Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 178 - 20. september 2003 Nr. 178 - 20. september 2003 11 Í samband við ambassadørvitjanina herfyri kom for- maður Javnaðarfloksins sær í eina sera óhepna støðu. Øll kunnu vit vera á einum máli um, at um veljarans umboð í almennum ørindum vísa óhóskandi atburð og til dømis sovna ávirkað í hesum ørindum, so er tað stak óheppið. Formaður Javnaðarfloksins var sjálvur í Sjónvarpinum og greiddi frá um hendingina og bað alment um umbering. Tað fer einki av einum persóni, um hann biður um umbering – tvørturímóti. Tað er ongantíð lætt at viðganga egnar feilir og biðja um umbering, men tað er alla æru vert, at Jóannes Eidesgaard ger hetta. Farið er farið, og gjørd gerð fær onga vend, so man kann akkurát tað sama leggja øll kort á borðið. Tað er alt ov vanligt í Føroyum, at fólk ikki vilja við- ganga feilir, tí tað verður sæð sum ein fallittfráboðan. Einki er meira skeivt enn tað. Tað hevði verið nógv meira hóskandi, um t.d. frákoyrdir landsstýrimenn, ið hava gjørt feilir, høvdu viðgingið hesar, men so plagar ikki at verða í Føroyum. Úrslitið er, at fólk taka støðu flokspolitiskt til annars klokkuklár mál. Hví føroyingar hava so ilt við at viðganga feilir og biða um umbering vita vit ikki, men kanska hevur tað okkurt at gera við, at so stórur partur av fólkinum eru "feilfrí". Málið um formann javnaðarfloksins er púra klárt. Øll – eisini høvuðspersónurin sjálvur – eru á einum máli um, at slíkt er stak óheppið, og ikki eigur at endurtaka seg. Javnaðarflokkurin hevur eina greiða støðu til rúsdrekka og tingarbeiði, og er tað upp til flokkin at gera, hvat flokkurin metir er hóskandi. Hetta er eitt mál, ið eigur at vera ein læripengi hjá øllum, og Javnaðarflokkurin ger ivaleyst tað, ið gerast skal í einum slíkum máli. At farið ov harðliga fram vildi verið ein ólukku – tí tað hevði bert stuðlað undir tað ser- føroyska við fyri alt í verðini ikki at viðganga egnar feilir. Fyrrverandi danski løgmálaráðharrin og fólkatingsfor- maðurin Erling Olsen, ið nú er givin vegna aldur, var einaferð sum løgmálaráðharri í hørðum andróðri í donsku fjølmiðlunum og í tí politiska umhvørvinum, við- víkjandi eitt sera óheppið úttalilsi, ið kundi tulkast sum toleransa móti hashi. Erling Olsen fór í sjónvarpið og gav øllum borgarum eina treytaleysa umbering fyri sera óumhugsnu orð hansara. Journalisturin, ið spurdi, var kvikur at spyrja, um Erling Olsen ikki við hesum misti andlit. Erling Olsen svaraði líka skjótt aftur, at tað var púra rætt, at hann misti andlit, men at tað var betur at missa andlit, enn at missa høvdið. Óhepna støðan sum formaður javnaðarfloksins kom sær sjálvum í ber ikki til at burturforklára og verður tað heldur ikki. Tað er sterkt av honum alment at hava verið frammi og ásannað mistakið. Men virðið og tyngdin í tí, sum hann segði hóskvøldið, valdast um, hvussu hetta fer at standa mát við atburðin og verkið í framtíðini. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein læripeningur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Óli Breckmann blakar vælferð og mannalagnur í ruskposan! Marjus Dam, løgtingsmaður Munnu nógvir Fólkafloks- veljarar ikki sita eftir í døp- urhuga, nú vælferð føroy- inga av politikki samgong- unnar og Óla Breckmanns er blaka í ruskposan og loysingin saman við øktum skattum og uppsagnum er sett í hásæti. Hópuppsagnir: Kaldi gjósturin av loysing- arpolitikkinum blæsir nú inn í hvørt heim í Føroyum. 