leygardagur 29. juni 1996síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
borgarunum, hvørja ferð ein
nýggj samgonga kemur
Hver samgonga skal
gera kollveltandi arbeiði í
Tinganesi. Alt skal gerast á
av nýggjum, eitt nú innan
skúla- sostal- og skattamál
- Vit áttu ístaðin fyri at
gjørt breiðar politiskar
semjur um, hvussu Føroyar
skulu mynda seg td. tey
komandi 25 árini. Tað ber
til at gera aðrastaðni, og tí
er eingin forðing fyri, at vil
í Føroyum gjørdu politiskar
avtalur
Slíkar avtalur á fleiri
samfelagsligum økjum eru
gjørdar í Danmark, sum
røkka yvir eitt 20 ára skeið,
og sum allir flokkar hava
samtykt. Slíkar politiskar
semjur skulu fylgjast, uttan
mun til hverjir flokkar myn
da stjórnina komandi árini
Politikkur er eisini annað
enn bert at byggja sær sjálv
um varðar, sigur Jóannes
Eidesgaard
Uppvaksandi ættarlið
fáa tað munandi betri
Tvey ára gamla abbadótt
urin Marin er ógvuliga upp-
tíkin av fotografinum, sum
ger sítt arbeiði, meðan sam-
rødan verður gjørd. Marin
sleppur við á myndina sam-
an við abbanum
Spurdur um hann ikki er
ótryggur við útlitini hjá
komandi ættarliðnum, sigur
Jóannes Eidesgaard
- Als ikki. Uppvaksandi
ættarliðini fáa eitt gott land
at búgva í. Teir trupulleikar,
sum vit nú hava at berjast
við, fáa eina skilagoða
loysn - uttan tó at vælferð-
arsamfelagið hvørvur
Tey fáa ið hvussu so er
eitt munandi betri samfelag
enn tað, sum vit komu til
fyri 30 árum síðan
Tá vóru td. útbúgving
artilboðini i Føroyum at tu
kundi fåa lærara- og sjukra
systrautbugving, umframt
at tå kundi fara í studenta
skúla, um tú vart heppin at
sleppa inn. Tað kostaði so
nógv um tú búði á bygd, at
tað mangan var lættari at
fara til Danmarkar, so sum
eg og aðrir gjødu tå
- Í dag eru útbúgvingar
tilboðini so ómetaliga nógv
fjøllbroyttari. Ungdómunn
í dag hevur nógv sltørri
møguleikar enn vit høvdu
-Ta0, sum er komið, verð
ur ikki tíkið aftur. Tú kanst
skerja, men ikki avtaka út-
búgvingar tilboðini. Bera
vit okkum skynsamiliga at,
t.v.s. fáa loyst trupulleikar-
nar í samband við uttan-
landsskuldina, so ivist eg
ikki í, at vit hava eina góða
framtíð. sigur Jóannes Eid-
esgaard, sum heldur, at um-
framt hetta, so kann væntast
at oljan fær ávirkan á
landsbúskapin, og at tað er
enn ein trygd í framtíðini.
- Tað mest umráðandi er
at geva fólki eina tryggar
tilveru, eitt nú við at gera
politiskar langtidarsemjur,
sum ikki broytist t.d. kom-
andi 25 árini. Sum nú er,
eru avgerðirnar alt ov stutt-
skygdar
Lættari hjá at fara
í smálutir
Er politiskur vilji at gera
slíkar langtíðaravtalur?
Jóannes Eidesgaard: - Tú
tekur tær ikki so nær tá
politisku ákoyringarnar
koma, men tað er torført
hjá familjuni at góðtaka
Allir pohtikarar skilja
helst at tað er neyðugt, men
sjálvandi. Tað er nógv lætt-
ari at fara í smálutir og taka
avgerðir um teð, sum skal
gerast í morgin
Langtíðaravtalur seta
stórri krøv, men vit kundu
byrjað onkunstaðni, eitt nú
innan fjølmiðlagkið. Høvdu
vit gjørt eina politiska
semju á hesum øki, sum
kundi verið hildin, uttan
mun til, hver situr í Tinga
nesi, fingu borgararnir
tryggari og betri tænastu,
sigur Jóannes Eidesgaard
Tað verður mangan
sagt, at makt fordervar Ert
tú broyttur tey árini tú hevur
sid í Nesinum?
