fríggjadagur 19. september 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 178 - 20. september 2003
Nr. 178 - 20. september 2003
13
18. august andaðist
fyrrverandi sjómans-
trúboðarin,
Johan
Olsen í Rituvík, áttati
ára gamal. Johan var
ein kendur og virdur
persónur
í
kirkju,
heimamissións og sjó-
mansmissións saman-
hangi.
Johan vaks upp í
Rituvík, og fór sum
flestu javnaldrar til
skips. Við skipi undir
Íslandi á ungum árum,
var Johan fyri tí van-
lagnu, at hann misti
høgra arm. Ísland og ís-
lendska fólkið kom
eftir ta hendingina, at
liggja honum tungt á
hjarta.
Við einum armi var
tað ikki lætt at vera sjó-
maður, og tí fór hann
uppá land at arbeiða.
Johan giftist við Amy
í 1951, og fingu tey
fýra børn.
At lívið alt, skuldi verða ein tænasta fyri Jesus, stóð
greitt fyri honum.
Eftir at hava verið á bíbliuskúla, byrjaði Johan sum
sjómanstrúboðari hjá Føroysku Sjómansmissiónini á
heysti í 1960. Leiðin gekk fyrst til sjómansheimið í
Grimsby, har hann virkaði millum føroyskar sjómenn.
Har var hann fleiri heyst á rað. Várið eftir fóru Johan
og Amy til Reykjavíkar, fyri at taka við leiðsluni av
føroysku Sjómansstovuni. Hetta starv røktu tey trúliga
hvørt vár heilt fram til Sjómansheimið Ørkin varð vígt
2. juni 1991.
Arbeiðið í Íslandi, fyrst og fremst millum og fyri
føroyingar, men eisini millum íslendingar, var eitt av
hjartamálum hansara.
Í stríðnum fyri byggingini av sjómansheiminum
Ørkini, var Johan ótroyttiligur.
At verða har, sum føroysku sjómenninir vóru, var
Johan upptikin av. Mangur sjómaður og mong heim
hava frá honum fingið eina vinarliga heilsan og eitt
Guds orð.
Nevnast skal eisini, at tá ið føroysk skip í hópatali
fóru til Bretlands at keypa sild síðst í 60-árunum og
fyrst í 70-árunum, var Johan um heystarnar í
Stornoway á Hebridun-
um, í Malaigh í Skot-
landi og eitt skifti í
Lerwich í Hetlandi.
Tá ið nótafiskiskap-
urin í 70-árunum og í
80-árunum tók seg upp
í og út frá Hirtshals,
komu nógvir føroyskir
sjómenn til Hirtshals.
Eisini har vitjaði Johan,
og har var eina tíð ein
føroyskur
sjómans-
kvinnuringur.
Hann
vitjaði
eisini
fleiri
ferðir á Bornholm tey
árini, tá ið føroysku
bátarnir fiskaði í Eyst-
ursjónum.
Um vetrarnar var
hann íðin í arbeiðinum
her heima. Hann vitjaði
runt landið og talaði
Guds orð. Hann var við
til at stovna fleiri sjó-
manskvinnuringar og
var íðin fyri at vitja og
stimbra teir. Runavíkar
Sjómansheim og missi-
ónshúsið í Rituvík vóru eisini hjartamál hjá honum.
Við Johan er ein Harrans stríðsmaður farin.
Vit takka Gudi fyri Amy og Johan. Samstundis takka
vit teimum hjartaliga fyri teirra stóra og trúfasta
gerning Guds ríki til frama.
Æra verið minnið um Johan.
Undir krossins merki stóðu gamlir menn,
undir krossins merki standa hetjur enn.
Skulu vit tá svíkja? Nei, vit standa stinn.
Breiðið krossins merki út!
Vegna Sjómansmissiónina
Torleif
Kelda: Trúboðin / Vitin
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
25. juni fekk Nikolaj
Haldansen Tjørnfelt eina
systir. Hon vigaði 3860
gr., var 54 cm long og
eitur Kaja Louisa.
Foreldur teirra eru Anly
og Karsten Haldansen
Tjørnfelt, Langeskov DK.
6. september fingu Val-
borg og Atli Djurholm,
Rødovre, ein son. Hann
vigaði 2830 gr. og var 49
cm langur.
16. september fingu
Eyðgunn Hansen og
Hans Pauli W. Tórgarð,
Keypmannahavn, eina
dóttir. Hon var 54 cm
long og vigaði 4395 gr.
11. september fingu Bergtóra Thomsen og Levi
Mittelstein, Skopun, ein son. Hann var 54 cm langur
og vigaði 3800 gr.
