leygardagur 22. juni 1996síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vikuskiftið
Tvístertan í dupultsongini
Ferðaráðið hevur sent eitt hefti í hvert hús við góðum til-
boðum til føroyingar um at fara at ferðast — í Føroyum.
Hetta gevur ikki nógvan valuta í kassan, men annars er
tankin ikki vánaligur Tað er bæði synd og skomm, at
næstan bara útlendingar seta pris upp á ta føroysku natúr
ina.
Heftið er lítið og fitt. Og málið er líkatil og hóskandi í
flestu stóðum. Longu í tí fyrstu tekstregluni er ein edd-
feilur og ein kommafeilur, men soleiðis er í næstan øllum
føroyskum tekstum. Føroyskt er sera torført at stava rætt,
m.a. av teirri orsøk, at tað krevur rættiliga stóran kunn-
skap í grammatikk.
Ferðavinnan í Vágum bjóðar fólki ein ríðitúr fyri 120
kr. pr. hest. Tað er OK; orðið hestur er sjálvsagt líka før
oyskt sum ross. Bládýpið gevur héili 50% rabatt »fyri 2 í
dupultkamari«. Føroya Bjór bjóðar »ein rundtúr á Føroya
størsta bryggjarfi«, og taktfult siga tey einki um, hvat
kanska verður boðið gestunum. Roykstovan í Kirkjubø
hevur skorið kenniorðið burtur og bjóðar fólki at >vitja
fornu bygdina«. Hotel Vágar bjóðar okkum at gista í tvær
nætur á dupultrúmi. Hotel Føroyar freistar við hesari lýs-
ingini: Romantiskt vikuskifti, luksusdøgurda, gisting á
dupultkamari. Hotel Norð lýsir eisini við gisting á dupult-
kamari. Men Gistingarhúsið í Bø lýsir við gisting á tvi-
kamari
Okkum stendur altso í boði at leggja okkum til hvíldar í
einum dupultkamari, dupultrúmi og einum tvíkamari. Her
eru allir møguleikarnir uttan tann eini, sum fólk brúka
mest: dupultverilsi. Men hvaðani kemur tað løgna >tví-
kamar<? Eingin ivi er um, at meiningin er 'dupultverilsi'
Men tað mann vera fáur, sum ringir og biður um at sleppa
at dvelja í tvísong í tvikamari. Orðið 'dupult' er gamalt í
føroyskum; vit finna tað í orðabókunum hjá bæði Svabo
og Matras. At tað hevur latínskan uppruna skuldi ikki
verið nøkur hindring í hesum samanhanginum, tí tað hevur
"kamar" eisini (camera). Skulu vit nú fara at missa 'dupult'
úr føroyskum, so verður tómligt onkustaðni. Hvussu skulu
vit so kalla dupultmoral og dupultlív og dupult húsar
hald? Orðið 'tvikamar' er eisini so mishátt; tað minnir um
orð sum *tvitin' og tví vorði tær" og 'tvistertukamar'
Best er, at okkara hotell og gistingarhús brúka kend og
íheimlig orð sum dupultverilsi og dupultkamar So fara
gestirnir at koma tvísporandi. Tey fara at tveita seg tví-
buktað í dupultsongina og njóta tað romantiska vikuskift-
ið, til tey eru blá í høvdinum og síggja dupult
KROSSORÐAGÁTA
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: GASSÁDALUR
BR |
——
DiP
—"——
- |rm
Hvønn leygardag
verður krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum
røttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein av niðanfyri
neyndu bókum frå Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av
hverja tú best kundi hugsað tær)
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinn-
arin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blað-
num næsta leygardagin
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn —og viðmerkið > Krossorðagáta nr. <ábjálvan
— —— —
Teitur Dalsgaard,
220 Skálavík
Loysunar-
orðið
Navn
Bústaður
Bygd/býur
Lesið fóroyskt — hugsið føroyskt!
Fuglar i Nordurhøvum
Stjórnarskipanarmálið 1946
Spell at sólin kom upp
Politiska sega Føroya 1814—1906
CCCLDUOD
Føroyskir soppar
D ðabóki
Segan um eplið
Heimsatlas
DDD
Mannakroppurin — og hvussu hann starvar
Alfagurt ljóðar min tunga (flega/ljóðband)
DO
Bøkur og annað tilfar
— bæði innan og uttan skúlagátt.
|/
FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNUR