fríggjadagur 19. september 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 177 - 19. september 2003
Nr. 177 - 19. september 2003
11
Í næstum verður skotsk vika í Havn. Hetta er part-
ur av tí vinarbýarsamstarvi, sum er millum
Tórshavn og Aberdeen. Vinnulívsfólk, handils-
fólk og listafólk av ymsum slag koma henda veg-
in at sýna og vísa seg fram. Tað var á oljumessuni
í Aberdeen herfyri, at seinasta hond varð løgd á
fyrireikingarnar til skotsku dagarnar, sum verða
ymsa staðni í høvuðsstaðnum.
Skotar skulu vera so hjartaliga vælkomnir til Før-
oya. Hóast vit eru næstu grannar, so kenst tað líka-
sum at vit hava verið so fjar hvør frá øðrum gjøgn-
um øldir. Alt ov fjar. Tí hvat skuldi verið meira
náttúrligt enn eitt tætt samstarv á øllum hugsandi
økjum. Væl eru vit í ríkisfelagsskapi við Danmark,
men harfyri eiga vit ikki bara at stara okkum blind
tann vegin. Heimurin er stórur og stendur víðopin
fyri okkum øllum. Tað ræður bara um at síggja
møguleikarnar og so fara undir uppgávurnar. Og
hesar uppgávur kunnu vera so nógv.
Ein teirra er at samskifta og samvinna innan ídnað
og handil. Eitt annað øki er mentanin. Og uppaftur
eitt øki, sum kanska er tað mest týðandi og
grundarlagið undir einum veruligum samstarvi og
sínamillum virðing og forstáilsi er útbúgvingin av
okkara unga fólki. Vit hava seinastu árini sæð, at
fleiri og fleiri føroyingar fara til Aberdeen og onnur
støð í Bretlandi at útbúgva seg. Hetta er kærkomið.
Tí okkara ungu skulu hava fleiri møguleikar at
velja sær útbúgvarstað enn bara Danmark. Harfyri
er ikki sagt, at tey skulu gevast at fara til danskar
útbúgvingarstovnar. Spurningurin er meira um
bæði og.
Sum lítið og fjarskotið samfelag hava vit brúk fyri,
at okkara unga fólk nemur sær kunnleika og vitan
í nógvum londum. Tá tey koma heimaftur hava tey
við sær íblástur og vitan av ymiskum slag og frá
ymsum tjóðum og nationalitetum. Tað er sunt fyri
okkara samfelag. Tað er við til at fjøltátta heldur
enn at einsrætta. Vit skulu hyggja í allar ættir og
læra av øllum. Taka tað besta til okkum.
At vit so eisini royna at fáa tættari samband við
oyggjarnar norðan fyri Skotland, eitt nú Hetland
og Orknoyggjar er at fegnast um. Í næstum verður
stór ráðstevna í Hetlandi, har eisini vit føroyingar
eru við. Frá føroyskari síðu hevur ikki minst
varaløgmaður og ráðharrin í Norðurlandamálum,
Høgni Hoydal lagt stóran dent á nettupp umrødda
samstarv við grannarnar fyri sunnan. Tað er
skilagóður og frameftirhyggjandi politikkur, sum
vit øll eiga at taka fult undir við. Eitt nú ein kom-
andi oljuvinna á Atlantsmótinum krevur tað av
okkum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Samvinna við Skotland
og oyggjarnar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Svar til Pól og Lassa
Sjúrður Skaale
Eftir at eg vísti á, at Lasse
Klein í farnu viku undir egn-
um navni prentaði eina
grein, hvørs tekst hann hevði
umsett úr Weekendavísini,
havi eg fingið trý svar. Ikki
færri enn tvey frá Lassa
sjálvum, og eitt frá Pól á
Kletti, sum tekur sær av
Skáanum í Dimmalætting.
Pól á Kletti hevur heft
seg við hetta brotið úr míni
grein: "Tann, sum lesur
donsk bløð, leggur til
merkis, at fólk, sum skriva
Skáan
í
Dimmalætting
leygardagar, viðhvørt stjala
sínar greinar. Tey umseta
okkurt úr Politiken ella
Berlingske, og selja tað
síðani til Dimmu sum um
tey hava skrivað tað sjálv."
Hesum trýr Pól á Kletti
ikki, og vísir á, at talan er
um fólk, sum bæði eru
gløgg og væl lærd — ser-
frøðingar á hvør sínum øki.
Og at hesi fólk "styðja seg
til skriftligar keldur", held-
ur hann vera, sum tað skal.
Tað er tað eisini. Vit
styðja okkum øll til skriv-
ligar keldur alla tíðina.
