fríggjadagur 19. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 177 - 19. september 2003
Nr. 177 - 19. september 2003
9
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Í dag eru 30 ár liðin síðani
Tummas Pauli Thomsen
byrjaði sum prentari á
Sosialinum.
Tummas Pauli er sonur,
Elisabeth, f. Joensen, úr
Havn, og Edvin Thomsen,
ættaður úr Nólsoy.
Tá hann knapt 14 ára
gamal fór úr barnaskúlan-
um, ætlaði hann sær at fara
at læra til bilmekanikara,
men meðan hann bíðaði
eftir at fáa lærupláss, fekst
hann við ymist fyrifallandi,
m.a. at falsa og pakka
blaðið 14. SEPTEMBER á
prentsmiðjuni úti í Horna-
bø, í somu gøtu sum
Tummas Pauli búði tá.
Maskinurnar á 14. SEP-
TEMBER vóru ikki í
góðum standi, so tað var
ógvuliga ymiskt, nær blað-
ið var liðugt prentað, mang-
an kundi klokkan verða
bæði 5 og 6 um morgunin,
áðrenn klárt var at fara á
posthúsið við blaðnum.
Meðan bíðað varð eftir at
blaðið varð klárt at prenta,
stytti hann sær stundir við
at spæla sær við setikøss-
unum, og tá ein mikla-
dalsdrongur nakað seinni
kom í læru á 14. SEP-
TEMBER, lærdi Tummas
Pauli hann setikassan, tí
Hans Petur Petersen, sum
var prentari á 14’anda um
hetta mundið, hevði nokk at
gera við at fáa seti-
maskinuna at koyra.
Hesin mikladalsdrong-
urin fór so norður til Mikla-
dals á páskum, men tá hann
ikki møtti til arbeiðis 3.
páskamorgun, ringdi blað-
stjórin, Erlendur Patursson,
til Tummas Paula at biðja
hann koma at hjálpa teim-
um at gera tað eina blaðið.
Men hetta bleiv til fleiri
bløð, og tá hann hevði
arbeitt har í umleið eitt
hálvt ár, og lærlingurin ikki
var komin afturíaftur, fór
hann at hugsa um at fáa ein
lærusáttmála, tí einki røkt-
ist fyri at bilverkstaðurin
hjá Frits Jensen, sum helt til
hjá Sigird av Reyni í
Rættará, fór at taka nakran
lærling. Meðan hann lærdi,
bleiv avgerð tikin um, at
eingir nýggir prentara-
lærlingar sluppu á Tekniska
skúla í Føroyum men máttu
niður til Danmarkar á
skúla. Men hetta kom ikki í
rættlag fyrr enn eftir at
lærutíðin var liðug, so tað
bleiv bert til fýra vikur í
skúla og so upp til sveina-
roynd, sum varð liðug 14.
september 1965.
Síðan arbeiddi hann á
ymsum prentsmiðjum í
Havn, hjá Marius Ziska,
Einars Prent og á Lands-
prentsmiðjuni.
19. september 1973 byrj-
aði hann so á prentsmiðjuni
á Heygsbreyt, sum tá
einans prentaði Sosialin.
Hann kom í starv fyri
Thomas
J.
Jensen
(Tommy),
ættaður
úr
Fuglafirði, sum tá var
blivin sjúkur og var farin til
Danmarkar at søkja sær
heilsubót. Sámal Olsen úr
Søldarfirði, sum hevði lært
á Sosialinum nakað um
somu tíð sum Tummas
Pauli lærdi á 14’anda,
hevði tá eina tíð verið
einsamallur á Sosialinum.
Vilhelm Johannesen var
blaðstjóri, men hann ar-
beiddi á Posthúsinum í
Klaksvík, so meginparturin
av tilfarinum mátti sendast
við posti ella onkur tók
ímóti tíðindum gjøgnum
telefonina. Fax kendu teir
ikki til tá. Maskinurnar og
umstøðurnar vóru vána-
ligar. Prentmaskinan ella
pressan, sum Sosialurin
varð prentaður við, ið hevði
eitt skelti við navni á fram-
leiðara ella umboðsmanni,
og adressan var Kristiania,
so hon hevur verið fram-
leidd í Noregi ella keypt til
Noregs nakað áðrenn Oslo
fekk navnabroyting. Seti-
maskinan var eisini gomul
og slitin. At byrja við bleiv
teksturin settur og eitt
eintak tikið av teigunum
við at tørna pressuni runt
við hond, og bleiv tað so
borið oman á Dimma-
lætting, har Flemming og
teir brutu um, avfoto-
graferaðu og prentaðu í
teirra nýggju offset-pressu.
