Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 178 - 20. september 2003 Nr. 178 - 20. september 2003 7 Framsýningin Gluggaglæma í Müllers Pakkhúsi er opin í dag og í morgin afturat. Serliga áhugavert er at síggja, at fólk taka tað gamla til sín og endurnýggja tað, halda fyrireik- ararnir HEIMAVIRKI Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Tað er seliga hugaligt at staðfesta, at fólk taka tað gamla til sín, virka tað víðari og fáa heilt nýggjar vørur burturúr, sigur Randi Vang, sum er ein teira, sum varðar av framsýningini Gluggaglæma, sum verður hildin í Müllers Pakkhúsi – Vit hava ofta fyrr sæð, at tað serliga eru hesar ungu konurnar, sum gera klæði, ið tær geva nýtt snið. Taka støði í gomlum pløgg- um og útvikla tey so til nakað heilt nýtt, ið vit kortini veruliga kennast við, sigur Randi Vang. Men tað, sum er serliga hugaligt nú, er, at nú eru ungir menn eisini farnir at vísa seg í so máta. Teir taka gomul handverk upp aftur og byggja víðari á tey. Randi Vagn heldur tað vera sera týdningarmikið við slíkum framsýningum. Tað byrjaði i síni tíð við Hondum og Hugflogi í ítróttarhøllini. Men tann framsýningin datt av yms- um orsøkum niðurfyri. Nú hava so einstaklingar, sum hava tilknýti til Heima- virkisfelagið, tikið stig til hesa framsýningina, sum verður hildin undir heilt øðrum umstøðum. – Støðið er hækkandi, staðfestir Randi Vang. Tað tykist, sum fólk leggur meira í tað, sum kemur fram. Tað verður ivaleyst brúkt meira tíð upp á tað. Ikki tí at tað loysir seg fíggjarliga, heldur hon. Men tað tykist, sum fólk kortini hava hug at hanga í. Tað man vera gleðin um tað, tey skapa, sum ger, at tey halda á, sigur hon. Tað er hugaligt, heldur hon, at kunna staðfesta, at fólk veruliga trúgva uppá, at tað finst gamalt, sum hevur eina framtíð fyri sær, tá arbeitt verður við tí, so tað alla tíðina er tíðar- hóskandi. Um framsýningina sjálva sigur Randi Vagn, at enn vita tey ikki, um hetta tiltakið er komið fyri at verða, men at tey sjálvandi vóna tað. Hendan fyrsta framsýningin varð ætlað at standa uppi einar átta dagar, og verður hon opin leygardagin og sunnudagin afturat. Leygardagin frá klokkan 10.00 til 22.00, og sunnudagin frá klokkan 14.00 til 20.00. Í grundini er ikki talan um nakra framsýning uttan eina sonevnda »Works- hop«, har luttakararnir alla tíðina eru til staðar og sýna fólki, hvussu arbeitt verður. Ymiskt er, hvussu leingi hvør luttakari er við í til- takinum. Onkur er ein dag, summmi tveir og onkur annar er fleiri dagar. Men tað skiftir alla tíðina. Eitt, sum Randi Vang fegnast um, er, at ein ungur maður er við á sýningini við bátasmíði. Hetta gamla handverkið, sum fleiri hava óttast fyri skuldi fara at detta burtur. Men nú er líkt til, at tað er við at koma seg aftur. Onkur smíðar kapp- róðrarbártar, og í Glugga- læmuni síggja vit ungan mann úr Kollafirði, sum beinleiðis hevur lagt seg eftir at smíða føroyskar bát- ar. Hann hevur verið í læru hjá gomlum bátasmiði, og tað er avgjrt at fegnast um, heldur Randi Vang. Tórshavnar Kommuna hevur við vælvild stuðlað tiltakinum við at leggja høli til, og Vinnuframagrunn- urin hevur eisini stuðlað við eini peningaupphædd. Tey førningin fram eftir bera Í glæmuni frá glugganum situr hon og skapar nýtt burtur úr gamlari klædnamentan. Hon ber førningin víðari og flytir hann fram á vegin til tey næstu at lyfta Mynd: Jens Kristian Vang Tað er rættiliga nógv at hava í huganum, tá ein hevur høvuðs- ábyrgdina av einum tiltaki sum Vest- norden Travel Mart. Semja var um á stevn- uni í ár, at fyrireik- ingin hesaferð hevði verið av tí allarbesta STEVNULEIÐSLA Edvard Joensen Vestnorden Travel Mart: Hon varð biðin um at taka sær av samskipanini av Vestnorden Travel Mart. Hon fekk eitt gott hálvt ár til uppgávuna, og tað greiddi Birna Jacobsen til fulnar, eru ferðavinnufólk á Vestnorden Travel Mart samd um. Tað er ikki smávegis at fara undir eina slíka fyri- reiking, greiðir Birna Jacobsen frá. Og leggur í sama andadrátti afturat, at uttan rættiliga góða hjálp og stuðul frá teimum, sum dagliga arbeiða á Ferðaráð Føroya, hevði úrslitið held- ur ikki verðið, sum tað varð. Sjálv arbeiðir Birna Jac- obsen dagliga hjá Atlants- flogi, men varð í vár flutt á Ferðaráðið at taka sær av Vestnorden Travel Mart, sum skuldi verða í Føroy- um nú í heyst. Nú Vestnorden Travel Mart er av, fer Birna Jacob- sen aftur í gamla starv sítt hjá Atlantsflogi, hóast Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya, sigur, at