Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 178 - 20. september 2003 Nr. 178 - 20. september 2003 3 Lesarar hjá Kanadiska frímerkjablaðnun "The Canadian Con- nection" Hava kosið føroysku frímerkini "Víkinga í Atlants- sigling" til ársins frímerki 2002 TÍÐINDASKRIV Síðan 1992 hava lesararnir hjá "The Canadian Connec- tion" hvørt ár valt út eitt útlendskt frímerki, sum hevur nakað við Kanada at gera til ársins frímerki. Hesaferð bleiv tað frímerk- ini "Víkingar í Atlants-sigl- ing", sum Frímerkjadeildin gav út 11. februar 2002, ið bleiv kosið til ársins frí- merki 2002. Føroysku frímerkini komu við í kappingina, tí tey høvdu tað við Kanada at gera, at tey sýna, hvussu víkingarnir sigldu yvir Atlantshavið til Amerika. Øllum tykkum, ið á ymiskan hátt vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara 3. mai 2003 ógloymandi, takka vit hjartaliga. Helena og Signar Kallsberg Ársins frí- merki 2002 Lesarar hjá kanadiska frímerkjablaðnum "The Canadion Connection" hava kosið føroysku frímerkini, "Víkingar í Atlantssigling", til ársins frímerki 2002 Løgmaður roknar við, at tað tekur nøkur ár enn, kanska eitt ella tvey valskeið, áðrenn parlamentar- isman í víðari merk- ing kemur at virka í Føroyum FÍGGJARLÓG Jan Müller Seinastu tíðina hava tað verið hvassar atfinningar frá andstøðuni móti sam- gonguni fyri ikki at taka andstøðuna við í fíggjar- lógarviðgerðina. Vit hava spurt Anfinn Kallsberg, løgmann, um hann hevur gjørt nokk fyri at fáa and- støðuna við í viðgerðina av eini fíggjarlóg? - Man ger kanska ongan- tíð nokk. Eg havi verið við til at gera 23 fíggjarlógir. Eg kenni ongantíð til, at andstøðan nakrantíð hevur verið við í fyrireikingini av einum fíggjarlógarupp- skoti, áðrenn tað verður framlagt. Men eg havi verið við í viðgerð í fíggjar- nevnd og tinginum um at royna at fáa breiðar semjur. Tað eigur man at gera. Tað er í veruleikanum lands- stýrið, sum fyrireikar eitt uppskot. At vit hava eitt meirilutalandsstýri er kanska medvirkandi til, at man kanska ikki verður tvingaður til at gera tær breiðu semjurnar, sum man sær í øðrum londum. Løgmaður ivast ikki í, at tann prosessin kemur eisini til Føroya. Hon átti kanska at verið komin longu, tí veruleikin er tann, at tá tú hevur eina 17 manna sam- gongu og tú ger eitt kom- promis, so er tað eisini millum flokkar, har tú gevur og tekur. Tað kann í nógvum førum verða ein skeiv javnvág í slíkum avgerðum. Um tú hinvegin hevði eina minnilutastjórn, so hevði tú verið noyddur at fara út og finna ein meiri- luta og tað til fleiri síður. - Tann møguleikan hevur tú ikki við eini meiriluta- stjórn. Men tað er nakað, sum tað politiska lands- skapið í Føroyum sum frálíður skal búnast til. Tað var jú ikki møguligt at hava eina minnilutastjórn í tí gomlu skipanini sum so, tá skuldi tú hava konsensus um alt. Løgmaður roknar við, at tað tekur nøkur ár enn, kanska eitt ella tvey val- skeið, áðrenn parlamentar- isman í víðari merking kemur at virka í Føroyum. Hann heldur eisini, at høvdu vit havt eina minni- lujtastjórn sum í Danmark og Noregi, sum var noydd til at skapa sær meiriluta við at samráða seg til meiriluta í løgtinginum, so hevði alt verið øðrvísi, men hartil er man ikki komin enn. – Eg havi verið við til at gera 23 fíggjarlógir. Eg kenni ongantíð til, at andstøðan nakrantíð hevur verið við í fyrireikingini av einum fíggjarlógaruppskoti, áðrenn tað verður framlagt, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður Langur vegur til parla- mentarismu í Føroyum FISKIKAPPING Tíðindaskriv Aftur í ár skipar Báta- felagið á Bakka fyri fiski- kapping. Kappingin verður komandi leygardag 20. september. Tey, ið hava hug at lut- taka verða biðin um at møta kl. 06.45 at melda til. Lagt verður frá landi kl. 07.00. Bátarnir skulu verða aftur í seinasta kl. 15.00. Báturin við størst veiðu pr. mann er vinnari og nr. 1, 2 og 3 fáa allir steyp til ognar. Harumframt fær tann, ið fangar størsta fiskin eisini steyp. Fiskurin verður seldur á uppisølu við felagshúsið niðri á Bakka kl. 16.00. Høvi verður at keypa sær heita suppu, kaffi og køkur. Bátafelagið á Bakka á Glyvrum skipar fyri fiskikapping C M Y K 3 2