Men Póli kunnugt eru í
Skáanum eisini fólk, sum
skriva um snøgt sagt øll
heimsins viðurskifti, uttan
nakrantíð at vísa til nakra
keldu. Og hvussu væl lærd-
ur og klókur tú so ert, so
kanst tú ikki vita alt um
bæði flogferðslu og krabba-
mein og súkkling og terror-
istafelagsskapir og fólka-
tónleik og cyberspace og
filmssøgu — umframt alt
hitt. Eingin kann vera ser-
frøðingur í øllum. Hugsar
Pól seg um man hann duga
at síggja, at her er ikki altíð
talan um at "styðja seg til
keldur". Viðhvørt er talan
um umseting.
Ikki tí — tað er óføra gott
at Skái skrivar um alt hetta
ymiska. Men tað er skeivt at
høvundarnir ikki upplýsa,
hvaðani teir taka tilfarið.
Pól biðjur eisini um dømi.
Eftir at hava zappað eina
løtu á internetinum kom eg
fram
á
hetta:
Greinin
"Lennon-McCartney", sum
stóð í Skáanum 10. juni í ár,
hevði, burtursæð frá inn-
ganginum, staðið í Politiken
2. mai í ár. Orð fyri orð.
Lasse
Lasse Klein vil í sínari
viðmerking ikki rættiliga
vera við, at hann hevur
stolið nakað. Tað, at hann
hevur umsett orðini hjá
einum øðrum manni og
síðani prentað tey undir
egnum navni, kallar hann
ikki fyri stuldur, men lætt
og elegant fyri "íblástur".
Gott, at týðarar ikki hava
somu fatan. Høvdu teir tað,
hevði Heðin Brú t.d. í síni
tíð kunnað givið út Kara-
masov Brøðurnar undir
egnum navni. Hevði onkur
spurt kundi hann bara svar-
að, at Dostojevski hevði
givið honum íblástur til
skaldsøguna...
Tummas Eli H.
Joensen
Nú verður fíggjarlógin
smíða fyri komandi ár, av
okkara kosnu monnum.
Vit her á vestara armi á
Skála — fjørðinum, eru
sera spent eftir at frætta tey
tíðindi, at nú eru so og so
nógvar milliónir settar av
til okkara veg. Kanska
okkara kosnu menn hava
sæð tann trupulleika, sum
vit hava av hesum strekkið
og vilja teir tí nú, sjálvandi,
soleiðis sum teir lovaðu til
seinasta val, at her skal ger-
ast liðugt ongantíð ov
skjótt. Helst skal tað verða
liðugt áðrenn tað er byrjað
søgdu summir!
Her er nakað av vegi
gjørt, treyðugt so og eg fari
nokk ikki nógv skeivur, um
eg haldi, at teir allir taka
sær æruna av hesum.
Vit her á vestara armi,
eru veljarar, sum hava
tryggja fleiri av teimum
sum sita á tingi fyri Eystur-
oynna tingsessin við okkara
stemmum og tí vildi tað
ikki verið ov nógv kravt av
hesum monnum, at teir
vístu á sína ónøgd alment í
bløðunum og har ein kann
gera seg galdandi fyri hes-
ari søk.
Ein er tó sum hevur skriva
um hettar í síðstuni og tað er
Torbjørn Jacobsen.
Eg vóni ikki, at TJ skriv-
ar um hetta sum eitt spæl
fyri gallaríðinum, tí TJ
hevur góðan møguleikan til
at gera sína ávirkan gald-
andi. TJ er 17 maður í sam-
gonguni og vanligt er at
siga, at ein í tílíkari støðu
kann gera seg galdandi. TJ
veit eisini sum vit onnur, at
sagt varð tá ið Skálafjarðar
siglingin varð niðurløgd, at
hesir
pengarnir
skuldu
brúkast til vegin. Vegurin er
ein íløga og ikki sum sigl-
ingin, ein rakstur sum skal
gjaldast á hvørjum árið.
Eg kann endurgeva eitt
av argumentunum ið var
brúkt av samgonguni fyri
nettupp at niðurleggja sigl-
ingina og brúka peningin til
annað endamál
"Bjarni Djurholm metir
ikki at núverandi sigling er
ein varandi loysn, og tí er
tað spill at brúka 6 mio kr.
uppá eina rutu ið ikki kann
rekast á ein tíðarhóskandi
máta. Ístaðin ætlar hann at
flyta tær 6 milliónirnar, ið
rutan kostar, frá rakstri til
íløgu, og í staðin brúka pen-
ingin til at betra um vegin
millum Skála og Strendur ."
Hetta sigur ikki so lítið!
Tá tað nú er samgongan
sum situr við tí longra
stránum, má eisini heitast á
hinar samgonguflokkarnar
sum lovaðu so nógv og tí
vunnu valið, um at gera seg
galdandi!
Hvar er til dømis.
Sjálvstýrisflokkurin?
Kári er væl eisini greiður
yvir, at hann kann roknast
sum 17 maðurin.
Miðflokkurin? Hann
hugsar
helst
ikki
um
okkum meira, síðan hann
bert hevur tingmannin í
Suðurstreymi.
Fólkaflokkurin?
