fríggjadagur 19. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 178 - 20. september 2003
Nr. 178 - 20. september 2003
9
Bjarni er ein níggju
ára gamal drongur,
sum er ein av fýra,
sum búgva avbera væl
og undir góðum
umstøðum á bú-
stovninum fyri
autistar í Klaksvík.
Gerandisdagurin hjá
Bjarna og hinum er
lagdur í fastar
rammur, og er tað
nakað, sum er sera
týdningarmikið fyri
børn við autismu
MENNINGARTARNAÐ
Myndir: Jens Kr. Vang
Tekstur: Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Grátt er í veðr-
inum, og heilt fitt av vindi.
Karl Martin Samuelsen,
námsfrøðingur, stendur í
hurðini og tekur í móti. Inni
er ljóst og hugnaligt, men
tann langa gongin og lukt-
urin megna ikki at fjala út
yvir, at her er talan um ein
stovn. Tað búgva fýra
dreingir á stovninum.
Hvør drongur hevur egna
íbúð við felagskøki. Júst tá
Sosialurin kemur á gátt
hvílir Bjarni, sum júst er
komin aftur úr skúlanum,
seg, áðrenn hann skal í holt
við eina uppgávu.
Stovan hjá Bjarna minnir
einamest um eina heimliga
stovu, har millum annað
leðursofa, borð, spísiborð
og stólar. Men kortini so
eru týðilig tekin um, hvørj-
ari skipan hansara gerand-
isdagur verður tilrættis-
lagdur.
Karl Martin Samuelsen
er námsfrøðingur, og hann
starvast á stovninum. Hann
hevur fyri tað mesta við
Bjarna at gera, og hann er
sera nágreiniligur í síni
frágreiðing um autistar og
teirra tørvir.
Inni í stovuni hjá Bjarna
er ein reól, har ymiskt
stendur á. Men eitt setur sítt
heilt serliga eyðkenni á
rúmið. Tað hanga sokallaði
piktogrammir uppi alla-
staðni. Piktogrammir eru
skelti, har ein tekning er
áog orðið stendur skrivað á.
Eitt heilt vanligt pikto-
gramm er til dømis skelti,
har tað stendur wc á og so
ein tekning, har ein sær, um
tað er til kvinnur ella menn.
Gerandisdagurin hjá ein-
um autisti er merktur av
piktogrammum við tað, at
tey onki talumál hava og
sostatt verða piktogramm-
ini meira nýtt. Men tey gera
nýtslu av øllum hentleik-
um, sum eru. Dreingirnir
ganga í skúla, svimja og so
framvegis. Og tað er ikki ov
nógv sagt, at tey saman við
starvsfólkunum eru vorðin
ein "býarmynd". Hvønn
dag síggjast tey ganga
túrar, og tað gera tað sama,
hvussu veðrið er.
Piktogrammir
Bjarni kemur út úr kamar-
inum og inn í stovuna.
Beint við hurðina út í gong-
ina hanga nøkur pikto-
grammir, sum eru dags-
skráin hjá honum. Ovast á
dagsskránni er læruborð.
Hetta piktogrammið tekur
Bjarni og fer yvir til spísi-
borðið. Við borðið hongur
eitt einspiktogram, sum
hóskar saman við tí, hann
hevur í hondini. Hetta kann
sammetast við myndaspæl
(blaðkv.)
Nú veit hann, at hann
skal gera eitthvørt á hesum
borðinum. Niðri undir hes-
um sama piktogramminum,
sum vísir læruborð hongur
eitt annað, sum er grønt.
Hetta sigur honum, hvat
hann nú skal í holt við.
Lítla løtu seinni hevur
hann tómt eina lítla kurv
við Lego á borðið og setur
seg so hugagóðan at byggja
nakað, sum líkist einum
sonnum meistaraverki. Ein
bóklingur fylgir við, sum
vegleiðir
hann,
hvussu
hann skal byggja. Men
Bjarni nýtir hann ikki so
nógv. Hann dugir sera væl
at byggja, og skjótt byrjar
tað at taka skap hjá honum.
