Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 177 - 19. september 2003 Nr. 177 - 19. september 2003 5 - Føroyskir politikar- ar og landsstýrisfólk hava onga orsøk til at hava trygdarvaktir rundan um okkum ella ganga í skottrygg- um vestum, men vit mugu vera ansin og eitt nú ikki verða ov harðlig í orðaskifti, sigur Anfinnur Kalls- berg, løgmaður, sum í gjár fór til jarðar- ferðina hjá svenska uttanríkisráðharranu m, ið varð myrd her- fyri. Løgmaður ávarar ímóti, at politiska orðaskiftið verður so órímuligt og ósakligt, at tað kann fáa sálarl- iga sjúk fólk at finna uppá nakað POLITIKKUR Jan Müller – Hetta var ein ræðulig og ómetaliga syrgilig hending, sum eigur at fáa okkum øll at hugsa okkum væl um. Segði Anfinnur Kallsberg, løgmaður, tá hann í gjár er á veg til Svøríkis at fylgja svenska uttanríkisráðharr- anum Onnu Lindh til jaðar. Hon varð myrd herfyri – uttan verju av nøkrum slag. Anfinnur Kallsberg, løg- maður er eins og øll onnur sera skelkaður av hending- ini, og hann dylur ikki fyri, at sum løgmaður kemur man eisini at hugsa um, hvat kundi hent her heima. –Vit hava jú verið vitni til slíkt, tá skotið varð eftir Atli Dam, táverandi løg- manni. Og tað vísir jú, at heldur ikki her hjá okkum kunnu vit útihýsa, at slíkt kann henda. Tragiskur endi Løgmaður sigur, at hóast politikarar vanliga ikki hugsa um seg sum annað enn vanlig fólk, so eiga vit ikki at gloyma, at tað eru menniskju, ið av eini ella aðrari orsøk, uttan at hann skal farin inn í tað, sum í hvussu er ikki skilja millum hesi tingini, og tá kann alt henda. -Tað, sum Atli Dam var úti fyri, tað kann einhvør í hansara stað koma út fyri – og við einum meira tragisk- um enda. So vit mugu vera varin so ella so. Meinar tú harvið, at før- oyskir politikarar og ser- stakliga teir, sum sita við stórari ábyrgd, skulu ikki kenna seg ov tryggar? - Nei, tað vóni eg, at man kann. Hetta er sjálvandi ikki ein dagligur trupul- leiki, men man veit ongan- tíð, hvat ein persónur, sum er í eini ávísari støðu, kann finna uppá at gera. Mælir frá trygdarvaktum Løgmaður heldur tó ikki, at vit skulu fara so langt sum at hava trygdarvaktir og skottryggar vestar.-Har vil eg siga sum Schlüter. Tað vil vera eitt sera stórt aftur- stig bæði fyri demokratiið og okkara politisku skipan, at tú hevur ein langan veg og eina avskerming millum fólk og politikarar. Tað er ein vinningur í okkara skip- an, at tað ikki er so, sigur løgmaður, sum tó váttar, at hetta, sum nú aftur er hent, tó er ein beiskur veruleiki, sum vit onkursvegna mugu fyrihalda okkum til sigur løgmaður og leggur aftrat: - Tað eigur tó ikki at fáa okkum at gera nakrar broyt- ingar, men tað skerst ikki burtur, at man hugsar sítt. Eg haldi eisini, at vit sum politikarar spæla upp til nøkur av hesum tingunum, tá vit eitt nú í orðaskifti og okkara millum høgga alt ov kraftiga, soleiðis at fólk, sum ikki hava innlit í tað, væl kunnu misskilja nøkur ting og handla hareftir. Hugsa um avleiðingar Løgmaður heldur tí, at tað vit kunnu læra frá hending- ini í Svøríki, er, at vit royna at halda orðaskiftið á einum rímuligum og sakligum støði. Meinar tú harvið, at vit fara oftani út um tað mark- ið? - Tað skal eg ikki siga. Men man skal hava tað í bakhøvdinum, at tað kunnu standast avleiðingar av hes- um og hasum. Eg veit ikki hvat bakgrundin er, men er tað í tí termologiini í Atla´sa føri á sinni, so eri vísur í, at ein ógvuslig debat væl kann útloysa eina slíka støðu. Kennir seg ikki hóttan Anfinnur Kallberg hevur verið løgmaður í seks ár. Orðaskiftið hevur til tíðir verið rættiliga hart í hesum tíðarskeiðnum og spurdu vit løgmann, um hann nakrantíð hevur kent seg hóttan í so máta? - Nei, tað kann eg als ikki siga. Tíbetur. - Kann tað hava nakað við tað at gera, at tú hevur eina medferð og sinnalag, sum meira er afturhaldandi og ikki áleypandi? - Tað veit eg ikki. Men eg havi følt, at eisini fólk, sum ikki eru politisk samd við mær, hava bara verið siðilig móti mær. Á rætta sporinum Løgmaður heldur, at vit eiga ikki at yvirdramatisera tingini. Men vit skulu vanda okkum eitt sindur um, soleiðis at vit ikki sjálvi eru við til at koma okkum út í eina ringa støðu. Eru fólk, sum hava sálar- ligar trupulleikar av einum- hvørjum slag, so kann ein ógvuslig debat ella politisk uppgerð, væl saktans út- loysa eina reaktión hjá slík- um fólki, sum er sera óheppin. Og tað kunnu vit sum politikarar so í øllum førum royna at medvirka til at fyribyrgja. - Demokrati og orðaskifti eru góð. Men vit mugu tryggja, at tey eru á rætta sporinum. Ósakligt orðaskifti kann fáa avleiðingar Løgmaður hevur ongantíð kent seg hóttan seinastu seks árini, hóast tað mangan hevur leikað hart á. Hann heldur, at tað vit kunnu læra av hendingini í Svøríki, er, at politikarar eisini royna at vanda sær og royna at halda politiska orðaskiftið á einum rímuligum og sakligum støði C M Y K 5 4