Blaðið kom tá bert út eina
ferð um vikuna, leygardag,
í 8 ella 12 síðum. Nakað
seinni byrjaðu teir so eisini
at
prentað
eitt
miku-
dagsblað upp á gamla mát-
an uppi á Heygsbreyt, men
tað var bert 4 síður. Í 1974
varð nýggj útgerð keypt,
ljósborð, fotosetimaskina
og reprokamera, og tá varð
umbróting og repro-foto-
grafering gjørd á Heygs-
breyt, og seinni varð ein
offset-maskina keypt og
ymiskt annað prent bleiv
gjørt. At byrja við var eitt
ilt av einum rúmi, har blað-
fólk kundu sita og skriva. Í
1975 vórðu eini sethús
keypt longur niðri í Sjúrð-
argøtu, har blaðfólk og
avgreiðsla blivu kroyst inn í
nøkur smá kømur, meðan
ein partur av húsinum varð
útleigaður. Húsini á Heygs-
breyt blivu seinni seld og
prenttilgerðin flutti eisini
oman í Sjúrðargøtu 9.
Í 1982 flutti Sosialurin út
á Argjaveg 26, og nýggj
rotatiónspressa bleiv keypt,
og útgávudagarnir øktust
fyrst til tríggjar ferðir um
vikuna og seinni upp í
fimm ferðir um vikuna.
Í 2001 bleiv prenttil-
gerðin av Sosialinum út-
lisiterað til Hestprent, sum
yvirtók fólkini á "teknisku
deild", men Tummas Pauli
situr framvegis í krókinum,
í sama stað, sum hann altíð
hevur sitið, síðan Sosial-
urin flutti út á Argir, men
hann tekur sær eisini av
plátugerðini, sum fer fram í
kjallaranum.
So óskildigur sum hann
sær út, so kunnu vit tó av-
dúka, at tað var hann sum
kom við meginpartinum av
skemtinum, sum í sjeyti- og
áttatiárunum var at lesa í
teiginum "Óli í Áarstovu",
sum stóð á baksíðuni á
Sosialinum.
Arbeiði
hjá
Tummas
Paula er ómetaliga nógv
broytt hesi 30 árini. Vanligi
teksturin í blaðnum varð
settur á blýggjsetimaskinu,
meðan yvirskriftir og annað
sum var í eini øðrvísi stødd
enn vanligi teksturin og
onkrar
truplar
lýsingar
máttu setast við hond, og
tað skuldi eisini leggjast
upp á pláss aftur í setikass-
an, meðan blýggjreglurnar
frá setimaskinuni blivu
smeltaðar umaftur.
Tummas Pauli hevur í
mong ár verið í nevndini í
Føroya Prentarafelag, og
eisini var hann við til at
stovna Nýrafelagið í Før-
oyum og er í løtuni skrivari
tess.
Tummas Pauli er giftur
við Odny, f. Johansen, av
Eiði. Tey búgva í Havn og
døtur teirra eru tríggjar,
Mary-Ann,
Jonna
og
Eyðvør. Abbabørnini eru
fimm í tali.
Starvsfólkini á Sosialin-
um ynskja Tummas Paula
hjartaliga tillukku við 30
ára starvsdegnum, og vóna
at tey fáa nógv góð ár sam-
an í framtíðini.
30 ár á Sosialinum
Tummas Pauli Thomsen
monterar her filmar til
plátugerð í kjallaranum á
Sosialinum. Av starvsfólk-
unum á Sosialinum í dag er
Tummas Pauli tann, ið hevur
verið longst í starvi
Mynd: Jens Kristian Vang
Tummas Pauli setur á eina Compugraphic fotosetimaskinu frá fyrst í áttatiárunum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
25. juni, alt stóð í fagrasta blóma í okkara
vakra landi, øll frøddust um at summarið
var komið, tær nýklaktu pisurnar á mið-
námsskúlunum kring landið høvdu
fingið húgvurnar á høvdið.
Tá orkaði Jóhannis ikki meira, bert 49
ára gamal fór hann um sýnina, hansara
tímaglas var runnið út.
Jóhannis var føddur og uppvaksin í
Mikladali, sonur Mariu og Absalon
Østerø, var fimtur í einum systkina-
flokki, sum taldi seks.
Sum ungur fór hann til Havnar at læra
húsasmíð, har hitti hann Elinborg Sten-
berg úr Sumba, tey vóru tá 17 og 19 ára
gomul.
Eftir lokna útbúgving sum timbur-
maður fór hann til skips og var sjómaður
í fleiri ár.