8 uppsagnir sendar út ígjár til fólk á einum stovni. Skattur á plastikposar og børn. Mong fólk munnu neyvan tora í postkassan í hesum døgum, nú køldu fylgjurnar av byrjanini av loysingarpolitikkinum eru við at merkjast. Tí fráboða er, at lønarhækkingin á al- menna arbeiðsmarknað- inum skal fíggjast við upp- sagnum av fólkum, ið ar- beiða á somu stovnum. Men øll mugu anda djúpt – tí hetta er bert byrjanin. Tað verður nógv nógv verri enn um samgongan sleppur at halda fram. Men hví søgdu teir onki um hetta áðrenn valið 2002? Er tað ikki at lumpa og lúgva fyri føroy- inginum? Óli Breckmann kann, eftir hvat sosialurin skrivar, ikki arbeiða saman við hvørki Sambandsflokkin- um ella Javnaðarflokkinum – tí teirra tilverugrundar- lag, eftir hansara tykki, er ríkisveitingin. Vælferð: Her fer Óli Breckmann so dyggiliga skeivt. Tilveru- grundarlag Sambands- floksins ígjøgnum meira enn hundrað ár er og verður vælferð føroyinga. Fyri at røkka hesum máli reka vit ein demokratiskan borgar- ligan liberalan, men sosialt rættvísan politikk, ið skal húsast væl við landsins virðum. Vit hava í hesi hundrað árini arbeitt saman við mongum flokkum á Føroya Løgtingi, ið hava sama mál. Vit tora væl at fara til eina fólkaatkvøðu um loysing, tí tað er tað einasta rætta at gera, um ein hevur fólkaræði í huga. Men tað tordi/torir Óli Breckmann ikki. Føroyingar stuðla okkum so væl, at vit eru nógv tann størsti flokkurin. Og tað er eisini væl skiljandi. Fyri at røkka okkara høga máli, vilja vit sam- starva bæði við politiskar flokkar á Føroya Løgtingi, eins og við Danmark og onnur lond. Skaðin nýtir okkum í hjarta: Tí nýtir tað okkum í hjarta, at m.a. Óli Breckmann púra høpisleyst søplar part av ríkisveitingini, ið vit hava rætt til, burtur. Fyri síðan at ofra vælferðina og senda uppsagnir út í føroysk heim. Hetta er púra óneyð- ugt og er beinleiðis skaði- ligt fyri føroyingar. Tað vís- ir, at Óli og hansara líkar hava ofta vælferðina fyri loysing. At Sambandsflokkurin, ið hevur vælferð føroyinga sum tilverugrundarlag ikki kann nýtast at samstarva við Fólkaflokkin, sambart Óla Breckmann, man fáa nógvar føroyingar at stúra. Tí hendingarnar í hesum døgum vísa greitt, at væl- ferðin og sosiala trygdin verður ofra fyri loysing. Teir hava gjørt Føroyar til eitt verri land at búgva í hjá fleiri bólkum her á landi. Óli Breckmann skal vita eitt: Sambandsflokkurin er altíð klárur til samstarv við politiskar flokkar í Føroy- um. Men okkara krav er og verður, at vælferð føroy- inga verður sett í hásæti. Fyri at røkka hesum stevnumiði má Óli Breck- mann taka vælferðina úr aftur ruskposanum og seta hana í hásæti, eins og Sam- bandsflokkurin altí hevur gjørt. Og helst blaka loys- ingina í ruskposan — møguliga eftir at fólki hev- ur tala um hesi viðurskiftir á eini fólkaatkvøðu. Loysing samgongunnar ger tað so kalt í føroyskum heimum, serliga tá kyniskar uppsagnir streyma inn — og hótta tilveruna hjá ein- støku barnafamiljuni. Sambandsflokkurin — ið setir vælferð føroyinga í hásæti, er alternativið til kyniska fiaskopolitikk Óla Breckmans. Sjúrður Hansen, Gøtu Sjálvandi. Hví sita her og gerast tungur í huga av at hugsa um politiska hugsjónir, visiónir, tá alt er so sera einfalt: At taka bommini frá børnunum. Vaknið, Jóannes, Annfinn, Nyrup, Fogh & Co. Og kanska Blair eisini: Politikkur er bomm. Men tað var altso ikki tí, eg vildi hava javnaðarflokkin upp í samgonguna nú. Sí Sosialurin, No or never við breiðari semju, 6/8-03. Hugsjónir VIÐMERKINGAR Meðan vit bíða Hvat kann gerast fyri at fáa: Betri lag á arbeiðsmarknaðinum Christian Fróði Djurhuus Vit kunnu ikki megna nógv meir, um vit hyggja til dømis eftir einum prædik- ara evangeliums, enn ápost- ulin Paulus. Í Rómbræv- inum 1:1 kunnu vit síggja hvussu Gud Heilagi Andin íblásti henda serstaka mann til at lýsa seg sjálvan sum ein prædikara evangeliums. Við at gera hetta, ímyndar hann eisini allar teir menn, sum trúliga prædika ev- angelium Kristusar. »Paulus, tænari Jesu Krists« Tann maður sum trúliga prædikar evangeliið, tann maður ið altíð prædik- ar evangeliið, tann maður sum prædikar hitt heila ev- angeliið og bara tað, er ein tænari Jesu Krists. Prædik- arar evangeliums eru vilig- ir, sjálvkravdir trælir Sonar Guds. Legg til merkis hvussu Paulus lýsur seg sjálvan. Tað er ikki Paulus prestur, Paulus doktari, faðir Paulus, ella Paulus pávi, men »Paulus, tænari Jesu Krists», Hesin maður roknaði tað sum hin hægsta heiður at vera ein tænari Jesu Krists, ikki tænarin, men ein tænari. Hann var bert ein tænari millum mangar; men hann var ein tænari. »Kallaður til ápostul« Orðið »ápostul« merkir í grundini »sendiboð.« Tað eru eingir menn í dag sum hava ápostólskt embæti. Men hóast tað, eru Guds tænarar Hansara sendiboð. Prædikarar evangeliums eru kallaðir og av Gudi evnaríkir til at vera Hansara sendiboð, menn sendir við einum boðskapi. Ein præd- ikari evangeliums er ein maður við einum boðskapi, einum boðskapi frá Gudi, einum boðskapi ið brennur í sál hansara, sum hann má bera víðari. Hann er ein maður við einum messi- anskum kalli, einum messi- anskum endamáli, eini messianskari heimild. Legg til merkis: Um tú nakrantíð møtir einum manni við eini heimild frá Gudi, ella ein maður sum enntá hugsar at hann hevur eina heimild frá Gudi, nýtist tær ikki at undrast á tað. Tú fært at vita tað. Hann letur seg ikki forma, boyggja fyri trýsti, yvirgev- ur seg ikki, ger onga neyð- semju. Hví skuldi hann? Hann er ein heimild frá Gudi! Tað ger hann ovur- honds ótemjandi av nøkr- um, uttan av Gudi, ið sendi hann. Móses hevði eina heimild frá Gudi. Ein og hvør, ið kom í samband við hann, vitsti tað. Jóhannes Doyparin hevði eina heim- ild frá Gudi. Tað var ikki ein maður ella kvinna ið nakrantíð fór út í oyði- mørkina at hoyra hann prædika evangeliið, sum síðani kom aftur og ivaðist um hann var ella ikki var sannførdur um at Gud hevði kallað hann til verk- ið, sum hann gjørdi. Móses og Jóhannes vóru báðir djarvir sum leyvur tíat teir vitstu at teir vóru sendiboð hjá einum Alvaldum Gudi. Hygg eftir versinum eina fer aftrat. Eg skal siga tær nakað annað um mannin, ið trúliga prædikar evangeliið. Hann er ein tænari Jesu Krists, ein guddómliga kallaður boðberi hjá Jesusi Kristi, og hann er »kosin til at kunngera evangelium Guds.