hann væl kundi hugsað sær, at hon helt fram á Ferðaráðnum. Byggir á tað undanfarna Nú hevur Vestnorden Trav- el Mart verið hildið í áravís, so eyðvitað er, at ymsar royndir eru, ein fyrireikari kann fáa nyttu burturúr. Og soleiðis er eisini her, sigur Birna Jacobsen. Tað fyrsta, sum er at gera, greiðir hon frá, er at fáa samband við tey, sum skipaðu fyri teirri seinastu stevnuni av hesum slagn- um. Tað vóru íslendingar, sum hildu stevnuna á Ak- ureyri í fjør. Høvuðsfyrireikarin hað- ani kom til Føroya, fyrsta sum fyrireikingarnar til stevnuna í ár vóru byrjaðar, við øllum databasum og upplýsingum annars, sum hoyra til Vestnorden Travel Mart. Hetta verður alt flutt ímillum fyrireikararnar, eins og olympiska flaggið verður latið tí, sum skal vera vertur næstu ferð. Í hesum goymslum eru adressur og upplýsinar av øllum handa slag, sum hava við ferðavinnuna at gera. Og tað legst bara til ár um ár, sum rímiligt er. Í einar fimm dagar var ís- lendski fyrireikarin í Før- oyum og setti føroyingarnar inn í viðurskiftini. So í gongd So var at fara í gongd av álvara. Fyrst at senda innbjóðingar út og síðan at skráseta, hvør kom við á stevnuna. Skipa fyri tí fíggjarliga, biða um tilboð upp a flutning, bústað, mat, prenting av faldarum o.t., og alt annað millum himm- al og jørð, sum hugsast skal um, tá soleiðis er. Tað fyrsta er at senda Ferðaráðunum í londunum, sum vara av Vestnorden Travel Mart, umframt teim- um stóru flutningsfeløg- unum í økinum, ein lista við møguligum stevnulu- ttakarum. Hesi verða so út- vald og fáa eina innbjóðing. At talan er um at velja út, hvør skal bjóðast við til stevnuna, er tí, at tað skulu vera feløg og fyritøkur, sum leggja seg eftir at keypa og selja ferðir í Útnorði. Tað dugir jú ikki at hava ein framsýnara á Vestnorden Travel Mart, sum leggur seg eftir at senda ferðafólk á safari í Tanzania. Tað er greitt. Men tað eru verri enn so øll, sum svara aftur kortini, hóast tey fáa eina innbjóð- ing. Einar 1.500 slíkar vórðu sendar, men luttak- aratalið á stevnuni lá um tey 400, tá alt var íroknað. Bæði vertir, VIP'arar og pressa. Tað er fyri ein stóran part ferðavinnufólk úr Europa, sum koma á stevnuna. Men onkur var úr Australia, og fleiri vóru úr USA, enn sæð hevur verið undanfarin ár. Tað kundi verið líkt til, heldur Birna Jacobsen, at amerikanarar meta okkara øki sum trygt øki at ferðast í. Tað fíggjarliga er ikki bara nakað, ein fyrireikari soleiðis av sínum einting- um setir í verk. Fyrst verður ein fíggjar- ætlan gjørd, sum síðan skal leggjast fyri hægstu leiðslu WTB, sum er ovasta leiðsl- an hjá ferðaráðunum í Útnorði, Westnorden Travel Board, har Heri Niclasen í seinastuni hevur verið formaður. Tá hetta er gjørt, er av álvara klárt at fara undir verkætlanina Vest- norden Travel Mart. Øll kunning og alt sam- skifti annars hevur gingið um heimasíðuna hjá Vest- norden Travel Mart - www.vestnorden2003.fo. Har hava allir upplýsingar verið lagdir út, eins og tilmelding eisini er farin fram har. Tað eru í stóran mun gamlir kenningar, sum ganga aftur, váttar Birna Jacobsen. Tó koma av og á nýggj fólk og fyritøkur við. Hesaferð var tað serliga hugaligt at kunna bjóða hetlendingum vælkomnum á stevnuna. Teir vóru við sum eygleiðarar við egnum bási og fara so at gera av, um hetta er nakað, teir kanska fara at gera fast í framtíðini. Umstøðurnar Umstøðurnar at halda slíka messu eru hampiligar í Havn. Ítróttarhøllin er ein brúkiligur karmur um slíka messu, men gistingarpláss mangla í stóran mun. Tað er eingin ivi um, staðfestir Birna Jacobsen. Tey hava valt at lata allar stevnuluttakararnar búgva í Havn fyri at vera so nær sjálvum stevnuøkinum sum gjørligt. Men tað var bara møguligt, tí Smyril Line tók Norrønu úr sigling í tríggjar dagar og legði hana í Havn sum hotelskip, með- an Vestnorden Travel Mart varð hildin. Umborð á Nor- rønu búðu umleið hálvt- triðjahundrað fólk hesar dagarnar. Hinir luttakaranir gistu á Hotel Hafnia, Hotel Føroy- um og Hotel Tórshavn (Sjómansheiminum). Fyrireikararnir hava so heldur valt at lata onnur standa fyri matgerðini. Eitt nú hevur Hotel Vágar verið við til at gera mat til okkurt av tiltøkunum á stevnuni. Nógv at minnast til Birna Jacobsen hevur seinastu sjey mánaðarnar burtur av arbeitt við at fyrireika Vestnorden Travel Mart. Nú stevnan er liðug, fer hon aftur í starv hjá Atlantic Airways Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6