fríggjadagur 19. september 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 178 - 20. september 2003
Nr. 178 - 20. september 2003
5
Klaksvíkar bókasavn
fer aftur at skipa fyri
tiltøkum í vetur. Byrj-
að verður aftur týs-
kvøldið 23. september
við einum einum
fyrilestri
TILTØK
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Fyrilesturin, sum verður
týskvøldið, verður hildin av
Doris Hansen. Hann fer at
snúgva seg um støðuna hjá
teimum brekaðu í dag.
Føroya Landsstýri hevur
avgjørt, at 2003 skal verða
ár teirra brekaðu. Føroyar
eru sostatt eitt av mongum
evropeiksum londum, sum
hava valt at seta viðurskifti
teirra brekaðu á dags-
skránna í ár. Hetta skal
verða við til at flyta mørk og
broyta almenna hugburðin,
so framtíðar forðingar fyri
tey brekaðu verða eitt sindur
lættari at vinna á.
Bókasavnið hevur eisini
valt at varpa ljós á " Ár
teirra brekaðu" og tískil
byrja tiltøkini í ár við ein-
um fyrilestri um støðuna
hjá teimum.
Nýtt tiltak
Bókasavnið hevur saman
við barnaansingarstovnun-
um í fleiri ár havt tiltøk fyri
børnum undir skúlaaldur, og
nú er tíðin komin eisini at
gera okkurt fyri børnum,
sum ganga í skúla. Tí er ætl-
anin í vetur at fara undir eitt
nýtt tiltak fyri børnini.
Annan hvønn hósdag verður
upplestur og byrjað verður
hósdagin 25. september
klokkan 17. Tá verður lisið
úr bókini "Emil úr Lønne-
bergi".
Øll børn eru vælkomin til
upplesturin eisini saman
við foreldrum.
Ein skrá er gjørd yvir
upplestrardagarnar, og hvat
lisið verður. Skráin fæst á
bókasavninum og sæst á
heimasíðuni hjá bókasavn-
inum www.kb.fo.
Tiltøk á Klaksvíkar bókasavni
Lasse Klein í trupulleikum
Fyri fáum døgum síð-
ani varð gjørt vart
við, at formaðurin í
landsfelagi Sjálvstýr-
isfloksins, Lasse
Klein, á duldan hátt
hevði umsett grein úr
donsku Weekenda-
vísini til egið lesara-
bræv, og kann hann
nú koma í trupul-
leikar. Bæði formað-
urin í danska blað-
mannafelagnum og
løgfrøðiligi konsul
felagsins meta tað
vera brot á lógina um
upphavsrættin, og
kunnu teir krevja
stórt endurgjaldskrav
ella fara í rættin, um
tíðindamaðurin á
Weekendavísini, Hans
Mortensen, ynskir
hetta
LÓGARBROT
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Í seinastu viku hevði Lasse
Klein lesarabræv í Dimma-
lætting og Sosialinum við
heitinum "Ein samgonga á
vegamóti". Síðani kom í
øðrum
lesarabrævi
frá
Sjúrða Skaale fram, at
greinin í brotum varð um-
sett orðarætt úr atfinnandi
grein um bretsku Blair-
stjórnina í donsku Week-
endavísini, uttan at víst
varð á nakra keldu. Bert
vórðu nøvnini á politiskum
flokkum skift út.
Lasse skal gjalda við
kassa 1
Formaðurin í landsfelagi
Sjálvstýrisfloksins, Lasse
Klein, hevur síðani víst á,
at hann bert hevur fingið
íblástur og ikki umsett nak-
að, men danska blað-
mannafelagið ynskir nú at
hyggja nærri at málinum,
sum kann fáa avleiðingar
fyri sjálvstýrismannin.
- Talan er um brot á lóg-
ina um upphavsrætt, og
tískil fara vit beinanvegin at
hyggja nærri at málinum og
upplýsa viðkomandi tíð-
indamann á Weekenda-
vísini um hetta, og so er
tað í seinasta enda hansara
avgerð, um vit sum fak-
felag skulu fara víðari við
málinum, sigur formaðurin
í danska blaðmannafelagn-
um,
Mogens
Blicher
Bjerregaard.
Spurdur, hvørjar ítøki-
ligar avleiðingar kunnu
væntast, sparir formaðurin
ikki uppá krútið.
- Uttan sjálvur at hava
kannað málið kann eg við
støði í upplýsingunum úr
Føroyum siga, at Lasse
Klein skal gjalda við kassa
1. Endurgjaldskrav verður í
fyrsta lagi kravt frá honum,
um Hans Mortensen á
Weekendavísini ynskir tað,
og síðani kann málið fara
víðari í rættin, um tað verð-
ur neyðugt, vísir ein av-
gjørdur fakfelagsformaður
á.
