Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 177 - 19. september 2003 Nr. 177 - 19. september 2003 13 Fólk í Havn fáa ikki meiri skatt komandi ár Tórshavnar Komm- una ætlar at tátta eitt sindur í komandi ár, men ætlanin er hvørki at hækka skattin ella at lækka barnafrádráttin FÍGGJARÆTLAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er ikki bara í Tinganesi, at tey í hesum døgum stríð- ast við at fáa eina fíggjar- ætlan at ganga upp. Eisini í kommununum runt um í landinum, er skjøtil við at verða settur á fíggjarætlanirnar fyri kom- andi ár. Ikki minst er nógv fundar- virksemi í Tórshavnar Kommunu hesar dagarnar, tí eisini í høvuðsstaðnum verður roynt at finna útav, hvussu kommunan skal rekast komandi ár. Fíggjarætlanin hjá Tòrs- havnar Kommunu kemur til fyrstu viðgerð í býráðnum í næstu viku. Og eins og hjá landsstýr- inum, ætlar Tórshavnar Býráð eisini Tórshavnar Býráð at taka fíggjarligu teknini í sól og mána til eftirtektar. – Ábendingar eru um, at fíggjarliga framgongdin verður ikki so stór komandi ár, sum hon hevur verið og tað mugu vit leggja upp fyri í fíggjarætlanini sigur Jan Christiansen, borgarstjóri. Varlig fíggjarætlan Hann sigur, at talan verður tí um eina varliga fíggjar- ætlan, sum verður løgd fyri Býráðið í næstu viku. Fíggjarætlanin í ár javnvigar við 438 milliónir og næsta ár verður fíggjar- lógin 445 milliónir. Við hesum er talan bara um eina hækking upp á sjey milliónir . Sostatt er talan at kalla um ein null vøkstur, so ásannast má, at inntøk- urnar eru sera varliga mettar. Men borgarstjórin leggur kortini dent á, at, at hóast fíggjarligu útlitini ikki eru heilt so bjørt longur, er als ikki talan um kreppu og hann leggur dent á, at ætl- anin er hvørki um at hækka skattin ella at lækka barna- frádráttin. Kommunuskatturin í Havn er 18,75% og barna- frádrátturin er 4.500 krónur um árið og tað verður tað sama komandi ár. Ætlanin er heldur ikki at taka lán, fyri at fáa rokni- stykkið at ganga upp. Og Jan Christiansen sig- ur, at býráðið metir avgjørt, at hóast talan verður um null vøkstur í fíggjarætlan- in næsta ár, fer tað at bera væl til at reka kommununa. – Støðan hjá kommununi er tann, at vit eru at kalla skuldarfrí. Tað, vit eigar til góðar, samsvarar so dánt við tað, vit skylda. Hann mintust kortini ikki í høvdinum, hvussu stór skuldin hjá kommununi er. – Men hetta førir við sær, at útreiðslurnar til rentur og avdrátt eru munandi mink- aðar og tí hevur kommunan hampiliga gott rásarrúm at arbeiða, hóast fíggjarætl- anin stendur í stað, sigur hann. Hann heldur at løg- tingslimir úr útjaðar- anum mugu sam- starva meiri og hann ætlar at taka stig til at endurstovna um- stríddu útjaðarasam- gonguna í Løgting- inum SAMGONGAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Útjaðarin í Føroyum verður meiri og meiri aftur- útsigldur. Og tað kunnu løgtingslimir úr útjaðar- anum ikki bara sita tigandi og hyggja at. Jógvan við Keldu, løg- tingslimur úr Klaksvík, heldur, at tinglimir úr útjað- aranum mugu samstarva nógv meiri enn teir gera í dag. Tí heldur hann at tað hevði verið rætt at endur- stovna umstríddu útjaðara- samgonguna, sum var í Løgtinginum fyri nøkrum árum síðani. Og hann heldur, at tað er so mikið umráðandi at hetta verður gjørt, at hann bara bíðar eftir røttu løtuni, sigur hann. Hendan útjaðarasam- gongan var ein óformlig samgonga sum gekk tvørtur um flokspolitiskt mark. Eitt slag av skugga- samgongu í Løgtinginum undir liðini á landsstýris- samgonguni. Endamálið við hesi út- jaðarasamgonguni var at fáa tingmenn úr útjaðaran- um at samstarva meiri fyri at fáa meiri at henda úti um landið. Men tað var nógv rok um hesi útjaðarasamgonguna tí summi hldu, at hetta var óloyalt ímóti landsstýris- samgonguni og tað endaði eisini við, at hon fór rætti- liga skjótt fyri bakka aftur. – Eg var ómetaliga harm- ur um, at hon fór fyri bakka og eg haldi eisini, at orsøk- in til at hon fór aftur í ommu sína var dekan ov grunn, sigur løgtingsmað- urin úr Klaksvík. Standa ógvuliga spjadd Jógvan við Keldu