har samrødur eru vid Pia Jarvad og
Johan Hendrik Poulsen, ið åvikavist um
boða donsku og føroysku málneyndina
Pia Jartvad sigur m.a.: „Verður eitt orð brúkt
av dønum, er tað danskt. Og so sleppur tað
í orðabókina. Vit taka okkum íkki rætt til
at siga, hvat er rætt ella skeivt”. Hin vegin
sigur Jóhan Hendrik: „„Royna vit ikki stød
ugt og miðvíst at lúka burtur útlendsk orð
og gera egin orð til nýggjar lutir og fyri
brigdi, verður trupult at varðveita føroyskt
sum sjålvstødugt mál.“ Óneyðugt skuldi
verið at gjørt viðmerkingar. Tað talar fyri
seg sjálvt, tað, ið hesi bæði siga
Men fyri at venda aftur til orðabókina, so
má hon, fyri at vera fullfíggjað, taka stødi í
tí, ið danir kalla danskt. Tað gjørdi gamla
orðabókin ikki, tí hon tók bert tey orð við,
ið funnust í féroyskari týðing. Vit kunnu
vid ødrum orðum tosa um målsligan sensur
Nýggja orðabókin harafturímóti tykist við
síni miðleið at taka øll donsk leitorð vid,
eisini har vit ikki hava eitt hóskandi ,før-
oyskt“ orð. (Leitorðini eru tey, sum standa
við feitari skrift). Úrslitið verður ein bland-
ingur av skrift- og talumálstýðingum, meir
ella minni uttan sensur. Tað ger, at vit
sjálvdan leita ul fånyus eftir einum orði,
men spurningurin er, um hetta ikki er eitt
úrslit av donsku Jassez faire“ -áðskoðanini,
tí tá vit absolut skulu hava øll hesi „ensk/
donsku“ orðini við, ofta ótýdd, so eru vit í
teirri stæðu, at vit hava g6dtikid tey sum
føroysk. Hetta er avgjørt ein vansi, men
sum heild haldi eg ikki, at hann er so týði-
ligur, at tað bilar. Hóast raðfestingin av
týðingunum stundum tykist í so tilvildarlig,
er tað mín fatan, at orðabókin í høvuds-
heitum tekur nýyrði og „góð féroysk“ orð
fram um tey útlendsku. Tískil brýtur hon á
ongan hátt niður tað neyðuga målrøktar-
arbeiði, ið m.a. føroyska målnevndin frem-
ur. Hon gevur fólki bara nakrar fleiri møgu-
leikar í at velja, og eg síggi ongan skaða í
hesum, tí tann, ið bert er eitt sindur málsliga
at sær komin, brúkar eina orðabók við skili;
sum eitt hent amboð og ikki sum eina máls-
liga lógbók
Tí vildi tað ikki verið ein burturspilt fløga
hjá fólki, ið hava áhuga fyri móðurmálin-
um, at ogna sær eitt eintak av Donsk-før-
oysk orðabók, ið fæst í bókabúðunum fyri
380 kr. Nú er hon eisini til í teldutøkar
útgávu. Tey, ið keyptu bókina fyri | feb
og fingu ein lepa við, fáa ta teldutøku út-
gávuna fyri 450 kr. Annars kostar hon 650
kr
Andreas Justesen lesur bókmentir í Odense
er tær eina ætlan
Allir frímerkjasavnarar
leggja seg ikki eftir at
savna sjáldsom og dýr
frímerki. Tað er so nógv
annað áhugavert at fáast
við, sigur Vøgg Guttesen,
sum á framsýningini
Norðatlantex í seinastu
viku fekk heidursløn fyri
savn sítt av føroyskum
frímerkjaheftum
Ranni Jac
)BSEN
Í sambandi við at Postverk Føroya í år er
20 ar. og Føroya Filateslistfelag 60 ár, var
í seinastu viku stóra frimerkjframsyningin
Norðatlantex í Norðurlandahúsinum
Har møttust frímerkjasavnarar úr fleiri
londum, frímerkjaseljarar, umboð fyri ll
tey nordurlendsku postverkini, og nøkur
teirra, sum sýndu fram frimerkjasøvn síni
fingu virdisløn
Vøgg Guttesen, sum til dagligt arbeiðir
sum byarverkfrødingur í Havn, var millum
teirra, sum fekk virdislønina „stórt silvur“
Virdislønina fekk hann fyri at hava savn-
að øll føroysku frimerkjaheftini