Fleiri lógarbrot
Løgfrøðiligi konsulin í
danska blaðmannafelagn-
um, Christian Dølpher, vís-
ir somuleiðis á, at Lasse
Klein hevur framt lógarbrot
á fleiri økjum.
- Fyrst og fremst hevur
hann ikki søkt um loyvi at
nýta greinina, síðani hevur
hann tikið æruna fyri sjálv-
ur at vera høvundur uttan at
upplýsa keldur, og í triðja
føri hevur hann í veruleik-
anum broytt eina grein hjá
øðrum tíðindamanni við at
skifta nøvn á flokkum út.
Við hesum hevur hann
framt fleiri lógarbrot, sigur
løgfrøðingurin.
Víðari vísir hann á somu
avleiðingar sum formaður-
in, og undirstrikar hann, at
farið verður víðari við mál-
inum.
-
Tíðindamaðurin
á
Weekendavísini skal fyrst
og fremst upplýsast um
málið frá okkum, og síðani
er tað í seinasta enda hans-
ara avgerð, um vit sum fak-
felag skulu ákæra Lassa
Klein. Í fyrstu atløgu fara
vit í øllum førum víðari við
málinum til Hans Mort-
ensen á Weekendavísini.
Um hendingin gerst rættar-
mál, kemur tað sambært
løgfrøðinginum
undir
heitið "civilt søgsmål".
Stórt endurgjaldskrav
Løgfrøðiligi
konsulin
Christian Dølpher sigur, at
talan kann gerast um stórar
peningaupphæddir, hóast
hann ikki longu nú kann
upplýsa,
hvussu
stórt
endurgjaldskravið verður.
- Við fleiri brotum á lóg-
ina um upphavsrætt kann
føroyski politikarin koma
at gjalda stóra peningaupp-
hædd, men nøgdin á endur-
gjaldskravinum er eisini
tengd at, hvussu tíðarkrevj-
andi greinin hevur verið
fyri Hans Mortensen á
Weekendavísini. Løgfrøð-
ingurin á blaðmannafel-
agnum sigur, at hevur Hans
Mortensen nýtt nógva tíð,
kann upphæddin gerast enn
størri.
Christian Dølpher vísir tó
á, hvussu avgerandi tað er,
um Lasse Klein hevur
beinleiðis umsett ella bert
fingið íblástur.
- Tað er jú altíð loyvi at
fáa íblástur, og tískil mugu
vit nú kanna, í hvussu
stóran mun hann hevur nýtt
greinina hjá Hans Mort-
ensen.
Weekendavísin
seinasta orðið
Sum áður nevnt fer danska
blaðmannafelagi í øllum
førum at hyggja nærri at
málinum og upplýsa Week-
endavísina um, hvat Lasse
Klein hevur gjørt, og síðani
mugu teir bíða eftir aftur-
svarið frá blaðnum.
- Um blaðmaðurin ella
Weekendavísin ynskja at
hyggja nærri at málinum og
møguliga krevja endurgjald
fyri beinleiðis umseting
ella kopiering, taka vit
ábyrgdina í størsta álvara at
verja rættindini hjá okkara
limum, men tað er so teirra
avgerð, hvat víðari hendir,
sigur Christian Dølpher,
løgfrøðiligur
konsul
í
danska
blaðmannafel-
agnum.
Viðmerkjast
skal,
at
yvirritaði ikki fekk orðið á
Hans Mortensen frá Week-
endavísini,
sum
hevur
seinasta orðið.
Soleiðis samanber
Sjúrður Skaale í
lesarabrævi 15.
september
greinarnar báðar,
og er hetta eitt av
fleiri líkandi
dømum.
Weekendavísin:
"De
(t.e. Blair stjórnin, ss)
kom ind med en fant-
astisk entusiasme, og en
overvældende
styrke.
Og de besluttede at
fortsætte
på
samme
måde i regering, som de
havde gjort i opposition.
Med de samme metoder.
Derfor
lækkede
de
alting. Parlamentet får
ikke længere tingene at
vide først. Regeringen
lækker
til
venligt-
sindede journalister. Det
er mangel på respekt for
parlamentet. Det skaber
foragt for politik, og det
skader journalistik i
ekstrem grad. Journal-
ister har måttet finde sig
i at blive hængt ud, tyr-
anniseret og undergrav-
et i forhold til redaktør-
er. Beskeden er: Hvis du
skriver som vi vil have,
får du noget. Hvis ikke
er din karriere i fare."