Men hann verður nakað
órógvaður, tá myndamað-
urin kemur at taka myndir
av honum meðan. Hann
hevur stóran áhuga fyri
myndatólinum og tekur
fleiri ferðir í tað og vil
síggja.
– Bjarni hevur stóran
áhuga fyri øllum tøkni-
ligum, sigur Karl Martin og
smílist, meðan hann eyg-
leiðir drongin, sum nú situr
við einum hálvbygdum ro-
botti í aðrari hondini , með-
an hin hvílir á myndatólin-
um.
Men tað gongur bara ein
lítil løta, so setist hann aftur
við uppgávuni hjá sær, og
myndamaðurin fær gjørt
sína uppgávu í frið og
náðum.
Karl Martin greiðir frá
øllum piktogrammunum,
og hvussu stóran týdning
tey hava fyri børn við
autismu.
– Tað er samanlíkna við,
tá vit skulu finna eitt al-
ment wc, men hjá teimum
er tað bara soleiðis við
øllum. Líka mikið hvat tað
so er, so skal eitt pikto-
gramm til, og tey mugu og
skulu læra mannagongdina
fyri at kunna gera tað
sjálvi, greiðir Karl Martin
frá.
Tað er ójavnt frá barni til
barn, sum hava autismu,
hvussu væl tey eru fyri.
Bjarni má sigast at vera
sera væl fyri, og hendan
dagin er lagið so avbera
gott. Og hann er so ker-
ligur, at ein hvør fellur fyri
honum.
Skipanin
Hendan skipanin við pikto-
grammum, sum arbeitt
verður eftir, er ein almenn
skipan, sum upprunaliga
stavar úr USA. Hon er sera
einføld, men krevur, at tað
verður arbeitt miðvíst við tí
Á vitjan
hjá
Bjarna
Bjarni og Karl Martin eru sera væl. Karl Martin arbeiddi á einum dagstovni í Klaksvík, áðrenn hann fór undir
námsfrøðingaútbúgvingina. Tá gekk Bjarni har, og nú eru teir aftur saman á bústovninum í Klaksvík
Sangløtan í kjallaranum er vælumtókt millum dreingirnar. Fýra dreingir búgva á stovninum,
og tíggju fólk starvast har. Leiðari er Julianna Heimistovu
einstaka barninum. Hendan
skipanin kann sostatt eisini
tillagast tí einstaka barnin-
um alt eftir, hvussu tey eru
fyri. Fyri summi børn við
autismu er tað nóg mikið,
at tey hava piktogrammir at
ganga eftir, meðan onnur
mugu hava meiri ítøkiligar
lutir, sum vísa teimum, hvat
nú er á skránni. Men alt ber
til at gera eftir hesi skipan-
ini kortini.
Karl Martin Samuelsen
sigur, at endamálið er sjálv-
andi at menna barnið og
gera tað sjálvstøðugt. Hann
greiðir frá, at tey arbeiða
fyri at gera børnini sjálv-
støðug í tann mun tað ber
til.
Hendan skipanin kann
viðvirka til, at eitt barn við
autismu kann klára seg
sjálvt seinni í lívinum. Við
at læra eitt barn við
autismu mannagongdir og
at arbeiða sjálvstøðugt eftir
einum føstum mynstri ella
skipan, kann hetta barnið
vaksa upp til eitt sjálv-
støðugt menniskja, tó at tað
ber brek.
Eitt týðuligt tekin um, at
Bjarni skilir hesa skipan
sera væl er, at hann velur
eftir tørvi.
Hvønn dag er pausu-
borðið á dagsskránni. Tað
vil siga, at hann, tá hann
tekur tað piktogrammið og
hevur funnið makan hjá tí,
veit, at hann kann gera tað,
sum hann vil eftir sínum
egna tørvi, men tó við
vegleiðandi piktogramm-
um.
