Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 177 - 19. september 2003 Nr. 177 - 19. september 2003 7 Í sambandi við at føroyska sjómans- kirkjan er farin út um 20 ára dagin, og at ein nýggjur sjómans- prestur er settur í Hull, var ein hátíðar- gudstænasta hildin í Glyvra kirkju seinasta sunnudag HÁTÍÐARHALD Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Hátíðargudstænastan var klokkan 11 sunnumorgun- in. Tey trý Meinhard Bjartalíð, prestur, Hans Jacob Joensen, bispur og nýggi sjómanspresturin í Hull, Hjørdis Kjærgaard høvdu gudstænastuna. Meinhard var við altarið, bispur helt eina sera áhuga- verda røðu og Hjørdis helt prædikuna. Ætlanin við hátíðarguds- tænastuni var fyri tað fyrsta at at varpa ljós á søguna hjá sjómanskirkjuni. Í sambandi við gudstæn- astuna hevði sjómanskirkj- an boðið fólki, ið vara av henni við. Henning Bøges- vang við konu, aðalskrivar- anum í donsku sjómans- kirkjuni við konu, um- boðum fyri kirkjuráðunum og bønarhúsunum í Føroy- um og umboðum fyri manningarfeløgini. Eisini vóru nøkur, sum hava verið úti fyri sjómanskirkjuna til- staðar hendan dagin. Jógvan Fríðriksson, for- maður í nevndini fyri før- oysku sjómanskirkjuni, sig- ur, at hetta er á fyrsta sinni, at tann føroyska sjómans- kirkjan hevur goldið fyri ein prest. – Vit hava fingið stuðul frá landinum til okkara virksemi, og tað kemur væl við, sigur hann fegin. Onkur hevur havt hug til at undrast eitt sindur á, at føroyska sjómanskirkjan setur prest í Hull, men tað heldur Jógvan Fríðriksson als ikki vera so undrunar- vert. – Tað gerst alt meiri og meiri vanligt, at føroyingar fara til Onglands at nema sær útbúgving, og hartil skal ein møgulig komandi oljuvinna havast í huga. Og ikki at gloyma bondini, sum vórðu knýtt millum Føroyar og Ongland undir seinna veraldarbardaga, tá mong – kanska serliga nógvar kvinnur – giftust til Ong- lands, sigur Jógvan og legg- ur afturat, at føroyingar hava jú altíð siglt til Onglands. – Aðalmálið hjá okkum er at taka okkum av teim- um, sum koma í havn og so ta staðbundnu kirkjuna, sigur hann. Vitja Klaksvík og Viðareiði Tá eitt tílíkt ferðalið kemur á fyrsta sinni til Føroya, vitja tey ofta fleiri støð. Mánadagin gekk leiðin hjá teimum í Norðoyggjar, har tey vitjaðu Klaksvík og Viðareiði. Tey komu til Klaksvíkar mánamorgunin og steðgaðu hampuliga longi í kirkjuni, har Hans Eiler Hammer, prestur, tók ímóti. Síðani gekk leiðin til Viðareiðis í kirkjuna og í prestagarðin í Ónagerði, har Elsa Funding vísti teimum runt. Jógvan Fríðriksson sigur, at valið fall á júst hesi støðini og hesar kirkjunar, tí at tað var hildið, at vera so vakurt. – Harafturat eru hetta jú staðkent fyri okkum, sigur Jógvan Fríðriksson, sum sjálvur var prestur á Viðar- eiði og búsitandi í Ónagerði eitt tíðarskeið. Eisini Mein- hard Bjartalíð hevur verið prestur á Viðareiði. Og Henning Bøgesvang var prestur í Klaksvík í mong ár. So hetta kann uttan iva sigast at vera sera staðkent fólk, sum vitjaði mána- dagin. Mánakvøldið fóru tey úr aftur Klaksvík, og týsdagin gekk leiðin av aftur landin- um. Føroyska sjómanskirkjan: Hátíðarhelt 20 ára dagin Hans Jacob Joensen, bispur, helt eina sera áhugaverda røðu undir hátíðargudstæn- astuni í Glyvra kirkju. Aftan- fyri hann síggjast Meinahard Bjartalíð, sum var við altar- ið, og Hjørdis Kjærgaard, nýggi sjómanspresturin í Hull Mynd: Maria Olsen Heilt nógv fólk vóru savnað í kirkjuni hesa hátíðarløtu. Føroyska sjómanskirkjan varð sett á stovn í Runavík í juli 1981, og tí var avgjørt at halda gudstænastuna í Glyvra kirkju Mynd: Maria Olsen Mánadagin var ferðaliðið og vitjaði Christianskirkjuna í Klaksvík. Seinni um dagin gekk leiðin til Viðareiðis, har Elsa Funding, prestur, tók ímóti og vísti teimum kirkjuna og prestagarðin Mynd: Maria Olsen Landsverkføðingurin hevur biðið um eyka- játtan til at betra um parkeringsviðurskifti ni við flogvøllin. Einki svar er komið enn PARKERINGS- VIÐURSKIFTI Edvard Joensen Vágar: Bíðað verður eftir pengum til at víðka um parkeringplássini við flog- vøllin í Vágum. Oyvindur Bromnes, landsverkfrøðingur, sigur, at søkt er um at fáa einar 500.000,- krónur á eyka- játtanarlógini, sum er á veg. Men enn er einki svar komið. Hann sigur at fyri hesar pengarnar kunnu gerast eini 40 - 50 parkeringspláss aftur at teimum verandi. Tað hevði hjálpt væl upp á støðuna, hóast tað ikki er í námind av teirri ætlanini, sum fyrr hevur verið frammi. Hóast nakað væl er liðið út á árið, væntar landsverk- frøðingurin, at tað ber til at gera hetta arbeiðið í ár, um pengarnir