Lassi Klein: "Teir yvir-
tóku landsins stýri við
eini ótrúligari idealismu
fyri skjótt seks árum
síðani, og ruddaðu alt
framman fyri sær við
einari styrki sum ikki
var sædd áður, og teir
samtyktu at halda fram í
landsstýrinum á sama
hátt sum teir høvdu
gjørt í andstøðu. Við
somu atferð. Hetta er
orsøkin til, at teir leka
øll tíðindi. Løgtingið
fær ikki longur boð-
skapin um málsviðgerð-
irnar fyrst. Landsstýris-
menn leka til góðu vinir
sínar í fjølmiðlaheim-
inum. Eingin virðing er
fyri løgtinginum longur.
Hesin
arbeiðsháttur
skapar vanvirðing fyri
politiska arbeiðinum, og
skaðar
arbeiðið
hjá
journalistum í stóran
mun.
Fjølmiðlafólk
hava verið noydd at
funnið seg í at verða
hongd út, kúgað og
trælkað.
Boðini
eru
greið: skrivar tú sum vit
vilja hava, so fært tú
nakað. Um ikki, so er
tín karriera í vanda."
Lasse Klein kann í framtíðini
koma í trupulleikar vegna
brot á lógina um upphavs-
rætt. - Lasse Klein skal gjalda
við kassa 1, um hann hevur
framt lógarbrot, og um
tíðindamaðurin á Weekenda-
vísini ynskir hetta, sigur for-
maðurin á danska blað-
mannafelagnum
Í aftursvari sínum til
skuldsetingarnar um
lógarbrot og møgu-
ligu avleiðingarnar
sigur Lasse Klein, at
alt ov nógv er gjørt av,
og at hann ikki óttast
stórvegis avleiðingar.
– Vit fáa øll íblástur
okkara ymsastaðni
frá, sigur formaðurin
í landsfelagi sjálvs-
týrisfloksins
LÓGARBROT
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Lasse Klein kennir seg ikki
hóttan, hóast hann sambært
berandi kreftum í danska
blaðmannafelagnum hevur
framt brot á lógina um
upphavsrætt.
- Eg kann ikki hugsa
mær, at teir fara víðari við
málinum. Teir skuldu held-
ur fegnast um, at greinir
teirra verða nýttar, sigur
Lasse Klein. Hann vísir á,
at hóast greinin í Week-
endavísini
um
bretsku
Blair-stjórnina varð nýtt
sum útgangsstøði í lesara-
brævi hansara um Tjóð-
veldis- og Fólkaflokkin,
varð talan um egin sjónar-
mið, sum hóska til føroysk
viðurskifti.
- Tveir dagar eftir, at eg
fekk áheitan frá Fregnum at
skriva til blaðið, læs eg úr
Weekendavísini,
og
tá
gjørdi eg av at nýta grein-
ina um bretsk viðurskifti til
mína
egnu
skriving
í
Fregnum, og fólk eru samd
við mær í, at somu hugsanir
eru galdandi fyri føroysku
samgonguna, sigur Lasse
Klein.
Ásannar eisini mistak
Tó sigur sjálvstýrismaðurin
úr Eysturoynni, at hann
skuldi havt upplýst um
kelduna.
- Eg havi viðgingið, at eg
skuldi gjørt greitt, hvaðani
íblástur mín kom, og tað er
so eitt mistak, eg ásanni, og
so er málið út av verðini,
sigur Lasse Klein, sum als
ikki metir talan vera um
nakað lógarbrot.
- Vit fáa øll íblástur
okkara ymsastaðni frá, og
um hetta skal dragast fram,
skulu rættiliga nógv onnur
mál eisini fram í ljósið,
vísir hann á. Lasse spyr,
hvussu ein t.d. kann skriva
nakað um Magnus Heina-
son, um hann ikki hevur
fingið upplýst um søguligu
mannin í søgubókum okk-
ara, og á henda hátt nýta vit
øll keldur ymsastaðni frá til
egið brúk.
- Stórir søguligir menn
høvdu vent sær í grøvini,
um teir ikki vórðu endur-
givnir av ættarliðunum eftir
teir, vísir Lasse Klein á.
Yvirdrivið
Lasse Klein harmast um, at
gerð hansara á henda hátt
verður gjørd til nógv meiri,
enn hon í veruleikanum er.
- Eg havi bert lýst
føroysku politisku viður-
skiftini við støði í út-
lendskari grein, sum hósk-
aði sera væl til, og tískil er
hetta yvirdrivið, har alt ov
harðliga er farið til verka.
Hóast hann ásannar, at
hann skuldi upplýst um
kelduna úr Weekendavísini,
metir hann seg als ikki hava
framt revsivert brot á
lógina um upphavsrættin,
og hevur hann ongar við-
merkingar til skuldseting-
arnar frá danska blað-
mannafelagnum.
Lasse Klein vísir skuldsetingum aftur
C
M
Y
K
5
4