Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-06-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. juni 1996síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hevði hoyrt nógv tos um hesa barnakonsert framm anundan, so vónirnar vóru rættiliga stórar Komin inn í Bygdarhúsið í Hósvík sást beinanvegin, at her var hugsað um børn ini. Ikki bert oyruni skuldu brúkast, nei, pyntað var við litfegrum ballónum eisini Nógv fólk vóru longu komin og fleiri stólar máttu setast afturat og skjótt var stúgvandi fult Byrjað varð við barna- sålminum »Gakk tú tryggur fram«. Ein góð byrjan, har Arni av Reyni gav hesum 15 syngjandi børnum sín dygga stuðul við sínum frá líka klaverfylgispæli Síðan vórðu sungir fýra sangir, eisini við klaver- fylgispæli. Har ímillum var serliga ein sangur, sum fall mær væl í oyrað, og var tað sangurin >Papagero< úr Gandafloytuni hjá Mozart, har 7 ára gamli Rógvi Nybo sang tvey vers einsamallur Uttan at smæðast og vid stórum sjálvsáliti stóð hesin Vikuskiftið Vikuskiftið Barnakonsert á Sundalagsstevnu fitti smádrongur og sang sum ein eingil fyri einum stúgvandi fullum bygdar húsi Síðani vóru hip hop dans- arnir á skránni. Tvær gentur dansaðu til lagið >Mirror, Mirror< og hugtók hetta børnini í stóran mun Tá ið Baby Boon Band síðan fór á pallin saman við barnakórinum, kom rætti ligt lív í åskodararnar, sum klappaðu í takt til fleiri av løgunum. Her varð byrjað við sanginum um teir fýra fittu bláhvalirnar og komu børnini tá fram til pallin at forvitnast, syngja og klappa við. Barnakórið sang eisim fyri teimum heilt smáu, sangurin »Dukka mín er blá< varð sungin og spældur í besta swing-stíli. Sangurin Wild World setti eisini sín dám á konsertina Sangin um tey 10 indi anarabørnin: sang Annette Davidsen meðan sjálv barnakórið skipaði fyri at gera ein ring á gólvinum og so varð dansað í ring og sungið til 10 (jazzut) indi- anarabørn Nu var løtan so komin til at heilsa uppå klovnarnar Mino á Minto. Teir smæddust og tordu ikki inn at byrja vid. Børnini róptu spent navn teirra fleiri ferðir og so var sloppið. Teir komu inn. Men sagt varð frá, at klovnarnir ikki dugdu føroyskt, so Annette Da- vidsen var tolkur og tá blen nógvur látur hjá bæði børn um og vaksnum. Hetta var sum at hoyra Dirch Passer, tá hann spældi russiskan klovn. Stutt sagt, hetta var stuttlig, svørt tala Mino á Minto býttu ut smáar rosinpakkar til øll børnini. At enda blásti Annette Davidsen í dóm arafloytuna og gav klovn unum gula kortið og endaði við at geva teimum reyða kortið, og so fóru teir út Hetta vóru heilt original- ir klovnar, ið vóru smurdir, høvdu parykk og rættilig klovnaklædi, sum at siggja teir »professionellu« Tiltakið endaði við sangin- um »I handil min fer hetta inn<, kanska betur kendur sum »Oh when the Saints« Í tí sanginum skuldi ymiskt keypast í hvørjum versi og í tí sambandinum vóru gjørdar tekningar, sum vístu hvat ið keypast skuldi, so eisini tey smáu í barnakór inum, sum ikki dugdu at lesa, kundu syngja við Hetta var sera hugtakandi Sigast má eisini at Baby Boon Band gjørdi sítt ul at hetta gjørdist eitt frálíkt ultak fyri børnini Fyrireikararnir eiga allan heiður uppibornan fyri hetta megnar tiltak. Saman um tikið ein menningarrík løta á barnak nsert í hugnalig um umhvørvi saman við syngjandi, dansandi og klappandi børnum og vaksnum Ju, konsertin var hverja krónu verd Ein, ið var hjástaddur