Í 1980 fór hann undir at byggja sær hús
suðuri í Vági, tey kundu 23. mai 1981,
nýgift, flyta í nýggj hús á Skálabeiti.
Árið eftir í oktober var Lív fødd, í mai
1989 var Mona fødd, tvær døtur pápin
var ógvuliga glaður fyri.
Jóhannis var heilt ungur, tá hann bleiv
sjúkur av liðagikt, men tú hoyrdi hann
aldri gremja seg, hann var so tolin, var
glaður fyri lívið sum tað var, tú kundi
ofta hoyra hann siga "sum tað er gott at
vera til, ella sum tað er gott at vera
menniskja, hann frøddist um skapar-
verkið, sum hugtók hann nógv.
Tá hann ikki kundi arbeiða lønandi
arbeiði meira, vegna ta herviligu sjúku,
fall hann ikki í fátt, men fór at hjálpa til
við felags arbeiði, bygdini at frama. Tað
vóru ikki fá álitisstørv Jóhannis hevði,
tað sum eyðkendi hendan merkismann
var hansara góða lyndi og lætta sinni.
Komst tú í prát við hann, var hann altíð
positivur og klárur at hjálpa, var vinsælur
og stillur, gjørdi ongan háva burtur úr sær
sjálvum, skemtingarsamur, skjótur til
látur.
Eitt ár er liðið síðan hann fekk hervi-
liga kreftsjúku, sum hann ikki kláraði at
stríðast ímóti.
Nú er hann farin "tað ediliga menn-
iskja" soleiðis tók hann ofta til orða um
onnur, men tað kunnu vit av røttum siga
um hann.
Ein bygdarmynd er horvin við Jó-
hannisi og saknurin er svárur á Skála-
beiti. Má Harrin styrkja okkum øll í
sváru sorg okkara.
Tú hevur strítt tað góða stríð
nú er skeiðið runnið, kom hvíldin blíð.
Nú verður friður, her enda er spæl
legg boða tín niður, tú nýtti væl
kom Harrin teg biður
at skoða himnasal.
Hvíl í friði góði vinur.
Ærað veri minnið um Jóhannis.
Vinir
Harry Wilson
í Hull 85 ár
Í dag, fríggjadagin 19.
september, fyllir Harry
Wilson í Hull 85 ár. Harry
er føddur í býnum Bury,
stutt norðan fyri Manchest-
er í Onglandi.
Harry var studentur, tá
seinni heimsbardagi brast
á, og hann varð kallaður inn
í bretska herin, sum so
mangir aðrir ungir menn tá.
Upprunaliga var ætlanin, at
hann skuldi sum hermaður
til Suðurafrika, men seinni
blivu boðini broytt, til at
teir skuldu til Føroyar.
Hann var í Sørvági í hálvt-
annað ár og flutti síðani til
Havnar, har hann var í hálvt
ár. Í Havn møtti hann
Hannu Apol, dóttir Sannu,
f. Reinert, ættað úr Norðra-
dali, og Louis Apol, ætt-
aður úr Hálandi, tey búðu
tá í Havn.
Tað rann saman millum
Honnu og Harry, og í 1948
giftust tey í Hálandi. Tey
fóru síðan til Bretlands at
búgva. Tá fór Harry at gera
sína
arkitektútbúgving
lidna,
sum
hann
var
byrjaður uppá, áðrenn hann
varð kallaður inn til her-
tænastu. Eina tíð búðu tey í
Douglas á oynni Man, har
Harry starvaðist sum arki-
tektur. Seinnu mongu árini
hava Hanna og Harry búð í
Hull, har hann fekk starv
sum arkitektur hjá býar-
stýrinum, til hann fór frá
vegna aldur. Í hjúnalagnum
fingu tey fýra børn, tveir
synir og tvær døtur. Tann
elsti teirra, Louis Wilson,
sum býr í London, hevur
fleiri ferðir verið í Føroyum
og skilir væl føroyskt.
Hann er kendur av nógvum
føroyingum bæði í Bret-
landi og í Føroyum.
Hanna og Harry vitja
vanliga umleið annaðhvørt
ár í Føroyum. Tey eru limir
í donsku sjómanskirkjuni í
Hull, har tey millum ár og
dag hava hitt nógvar før-
oyingar.
Dagurin
19. september.
Constantia. Kom upp
í álmanakkan frá
árinum 1700. men vit
vita ikki, hvønn sipað
verður til.
Jóannis Østerø til minnis
Føddur 06.07.1953
Deyður 25.06.2003
C
M
Y
K
9
8