11. september fingu Heidi og Henrik Solberg,
Trongisvági, ein son. Hann var 36 cm langur og
vigaði 840 gr.
11. september fingu Barbara Rasmussen og Pætur S.
Rasmussen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 3950 gr.
12. september fingu Arnhild og Hans Bjarni Jacob-
sen, Esbjerg, tvíburar, dreingir. Annar var 48 cm
langur og vigaði 2500 gr., hin 51 cm langur og vigaði
3200 gr.
12. september fingu Marjun og Einar Klakkstein,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3700 gr.
13. september fingu Brynhild og Jørmann Petersen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði
2650 gr.
13. september fingu Barbara S. Norðbúð og Don Ey.
Joensen, Innan Glyvur, ein son. Hann var 57 cm
langur og vigaði 4100 gr.
14. september fingu Tove og Maison Bólstein,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3100 gr.
15. september fingu Ingun og Robert Langgaard,
Runavík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði
4150 gr.
18. september fingu Mary M. og Poul M. Petersen,
Skála, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4100
gr.
Andlát
11. september
Petur Larsen, Vestmanna, ættaður av Eiði, 89 ár
12. september
Lina Simonsen í Norðadali, 79 ár
14. september
Arnold Sofus Petersen, ættaður úr Mikladali, 82 ár
15. september
Kurt Joensen, búsitandi í Fuglafirði, ættaður úr
Kollafirði, 65 ár
Jóhanna Elina Davidsen, vanliga nevnd Hanna í
Smiðjuni, Haldórsvík, 99 ár.
Betrina Joensen, Klaksvík, vanliga nevnd Betrina á
Eiðunum,94 ár
16. september
Birita Jacobsen, Fuglafjørður, 66 ár
Jákup Hermansen, Leynar, 57 ár
17. september
Hartmann Carljot Hansen, Tvøroyri, 78 ár
Minningarorð um Johan Olsen, sjómanstrúboðara:
Ein stríðsmaður farin
f. 04.10.22
d. 18.08.03
Dagurin
20. september. Tobias. Til minnis um tann Tobias, sum
apokrýfiska bókin Tobits bók veit at siga frá.
Navnið er hebráiskt og merkir Guð er góður.
21. september. Matteus. Ápostulin og evangelisturin
Matteus. Halgisøgan veit at siga, at tá ið ápostlarnir skilt-
ust, fór Matteus til Etiopiu og boðaði evangeliið har. Er
helst ein av teimum, sum á kirkjubøstólunum er av-
myndaður við bók í hendi. Kongurin á Etiopiu læt hann
taka av døgum.
Bíbilska navnið merkir Guðs gáva.
22. september. Mauritius, deyður í umleið 300. Róm-
verskur herhøvdingi, sum saman við 6666 hermonnum í
liði sínum (tebansku legiónini), ið allir vóru kristnir, varð
tikin av døgum.
Navnið merkir blámaður, tað sama 15. januar.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Páll Beder 50 ár
Fríggjadagin 19. september
fylti Páll Beder á Argjum
50 ár. Páll er fuglfirðingur,
sonur Ingu, f. Midjord, og
Torkil Beder, bæði ættaði
úr Vági og búsitandi í
Fuglafirði.
Páll er føddur í Keyp-
mannahavn og flutti til
Føroyar sum eitt ára gamal.
Búði á Viðareiði í tvey ár,
har pápin var prestur, til
familjan búsettist í Fugla-
firði í 1956.
Eftir lokna skúlagongd
sigldi Páll við trolaranum
Ólavi Halga og arbeiddi á
flakavirki, til hann í 1972
fór á Føroya Studentaskúla
í Hoydølum.
Liðugur sum studentur í
1975 arbeiddi hann sum
vikarur í skúlanum í Fugla-
firði í eitt ár. Hann las á
Støðisútbúgvingini í Havn,
áðrenn hann fór til Noregs,
har hann fekk sær útbúgv-
ing innan EDV. Síðan hevur
hann arbeitt sum EDV
maður á Elektron í meira
enn 20 ár. Í dag er hann
deildarleiðari
á
skattadeildini á Elektron.
Hann hevur í nógv ár
verið virkin innan ítrótt og
hevur m.a. verið við til at
vunnið fleiri meistaraheitir
við
flogbóltsfelagnum
Fleyr og landsliðnum í
flogbólti.
Páll er giftur við Onnu, f.
Olsen, úr Fuglafirði, tey
búgva á Argjum og eiga
børnini Fríðu og Finn.
Peter F.
Christiansen 80
Mánadagin 22. september
fyllir
Peter
Ferdinand
Christiansen í Havn 80 ár.