Um eg eri broyttur? Eg
eri seks ár eldri enn tá eg
byrjaði. Sjálvandi broytist
tú eisini við teimum roynd
um, sum tú gert tær Sum
menniskjað eri eg eisini
broyttur, tí tú altíð noyðist
at umstilla teg til umhvørv
ið, sum tú ferðast í
Tá skiparin ikki er skip
ari longur, so skal hann
verða til reiðar at taka við
har sum brúk er fyri honum
Tað merkir, at hann eisini
skal verða førur fyri at:ar-
beiða sum messudrongur,
um tað er neyðugt
- Tað er sunt fyri ein po
litikarar, sum hevur verið
virkin í nóg“ år, at hann
sleppur at leita aftur til
røturnar og politisku hug-
sjónir sínar.
Spurningur um at
fymarka tapjal
Í samgongu verða ov nógv-
ar semjur gjørdar Tú
noyðist at góðtaka, at tú
vinnur ikki, men spurning-
urin er, hvussu tú avmarkar
tapini, sigur Jóannes Eides-
gaard, sum í andstæðu tær
møguleika at leita aftur til
upprunaligi virkisskrá og
hugsjón, og tað, sum hann
persónliga stendur fyri
- Hverjar framtíðarvónir
eru fyri Juvnadarflokkinum,
og hvussu fer tú sum for-
maður at seta dám á flokk-
in?
- Fyrsta málið er at vaksa
um flokkin í stødd til tað,
Vikuskiftið
sum hann náttúrliga eigur
at vera. Okkara politikkur
er at menna samfelagið og
geva borgarunum tað, sum
honum tørvar
-Tá tað kemur til menn-
ing, so hevur Javnaðar-
flokkurin gjørt sítt. Tað
merkist einamest tá tú tosar
við eldri javnadartolk. Tey
tosa ødrvisi og við kenslu
og takksemi um tað, sum
flokkurin hevur gjørt gjøgn-
um tíðirnar. Tey ungu, sum
ikki kenna til gomlu tíðina,
taka samfelagsligu fram
gongdina sum eina sjálv
fylgju, av tí at tey íkki kenna
til annað, sigur Jóannes
Eidesgaard
savnaðarflokkar vid
såttårligari stødd
Hann vísir til Javnaðar-
flokkarnar í hinum Norður
londum, seliga Danmark og
Svøriki, sum náttúrliga eru
størstu flokkar. Hesi lond
eru sostalt so framkomin. at
tey eru fyrimynd fyri lønd-
an i ES
Málið er at fáa Javnað
arflokkin at fáa eina stødd,
sum flokkurin hevur krav
uppá at vera
Tað gerst ma. við at
marknadarføra flokkin og
upplýsa um, hvat hann
stendur fyri. Tað hevur ver-
ið torført seinastu árini, av
tí at vit hava verið í sam-
gongu við nærum allar
flokkar, og av hesum altíð
hava noyðst at samráða
okkum til loysnir, sigur
Jóannes, sum eisini heldur
tað verða umráðandi at fáa
samband aftur millum
flokkin og fakrørsluna
Hóast vit ikki eru samd
í øllum, so er neyðugt at fáa
samstarv í lag í virðing fyri
hver øðrum
Er tú bjartskvedur hóast
alt?
Um nakað av
hjá nýggju samgonguni
verður veruleiki, so fara
fólk at síggja tað neyðuga í
at útbyggja Javnaðarflokk
in
Teir borgarligu v
lukka fyri samfel
Kann hugsast. at teir borg
arligu fara at oyðileggja
vælferðarsamfelagið, sum
enn er til?
Nú sleppur Fólkaflokk
urin framat. Tað fyrsta verð
ur skattalætti, men so kemur
lønarlækkingin. Hetta er po-
litiskt stig, sum er óhugsan-
di í øllum framkomnum
londum. Tað hevði verið ein
vanlukka.
At vilja veita skattalætta
er lætt vunnið. Hetta royndu
teir borgarligu í Danmark.
við Poui Schlúther á odda í
1990. men tá royndi Svend
Auken, táverandi formaður
í danska Javnaðarflokki-
num at halda aftur.
Hann segði veljarunum,
at hann ikki kundi bjóða
skattalætta, men at hann vil-
di arbeiða fyri at fólk fingu
eina góða tænastu, fyri
tað,sum tey rindaðu í skatti.
Danski Javnaðarflokkurin
fekk nógvar atkvødur uppá
hetta.