Teir
hava okkum kanska í tonk-
unum? Tó havi vit einki
sæð til tað.
Nú skulu hesi valevnir
ikki føla seg so ógvuliga
illa, tí ein og hvør veit, at er
valið ímillum ein veg í
bygdini hjá tingmanninum
og okkara veg, eru vit ikki
so góðtrúgvin at halda, at
okkara vegur verður tikin
fram
um
tann
lokala
bygdavegin!
Gott hevði tí verið, um
hesi valevnini greiddi okk-
um frá um teir ætlað at gera
nakað við hetta ella ikki,
soleiðis, at vit ikki kenna
okkum heilt gloymd og
bara fáa gylt lyftir tá val er
í hondum.
Eitt vita vit øll, at í 2006
tá val verður aftur, verður
helst enn einaferð kapp-
bjóða um hendan veg.
Tá tinglimirnir ikki gera
so nógv við hetta mál, skal
mín áheitan eisini verða á
Vinnumálaráðið um, at
hóast tað, at tómligt er í
kassanum,
gloym
ikki
hendan veg, tí hann er al-
neyðugur fyri menningina
og trygdina á hesum øk-
inum.
Vegurin Skálabotnur - Strendur
Vilhelm Magnusssen
fekk virðisløn fyri
mentanarligt avrik,
Alexandur fyri barna-
bókmentir og Mari-
anne Clausen fyri
yrkisbókmentir, tá
M.A. Jacobsens virð-
islønir hjá Tórs-
havnar býráð vórðu
handaðar í Sjón-
leikarhúsinum miku-
kvøldið
VIRÐISLØNIR
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Tríggjar virðislønir vóru í
ár lætnar á føðingardegi
M.A. Jacobsens, tann 17.
september.
Vilhelm
Magnussen,
Marianne Clausen og Alex-
andur Kristiansen vóru øll
heiðrað fyri at hava lagt
afturat tí føroyska mentan-
arskattinum og fyri hava
ríkað land og fólk.
Kingo-verjin
Síðstu árini hevur M.A.
Jacobsen virðislønin verið
víðkað við einari virðisløn
til fólk, ið hava útint okkurt
serligt mentanarliga fyri
føroyingar. Í ár fall heiðurin
á Vilhelm Magnussen, sum
hevur stríðst fyri at varð-
veita kingoløgini.
Dómsnevndin sigur, at
»Vilhelm Magnussen hevur
við lítillætni og trúskapi
móti andaliga sálmasangi
forfedra sína givið okkum
kunnleika til inniligu guds-
dýrkan
føroyingsins
í
forum«.
Sagt verður, at við kingo-
løgunum, sum hann hevur
varðveitt úr heimbygdini
Tjørnuvík, »verða vit hevj-
að upp úr tí dagliga til ein
felagsskap við tað guddóm-
liga, ið bar føroyingin í
takklæti til Skaparans fyri
fong og gjøgnum vandar á
sjógvi og landi«.
Kvæða-kempan
Tað var eisini ein verji av
gomlum løgum, sum fekk
M.A Jacobsen virðislønina
fyri yrkisbókmentir. Mari-
anne Clausen fekk virðis-
lønina fyri hennara arbeiði
at skriva nótar til føroysk
kvæðaløg eftir ljóðupptøk-
um frá heilari øld í bókini
»Føroya kvæði VIII –
Løgini«.
Hvørt lag er uppteknað í
einum fjølbroyttum úrvali
av staðbundnum og tíðar-
bundnum frábrigdum, um-
boðandi 331 skiparar og
ótaldar dansarar. Við bókini
eru okkara verðsligi tón-
listaarvur varðveittur. Løg-
ini eru skipað eftir bygdum,
og skráir gera, at lætt er at
leita í bókini, sum eisini
hevur grein eftir Marionnu
um kvæðaløgini.
Dómsnevndin sigur, at
bókin er eitt megnararbeiði,
sum »kann fáa stóran týdn-
ing, bæði við at nøra um
kunnleikan til fleiri kvæða-
løg og frábrigdi enn tey,
sum kend eru manna mill-
um, og fyri gransking av
løgunum.«
Barnayrkjarin
Triðju virðislønina í ár fekk
Alexandur
Kristiansen,
sum í nógv ár hevur yrkt til
børn.
»Í stívliga trý áratíggju
hevur hesin virkni og eld-
hugaði høvundi hugtikið
føroysk børn við sínum
skaldskapi, sum brosar av
kæti, álvara og hugflogi.
Við yrkingum sínum fær
Alexandur
Kristiansen
bæði børn, ung og vaksin at
smílast, flenna, hugsa og
undrast,«
sigur
Dóms-
nevndin millum annað í
sínari grundgeving.
Trý mentafólk heiðrað
Alexandur Kristiansen,
Marianne Clausen og Vil-
helm Magnussen fingu M.A.
Jacobsen virðislønirnar fyri
2003.
Myndir: Jens K. Vang
C
M
Y
K
11
10