| Vegg sigur, at hann hevdi savnad eitt
sindur, men tað var ikki fyrr enn í fjør, at
han tók seg saman at seta tey upp, tí felagið
skuldi hava eina framsýning á ólavsgku,
og tað skumpaði eisini undir, at hann var
valdur í nevndina í Føroya Filatelistfelag
Vøgg roknar seg ikki ímillum teir stóru
frímerkjasavnararnar. Hann hevur savnað
eitt sindur og annars bara goymt frímerki
á brøvum
Hvaðani hann fekk áhugan, dugir hann
ikki at siga
- Eg kann bara minnast, at eg sum smá-
drongur var inni hjá einum frímerkja-
handlara og spurdi eftir frímerkjum, og
tað var áðrenn vit fluttu til Føroya at búgva
í 1946
Vøgg hevur verið limur í Føroya Fila-
telistfelag í 15 år
Tað finnast frimerkjasavnarar, sum eiga
sera virdismikil frímerki. A Norðatlantex
96 var td. ein norðmaður, sum hevði
tryggjað sítt savn fyri hálva aðru millión
Men tað eru so langt burtur frá øll fri-
merkjasøvn, sum í peningi eru so virðis-
mikil. Fyri tað kunnu tey vera áhugaverð
- Tá ein fer at gera sær frimerkjasavn,
ræður fyrst og fremst um at hava ein ætlan
|
fyri, hvat ein vil savna, sigur VØgg.
Hann nevnir sum dømi, at Eiríkur Liitz
en hevur eitt savn, sum eisini gav vidisløn,
og tað var fyri at lýsa, hvat stempini á
gomlum brøvum merkja
Summi savna frímerki, sum lýsa ávís
evni, ella tey skriva postsøgu
Tað ber ikki til at koma aftur og aftur á
framsyning við sama savni óbroyttum. Tað
krevur at verða útbygt, skulu dómararnir
halda tað vera vert at geva virdisløn.
Hu ítriv
Vøgg heldur tað vera torført at síga, hví
honur dámar at savna frímerki. Tað er ein
hugur at savna, og hann heldur tað vera
hugnaligt at síta við sínum frímerkjum
Hetta frítíðarítrivið tekur eitt sindur av
tíð hansara, kanska einar 10 tímar um
vikuna í miðal. Haldast skal skil á frí
p
Umframt heiðursbrævið fekk Vøgg Guttesen ein fjalsstav frá Føpya Filatelistfelag fyri
frímerkjasavn sítt. (Mynd. Kalmar)
merkjunum, og so skrivar hann eisini brøv
til tíðarit og savnarar aðrastaðni
- Eg havi skrivað saman við og tosað í
telefon við fleiri savnarar, sum eg ongantíð
havi sæð.
3. hvert månakvøld plaga limirnir í
Føroya Filatelistfelag at hittast í felags-
hølinum.
Umframt Føroya Filatelistfelag er Vøgg
eisini limur f einum hollendskum og ein-
um svenskum frimerkjafelag
Tíðarritini eru nógv, og tað hendir, at
Vegg skrivar í tíðarritið hjá svenska fel-
agnum.
Postverk Føroya varð sett á stovn í 1976,
„men fyrstu frímerkini komu árið fyri
Vøgg hevur øll tey føroysku frimerkini,
"men eigur eisini onnur frímerki
Stórur áhugi fyri
føroyskum frímerkjum
.Um allan heim eru savnarar, sum savna
føroysk frímerki. Tað er ikki so torført at
savna føroysk frímerki, tí tey eru frá
nýggjari tíð, og haraftrat er tað bíligt, við
tað at her koma lutfalsliga fá frímerki út.
Í mun til t.d. Danmark koma fá frímerki
út í Føroyum um árið. Tað eru tó summi,
sum halda frímerkini koma í so títt, men
frímerkjaútgáva er ein handil. Næststørsta
útflutningsvgran hjá Føroyum
Føroysku frimerkini bera eisini orð fyri
at vera sera vekur
Í dómsneyndini sótu Ingolf Nielsen og
Thorolf Bjørklund, valdir av Føroya
Filatelistfelag, og Søren Juhl Hansen og
Per Friis Motensen, valdir av danska
felagnum.
Hetta var triðja Norðatlantex framsyn-
ing við 10 ára millumbilum, so fram-
sýningin verður væntandi aftur ár 2006