verða játtaðir nú beinanveg. Tað er nakað trongligt, sum er við flogvøllin, og hóast nýggj parkerings- skipan varð sett í verk herfyi, eru ikki øll, sum halda, at tað er nóg gott enn. Líkt er til, at fólk ikki hava hug at gjalda fyri at lata bilin standa við flog- vøllin. Og tey plássini, har gjald ikki verður tikið, eru tíðaravmarkað, so har ber heldur ikki til at lata bilin standa, um ein eitt nú ætla sær av landinum ella kanska skal til arbeiðis á flogvøllinum. Tað ger so, at onkur framvegis bókstavi- liga setir bilin »við síðuna av« vegnum. Eisini til Gásadals Landsverkfrøðingurin hev- ur eisini søkt um eykajáttan til tunnilin til Gásadals, sigur Oyvindur Brimnes. Men heldur ikki her ber til at siga í løtuni, hvussu úr- slitið verður. Tað er nakað væl eftir at gera í samband við tunnils- gerðina til Gásadals. Loftið er um at vera liðugt tryggj- að. Men vegurin bæði inni í tunlinum og oman til Gása- dals er eftir at gera. Portal- arnir báðumegin skulu gerast, og øll trygdarút- gerðin, sum skal vera í tunlinum, skal fáa til vega. Oyvindur Brimnes sigur, at hetta er ikki nakað, sum verður gjørt liðugt í ár. Langt frá tí. Og hvussu verður næsta ár, veit hann heldur ikki. – Her er talan um upp- hædd upp á nakrar milli- ónir, sum brúkast skulu enn, sigur Oyvindur Brim- nes, landsverkfrøðingur. Bíða eftir eykajáttan Ongantíð áður hevur hyggjaraskarin í stóru kykmyndahøllini í Havn verið størri, og umframt at Havnar Bio setti met í fjør, verður eftir øllum at døma nýtt met í 2003. – Ikki minst orsakað av, at stórfilmar sum Ringanna Harri og Matrix koma skjótari til landið, sigur Jákup Eli Jacobsen, stjóri í P/F Bio BIOGRAFUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo - Vit settu met í 2002, men tað skal okkurt ógvusligt henda, um vit ikki aftur í ár seta met! Soleiðis sigur stjórin í P/F Bio, Jákup Eli Jacobsen, um gongdina og alsamt vaksandi hugin hjá føroyingum at fara í bio- graf. Heimsfrumsýningar í Føroyum Jákup Eli Jacobsen ynskir ikki at upplýsa ávís hagtøl um, hvussu nógvir kundar hava leitað sær oman í biografin seinasta árið, men leggur hann eina við, at talan hevur verið um størstu fjøldina nakrantíð, og at tvær høvuðsorsøkir burturav eru til hetta. - Fyrst og fremst er orsøkin sjálvsagt, at fleiri av filminum í ár og í fjør hava verið rættiliga góðir stórfilmar, sum økja um hugin hjá fólki at fara í bio- graf, sigur Jákup Eli Jacob- sen. Sum dømi nevnir hann Í hesum høpi filmarnar Ringanna Harri 2 og Matrix 2, men umframt góðu filmarnar vísir hann eisini á týdningin, at filmarnir í dag koma skjótari til Føroya enn áður. - Vit hava havt fleiri heimsfrumsýningar í ár, og tað er av alstórum týdningi, at filmarnir á fyrsta sinni verða sýndir í Føroyum samstundis sum í londun- um kring okkum, sigur stjórin í Havnar Bio. Hann vísir á, at um ein filmur kemur ov seint til Føroya, er hann longu innfluttur á DVD gjøgnum alnótina, umframt at fólk missa hug- in, hava tey lisið ella hoyrt ov nógv um ein film uttan- lands, sum langt um leingi verður sýndur í Føroyum og er farin av móta. Á hesum øki eru Føroyar við avtalu tengdar at Dan- mark, sum í løtuni sýna stórfilmarnar sera skjótt, og tískil er talan sambært stjóranum um ein fyrimun hjá partafelagnum at vera knýtt at Danmark. Fleiri stórfilmar eftir Sum gongdin er nú, verður met aftur sett í ár, ikki minst tá havt verður í huga, at fleiri stórfilmar eru á skránni áðrenn ársskiftið. - Matrix 3 og Ringanna Harri 3 eru enn ikki sýndir, meðan størsti Disney film- urin nakrantíð, Finding Nemo, eisini verður at síggja í nærmastu framtíð, og tískil er tað næstan heilt vist, at nýtt met verður sett, sigur Jákup Eli Jacobsen. Ein kundi hugsað sær, at talan júst var um mótsætta rák, nú fleiri og fleiri hava ognað sær parabolir við nógvum rásum og video, men hetta tykist ikki ávirka biografin. - Fólk vilja heldur fara í biograf saman enn sita heima í støvuni, tí tað er jú ein heilt øðrvísi uppliving, og tískil tykist gongdin við alt fleiri rásum og møgu- leikum í húsarhaldinum ikki ávirka høga kundatalið í Havnar Bio, metir stjórin í P/F Bio at enda. Í løtuni arbeiða trý fólk fulla tíð í biografinum í Havn, meðan 11 arbeiðs- fólk tilsamans eru tengd at arbeiðsplássinum. Havnar Bio setir met - Havnar Bio setti met við hyggjaraskara í 2002, men í ár bendir alt á, at nýtt met verður sett, ikki minst orsakað av filmum sum Ringanna Harri og Matrix, sigur Jákup Eli Jacobsen, stjóri í P/F Bio Parkeringin við flogvøllin hevur mangan verið rættiliga tilvildarlig C M Y K 7 6