« Tænarar Guds, sannir prædikarar evangeli- ums, eru menn sum eru kosnir til evangeliið. Teir taka ikki arbeiðið, at vera tænarar Guds, lættliga. Teir eru menn kosnir til ev- angeliið: Álagdir av Gudi ˆ (sum Jeremias og Paulus, við kalli Guds, við gávum Guds á teimum, og við Guds setan teirra í Hansara ríki. Teir eru eisini menn kosnir til evangeliið av teirra egna, altíð vaksandi gudsótta og áseting (Róm- brævið 1:9-17). Tann mað- ur, ið prædikar evangelium Kristusar, er eins og tænari Ábrahams, sum varð send- ur til at fáa Ísaki, syni hans- ara, eina brúður. Hann vil ikki verða drigin frá arbeiði sínum, hvørki av njóting ella trýsti. Hvørki arbeiði ella byrða, familja ella vinir, fíggindar ella fígging, stuttleiki ella lívsvandi vil venda einum slíkum manni avsíðis frá mikla verkinum, sum Gud hevur kallað hann til. Hann er »kosin til at kunngera evangelium Guds!« Tíðindaskriv Skipað verður fyri stórum almennum pallborðsfundi mánadagin 29. sept. 2003, kl. 19.30 í Útvarpshøllini um evnið: Hvat kann gerast fyri at fáa betri lag á føroyska arbeiðs- marknaðinum ? • viðvíkjandi ósemjum partanna millum í sáttmála- skeiðnum og undir sátt- málasamráðingum, og • viðvíkjandi áliti og samskifti millum partarnar og við politisku myndug- leikarnar fyri at menna ein framrættaðan arbeiðs- marknaðarpolitikk. Sum øllum kunnugt eru nógvar og ymiskar mein- ingar um hesi viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarkn- aðinum. Landsstýrið hevur sent uppskot um arbeiðs- rætt og nýggja semingslóg út til ummælis hjá pørtun- um. Arbeiðsgevarar vilja hava uppskotini samtykt sum skjótast. Løntakarafel- øgini vilja ikki hoyra talan um arbeiðsrætt ella at lóg- givið verður um nýggjar reglur á arbeiðsmarknaðin- um, uttan at hetta hendur gjøgnum samráðingar mill- um allar partar. Politisku flokkarnir eru ójavnir á máli, men tað verða kortini teir sum skulu taka enda- ligu støðuna. Pallborðsfundurin verður skipaður á heldur óvanligan hátt, har ið luttakararnar koma at sita í 3 ymiskum pallborðum, sum fara at seta spurningar og svara spurningum, áðrenn niður- støður verða gjørdar. Enda- málið er at fáa tey ymsu sjónarmiðini fram í stuttum og greiðum grundgeving- um. Onki uttanumtos. Ong- ar langar og keðiligar røður. Leikluturin hjá frøðingun- um báðum verður at royna at svara spurningum av løg- frøðiligum og búskapar- frøðiligum slag. Luttakararnar verða: Pallborð 1: Partarnir • Løntakarar, arbeiðara feløg • Løntakarar, starvsfólka- feløg • Arbeiðsgevarar, privatir • Arbeiðsgevarar, almenn- ir Pallborð 2: Frøðingar • Advokatfelagið • Búskaparráðið Pallborð 3: Politikkarar • Fólkaflokkurin, land- stm. • Javnaðarflokkurin • Sambandsflokkurin • Tjóðveldisflokkurin Fundarstjóri verður Helgi Jacobsen, útvarpsmaður. Ætlanin er eisini at fundar- fólkið skal sleppa framat við nøkrum fáum stuttum spurningum til pallborðs- luttakararnar. Pallborðsfundurin er al- mennur, evnið er aktuelt og týdningarmikið, so vónandi verður áhugin stórur. Øll eru vælkomin. Um tygum hava spurn- ingar hesum viðvíkjandi, kunnu tygum venda tygum til undirritaða. Vinarliga Hans Pauli