leygardagur 29. juni 1996síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vikuskiftið Vikuskiftið
Herlig herlið
Hevuðsskaðin av málreinsing er útruddingin av nuanc-
um, stigum og detaljum. Meðan vit leggja stóran dent á
presisión í handalgum arbeiði (tann nærlagdi handverkar-
in sígur, at gáttin skal vera 60,01 cm, hvørki meir ella
minni), skal alt vera sum best ber til við tí málsliga
Men tað er oftast neyðugt — serliga á fakmáli — at raka
beint. Tað ber t.d. ikki til at fara á apotekið at biðja um eitt
hålvpund av penicillin ella stryknin. Eisini í vanligum
littererum máli hava vit brúk fyri at kunna orða okkum
presist. Til dømis um vit skulu umseta eina krígsbók til
føroyskt
Nu hava vit (Harrin havi lov) næstan ongar militerar
traditiónir í Føroyum. Sambært søgnini gekk tað hart fyri
seg í Mannafellsdali, men militertekniskar detaljur hava
vit ikki. Tann pinkalítli føroyski herurin, sum var knýttur
til Skansan, fekk høvi til at royna seg móti Bretlandi í
1808, men tann danski generalurin bad føroyingarnar »læg
jer ned børn og stræk gevær!= — hóast Skansans 60 kanón-
ir lættliga høvdu kunnað sekt tað hålvalmenna sjórænara-
skipið, viss ið Løbner ikki frammanundan hevði latið figg-
indanum helvtina av herinum sum gisslar. Kortini vildi
Vága-Rasmus royna at forsvara høvudsstadin (tað var hans-
ara uppgáva). Men forladarin klikti, og so var frítt at fara
hjá teimum eingilsku ránskroppunum
Tá ið tíðini høvdu vit nøkur fá orð fyri militert virksemi.
Vit hoyrdu um skansa og kommandant og kann og lavett,
men annars ikki nógv
Seinni hava vit fingið nøkur orð sum til dømis >... og
glaðar vóru genturnar, tá troppaskipið kom...<. Hesi orð
eru oftast í sambandi við annað verdinskriggj: konvoy,
luftskjúts, gassmaska osfr. Nøkur kunstig orð á hesum
økinum eru gjørd, men tey eru ikki altíð beinrakin. Vit
verða til dømis lærd at siga "herskip", hóast vit áttu at sagt
"krígsskip", tí "herur' (næstan altíð) verður brúkt um krigs-
maktina uppi á landi
Hendan málsliga avmarkingin (bara at hava tvey-trý
føroysk orð fyri firntan-sekstan orð í sðrum málum) merkist
serliga týðiliga, tá ið vit skulu umseta. Fyri tað útlendska
'officer' hava vit gjørt "heryvirmaður'. Men tað eru ju so
nógv sløg av offiserum. Vit kunnu á donskum hava t.d
hendan tekstin: »Majoren sagde til kompagnichefen, at
han skulle sige til fænrikken, at denne gennem kaptajnen
skulle overbringe korporalen den besked, at sergenten per |
dags dato skulle holde op med at gøre haneben til løjtnant
ens kone«. Á »føroyskum« verður hetta til, at »heryvir
maðurin segði við heryvirmannin, at hann skuldi siga vid
heryvirmannin, at hann gjøgnum heryvirmannin skuldi bera
heryvirmanninum tey boð, at heryvirmaðurin í stundini
skuldi gevast við at nálgast uppi á konu heryvirmannin«
Ein málslig fløkja av hesum slag er so óútgrundilig, at
vandi er fyri, at annars fridaligir offiserar rúka saman í
bardaga
Upp á sama máta verður tað eina orðið herlið" brúkt |
fyri allar støddir av eindum í herinum. T.e. at bæði divisi-
én, kompani, brigada, korps og alt hitt skal eita "herlið",
so hjá tí føroyska lesaranum ella lurtaranum verður eingin
munur á, um talan er um eitt fallskermskorps upp á 15
mans ella eina division upp á 200.000 mans
Orðið 'herligur' hevur einki vid kríggj at gera. Tað er
skylt við orðið "harði" og hevur bara positivan tydning
Fyri at hesi orðini ikkr skulu koma í bland, brúka vit í
samansetingum hernaður-'sum tað fyrra liðið. Hetta orðið
umsetir Svabo til Klammeri, Allarm. »Det militære
sammenstød« eitur td. ikki »tann herligi samanstoytur-
ne
Men orðið 'herligur" er gott føroyskt og norrønt, hóast
tað ikki er sloppið í orðabækurnar. Rasmus Effersøe: Hvat
á jørd kann meira herligt vera enn ein føroysk miðjan-
summarnátt?
Tveir 20 fóts
KONTEYNARAR
biliga til solu.
Pf. D. B. Bilar
Tlf. 10600
KØR | FORKAT,
4
BÆ) TA
13
KROSSORÐAGÁTA
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: EYSTURTINDUR
verður krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum
røttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein av niðanfyri
nevndu bókum frå Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av
hvørja tå best kundi hugsad tær)
Fyri at verða við í dråttinum um vinningin, må loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinn-
arin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blað-
num næsta leygardagin
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn-og viðmerkið>Krossorðagátanr. = <ábjálvan
Póla H. Norðberg,
900 Vágur
Vinnari:
> — — —
Loysunar
orðið
Navn
Bústaður
Bygd/býur
Lesið føroyskt — hugsið fóroyskt!
Fuglar i Nordurhøvum
Stjórnarskipanarmálið 1946
Spell at sólin kom upp
Politiska sega Føroya 1814—1906
Feroyskir soppar
Mannakroppurin — og hvussu hann starvar
Alfagurt ljóðar mín tunga (flega/ljóðband)
DD DDDDDLDULUVGUD
Bøkur og annað tilfar
— bæði innan og uttan skúlagátt.
7
FØROYA SKULABOKAGRUNNUR