Broytingar
Karl Martin greiðir frá, at
tað er sera umráðandi ikki
at órógva ein autist í tí,
hann tekst við. Tí hann
heldur seg til og fylgir
ávísum mannagongdum.
Á piktogrammskipanini
við hurðina inni í stovuni
stendur, at tey skulu syngja
í kjallaranum, tá uppgávan
er gjørd.
Hóast Bjarni er upptikin
av síni uppgávu, so eyg-
leiðir hann okkum alla
tíðina, og tað sást ein lítil
farri av órógvi í eygunum á
honum, tí vit standa við
piktogrammini.
– Bjarni vit fara ikki at
syngja í dag, sigur Karl
Martin, meðan hann tekur
tað piktogrammið burtur
uttan at gera nakað annað.
Bjarni ger vart við sína
ónøgd beinanvegin, og Karl
Martin vísir við hesum á,
at
Bjarni
skilir
dags-
skránna.
Beinanvegin rættar Karl
Martin aftur upp á pikto-
grammini, og Bjarni fær
aftur hugsað um sína upp-
gávu.
Karl Martin sigur, at tað
sjálvan di kann koma fyri,
at tey noyðast at broyta
okkurt av ætlanunum fyri
dagin. Men tá verður tað
ikki gjørd bara uttan víðari,
tí tað órógvar. Eitt av pikto-
grammunum eitur broyting,
og dreingirnar her hava
lært, at tað merkir, at tey
fara at gera okkurt annað í
staðin fyri. Og tá tað pikto-
grammið hongur uppi og so
ein broyting, so er tað lætt-
ari hjá dronginum at skilja,
hvat tað er, sum hendir.
Hugnaløta
Robotturin hjá Bjarna er
nú liðugur, og alt verður
ruddað upp á pláss, áðrenn
hugnaløtuna. Farið verður
út í gongina, og har koma
so hinir tríggir dreingirnir
við teirra leiðara. Leiðin
gongur niður í kjallaran, og
allir hava teir hvør sítt
piktogramm í hondini.
Inni í einum ljósum og
stórum rúmi í kjallaranum
stendur eitt borð. Á tí
stendur kaffi, kakao og
bollar. Men tað er ikki fyrr
enn tey eru liðug at syngja.
Tað standa nakrir skerm-
ar uppi, og aftan fyri teir
standa stólar og sofur. Karl
Martin fer eftir gittarini, og
so byrja tey at syngja Tú
skalt klappa, tá tú ert í
góðum lag…
Tað sást á øllum brøgd-
um, at teimum dámar hetta,
hóast tey ikki fáa sungið
við. Mitt í øllum verða tey
avbrotin, tá ein annar
drongur kemur inn. Hesin
er eisini menningartarn-
aður, men hann hevur ikki
autismu. Hann er eitt av
búfólkunum á sambýlinum
fyri menningatarnað, sum
er undir sama taki sum
bústovnurin.
Sangurin heldur fram, og
øll hugna sær. Tey vita, at
tey skulu eta og drekka
aftaná. Bjarni situr hjá Karl
Martin. Teir báðir eru sera
væl. Hinir tríggir dreingir-
nir Kristian, Tummas og
Torrey sita hjá sínum
leiðara. Vitjanin er komin
at enda, og við sanginum
hjá teimum í hølunum á
okkum finna vit úthurðina
og fara avstað.
Uppgávan hjá Bjarna hendan dagin er at byggja ein robott úr Lego. Hetta er ein uppgáva, sum honum dámar væl, og tað er
bergtakandi at síggja, hvussu væl hann kemur frá henni
Tummas er 16 ára gamal og er somuleiðis ein av teimum fýra, sum búgva á bústovninum. Her er hann í holt við sína dagsins
uppgávu, áðrenn hugnaløtuna
C
M
Y
K
9
8