leygardagur 15. juni 1996síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Víkuskiftið Víkuskiftið
Síða 19
19 MÅLTEIGURIN
Forstáilsi
Tórshavnar Býráð, sum herfyri gav M.A. Jacobsens prís-
inum eitt útlendskt navn, lýsir nú i blødunum um GRUNN-
IN FYRI SAMSTARVI OG FATAN MILLUM NUUK
OG TORSHAVN
Eigur tað ikki at eita 'fyri samstarv' (akkusativ)? Tað er
munur á at gera nakað fyri teg og gera nakað fyri tær Eg
spæli fótbólt fyri teg í dag (tí tú hevur brotið beinið), men
eg spæli hesa plátuna fyri tær (tí tú vilt hoyra hana).
Men at býráðið brúkar orðið *fatan' er straks verri. At
fata hevur upprunaliga týdningin taka í". Tað hevur seinni
fingið tydningin at forstanda, skilja (smb. danskt "fatte ”).
Tað er so gjørt til »føroyskt« orð fyri 'forstanda', sum er
mergjad føroyskt og finst bædi hjå Svabo og Chr Matras
Sum navnorå er 'fatan' so nytt, at tað kemur ikki fyri í
orðabókum fyrr enn í 1961. Tað er ein spurningur, um tað
yvirhøvur er føroyskt
Forrestin, hví skulu øll nøvn á feløgum og grunnum og
ødrum gerast so óhandilig sum møguligt? Hasin grunnur
in kundi bara itið >Nuuk-Tórshavn Grunnurin«
Nakað annað er, at tað danska orðið 'forståelse” (tað
andstyggiligasta grotføroyska verður oftast umsett mekan-
iskt úr donskum) hevur fleiri týdningar Umframt høvuds-
tydningin, tað at forstanda nakað, betýðir 'forståelse” eisini
einigheit, sátt og semja, ella tað at vera á bylgjulongd,
sum tað kundi eita á slangmáli. Í Ordbog Over Det Danske
Sprog verður hesin týdningurin defineraður soleiðis: om
(hel ell. delvis) overensstemmelse ell. gensidig tilnærme-
lse i tænke- og handlemaade; enighed: samdrægtighed;
venskab. Orðabókin nevnir m.a. hesi dømir: Vi kivedes og
kjævledes, og der var ingen Mulighed i at komme til For
ståelse med hinanden — i Forstaaelse med Svensken — i
Forstaaelse med onde Aander — den unge Kones hemme-
lige Forstaaelse med Leander
Hendan týdningin hevur 'fatan' ikki
Tann nýggja danska-føroyska orðabókin (1995) hevur
tað góða gamla føroyska orðið 'forståilsi' við. Men tað vil
Tórshavnar Býráð altso ikki hava. Tað ljóðar annars væl
(ella gott, sum summi siga): Grunnurin til samstarv og
forstáilsi millum Nuuk og Tórshavn.
Hetta navnið hevur tann varman í sær sum hongur uppi
í tí gamla orðinum, og so er tað eisini forstáiligt
Grunnur
Volker |. Behrens
til áminningar
Grunnurin letur aftur í ár eitt stuðulsfæ
á kr. 6.000,-
Stuðulsfæið verður bert latið foroysk-
um tónleikarum, sum eru farnir undir
hægri útbúgving í tónleiki. Stuðulsfæið
er ætlað til eitt stutt skeið, og verður
ikki latið sum ein partur av einum árs-
skeiði, privattímum e.líkn.
Umsóknarfreist: 01. juli 1996.
Konsertfelagið
Postboks 1107 - FR-110 Tórshavn
Grunnur Volker |. Behrens til áminnis varð stovn-
aður av Konsertfelagum, hvers stovnari og formaður
Volker var, eftir deyða hansara í 1984.
Grunnurin hevur higartil veitt seks stuðulsfæ til:
Johannes Andreasen, Ernst Dalsgarð, Sámal Peter-
sen, Onnu E. Klett, Ólavur Jakobsen, Sunnleif Ras-
mussen, Elsu Súsonnu Dalsgarð, Búa Petersen,
Berghild Poulsen, Maritu Dalsgarð og Odd Hentze.
Tey bæði seinast neyndu fingu stuðulsfæjið fyri 1996.
Stuðlar til grunnin: Konsertfelagið og Fjølrit.
FIR- |.
Mn VYLGIP ULNR Tors
—Þ
KROSSORÐAGÁTA
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: MARKNAGIL
—
- | Le
& |
1
ir
-
fann}
|s|
» le ir
verður krossorðagáta í blaðnum. Drigid verður millum
réttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein av niðanfyri
nevndu bókum frá Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av
hverja tú best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, må loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinn-
arin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blað-
num næsta leygardagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn - og vidmerki0 »Krossordagåtanr. <ábjálvan.
Rasmus Magnussen,
Nidari Vegur
660 Søldarfjørdur
Loysunar-
orðið
Navn...
Bústaður
Bygd/býur
Lesið føroyskt — hugsið føroyskt!
Fuglar i Nordurhøvum
Stjórnarskipanarmálið 1946
Spell at sólin kom upp
Politiska søga Føroya 1814—1906
Føroyskir soppar
CODOCDCOOGCØD
Alfagurt ljédar mín tunga (flega/ljóðband)
Bøkur og annað tilfar
— bæði innan og uttan skúlagátt.
7
FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNUR