Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-06-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. juni 1996síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Dagny Joenser Kalmar Lindensk Lívið hjá politikarum umskaftiløæt Ein dag er hann vinnarin sum fær vald at styra og råda fyri borgum, men tad kann verða eins skjótt, at viðvent er í holuni Jóannes Eidesgaard er júst persónur, sum hevur kent, hvussu umskiftilig til- veran hjå politikararum kann vera. Fyri sløgum seks árum síðan stóð hann bråd- liga úti í Tinganesi, og tók við sum landsstýrismaður Eins brádliga fór hann frá, og hevur nú stundir at um- hugsa sína stæðu. Í vár tók hann eisini við sum for- maður í Javnaðarflokki- num, so hann situr ikki hendur í favn, hóast hann ikki er upptikin á sama hátt sum áður - Hvussu ávirkar tað teg og familjuna, at politisku álopini seinastu tíðina hava verið so persónlig? Tá tú fert upp í politikk, so veitst tú, at tú stendur fyri skotum. Tú fært harða húð, og tekur tær ikki so nær av ti - Torførari eru hesi vidur- skifti hjá familjuni at góð- taka, og tí er tað ein upp gáva hjá politikarunum at verja familjuna og privat- lívið, so væl sum til ber Persónligar ákoyring- ar raka meint - Tað er harmiligt, tá pol- Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum: Politikkur er ikki at byggja sær sjálvum varðar itisku ákoyringarnar hava verið so persónligar, at tú ikki kanst verja teg, og tað rakar familjuna meint, sigur Jóannes Eidesgaard Hann heldur hinvegin, at tað er sunt fyri ein politik ara at leita aftur til sínar røtur, hóast hetta skal gerast við virðing fyri tí, sum tú fór frá, og tí, sum tú kemur aftur til - Tað er torført at fara úr starvi, sum í so nógv ár hev- ur upptikið teg at kalla allan sólarringin, og so at eiga alla tíðina til tin sjálvs, sigur Jóannes Eidesgaard - Tad er helsi soleiðis fólk kenna tað, sum fara frá veg- na aldur. Tó er munurin, at tey hava havt stundir at um stilla seg til eina nýggja til veru Hann er tó ikki arbeiðs- leysur. Nú eru stundir til floksarbeiðið. Eftir summ- arfrítíðina fer hann aftur í starv sum lærari á Tvøroyri, eins og tekur sæti á tingi á ólavseku - Hóast eg havi verið við í landspolitikki seinastu seks árini, so kenni eg einki til tingarbeiðið. Tað verður spennandi at fáa innlit í, og eisini at arbeiða saman við hinum tingfólkunum hjá flokkinum - Sum landsstýrismaður skal tú einsamallur taka av- gerðir, og syrgja fyri at mál- ið verður avgreitt. Sum tinglimur ert tú ein av fimm, sum í okkara føri. Tað verð- ur heilt ødrvisi politiskt ar- beidi enn tad eg kenni til Stundir at lesa bøkur Tað er eingin trupulleiki hjá Jóannesi Eidesgaard at fáa tíðina at ganga Tað er so nógv sum hann ikki hevur havt stundir til seinastu árini, eitt nú at lesa skaldsøgur og skriva grein- ar um politisk mál, eins og at seta seg inn í organisa- toriska arbeiðið í flokki- num Jóannes Eidesgaard held- ur, at ein fyrimunur hjá hon- um í politiska arbeiðinum hevur verið, at hann er lær- ari. Tað hevur verið lættari hjá honum at greiða frá sínum sjónarmiðum, tí hann er so royndur undirvísari - Annað er at koma til ar- beiðis aftur á skúlanum, tí tað krevur nógv av einum, at umstilla seg. Eg haldi kortini, at tað er sunt fyri ein politikara at koma aftur til tað, sum hann kom frá Tíðin hevur heldur ikki staðið still í skúlanum. Har er eitt nýtt ættarlið av næm- ingum er komið til, síðani Jóannes gavst sum lærari Tað verður sum at byrja av nýggjum. Heldur ikki kann hann krevja at fáa sínar und- irvisingargreinar: stødd- frødi, enskt og føroyskt, men noyðist at taka við ti, sum er. - Verdur tad landsstyris madurin ella lærarin, sum nú fer til arbeiðis á Tvør- oyri? - Tað verður ikki lands- stýrismaðurin, men lærarin hjá næmingunum, sum verður settur í fokus. Tað verður gjørt við als ikki at Nú eru stundir til annað enn politiskt arbeiði, eitt nu af vera Saman við vey ára gomlu abbadóttrini Marin tosa um politikk í skúla- num. Tað er óheppið, tí tað er so umráðandi fyri læraran at fáa gott samband við næmingarnir, um hann ska! trívast í skúlanum, sigur Jóannes Eidesgaard, sum altíð hevur dámt hetta ar- beiði stak væl tydning - Kennist tað ikki sum lær- arastarvið er eitt stig eftir hæli á yrkisbreytini ? - Avgjørt ikki. Tað er júst so umráðandi í lívinum, at tú fæst við tað, sum hevur tín áhuga, óansæð um tú ert lossar á keiini, arbeiðir á skurðstovuni á Landssjúk- rahúsinum ella í Tinganesi Ert tú glaður fyri arbeiðið, so hevur starvsøkid ongan týdning - Lat meg síga tað soleið- is, at tað týdningarmesta er, at tú fert glaður út á keiina ella skurðstovuna hvønn morgun, enn at fara í Tinga- nes við gron, sigur Jóannes Eidesgaard Hóast henda samrødan ikki skuldi snúgva seg um politisk mál, so snýkja vit okkum inn á økid kortini Jóannes Eidesgaard nevnir, hvussu ótrygt tað er hjá