Peter F, sum hann verður
nevndur millum manna, er
havnarmaður,
sonur
Vestinu og Peter F. Christ-
iansen.
Peter F hevur realprógv
og handilsskúlaútbúgving.
Hansara lívsstarv hevur
verið
stjórasessurin
á
Dimmalætting. Hann starv-
aðist tó fyrst í Lands-
handlinum, sum Løgtingið
stovnaði í 1939 við tí enda-
máli at hava vørur á
goymslu í krígstíð. Peter F
starvaðist í hesum handl-
inum frá 1941 til 1947.
Nøkur ár seinni varð hand-
ilin tikin av.
Í 1947 tók Peter F við
sum stjóri á Dimmalætting,
og tað starvið røkti hann
líka til 1999. Hann var sera
vandin í peningamálum, og
tað hevur ljóðað, at tá
Dimmalætting bygdi tað
nýggja, stásiliga húsið á
Smyrilsvegi var so væl
húsað, at neyðugt var ikki
at taka lán.
Peter F er eisini vælkend-
ur
úr
politikki,
bæði
kommunalum og lands.
Hann hevur verið býráðs-
limur í Havn 1965-70 og
76-84, og hann var bý-ráðs-
formaður 1968-69.
Hann varð valdur inn á
ting fyri Sambandsflokkin í
Suðurstreymoy í 1966 og
var tingmaður eitt valskeið.
Í 1970 gjørdist hann lands-
stýrismaður og røkti hetta
starv til januar 1975.
Peter F giftist við Paulu
Solveig, f. Abrahamsen,
ættað av Strondum. Tey
eiga trý børn: Peter, sum
býr
í
Keypmannahavn,
John, sum býr í Havn, og
Guðrið, sum býr í Keyp-
mannahavn
Jóhannes
Álvheygg 80
Í gjár, fríggjadagin
19. september, fylti
Jóhannes Álvheygg
80 ár. Hann er ætt-
aður úr Haldórsvík,
sonur
Andreu
úr
Pállsstovu og Christ-
ian á Neystabø. Sum
ungur fór hann til
skips. Hann var við
Normanner.
Hann
var eisini kokkur á
v í k a r b á t i n u m
Snekkjusteini,
tá
hann fór á land á
Skarði í 1948 og
sakk.
Seinni fór Álvheygg -
hann hevur vanliga verið
nevndur við eftirnavni - til
Havnar og arbeiddi í mong
ár hjá Mariu Poulsen. Hann
hevði eisini starv hjá Sam
Olsen.
Í mong ár var Álvheygg
eisini skrivari í KFUM í
Havn. Sum skrivari skipaði
hann fyri, at dreingir fóru
at byggja sær smáttur á
Trapputrøðni. Tað er tó ikki
nøkur smátta, sum stendur
har í dag, men handilshúsið
SMS.
Kanska
er
Álvheygg
kendastur sum Blákross-
skrivari. Hann gjørdi nógv
við fráhaldsarbeiðið, og tað
var hann, sum stovnaði
Blákross-stovuna.
Hann var deknur í Havn-
ar Kirkju og limur í
kirkjuráðnum. Hann var
eisini formaður í Skúlaráð-
num í fleiri valskeið, valdur
av Sambandsflokkinum.
Hann giftist við Astrid
Davidsen av Strondum, og
tey fingu børnini Frantz og
Andreu. Familjan býr í dag
í Danmark.
Anna Nolsøe
Joensen 65
Sunnudagin 21. sep-
tember fyllir Anna
Nolsøe Joensen á
Glyvrum 65 ár. Annað er
ættað úr Vági, dóttir Ellu
og Dion Emil Nolsøe, hon
er yngst av fýra systkjum,
hini eru: Niels Juul, Leif og
Martha.
Hon giftist í 1964 við
Arna Weihe Joensen, ætt-
aður úr Porkeri. Tey búsett-
ust á Glyvrum, har Arne
starvaðist sum løgreglu-
maður. Anna og Arne fingu
trý børn, tey eru: Annika,
Henrik og Djóni.
Anna arbeiddi fyrstu
árini í fiski og sum vaski-
kona og seinni í klædna-
handlinum
Hygg-Inn
í
Saltangará. Arne andaðist í
1994, 56 ára gamal. Sama
árið keypti Anna klædna-
handilin Shop-Inn á Glyvr-
um, og har hevur hon sína
dagligu gongd.
Anna er virkin í kóri,
hon hevur verið formaður í
Eystankórinum í fleiri ár.
Eisini hevur hon í fleiri ár
verið virkin í fim-leika-
felagnum Støkk á Glyvr-
um, og er hon har enn.
Føðingardagin er Anna
burturstødd.
C
M
Y
K
13
12