staðfest- ur, at løgtingslimir úr Suð- urstreymoy tosa nógv sam- an og samstarva nógv meiri enn fólk flest kanska geva sær far um, tá ið mál eru á skránni, sum kunnu gagna høvuðsstaðarøkinum. Hinvegin standa ting- menn úr útjaðaranum ógvuliga spjaddir. Avleið- ingin av tí er, at útjaðarin verður meiri og meiri aftur- útsigldur afturímóti høv- uðsstaðarøkinum. At tað ber til at gera nakað munagott fyri útjað- aran, ivast hann ikki í. – Tórbjørn Jacobsen talaði Roma beint ímóti og legði Almanna- og heilsu- skúlan í Suðuroy við einum pennastroki. Tað sama gjørdi Jørgen Niclasen við Skipasýnið. Øll minnast tann levint og gang, sum tinglimir úr Suðurstreymoy hildu um hesar báðar avgerðirnar. Hetta hendi bara tí at hesir báðir landsstýris- menninir av tilvild eru bygdarmenn. Fyri at fáa nakað veruligt á skafti fyri útjaðaran, er tað kortini neyðugt at fáa eitt meiri skipað samstarv ímillum tinglimir úr útjaðaranum. – Men slíkt krevur ný- hugsan. Men hava við einar 18-20 tinglimir úr útjaðar- anum, sum seta okkum saman at finna felags loysnir fyri, hvussu vit kunnu byggja útjaðaran út, ivist eg ikki í, at nógv kann fáast á skafti, sigur Jógvan við Keldu Hann heldur ikki, at eitt slít samstarv skal vera fromligt. Tað kemur meiri at byggja á álit ímillum teir ymsu tinglimirnar. Hann ásannar, at hetta kann vera trupult tí tað ber heldur ikki til at gloyma, at nógvir tinglimir úr útjaðar- anum eisini eru í sjálvari landsstýrissamgonguni. Kortini heldur hann ikki, at hetta er at vera óloyalur ímóti landsstýrisamgong- uni. – Vit eru vald á ting at umboða ávís valdømi. Og tað eiga vit at gera, eins væl og tinglimir úr Suður- streymoy umboða sítt val- dømi - og tað gera teir nógv meiri samskipað enn nógv kanska gera sær far um, tí teir tosa nógv saman. – Hóast vit eru limir í eini samgongu, ber tað ikki til lata seg niðurstemma at kalla í hvørjum einasta máli, sigur Jógvan við Keldu. – Hóast vit eru í sam- gongu, ber tað ikki til tingmenn úr útjaðaranum sita tigandi og hyggja at, ímeðan teir verða niður- stemmaðir at kalla í hvørj- um einasta máli, sigur Jógvan við Keldu. Hann heldur, at tingmenn úr útjað- aranum mugu samstarva meir. Jógvan við Keldu bíðar bara eftir røttu løtuni –Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri næsta ár, verður ein tann varligasta í nógv ár, men vit hava kortini hampiliga stórt rásarrúm, sigur Jan Christiansen Jógvan við Keldu bíðar bara eftir røttu løtuni, so tekur hann stig til at endurstovna umstríddu útjaðarasamgonguna í Løgtinginum NÝGGJ LANDS- STÝRISKVINNA Jan Müller Jan@sosialurin.fo Myndir: Jens K Vang – Hetta hevur verið ein sera heitur sessur, og eg skal royna at gera mítt til at køla hann av helt nýggja lands- stýriskvinnan í mentamál- um, Annita á Fríðriksmørk fyri, tá hon seinnapartin mikudagin alment varð sett í henda so nógv umrødda sess á samkomu í Tinga- nesi. Eftir at Anfinn Kallsberg, løgmaður boðaði frá, at Annita á Fríðriksmørk tekur við starvinum sum landsstýriskvinna í menta- málinum og ynskti henni alt gott og vónaði at fáa eitt gott samstarv helt lands- stýriskvinnan fyri, at hon sær fram til hetta avbjóð- andi og spennandi starvið. Hon vónaði, at hon fór at megna at fremja góð avrik fyri bæði mentanina og undirvísingarverkið og legði upp til eitt fruktagott og gevandi samstarv við øll tey fólkini, sum virka innan fyri hesi so stóru og týðandi øki í samfelagnum. Løgmaður viðgekk í røðu síni, at sessurin hevur verið nógv útsettur, men helt fyri, at nýggja landsstýriskvinn- an, sum heldur ikki er nak- ar ársungi í politikki, fer at klára hesa uppgávuna væl. Annita vil køla heita sessin av Høgni Hoydal hevur seinastu mánaðirnar røkt starvið sum landsstýrismaður við mentamálum. Nú handar hann stafettina víðari til Annitu á Fríðriksmørk Løgmaður handaði Annitu á Fríðriksmørk gávur Annita í trappunum í Tinganesi, og nú kann hon kalla seg landsstýriskvinnu Annita saman við familjuni Hans Jacob Joensen, bispur, var ein av teimum, sum heilsaði upp á nýggja landsstýrismannin C M Y K 13 12