Strøm, floks- skrivari Javnaðarflokkurin 350 Vestmanna Tlf. 221919 hps@kallnet.fo Lisbeth L. Petersen Sambandsflokkurin Høvdu ikki munnligir fyri- spurningar verið á fund- arskránni hjá løgtinginum mikudag, so sum tingskip- anin loyvir, hevði fáur lagt til merkis, um nakar ting- fundur yvirhøvur hevur verið. Meðan vit í andstøðuni bíða, er samgongan í ferð við at gera uppskot til fíggjarlóg fyri 2004. Ikki landsstýrismaðurin og hansara fíggjarmálaráð, sum annars hevur verið vanliga mannagongdin, men samgonguflokkarnir, og samstundis tykist sum um fíggjarnevndarviðgerð- in er byrjað, har bert meiri- lutin er umboðaður. Alt annað tykist liggja stilt, tí semja skal fáast og sparing- ar gerast, og embætisfólk- ini hava úr at gera. Samstundis sigur lands- stýrismaðurin við fíggjar- málum við tjóðveldisblað- ið, at "Landskassin fløðir upp um lúkukarmin av pengum" og so skuldi alt verið so sára gott, ella hvussu ……? • Men meðan vit bíða, boðar heimarøktin frá rætti- liga álvarsomum trupul- leikum, tí játtanin røkkur ikki, og pengar eru ikki til røktina; skorið er longu inn á bein og møguleiki er ikki fyri at taka nýggjar brúkar- ar inn í skipanina, men landsstýrismaðurin er ikki nøgdur, kritiserar og gevur harraboð, og vil hava meira virksemi fyri ongar pengar. • Og meðan vit bíða, økjast trupulleikarnir í sjúkrahúsverkinum, har skurðlæknarnir ikki fáa arbeitt, sum teir annars vildu, tí sjúklingar kunnu ikki sendast heim sum ætl- að aftaná viðgerð, av tí at heimarøktin ikki virkar, og nú eru ongar tómar sengur til teir sjúklingar, ið standa á bíðilista. • Psykiatriska økið er for- sømt, og bústaðartørvurin átrokandi og alsamt vaks- andi hjá teim psykisk veiku og sjúku, og verandi um- støður hava fingið fleiri viðmerkingar frá okkara umboðsmanni. Hesi eru bert nøkur fá dømi um, hvat hendir í føroyska samfelagnum í løtuni, har alt skuldi blíva so gott og trygt, tí nú skuldu vit sjálvi stýra og gjalda. Og meðan lands- stýrismaðurin reypar av tí fulla landskassanum, har milliardir "standa á bók", leggur hann eykagjald om- aná góðgæti og sodavatn, tí hetta er ósunnur kostur! Hevði endamálið so verið at oyramerkt eykagjaldið til brúk innan heilsupolitiska økið, t.d.við at lækka ver- andi mjólkaprísin, so kundi verið ein meining í tí, men so er ikki ! Eykaavgjald, sum skal í landskassan, skal leggjast á plastikkposar, og verður kallað "umhvørvisgjald". Ongin kreppa …. "Ongin kreppa er í væntu, alt slíkt tos er púra burtur- við" sigur landsstýrismað- urin. Men tað sum hendir í løtuni minnir um tað, sum hendi, tá kreppan í nítiárun- um tók seg upp, og pengar manglaðu allastaðni. Tá fóru t.d. pengarnir í landskassan, sum drúgva nevndarálitið um broyttu rúsdrekkalógina annars segði, skuldi brúkast til viðgerð og fyribyrgjandi tiltøk burturav. Tá kreppur taka seg upp, verða teir veikastu bólkar- nir altíð harðast og fyrst raktir, men meðan vit bíða eftir nýggja fíggjarlógar- uppskotinum, boðar lands- stýrismaðurin frá "at lands- kassin fløðir upp um lúkukarmin av pengum". Soleiðis royndist verandi fíggjarlóg, ið vit í andstøð- uni longu frá byrjan skírdu órealistiska, og soleiðis royndist henda samgong- an!! Hvør prædikar evangeliið? Rómbrævið 1:1 C M Y K 11 10