- Veljarin er at sær komin
Hann veit væl, nær talan er
um ábyrgð aftanfyri orðin,
ella tað bert snýr seg um
valagn, sigur Jóannes Eid
esgaard
skránni
Vikuskiftið
Síða
Borglis Fagradal og Skála komu á odda, men vóru at enda við undirlutan, og mugu
vinna seinnu semifinaluna við trimum málum. Mynd: Eyðun Klakkstein
Hóttafall varð
vent
Seinastu 10
minuttirnar av
dystinum ingu
Kl-kvinnurnar
trý mál og
vunnu 3-1
Skála
Heimaáskoðararnir (sum
mundu nærkast teimum
100) í Klaksvík sótu leingi
á pínubonkinum, tí hóast KÍ
meginpartin av dystinum
hevði stóra yvirvåg í spæli
og hevdi hópin av mál
møguleikum, fingu KI
kvinnurnar ikki mål, og ferð
eftir terð misnýttu tær fyri
Skálamálinum
Skála var best við í dyst
inum miðskeiðis fyrra
hálvleiki, tå tær høvdu
greiða yvirvág eina løtu. Og
í hesi yvirvágini høvdu tær
besta tilboðið hjá sær at gera
mål, tá bólturin varð sendur
inn úr høgru eftir stutt
hornaspark. Borglis Fagra-
dal stóð væl fyri á S-met
rinum, eingin Kl'ari vardi
hana, og hon slapp púra
ótarnað at:stúta til bólun
Hon rakti væl, men á onk
ran ekvilibristiskan hátt
fekk Anna Jacobsen í Kl-
málinum hondina á, og har
við forða bóltin í at fara um
mållinjuna, har flestu áskoð-
ararnir sóu hann fara
Í hinum endanum spældi
landsliðsmálverjin. Unn
Jarnskor ein branddyst. Hon
var trygg í feltinum, helt
teimum høgu bóltin, og
møtti í fleiri førdum sera
væl. Tvær ferðir vóru bjarg-
ingarnar á høgum stigið,
aðru ferð í fyrra hálvleiki,
tá hon sum fekk hondina á
flatt skot hjá Sólvu Eystberg
úr stuttari fjarðstøðu
Skála fór fram um
Hóast KÍ rættiliga setti seg
á seinna hálvleiki og domi
neraði hann úr einum enda
í hin, so vóru Skálakvinn-
urnar í cinstøkum stóðum
vandamiklar frammi á vøll-
inum, har Signhild Petersen
gjørdist alsamt einsamallari,
sum seinni hálvleikur leið
Poula á Líðarenda sparkaði
á yvirleggjaran eftur stutt
hornaspark, og løtu seinni
var tað meira enn óeydna,
at Ingun Hansen ikki fekk
kroyst bóltin um linjuna eft-
ir enn eitt stutt hornaspark
Miðskeiðis í seinna
hálvleiki fór Skála fram, og
tað var eitt einmansavrik hjá
Ingun Hansen (frálíkan
teknikk og sterk ein móti
einum) sum stóð aftanfyri
tað. Hon fór sjálv gjøgnum
Kl-verjuna og sendi fram
við málverjanum.
Men tað gekk ikki long
tíð, so svaraði KÍ aftur.
Rannvá Andreasen fór
igjøgnum í vinstru, nåddi
bóltin heilt niðri við bak-
linjuna, har hon sendi inn
fyri málið. Bólturin fór fram
við einum verjuspælari og
endaði hjá Margit Joensen,
sum sendi í málið
Tvey mál afturat |
Løtu seinni legði Kl seg
fram um, og tá var tað mið-
vallarin Sólva Eystberg,
sum stóð við endan. Hon
fekk ein stingara frá Rannvu
Andreasen, tók eitt trekk og
sendi flatt fram við Unn og
inn við handara stólpa
til sigursróm
Margit Joensen hjá KI
gjørdi tvey av málunum
í 3-1 sigrinum hjá KI á
Skála mikukveldið
Mynd: Eyðun
Klakkstein
Og í seinasta minuttinum
av dystinum tryggjaði Kl
sær góðar fyritreytir undan
seinna semifinaludystinum,
tå tær skoradu eitt mål
afturat.
Eftir innlegg frå Malenu
Josephsen ur vinstru snitt-
aði Margit Joensen bóltin i
málið. So var 3-1 til KÍ og
tå Skålakvinnur høvdu giv-
ið bóltin upp, floytaði dóm-
arin dystin av.
Hóast urslitid ikki var til
fyrimun fyri Skála, vóru tær
við til at skapa ein frálíkan
dyst við høgum undirhalds-
virði, og stríðið á midvøll-
inum millum landsliðs-
kvinnurnar Ingun Hansen
og Borglis Fagradal hjá
Skála og Margit Joensen og
Báru Skaale hjá KÍ var
áhugavert at fylgja.
Tað sást, at tað vóru num-
mar Í og 2 í landskapping-
ini, sum spældu
Hesaferð var nummar 2
omaná! ek